Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Óvissan er stór TAÐ ER SYND at siga, at tað álit til nýggja fíggjarlóg, sum meirilutin er komin við er sermerkt av bjart- skygni, og ikki er torført at gita, hvor er pápi til hetta álit meirilutans. SAGT VERÐUR, at figgjarliga stødan er ålvarsom. Uppsparingin minkar. Vidvikjandi afturgjaldan av lånum sær myndin ikki ljós út. Tær góðu tíðirnar hava økt um skuldina bæði hjá privatum og almennum. Niður- stødan er so tann, at i dag er óvissan rættiliga stór. AT ÓVISSAN í dag er rættiliga stór, skulu vit geva núverandi meiriluta púra rætt í. Men hendan óvissa er ikki orsaka av undanfarna politikk- inum og heldur ikki av figgjarligu viðurskiftum landsing. men har- afturímóti av, at vit nú hava eitt landsstýrið sum hvorki hevur vilja ella evni til at halda fram við einum framtakshugaðum politikki. Í EINI UTVARPSSAMRØDU fór løg- maður enntá so langt, at hann ivadist í, um vit fingu nakra fíggjarlóg í ár og nýtti sjálvandi høvi til, við sínum svartskygni at doyva tað syndri at framburðsvilja, sum enn er til staðar hjá onkrum av okkum. TAÐ ER SJÁLVANDI ikki bert her heima á landi, at skaðiliga mussa- skoði løgmans hevur gjørt sína inn- rás. Tað fer helst at eydnast honum eisini at oyðileggja og skaða kreditt- virði vit hava mótvegis útheiminum við sínum áhaldandi og villeiðandi jammursangi. ÓVISSAN ER STÓR. Viljin og evnini små. Hvat er tå at gera? At leggja frå sær ongantíð ov skjótt og lata aðrar sum hava vilja og evni til framtaks- hugaðan politikk sleppa framat. Tí verður núverandi samgonga sitandi, verður henda óvissa ikki minni. SOSIALURIN Nóg mikið til øll Tað var undan einum vali, at hitt radikala, upplýs- andi blaðið, Dagblaðið skrivaði, at komu javnað- armenn til ræði, so vildi ein maður, ið átti tvær henur og ein hana, spæla av við aðra henuna og hálva hanan. Ella um ein maður átti eina kúgv, og grannin onga, ja so vildi kúgvin verða klovin fyri at javna. Tad er vist einki at ivast i, at tað finnast mangar góðtrúgvnar sálir, sum eisini kundu trú omanfyri- standandi. Aðalkjarnan í ellum sosialpolitikkinum er, at skapa sterri javnvág, ið meir enn nekur onnur tryggjar øllum lív og lívs- rættindi hver ájavnt annan. Javnaðarpolitikkur verð- ur av borgarligum flokkum nevndur tøku- politikkur. Hesin poli- tikkur er tó ikki føddur enn í nekrum sosialdemo- kratiskum flokki, tí sosia- lisman byggir á nógv sterri grundsjónarmið enn so. Sosialisman ber har- afturímóti í sær, at vit eiga at gera samfelagið soleiðis, at hin einstaki skal hava rúmari ræsur ennnú. Vit eiga at tryggja ellum ríkari atsteður til lívsins hentleikar. Eingin tøka er neyðug uttan i tænastu fólksins. Vit kunnu — og eiga — at geva hinum einstaka meira og beta um korini aftur. Lat okkum byggja á hjá teimum, sum høvdu dagar og framtíð, har vit ov lítið frammanundan. Tíðin er farin tá hin ein- staki varð lítið virdur. Lat ongantíð tær tíðir koma hava meir at bjóða ellum. Gunnar Staksá Sjónvarpið Til tykkum, sum ikki vilja at Dallas skal sendast, tí tit halda, at so nógv porni, vold og annað fyrikemur har, kann eg siga, at á flestu sjónvarpstólum er ein knøttur at sløkkja við. Eg eri als ikki nøgdur vid alt sum sjónvarpið sendir. Eg havi hoyrt, at tað bert er formaðurin i sjónvarpsfelagnum, sum setur skránna saman. Sjálvandi kann ein maður einsamallur ikki gera eina góða skrá. Heiti tí at restina av nevndini at gera tykkum galdandi. Tit eru valdir til tað sama. Limur Undarligt skemt å handilsskulaveitslu Á handilsskúlaveitsluni 20. mars var ymiskt havt til skemtunar undir borðhaldinum. Fyrst ein mongd av smáum spelum og kappingum, sum var heilt stuttligt. Síðani hoyrdu vit tvær bandupptekur. Tann fyrra var ein yvirfering av sendingini landslæknin plagar at hava um heystið, tá ið farið verður eftir náta, yvir á hvussu vandamikið tað er fyri mannfólk at „fara eftir konufélki«. Hetta kundi flennast at við einum ógvuliga góðum vilja. Tá tann næsta sendingin kom, varð ein eitt sindur skelkaður. Hon skuldi fyristilla eitt bræv, sum ein fremmanda- arbeiðari, helst í Danmark, skrivar heim til beiggja sín. Hetta var ein sending, sum bert kundi hava eitt endamál, at høgga niður á fremmandaarbeiðarar, og fólk, sum eru noydd at liva av sosialhjálp. Hann greiddi millum annað frá tí frálíka arbeiðsplássinum »sicialen«, sum gav honum pening fyri at ganga heima og passa hús og børn, meðan danska kona hansara arbeiddi. Og so tann vanliga ramsan um, at hann ikki slapp at hava hesnarungan og geitir inni í íbúðini, sum ikki er nógv annarleiðis enn at føroyingar, búsitandi í Danmark, ikki sleppa at kóka sær ræstan fisk, og annan føroyskan mat í íbúðum sínum. Munnu fólk ikki hava gloymt, hví hesir fremmandaarbeiðarar eru i Danmark? Í øllum førum hoyrir tað onga- staðni heima at nýta teir, og teirra eðrvísi mentan, sum borðskemt á veitslu. Kanska hevði hendan viðmerkingin hóskað betur í einum skúlablaði, men eftir sum onki sovorðið er á handils- skúlanum, og eg haldi at hetta var ov groft til at verða órert, lati eg tað koma fram her. Næmingur Skattaprosentið ikki upp Ein vøggustovu- og barnagarðsætlan verður framd. Øll broytingaruppskotini, sum miðaðu í móti peningi til íbúðargrunn og nýtt ellisheim, fullu! Tórshavnar býráð fylgdi ellum tilmælunum frá meirilutanum og samtykti eina fíggjarætlan, sum javnvigar við 117,3 mill. kr. Skattainntekan er sett til 115,75 mill. kr. Sam- bært metingunum hjá likningarnevndini um inn- tøkuvøksturin verður ikki neyðugt at hækka skatta- prosentið. Tað vóru tvey broyt- ingaruppskot til megin- partin av ellum hevuðs- kontinum á fíggjarætlan- ini. Tey vóru frá Heðin Mortensen og Inga Mohr. Øll broytingaruppskotini fullu. Undir viðgerðini segði Poul Michelsen, býráðs- formaður, at eingir niður- skurðir vóru gjerdir, men nógv ynski máttu bíða. — Men klára vit at halda fíggjarætlanina, verður stødan betri kom- andi ár og nýggir megu- - leikar bjóðast, segði Poul Michelsen. Nógv projekt tervaðu Heðin Mortensen segði, at nógv projekt tervaðu á uppskotinum frá meirilut- anum. Hann hevði tí gjert eitt broytingaruppskot, sum ikki kom at kosta nieira, men hevði sett pening av til hesi projekt: býarhús 0,5 mill. kr., nýtt ellisheim 0,5 mill. kr., til íbúðar- grunn 1,0 mill. kr., ítrótt- arhell 0,7 mill. kr., barna- garð og veggustovu 1,0 mill. kr., og til Skansa- stovu 0,3 mill. kr. Í alt kr. 4,0 mill. kr. Peningin til byrjan av hesum projektum hevði Heðin Mortensen funnið við ymiskum avskarving- um gjøgnum flest allar konti. Eisini ellisheim Ingi Mohr hevði eisini gjort eitt broytingar- uppskot, sum m. a. fevndi um ellisheim, pening til íbúðargrunn, byggibúning av grundstykkjum á Hvítanesi og við Velba- staðvegin o. 0. smærri pro- jekt, sum Ingi Mohr eisini hevði funnið pening til frá eðrum konti, m. a. svimju- hell og ílegugrunni. Ein barnagarð og veggustovu Sosialurin hevur áður víst á, at hverki av teimum ætlaðu barnagarðspro- jektunum blivu framd í komandi fíggjarári, men annað barnagarðsprojekt- ið verður framt kortini. A konti til sosiala um- sorgan eru settar 200.000 kr. til projektering av eðrum av teimum upp- skotunum, sum í letuni liggja hjá Socialstyrelsen til góðkenningar. Tá svar kemur verður farið undir projekteringina. Hesin dagstovnurin er ætlaður at liggja í Hoyvík.