leygardagur 28. mars 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Fyrispurningur frå Vilhelm Johannesen til Eilif Samuelsen:
Arbeiðsleys fáa
ikki ta hjálp tey
hava rætt til
Grein 9 í lóg um almenna forsorg heimilar øllum, sum hava tørv
á hjálp, at fáa hjálp, sigur Vilhelm Johannesen m. a. í við-
merkingum sínum til fyrispurning til Eilif Samuelsen. Løgtings-
formaðurin boðaði frá fyrispurninginum mikudagin og hósdagin
avgjørdi løgtingi6, at landsstýrismaðurin skal svara fyrispurn-
inginum
Fyrispurningurin er so-
lj6dandi:
1. Er landsstýrið
vitandi um, at nógv fólk
hava verið arbeiðsleys
hesar seinastu tríggjar
mánaðarnar og framvegis
eru tað, og at hesi hava
rætt til hjálp sambært $ 9
í lógini um almenna for-
sorg?
2. Er landsstýrið
vitandi um, at hesi fólk
kortini ikki fáa ta hjálp, ið
tey hava rætt til sambært
$ 9 í lógini um almenna
forsorg?
3. Ætlar ella vid lands-
styrid, vid upplysing og
ødrum tiltøkum tryggja,
at fólk, sum eru arbeiðs-
leys og tí ikki kunnu vinna
sær og sínum til lívsins
uppihald, fáa ta hjálp, ið
tey sambært $ 9 í lógini
um almenna forsorg hava
rætt til?
Arbeiðsfólk og út-
róðrarmenn í inn-
tekuloysi
Í viðmerkingunum sigur
Vilhelm Johannesen:
Orsakað av tí ringa
veðurlagnum, sum hevur
verið hesar seinastu mán-
aðarnar, hava tey fólk,
sum vanliga fáa sína
úrteku við heimaútróðri
ella við arbeiði á landi í
sambandi við heimaútróð-
urin, í rættiliga stóran
mun verið í arbeiðs- og
inntekuloysif.
Orsakað av skerdum
veiðumeguleikum ta sein-
astu tíðina hevur ein part-
ur av tí fólkinum, sum
vanliga fær sína úrteku
við fiskiskapi á mið- og
fjarleiðum, verið í somu
steðu, og útlit er eisini til,
at fólk, sum hava verið í
ymiskum annleggsarbeiði
hjá tí almenne, eisini
verða rikin út í arbeiðs- og
inntekuloysi.
Veitast í »trangs-
tilfælde«
Arbeidsloysistrygging er
ikki i Føroyum, men vit
hava lógina um almenna
Nógv arbeiðsloysi hevur verið í vetur. Hetta hevur ser-
liga rakt tey, sum arbeiða innan fiskivinnuna. Tveir teir
fyrstu mánaðirnar í ár vóru bert heilt fáir dagar, arbeiði
var á flakavirkjunum
forsorg, sum ikki ásetir
ávísar orsøkir fyri, at fólk
fáa hjálp eftir lógini, men
tverturímóti sigur lógin
um almenna forsorg, at
hjálp kann og skal veitast
vi trangstilfælde«. Í $ 1 í
lógini um almenna forsorg
verður sagt: >Det offent-
lige er forpligtet til at
komme enhver til hjælp,
som ikke er i stand til at
skaffe sig og sine det for-
nødne til livets ophold«.
Higartil hevur arbeiðs-
loysi ikki verið, og tí hevur
$ 9 í lógini um almenna
forsorg bert verið nýtt, tá
sjúka ella tílíkt hevur forð-
að fólk í at vinna sær og
sínum til lívsins uppihald.
Tað, at forsorgarlógin hig-
artil er praktiserað so,
hevur einki við lógarinni-
haldið at gera, men er
hetta eitt fyribrigdi, ið
stavar frá teimum viður-
skiftum, sum hava verið
galdandi her á landi, nev-
niliga at einki arbeiðsloysi
hevur verið.
Orsøkirnar til tørv
ikki avmarkadar
Tað er eingin ivi um, at
orðini í $ 9 í lógini um al-
menna forsorg ikki av-
marka orsekirnar til terv-
in, men heimila ellum
hjálp, sum hava terv á
slíkari, og eisini tá orsekin
til tervin er arbeiðsloysi.
Niðursteðan má tí verða,
at $ 9 í lógini um almenna
forsorg fevnir um øll sløg
av tørvi, sum almannalóg-
gåvan annars ikki fevnir
um. Á donskum máli
verður hetta lýst sum eitt
»sikkerhedsnet«.
Vit hava onga almenna
arbeidsåvising. Ti hava
vit heldur ongar reglur,
hareftir arbeidsloysi skal
prógvast. Hetta kann
kortini gerast á ymiskan
hátt. T. d. ber tila t nýta
avvarðandi | kommunur,
vinnufeleg, lengjaldsstov-
ur og sterri virkir og
arbeiðsgevarar.
Tann 1. apríl í ár er van-
liga uppihaldshjálpin eftir
$ 9 í lógini um almenna
forsorg hendan:
stek kr. 2.197,00 um
mánaðan,
hjún kr. 3.233,00 um
mánaðan,
og fyir hvert barnið
verða goldnar 427,00 kr.
eyka um mánaðan.
Á Feroya legtingi,
25. mars 1981
Vilhelm Johannesen
Uppskot um sosialar eindir:
Karmurin um eina betri til-
veru hjá teimum menning-
artarnaðu og brekaðu
Uppskot til samtyktar frá javnaðar-
flokkinum miðar í móti, at kommunurn-
ar taka seg saman í stórri eindir fyri á
tann hátt betur at røkja ymiskar sosi-
alar uppgávur!
Fyri javnaðarflokkin
hevur Vilhelm Johanne-
sen, legtingsmaður, lagt
uppskot til samtyktar
fram um stovnan av
sosialum eindum.
Hesar sosialu eind-
irnar skulu fevna um
fleiri kommunur, sum í
nógvum førum hverki
hava fíggjarligt ella
fólkagrundarlag = hver
fyri seg at fara undir
sosial tiltøk.
Í uppskotinum til sam-
tyktar = verður álagt
landsstýrinum, í samráð
við sosialu umsitingina,
kommunurnar, áhugafel-
egini á sosiala økinum
og sosialráðgevarafel-
agið, at fyrireika
uppskot til legtingslóg
um sosialar eindir og at
leggja hetta fyri tingið í
vetratingsetuni 1982.
Sosial tiltøk —
kommunal upp-
gáva
Í viðmerkingum til upp-
skotið sigur javnaðar-
flokkurin:
Tað, at byggja og reka
ellis- og rektarheim, vist-
ar- og umlættingarheim,
vardar íbúðir og vard
verksteð, veggustovur
og barnagarðar, at fyri-
skipa dagrekt av bern-
um og at fyriskipa
eðrum sosialum tiltek-
um, eru kommunalar
uppgávur, ið fáa fíggjar-
ligan stuðul úr ávikavist
landskassanum og ríkis-
kassanum.
Í Feroyum hava vit 50
kommunur. Tær flestu
av kommununum eru so
smáar, at tær hver í
sínum lagi ikki hava
meguleika fyri ella um-
steður til at byggja og
reka umreddu sosialu
stovnar og heldur ikki at
fyriskipa eðrum
sosialum tiltøkum. Tær
hava hverki fólkagrund-
arlag ella fíggjarligt
grundarlag til tess at
fara undir hesi tiltøk
hver fyri seg.
Menningartarnað
noydd at flyta til
hevuðsstaðin
Ein avleiðing av hesum
er, at tey menningar-
tarnaðu mugu flyta úr
teirra heimliga um-
hvervi til hevuðsstaðin,
tá tað einans er hevuðs-
staðurin, sum kann
bjóða vardar íbúðir, vard
verksteð, vistar og um-
lættingarheim, undirvís-
ing og heilsurekt til hesi
fólkini.
Ein onnur avleiðing er,
at húsmeður úti um
landið = kunnu vera
arbeiðsleysar, hóast
arbeiði er í bygdini ella
nærhendis, tá tær ikki
kunnu fáa bernini
passaði. Og ein triða av-
leiðingin er tann, at í 47
av teimum 50 kommun-
unum kunnu fólk ikki
fáa sosiala ráðgeving
aðrastaðir, enn frá tí cen-
tralu almannaumsiting-
ini í hevuðsstaðnum.
Felags sosial
nevnd skal skipa
fyri
Javnaðarflokkurin hugs-
ar sær eina lóg um sosi-
alar eindir, har komm-
unur innan fyri nærri av-
markaði ekir. T. d. kom-
munurnar innan fyri
hvert av teimum ll
læknademunum, verða
skipaðar í sosialar eindir,
at heilsumiðsteðirnar í
teimum 11 læknadøm-
unum koma at virka sum
almanna- og heilsumið-
steðir, at sosialráðgevari
verður í hverjari eind, at
hesir verða knýttir at
heilsu- og almannamið-
steðunum, at kommun-
urnar í teimum sosialu
eindunum velja eina
felags sosiala nevnd,
sum í samráð við avvarð-
andi kommunur og
landsmynduleikarnar
fyriskipar bygging og
rakstur av teimum sosi-
alu stovnunum.
Karmurin um eina
betri tilveru
Javnaðarflokkurin met-
ir, at tað er av ómetaliga
stórum týdningi, at
brekaði fáa meguleika
fyri at búgva og arbeiða í
teirra heimliga um-
hvervi, og at hesi í sterst
meguligan mun eisini
kunnu fáa undirvísing
har.
Flokkurin metir, at ein
lóg um sosialar eindir,
verður ein hóskandi
karmur um eina betri
tilveru hjá hesum fólk-
um.
Vit meta eisini, at ein
slík lóg verður neyðug,
um tann komandi endur-
búgvingarstovnurin skal
virka væl og koma ellum
teimum til góðar, ið hava
brúk fyri hesum stovni,
uttan mun til hvar í
landinum tey búgva.
At enda sigur javn-
aðarflokkurin í viðmerk-
ingunum, at grundin til,
at hann ikki setur lógar-
uppskot fram í hesum
máli, so kemst tuð av, at
hann heldur, at tað er
skeivt at fremja slíkt
lógarsmíð yvir hevdið á
kommununum, sosial-
ráðgevarafelagnum og
áhugafelegunum á
sosiala økinum. Tí setir
flokkurin fram uppskot
til samtyktar. har lands-
stýrinurn verður álagt at
fremja hetta lógarsmíð í
samráð við
stovnar og feløg
nevndu