leygardagur 28. mars 1981síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Her verða 50.000 tons av fiski seld árliga:
Á fiskamarknaði
í Billingsgate
Feroyskar rækjur, laksur og kalvi verða seldur her
Hesi seinastu 1000 árini
hava bretar selt og keypt
fisk á marknaðinum í
Billingsgate í London.
Verandi bygningurin í
Billingsgate er frá 1880 —
hann er nú vorðin ov
gamal og ótíðarhóskandi,
at kommunan í London
hevur nú bygt ein heilt
nýggjan bygning nakað
burtur frá staðnum, har
Billingsgate-fiskamarkn-
aðurin liggur í dag. Nýggi
bygningurin verður tikin í
brúk um ársskiftið
1981—82 og hevur hann
kostað 10 mill. pund ella í
okkara pengum tilsamans
150 mill. kr.
Stongt mánadag
Tað er rættiliga stórur
aktivitetur í Billingsgate
nærum allar dagar í vik-
uni. Bert mánadag er ikki
opið.
Longu klokkan 4 um
morgunin koma teir
mongu lastbilarnir við
teimum hundraðtals fiska-
slegunum til marknaðin í
Billingsgate. -
Fiskurin kemur år øllum
herðashornum i bretska
ríkinum — við flogfari, við
bili og við báti. Eisini úr
Danmark, Hálandi og
Noregi kemur fiskur til
marknaðin í Billingsgate.
Og feroyskur og íslendsk-
ur fiskur er mín sann eisini
at síggja millum allan hin
fiskin. Tað er serliga Fer-
oya Fiskasøla, sum nú í
mong ár hevur selt fisk til
eitt heilselufelag, sum
hevur innivist í Billings-
gate
Hvat viðvíkur íslend-
ingum, so hava teir nú í
einar 18 mánaðir sent heilt
feskan fisk við flogfari til
Billingsgate. Henda
royndin sigst at hava
eydnast væl
50.000 tons í fjør
Tad er mest feskur fiskur,
sum verður seldur á
marknaðinum Billings-
gate. Bert í fjør umsetti
marknaðurin umleið
26.000 tons av feskum
fiski. Samlaði umsetning-
urin av ellum fiskaverum
var annars í fjer umleið
50.000 tons
Tað eru umleið 100
sølufyritøkur, sum hava
sín fasta bás á Billings-
gate-marknaðinum. Tá
fiskurin kemur á markn-
aðin tíðliga um morgunin
verða tey ymsu fiskasløg-
ini sett fram, so kundin
kann síggja, hvussu stórt
úrvalið er. Tær stóru
negdirnar av fiskinum
liggja harafturímóti
uttanfyri bygningin antin
í kelirúmum ella í last-
vognum.
Nógvir kundar
Tað er eitt rættiliga stórt
úrvæl av kundum, sum
koma til Billingsgate at
keypa fisk. Har er bæði
talan um heilselumenn,
cateringsfólk og fiska-
handlarar. Cateringsfólk
eru tey, sum serliga við-
gera og pakka fiskin og
selja hann víðari til skúla-
kantinur, hotell, mat-
stovur osfr.
Longu klokkan 5 byrja
heilselumenninir á markn-
aðinum at handla síná-
millum og kl. 6 verður so
selt til teir ymsu kund-
arnar.
Talan er ikki um nakra
fiskaauktión, sum vit
kenna tað aðrastaðni frá,
har keyparin bjóðar ein
prís. Her í Billingsgate
verður harafturímóti selt
til ein longu framman-
undan ásettan prís. Prís-
irnir verða longu ásettir
tíðliga um morgunin.
Annars kann sigast, at
prislegan er rættiliga
stødug alt årid igjøgnum.
Alt frå toski til
krabba
Tå kundin hevur keypt
eina ávísa veru verður hon
koyrd í lastbilarnar ið bíða
uttanfyri, og sum síðani
koyra fiskin til ásetta stað
í London. Brúktir verða
umleið 250 lastbilar í
hesum flutningsarbeið-
inum
Har eru alskyns fiska-
sleg á marknaðinum. Lon-
don er jú ein stórur býur,
sum hýsir nærum øllum
fólkaslegum, ið eru von at
eta sítt ávísa fiskaslag
eru so rækjur,
hýsa,
kalvi, krabbi, gogga, laks-
sild, makrelur,
nur narl,
toskur,
ur, su,
jakupskel, állur, karpa,
kræklingur fyri bert at
nevna nekur av fiskasløg-
unum. Tað er mest feskur
fiskur, men eisini nakað
væl av frystum. Eisini er
livandi fiskur til selu, sum
eitt nú livandi állur.
„Lynn & Gibson«
Ein av teimum mongu
heilsølufyritøkunum i Bil-
lingsgate er »Lynn & Gib-
son«. Hetta er tad parta-
felagid, sum hevur keypt
allan tann føroyska fiskin,
sum verður seldur i Bil-
lingsgate. Eigari av hesi
fyritøkuni er danin Klaus
Petersen. Blaðmaðurin á
Sosialinum hitti Klaus
Petersen næstseinasta
mikudag, tá vit vitjaðu
marknaðin í Billingsgate.
Hann hevur rikið hesa
fyritekuna tey seinastu 11
árini og letur væl at.
— Bretar eru ógvuliga
hugnaligir og skynsamir
at arbeiða saman vid,
sigur hann.
Tað arbeiða 21 fólk hjá
„Lynn á Gibson«, sum i
fjør umsetti fyri 75 mill.
kr. Talan er serliga um
feskan fisk, og tí er av-
markað, hvussu nógv er
komið úr Feroyum. Men
teir hava selt væl av grøn-
landsrækjum fyri Fiska-
seluna, upplýsir Klaus
Petersen.
Dýrar rækjur
Bert í 1977 og 1978 inn-
flutti Lynn & Gibson
umleið 1400 til 1600 tons
av ópilkaðum rækjum úr
Feroyum. Hetta vóru 42%
av samlaða marknaðinum
av ópilkaðum rækjum í
Bretlandi hetta tíðar-
skeiðið.
Prísurin á rækjum
liggur um 24 til 25,50 kr.
kilo. Í letuni eru bert
dýrar rækjur á marknað-
inum í Billingsgate — tað
tykist sum goymslurnar
eru við at tømast nú eina
tíð. Annars er nakað av
islendskum rækjum á
marknaðinum, og nú eisini
sjálvsteðug grenlendsk
feløg eru farin at lata
rækjur til 'marknadin
skapar hetta nakað av
óvissu í seluni her hjá
okkum, Klaus
Petersen.
Teir hava annars selt
væl av frystum kalva úr
Feroyum, sum tað tykist
at vera stórur eftirspurn-
ingur eftir. Prísurin er 22
kr. kilo.
sigur
Feroyskur laksur
Eisini feroyskur laksur
verður seldur í Billings-
gate. Lynn & Gibson byrj-
aðu at selja laks frá før-
oysku laksaskipunum í
fjør og seldu tá eini 80
tons av laksi. Klaus
Petersen sigur seg vóna,
at teir aftur í ár kunnu
selja laks fyri feroyingar.
Sesongin fyri villan laks er
júst byrjað.
Aldur laksur er meira og
meira vanligur at síggja í
Billingsgate. Hetta er ser-
liga norskur laksur. Prís-
urin á villum laksi liggur
nakað hægri, umleið 45 kr.
kilo, meðan hann er umleið
35—40 kr. kilo fyri aldan
laks. Hetta er laksur mill-
um 4 og 5 kilo til støddar.
Prislegan å laksi er annars
rættliga ósteðug.
Uppá fyrispurning um
hann heldur feroyingar
hava meguleikar at selja
aldan laks í Billingsgate,
sigur Klaus Petersen, at
hann enn ongan aldan før-
oyskan laks hevur sæð,
men tað skuldu verið góðir
meguleikar at selt alilaks
úr Feroyum eisini.
Hvat viðvíkur laksaprís-
inum, so hevur hann verið
heldur lægri í ár enn somu
tíð í fjør. Við årsbyrjan í
fjør var hann um 60 til 75
kr. kilo, medan hann i år
hevur ligid um 45 til 50 kr.
kilo. Prisurin i år hevur
verid so lågur sum 34 kr.
kilo.
Feskan fisk år
Føroyum?
Uppå fyrispurning hvørj-
ar møguleikar føroyingar
hava at selja meira fisk i
Billingsgate i framtidini,
sigur Klaus Petersen, at
fyrr ella seinni må tad fara
at løna seg at senda fesk-
an fisk úr
Bretlands.
Her er tad so flutnings-
spurningurin, sum forðar,
Føroyum til
SOSIALURIN
Klaes Pedersen, eigari av Lynn & Gibson i Billingsgate
men annars heldur Klaus
Petersen, at Smyrilsrutan
er sera vælegnað til at fáa
feskan fisk úr Feroyum til
Bretlands. Hann leggur
aftrat, at føroyskur fiskur
hevur gott orð á sær í
Bretlandi.
Tað er eisini stórt úrvæl
av ælabogasílum á Bil-
lingsgatemarknaðinum.
Her er serliga talan um
portiónssíl. Hetta eru ald
smásíl, sum hava ein prís
uppá 6 til 8 kr. fyri pundið.
Hvat viðvíkur teimum
stóru ælabogasílunum,
verður lítið og einki selt av
teimum.
Royktar verur og
skeljadjór
Harafturímóti eru tað
nakrar stórar fyritekur,
sum hava specialiserað
seg við royktum fiska-
verum. Har verður so
nakað av stórum ælaboga-
sílkum selt roykt.
Klaus Petersen sigur, at
tað er ein rættiliga stórur
og steðugur marknaður
fyri royktum fiskaverum,
men skulu feroyingar
koma inn á henda mark-
naðin, so mugu vit kunna
kappast bæði í góðsku og
prísi — og tað verður trup-
ult, heldur hann fyri.
Tað er stórur eftirspurn-
ingur eftir skeljadjórum í
Bretlandi. Hetta kann ein
eisini merkja á marknað-
inum í Billingsgate.
Sunnudagar er har serlig-
ur marknaður fyri skelja-
djórum. Har eru krækling-
ar, jákupskel, gogga, hum-
mari, krabbi o. a.
Kundarnir ynskja eitt
nú stóran krækling. Her er
tann villi írski krækling-
urin nógv eftirspurdur,
men eisini tann danski
Limfjordskræklingurin er
á marknaðinum. Hjá Lynn
& Gibson selja teir eina 3
kilo spann av kræklingi í
eddiki fyri 45 kr.
Eisini jákupskel er nógv
eftirspurdur matur. Her er
serliga talan um ta stóru
skotsku jákupskelina.
Myrkareyðar Suri-
nam-rækjur
Tá vit vitjaðu Billingsgate
næstseinasta mikudag
komu tær fyrstu rækjurn-
ar, sum Suðurvarði hevur
fiskað við suðurameri-
kansku strondina, á
marknaðin.
Hetta eru ótrúliga
stórar og myrkareyðar
rækjur, sum teir ikki hava
sæð í Billingsgate áður.
Vit spurdu Klaus Peter-
sen, um kundarnir fóru at
keyna hesa heldur sjåld-
somu rækjuna. Til tað
sigur hann, at tað er ilt at
meta um, nú rækjan ikki
hevur verið á marknað-
inum fyrr. Menn fara
kanska at vera eitt sindur
varnir í byrjanini orsakað
av tí sjáldsama myrka-
reyða litinum. — Rækju-
etarar eru als ikki vanir
við handa litin, men eg
trúgvi, at vit fara at fáa
ein prís fyri hana.
Vert at royna
okkurt nýtt eisini
Uppá fyrispurning um tað
er torfert at selja nýggjar
verur á marknaðinum
sigur Klaus Petersen, at
tað er trupult at læra
bretar at eta nakað nýtt.
Teimum dámar jú tær
traditionellu fiskaver-
urnar.
— Men, leggur Klaus
aftrat, her koma umleið
400 kundar bert til okkara
um vikuna, og er okkurt
nýtt á marknaðinum, so
eru teir sjálvandi áhugaðir
at royna tað.
Men hvussu við cana-
disku hóttandi spurdu vit
Klaus Petersen at enda.
Hann svarar: Her er
eingin canadiskur fiskur.
Eg haldi, at tað man vera
ov kostnaðarmikið hjá
teimum at flyta fiskin so
langt við flogfari. Vit hava
annars nokk av fiski frá
bretskum fiskimonnum og
frá londunum rundan um
okkum.