Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN - huus. Den nasjonale bakgrunnen«, og i nøkrum kapitlum verður sagt frå vidførinum hjá Janusi, bædi hvat ætt og skúlagangi viðvíkur. Inngangurin Inngangurin er næstan allur sum hann er endur- geving av, hvat onnur hava skrivað um Janus — fyrst og fremst úr Varðanum og úr Útiseta 1948 — og endurgeving av innihaldinum í sters- ta partinum av yrking- unum. Hetta ger lesnað- in meðsaman og óneyð- uga keðiligan, tí tey end- urgivnu brotini eru óneyðuga mong og long. Tó at tað i nangar mátar er frálíkt, at meginpart- urin av tí, ið er skrivað um Janus er savnað á einum stað, so hevði inn- gangurin staðið seg betur, um hann var um helvt til longdar. Hóast okkurt brotið er úr egnum barmi, er tað týðuligt, at hevund- anum dámar betri at endurgeva tað aðrir hava skrivað um skald- skap Janusar uttan egnar viðmerkingar, enn sjálvur at gera sínar metingar; hann ger tí sjáldan aðrar metingar enn málsligar ella rytm- iskar. Eitt sum harafturat mangan er keðsamt, eru tær íðuligu ávísingarnar av líkleikum við meir og minni tilvildarligar ís- lendskar rithevundar, (meðan næstan ongar sammetingar verða gjerdar við annan skald- skap, norskur lutvís undantikin). Í heilum verður ein regla ella eitt erindi drigið fram og víst á, at tað líkist eini reglu ella einum erindi hjá onkrum íslendskum yrkjara. Tað verður einki gjert burturúr at ávísa samanhangir ella árin. Men bert hissini lik- leikar. Hetta er kom- parativ (t. e. samanber- andi) bókmentasega, tá ið hon er mest einkisig- andi og meiningsleys. T. d. sigur Orgland í sam- bandi við regluna »ein dagur túsund ár og tús- und år ei økt« úr yrking- ini >Hugskot eitt stjørnuklårt oktober- kveld 1928<: >(ein) kjem... lett pá den is- landske fedrelandssan- gen til Matthias Joc- humsson, der det heiter: „Fyrir þer er einn dagur sem þúsund ár, og þús- und ár dagur, ei meir«. Orgland heldur, at tað er natúrligt, at hugsa um hesa íslendsku yrkingina í sambandi við hesa reglu, men tað er púra meiningsleyst. Upp- runin er Bíblian, og regl- an kann finnast aftur í skaldskapi á ellum mál- um, um hugur er at leita. Tríggjar av teim sein- astu yrkingunum í savn- inum >Nýggjar yrking- ar< eru umyrkingar eftir fronskum týðingum av kinesiskum yrkingum. Orgland nevnir hesar yrkingar »haiku-dikt«. Tað eru tær ikki. Haiku er ein serstakur japansk- ur yrkingarháttur, meðan t. d. ein av týð- ingunum, >Náttarljóð<, av H. D. Joensen í bókini »Eystanduni« er kend aftur sum verandi av Li Po (699—762). Tær ja- pansku haiku-yrking- arnar eru vanliga settar saman av 17 stavilsum bytt upp i triggjar reglur vid hesum stavilsibytid: 5—7—5, og hetta er ein væl meira samantrongd- ur formur enn tann kine- siski. Í sínum viðmerk- ingum til yrkingina »Livsmynd« úr savn- inum »Moriendo«, meinar Orgland, at tad er mødandi og naturligt at triggjar tær fyrstu reglurnar i øllum trimum erindum byrjað vid med- alvarpingini »Oh«, sum t. d. í seinasta ørindi: Oh, hesin stilli grátur — oh, hetta gráa, mjørka- sveipta vað — oh, hesin svarti bátur — sig, nær tú sært og hoyr- ir tað. — Tað er, tá skilnadar- stundin er komin — seglini vundin — og Karon slitir fundin. Úrslitið er, at Orgland sleppur oh-unum upp á fjall, ti: »Valøren av ein slik interjeksion er snautt den same til alle tider; og í vár tid, som er mindre ha-stemt, vil det snautt vera rettvist mot diktaren á ikkje vurdera ei uttryksform som pá hans tid sikkert har verka meir naturleg í eit dikt«. Sama erindi kemur tí at síggja so- leiðis út í umyrking Ivar Orglands: All denne stille gráten — det gráe, tákesveipte vad — og denne svarte báten — nár heyrer du hans áretak ? — Det er i avskild sår- brann — når du til farty får han — og Karon legg inn åran. Hetta ørindi sigur ju ikki akkuråt tad sama sum tad hjå Janusi. Av- leidingin, av tankarødini hjå Orglandi, verdur at føra allan skaldskap målsliga up to date! Hartil meini eg, at hann fer skeivur i sini fatan av oh-unum, ti hanr tulkar tey sum brukt å nett sama hátt sum hjá SNS romantikarunum, t. v. s. vid fullum og heilum ålv- ara. Hóast Janus i mang- ar mátar var romantik- ari, so meini eg, at hann her, nú fjerðurin er meira enn hálvrógvin, brúkar oh-ini eitt sindur beiskt ironiskt, eitt slag av travesti yvir hetta yndiliga, men samstundis alla tíðina ironiskur í travestiini. Hann avmyndar lívið — yrkingin eitur »Livs- mynd< — frá >smábern spæla« til »Karon slítir fundin« og frå »Oh, hesi stjørnueygu« til >oh, hesin svarti båtur«. Nær er lívskenslan so almikil, meðan tú samstundis kennir fáfongdina, at tað er ikki annað fyri, enn at brúka slitnað roman- tikk? Fyrst og íikki minst síðst við deyð- anum sum baksýni; sæð móti deyðans dekku av- grund er alt livandi, oh, so deiligt. Í innganginum verður endurgivin ein partur av tí Rikard Long skrivar um líkleikar millum Janus og Poe, og Org- land endurgevur eina- staðnis hetta erindi av Janusi: Men gev mær hvassan landnyrðing og brim og ódn og hvirlu- ting og brennivín og harpu- slátt og villan grát á heystar- nátt. Lesarin kann samanbera tað við »Alone« hjá Poe og harvið síggja, at teir hava havt eitthvert á kenslugkinum í felag: From childhood's hour Í have not been As others were — Í have not seen As others saw — Í could not bring My passions from a common spring — Umyrkingar Sum eg longu havi nevnt, so er tað ikki nakar lítil setningur Ivar Orgland hevur sett sær fyri, og tú kundi frykta fyri, at upp- gávan í stóran mun var óloysandi, men sum heild haldi eg umyrk- ingarnar standa mát. T. d. meini eg, at >Ver sterk mín sål«, >Atlantis< og Móses á Sinaifjalli« — fyri bert at nevna tríggjar av teim kend- astu — eru væleyðnaðar; hygg at fyrsta erindi í „Móses á Sinaifjalli«: Og sál mín vax til Sinais fjallahæddir, við veldi Jahve kom. Í stjørnuljøsi' og eldi var hann klæddur, eg skalv sum heystsins leyv á Sinais trom. Og foldin skalv í eystri og í vestri, tí Jahve kom við snarljósi og miklum torubresti til Sinais fjallatrom. Mi sjel steig hegt til evste Sinai-toppen, dá Jahve kom med dun. I stjerneljos og eld han leynde kroppen, eg skalv som haustens lauv pá Sinais brun. Og jordi skalv i auster og i vester, for Jahve kom med kvasse lyn og svære torebrester til Sinais høgfjellsbrun. Um tey hebraisku orðini J. H. O. tekur í nýtslu í seinasta erindi (Tohu-va- bohu, Elohim og Cheru- bim) skrivar Orgland: »I Moses-diktet ferer hann inn hebraiske ord, sum det sjølvsagt kan vera ein føremon å kjenna tydinga av. Men i sam- manhangen verker dei i alle høve på sin mystiske og suggererande måte, der Tohu-va-bohu kling som kontrabassen i eit symnfoniorkester« Eg meini at henda åvisanin er røtt, cg at Tohu-va- bohu (id Mos fremst stavar fra 1,2) her fyrst og hevur sugger« fram innihaldsligan. Næstan hått tann ekspressionistiski lyrik randi tydning, um å sama sum urin, ið um hetta mundið var nógv frammi í Europu. og sum gjørdi fitt burturúr ljóðorðum uttan innihaldstydning Demi: kenda yrkingin »Itokih« av dananum Tom Kristensen Serliga øll stavrimini hja ast at fingið einum ødrum máli. Men her bilar tað sjáldan, kanska tí Orgland ofta brúkar eitt so arakiserað norskt, at tað liggur dygst upp at føroyskum, so at ør- indini mangan orð fyri orð eru tey somu: >Det færeyske spráket har óg naturleg nok verka inn pá ordvalet<. Hann hevur viðhvert hug til heldur at royna at fáa ljóðið og rímini at passa enn innihaldið. A ein hátt er hetta í tráð við Janus, sum hevði lyndið til onkuntíð at líkjast Poe í tí, at denturin var lagdur líka so nógv — viðhvert meira — á tað ljóðliga sum á tað inni- haldsliga. T. d. seinasta erindi í yrkingini >Eitt minni«: Janusi kundu hugs veri hopleys at fram á Villa rósu gav eg tær — tú gavst mær jasmin — til at spyrja — fáa svar — stundin var ov blúgv, ov skær — — seinri varð tað hin. Vill var rosa eg gav dég - du gav még jasmin — for á sperja meir om még — stundi blygdest inst í seg — — no er ho alt som skin. Tydingin hjå Orglandi av seinastu regluni, fyri at fåa hana til at bera upp å rim vid »jasmin«, gevur ørindinum ein heilt annað týdning og dám enn hjá Janusi. Hetta sama ger seg gald- andi í týðingini av sein- asta erindi av >Ganda- kvæði Tréndar«: Hevjid i homrum harðmælta kvæðið, villu valkyrjur veitið mær vern. Fram móti Sigmundi skip hansar' sorandi land honum forðandi, fram mót kristni, kirkjurnar brótandi, Tróndur til Tórs og Óðins er blótandi, høgt kveður heiðin ørn Hevja i hamrom hardmælte kvedet, ville valkyrjer lik vålande bjørn ! Fram imot sigmundur, skipet hans knusande, verjelid brusande, Síða 9 fram imot kristendon kvrkiene briotand« er blotande Odin høgt kveder heiden ørn Aftur fær ljóðið fyrin fram um innihaldið jun sum hjá Orglandi verður eitt sindur annarleidis, við tað at útsegnin í upp runaørindinum nettupp er, at Tróndur biðjur valkyrjurnar koma sær til hjálpar og verju mót Sigmundi og kristindón inum, meðan hetta ikk kemur greidliga fram hja Orglandi Eg skal bert taka eitt erindi fram afturat, har eg meini, at Ivar Org land fer heilt skeivur síni tyding. Tað er hetta erindi úr >Turið megin- einkjan kvødur« Fadir okkum javnar nornan skepnur spann — tyndust drekastavnar, tyrptust svangir ravnar, sål min skalv og brann Fader vår det jamnar, norner lagnad spann øyddest drakestamnar, stimla saman ramnar, sjeli skalv og brann. Fyrsta reglan i tydingini hevur bibilskan dåm, sum als ikki finst i tekstinum hjå Janusi, og útsegnin í teim fyrstu reglunum verður full- komiliga ymisk. Mis- skiljingin hjá Orglandi er fyrst og fremst, at hann lesur »javnar« sum sagnorð og ikki sum lýs- ingarorð, og harnæst at hann lesur »Fadir« sum Gud og ikki sum faðir Turiðs, Torkil Turra- frost (nevndur í erindin- um beint framman- undan<. Tað reglurnar hjá Janusi siga, um vit býta eitt sindur um uppá orðini, er: Nornan spann okkum javnar skepnur, faðir. Sum jú passar væl, um tú hugsar um lívið hjá Torkili Turrafrost. Harafturímóti hóskar »Fader vár det jamnar« ikki væl saman við teirra skepnum og »hevndar- ljóði“, nornum“, »brand- ar syngja hått«, o.s.fr. Hvussu ein norðmaður lesur umyrkingar Org- lands er ilt hjá mær at meta um, eitt sindur tungar mugu tær fyrikoma í síeðum, við tað at týðarin er noydd- ur at hava í rúgvuvís av orðafrágreiðingum. Um hesar frágreiðingar so eru til ell ella bert til fólk, ið ikki eru serliga kunnug við nýnorskt, veit eg ikki. Undir ellum umsteðum er tað eitt stórverk Orgland hevur avrikad, undir einum at flyta megin- partin av skaldskapin- um hjá Janusi til norskt Ívar Jógvan Ísaksen