mikudagur 1. apríl 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 — Mikudagur 1. apríl 1981
Hevur kostað 13 mill. kr.:
Hava snarað lykilin
m á taravirkinum
blivu báðir afturvaldir.
Mjólkarvirki búnaðarmanna setir prísin upp í dag.
Og ein príshækking afturat er væntandi í nærmastu
framtíð, upplýsir formaðurin í nevndini fyri Mjólka-
virkið, Óli Kristjan Debess.
— Vit fingu ikki tann flutningsstuðul, sum vit
bóðu um. Tí noyðast vit at seta prísin upp í staðin.
Prísurin hækkar við 10 oyrum í dag.
Mjólkarvirki búnaðarmanna hevði aðalfund leyg-
ardagin. Louis Houmann, Oyndarfirði, og Jógvan
Joensen, Trøllanesi, skuldu fara úr nevndini, men
Mjólkin dýrari i dag |Njósnari
14 fólk uppsøgd — stjórin gevur løgmanni skuldina
Nú er so lykilin snaraður um á Alginat-
virkinum á Strondum, og tey 14 starvs-
fólkini eru øll uppsøgd. Orsøkin: peninga-
kassin er tómur, og stuðulsgrunnarnir og
landsins myndugleikar vilja ikki lata
fleiri pengar til raksturin av hesum
nýggja virkinum
Vit hava vent okkum til
stjóran á Alginatvirk-
inum, Torkild Lindberg.
Hann er longu farin aftur
til Danmarkar at fáa sær
arbeiði. Torkild Lindberg
búði og arbeiddi í Dan-
mark í nógv ár, áðrenn
hann kom til Feroya mið-
skeiðis í 70-unum fyri at
byrja eitt taravirki.
— Eg eri ógvuliga vón-
svikin. Tað er spell, at
hetta skuldi detta niður-
fyri, nú vit endiliga vóru
komnir í gongd við einum
heilt nýggjum ídnaði í
Feroyum, sigur Torkild
Lindberg.
Hann var í síðstu viku
noyddur at siga teimum
14 starvsfólkunum á Al-
ginatvirkinum upp, tí tað
vóru ikki fleiri pengar í
kassanum til at gjalda
lønir fyri.
Vit síggja tara uttanfyri virkið á Hulki. Hesin tarin
skuldi skapa grundarlag undir eini framtíðar vinnu í
Feroyum. Nú er taraframleiðslan steðgað
Alginatvirkið á Hulki er stongt. Tey 14 starvsfólkini eru ell send til hús. Tað er óvist, um virkið letur upp aftur.
Virkið hevur kostað umleið 13 mill. kr. at byggja
Fingu ikki pengar
at gera virkið liðugt
Torkild Lindberg sigur, at
teir hava ikki kunnað fing-
ið játtan til at gera virkið
liðugt og at útbyggja
framleiðsluna á ymsan
hátt. Virkið hevur fyrst
sekt Egnsútviklings-
grunnin um rakstrarlán,
men svarið var nei til at
seta fleiri pengar í virkið.
Síðani hevur Alginatvirk-
ið sekt føroysku grunn-
arnar um rakstrarlán, men
heldur ikki her hevur borið
til.
Teir hava einki endaligt
svar givið og sigur Torkild
Lindberg, at Menningar-
grunnurin skal hava enda-
liga góðkenning frá lands-
stýrinum, um hann skal
lata fleiri pengar til virkið.
Hetta svar er ongantíð
komið og tað meti eg, sum
at landsstýrið er nøgt við,
at virkið nú verður stongt.
— Skal eg siga tað bart
út, so er tað Pauli Ellef-
sen, legmaður, sum hevur
hevuðsábyrgdina av, at
virkið er latið aftur, sigur
stjórin á Alginatvirkinum
víðari.
Stutt skygni
Tað nýggja landsstýrið
hevur víst okkum aftur —
siga, at teir kanna málið,
men hetta taki eg sum, at
teir í veruleikanum ikki
ynskja at stuðla virkinum,
tí tað vil geva undirskot
tey fyrstu árini. Hetta
haldi eg er stuttskygni av
einum politiskum stýri.
Torkild Lindberg vísir
her á, at av tí, at talan her
er um eina nýggja vinnu-
grein, sum skal hava tíð til
at innkoyrast, so kemur
virkið at geva undirskot
tey fyrstu árini. Men tá
trý ár eru gingin fer virkið
at geva yvirskot, og eg vil
garantera fyri, at tá hevði
komið meira inn aftur í
fremmandum gjaldoyra
enn lánt hevði verið hesi
trý fyrstu árini.
Torkild Lindberg sigur
víðari, at teir hevdu sekt
um rakstrarlán uppá
millum 1,5 til 2 mill. kr.
um árið tey fylgjandi trý
árini.
Arbeitt leingi við
ætlanini
Tað eru skjótt fimm ár síð-
ani, at Torkild Lindberg
og aðrir fóru at arbeiða við
hugskotinum um at
byggja upp ein taraidnad i
Føroyum. Teir mettu, at
her kundi veruliga vera
talan um alternativan
ídna, har vit áttu ráveruna
á landinum og
har vit
kundu koma inn á ein
markna í útheiminum, har
stórur eftirspurningur er
eftir tí sonevnda alginat-
inum — tí bindievninum,
sum verður framleitt úr
taranum og sum verður
brúkt í eðrum framleiðsl-
um.
Fyrst var ætlanin at
byggja virkið í Leirvík,
men har var mótsteða
ímóti ætlanini, tí menn
hildu ikki pláss vera fyri
virkinum á havnaøkinum
og vóru menn eisini bangn-
ir fyri, at tað fór at dálka
fjørdin og umhvervið.
Seinni varð so Alginat-
virkið bygt inni á Hulki á
Strondum, har tað stóð so
gott sum liðugt miðskeiðis
í 1980. Síðani hevur verið
arbeitt fram ímóti at
royndarkoyra maskinur
og framleiðsluna.
Framhald á síðu 9