mikudagur 1. apríl 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SOSIALURIN
Norðoya Javnaðarfelag
Landsfundur og ársveitsla
í Klaksvík
Í ár eru 45 ár liðin síðan NORÐOYA JAVNAÐARFELAG varð stovnað.
Í døgunum 4. og 5. apríl heldur FØROYA JAVNADARFLOKKUR lands-
fund í Klaksvík. Fundurin, sum verður á lærlingaheiminum hjá tekniska
skúla, verður settur leygardagin 4. apríl kl. 10,00 av Atla Dam floksformanni.
Í samband við landsfundin skipar NORÐOYA JAVNAÐARFELAG fyri 45
ára stovningarveitslu (dogurðaveitslu) leygarkvøldid 4. apríl kl. 20,00. Veitsl-
an verður somuleiðis á lærlingaheiminum hjá tekniska skúla.
Øll javnaðaráhugaði eru vælkomin til fundirnar og til veitsluna. Veitslan
kostar 120 kr. fyri hvønn. Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er hós-
kvøldid 2. april kl. 21,00.
Tekningarlistar liggja á tlf. nr: 56411, 55282, 55278, 55602 og á 12985.
Norðoya Javnaðarfelag
Landsfundur
Føroya Javnaðarfloks
verður í lærlingaheiminum á tekniska skúla í Klaksvík 4. og
5. apríl.
Skrá:
Leygardagur 4. apríl
kl. 10,00 Atli Dam, floksformaður
setir fundin.
kl.10,10 Formansfrågreidingin
Orðaskifti
kl. 12,30 Steðgur
kl. 14,00 Floksarbeiði og feløgini
Orðaskifti
Ásetan av limagjaldi
kl. 15,30 Framløga av roknskapi til
g6dkenningar
kl. 16,00 Valav starvsnevnd
floksnevnd
blaðnevnd
grannskoðara
arbeiðsnevndum
kl. 17,00 Liðugt
kl. 20,00 Veitsla (Sí lýsing)
Sunnudagur 5. apríl
kl. 14,00 Politiska orðaskifti heldur fram
kl. 16,00 Uppskot frå floksstjórn, feløgum og limum
kl. 17,00 Ymiskt
kl. 18,00 Fundur lokin.
Landsfundurin er hægsta myndugleiki floksins. Tað er á landsfundinum, at týðandi
avgerðir verða tiknar, og tað er á landsfundinum, at floksins fyriskipan og politiska
kós verður løgd.
Allir limir í javnadarfeløgunum og flokkinum hava rætt at meta og hava talu- og upp-
skotsrætt.
Vit heita ti á javnaðarfólk kring alt landið um at meta fjølment á landsfundin. Tað er
ikki neyðugt at boða frá luttøku frammanundan.
Um tað er onkur, sum ikki veit sær innivist í Klaksvík landsfundardagarnar, kunnu vit
greiða hetta
Tað er heldur eingin forðan fyri at luttaka á landsfundi, um eingin er at hava børnini.
Takið tey við ! Vit fáa barnaansing í lag.
Tey, ið ynskja innivist ella barnaansing, eiga at boða frá í góðari tíð til felagið, tey eru
limir í, ella til floksskrivaran, telf. 12985.
Starvsnevndin
SUDURSTREYMOYAR
JAVNADARFELAG
Flutningur til *-
landsfundin
*—
Í samband við Landsfund Feroya
Javnaðarfloks 1981 skipar felagið
fyri flutningi norður til Klaksvíkar
leygarmorgunin.
Tey, sum ynskja flutning, verða
biðin um at siga frá í dag ella í morgin
á telefon 11820.
Nevndin
telefonsjálvval til
USA og CANADA
Frá 1. apríl 1981 kunnu telefonfelagar nýta sjálvval til USA (tó er
Alaska og Hawai ikki við) og Canada.
Tá samtalur ynskjast til USA og Canada verður snara 0091
síðan gkisnummarið (area code) og seinast telefonfelaga-
nummarið.
Gjøld
Gjaldið fyri sjálvvaldar samtalur til USA og Canada verður 1 kr.
fyri 5. sek. samtidis verdur gjaldid fyri telefonistavgreiddar sam-
talur broytt til 13,00 kr. fyri hvønn minutt alt samdøgnid.
Bæði fyri sjálvvaldar og telefonistavgreiddar samtalur byrjar
gjaldið, tá ið tann uppringdi felagið svarar. Fyri sjálvvaldar sam-
talur verður bert goldið fyri tað tíð, samtalan varar, meðan tað
fyri telefonistavgreiddar samtalur verður goldið fyri hvønn byrj-
aðan minuttin og onganti minni enn fyri 3 minuttir.
Viðvíkjandi uttanlandasjálvvali
Nærri greiði viðvíkjandi sjálvvali fæst á 0039 (uttanlands upp-
lýsing hjá Ríkistelefonini) hagani frá fæst eisini ókeypis bókling-
ur um sjálvval har m. a. økisnummar í teimum ymisku londunum
eru at finna.
Blíðar heilsur
Telefonverk
Foroya Løgtings
Post- og Telegrafvæsenet
Rigstelefonen