Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

———————————<"<e""n"—> telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Eitt slag í andlitið á Sundstein Tað er eitt margháttligt álit, ið ein minniluti í løg- tingsins grannskodaranevnd (Óli Breckmann og Flemming Mikkelsen) hevur lagt fyri Feroya løgting. Fyri ikki so langari tíð sidan legði landsstýrið roknskapin hjá Strandferðsluni fyri legtingið. Hes- in roknskapur var uppstillaður og grannskoðaður av grannskoðaravirkinum Jógvani Sundstein. Roknskapurin, sum eisini umfataði rakstrarúrslit- ið í verandi fíggjarári var lagdur fyri tingið av land- stýrismanninum Olafi Olsen. Tað var eingin ting- maður sum sýndi ella hevði orsøk til at sýna nakr- an iva um tølini í hesum roknskapi. Seinni hendir so tað margháttliga, at Óli Breck- mann og Flemming Mikkelsen royna at leggja fram álit við somu roknskapunum hjá Strand- ferðsluni fyri árini 78/79 og 79/80 samt fyri rokn- skapirnar í innverandi fíggjarárið. Telini hjá Óla Breckmann samsvara ikki við tey tel, sum grannskoðaravirkið hjá Sundstein hevur lagt fyri tingið via landstýrið. Til dømis hevur Óli Breckmann sett oman á raksturin fyri roknskapar- árið 80/81 3 milliónir kr. sum Strandferðslan hevur lagt út fyri landskassan og sum landskassin tí skyldar Strandferðsluni ! Annað dømi er hetta, at Oli Breckmann hevur lagt rentur og avdráttir oman á rakstrarúrslitið hjá skipum Strandferðslunnar — hetta er milt sagt marghåttligt, tá hugsað verður um, at hesi tel longu frammanundan einaferð eru békførd í landskassaroknskapinum. Um hetta principp skuldi verið fylgt, so skuldi fyri tað fyrsta nettovinningurin av søluni av Dúg- vuni uppá 3,8 mill. kr., verið bókaður hjá Strand- ferðsluni og ikki hjá landskassanum. Hetta hevur Óli Breckmann sjálvsagt ikki gjørt. Fyri tað annað má hetta principp gjøgnum førast fyri allar almennar stovnar og ikki bara fyri Strandferðsl- una, um nakað samanberingsgrundarlag skal kunna vera tilstaðar millum teir ymisku stovn arnar. Legtingið kann ikki góðtaka, at rentur, avdráttir og avskrivingar fyri eitt skip, sum Strandferðslan keypir. verða békførd í Strandferðsluroknskap- inum, meðan t. d. ein brøjt, sum Landsverkfrød- ingurin keypir frá åvisum firma í Havn verður bók- førd vid rentum, avdråttum og avskrivingum í landskassaroknskapinum. Ein tilik framferð vil jú geva bædi løgtingi og almenningi eina skeiva mynd av figgjarstøduni hjá teimum ymisku stovn- unum. Spurningurin er nú, hvat endamálið er við eini slíkari framferð frá Óla Breckmann (vit fríkenna Flemming. tí vit ivast ikki í, at hann ikki hevði lisið álitið, áðrenn hann skrivaði undir). Er endamálið hetta: at skaffa løgtinginum so nógvar upplýsingar sum gjørligt um ein almennan stovn, ella er tað eitt heilt annað. Vit ivast ikki ! Endamálið er í fyrstu atløgu at koma Strand- ferðsluni í ringt orð millum manna. Hetta prógvar tann heilt ótrúliga ósakliga forsíðan á Dagblaðn- um herfyri. Men størsti politiski skemdargestur í Føroya søgu hevur helst eitt annað endamál við. Tann, sum lesir bæði ritini við Strandferdslutølun- um, má spyrja hver sigur satt: Óli Breckmann ella partamaður hansara stjórin í P/f Grannskoðara- virkinum Jógvan Sundstein? Vit ivast ikki í, hver teirra sigur satt. Vit konstatera samstundis, at álitið hjá Óla er ætlað til innanhýsisbrúk í fólka- flokkinum. Hetta tí, at álitið samstundis, sum tað er eitt álop á Strandferðsluna, er eitt beinleiðis slag í andlitið á partamanni Óla, Jogvani Sund- stein. SUSIALURIN Hilmar — driv å Ein sum skrivar seg d. j. hevði herfyri eina atfinn- ing at Hilmar Bech tí hann hevði funnist at nýggja landsstýrinum í eini grein í sosialinum. Tað er av góðum grund- um, at Hilmar finnst at, tí sum ellum kunnugt hevur man einki at gleða seg til tá ið borgarligir aftur- haldsflokkar sleppa at royna seg. Tað átti d. j., sum fyrrverandi javn- aðarmaður, at vita alt um. Tá eg sigi fyrrverandi javnaðarmaður, so er tað tí, at eg fái meg ikki at trúgva, at hann enn er javnaðarmaður sum hann nú skrivar. Nú er tað so- leiðis, at eg minnist tá hesin sami d. j. Serensen rakkaði niður á allar hinar flokkarnar og serliga niður á teir flokkar, sum nú mynda stjórn. Tí teir vóru ikki nóg sosialistisk- ir. Men hvat sigur sami maður í dag? Jú Javn- aðarflokkurin hevur svíkt stevnu sína, tí hann gongur inn fyri stovnset- an av landsbanka, lands- handli og at landið skal fáa innlit í fiskasølumål. At D. J. skal koma sær at koma fram við eini so stórari lygn sum at siga, at P. M. Dam og J. H. Danbjørg høvdu als ikki verid fyri hesum. Tad passar ikki. Ti, lesur man hvat hesir skilamenn skrivaðu, so var tað júst hetta, at tað almenna skuldi hava meira at siga í okkara samfelagi og ikki bert tey fáu. Og hvat er meira náttúrligt enn tað? Onki, — og tú biður Hilmar um at tiga. Hví skal hann tað? Er tað tí at landsstýrið skal fáa frið at sova? Nei, Hilmar — drív nú a, og gevst ikki fyrr enn javnaðarpolitikkurin hevur sigrað. Nú er at díkja teir undir við upp- skotum og ikki lurta eftir hvat D. J. Serensen og hansara harkalið sigur. Minnist meg rætt, so hevur hesin sami D. J. sitið á tingi fyri Javnað- arflokkin. Tá var hann líka skjótur við penninum sum nú. Men orðini vóru onnur. Tá ávarðaði hann móti ellum antisosialistiskum kreft- um, men endaði hann tó sjálvur í sama leypinum. Tað var stuttligt at lesa tað hann tá skrivaði, hvussu væl hann vardi okkara sjónarmið saman við P. M. Dam og Dan- bjørg og ødrum javnaðar- fólki. Suðringur Løgmadur hevur talað! Í Sosialinum nr. 5 hevði eg eitt lesarabræv, sum eg nevndi: Hann, sum visti alt. Onkur helt, at heldur rívan var tikið til, tá eg endaði brævid við ec. b. Valdur legmaður ert tú, men »løgmadur« verður tú ongantíð. Altíð, altíð fert tú at standa í skugganum av sjálvum legmanni. Tú røkkur honum ikki at knæsbótunum. c. 1. Ein annar helt, at fyrst mátti hesin nyggi legmaður sleppa at royna seg. Ju, sanniliga, nå hevur Pauli E. roynt seg, og úr- slitið kenna vit. Madurin, sum visti alt, dugdi alt og meinti alt, hevur fyri ellum Feroya fólki boða frá, at hann einki veit og sostatt heldur ikki veit, Svend á Grundini farin Fyri mong kom tað dátt við at frætta, at Svend á Grundini, Svend Poul- sen, fyrrverandi telefon- meistari, slóknaði miku- dagin tann 25. líka til tað Svend eins lívsglaður og lættlyntur sum flest oll kendu mars. Ti síðsta var hann. Fyri tey, hittu var tað greitt, at 2 var farin at bila meira tíðan Svend, sum og, at kreftirnar farnar at ganga undan voru Svend var borin í heim 16. mai 1904 á Eiði. Foreldrini Poul á Grundini og Anna Sofía á Látrinum. Svend var yngstur av teim kendu Grundabrødrunum. Hinir vóru Jógvan Skýlindal og Poul á Grundini, ið allir komu at útinna teirr lívsyrki á Telefonverk- inum. Longu í 1918, 14 ára gamal, fór Svend at arbeiða saman við páp- anum uppá telefon. Ser- liga var tað viðlíkahald og gerð av linjum bygd- anna millum. Nógu av hesum arbeiði var eitt beinleiðis framhald og fullfiggjan av tí verki, sum varð byrjað av Ólavi á Heygum í 1905 og sum logtingið yvirtók í 1906. Svend var við til alla útbygging Telefon- verksins, og tá ið jørd- kaðalar vóru tiknir í nýtslu síðst í tjúgunum, var tað hann, sum fekk hetta arbeiði um hendi. Innan hetta oki starvað- ist hann líka til hann legði frá sær vegna aldur voru í 1974. Hansara dugnaskapur og ágrýtni var eyðkent. Tað, hann legði frá sær, var valaarbeiði. Enn eru kaðalar í nýtslu, sum Svend greiddi úr hondum fyri meira en fimti árum síðani. Til skjals eru eisini nógvar arbeiðsætlanir fyri full figgjað kaðalnet fyri nógvar bygdir, men ráð- ini vóru vánalig og torfort var at fáa pening til vega. Ti tað var eingin, ið frøddi seg meira enn Svend yvir at síggja, at nógvar av ætl- anum hansara seinnu árini tey gjordist > ÞÁ veruleiki sum partur av automatiseringini. Svend var altíð frynt- ligur og livandi. Fyrstu ferð, vit hittust, var í 1948. Svend arbeiddi kaðal í einum tjaldi í Gjógvarátúni í Fugla- firði. Eg var skúladrong- ur og gekk har og for- vitnaðist við eini síla- tráðu í hondini. Svend var eisini forvitin og sama kveldið í góðum summarveðri, fóru vit báðir niðan á Trælavatn at veiða síl. 20 ár seinni kom eg sjálvur at starvast á Telefonverkinum. Tað fyrsta, sum Svend bar uppá mál, var, um eg mintist, tá vit vóru uppi á Trælavatnaskarði. Hetta vísti seg ikki at vera nakað eindomi, tí tá ið eg var so heppin at ferðast út á bygd saman við Svend í starvsørind- um, var tað ikki bert eitt eiðkenni, at oll kendu Svend, men so sanniliga kendi Svend bæði børn, yngri og eldri, og hann dugdi harafturat so sera væl at greiða frá hend- ingum, sogu og ætt. So væl kendi hann fólk, at sá hann eitt barn, kundi hann beinan vegin siga, hvor ættin var. I 1969, tå ið Svend hevdi starvast å Telefon- verkinum i fimti år, fekk hann Kongens Fortjenst- medalje fyri drúgva og trúgva tænastu. Tá ið Svend legði frá sær í 1974, heuði hann starvast í meira enn fimtifimm ár fyri verkið. Hann var síðani ein dagligur og vælkomin gestur millum starvs- fólkið. Hann fylgdi við og tók livandi lut í ollum verkinum viðvíkjandi. Í samkomum á verk- inum vóru Svend og Sanna altíð ein hugnalig- ur partur eins og blíð- skapur teirra altíð var burturav, tá ið onkur av okkum vitjaði inn á gólvið. Hjá Sannu er saknurin stórstur, men saman við henni hava vit ell nógu góð minni um Svend. Sólbjern