Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 153 - 14. august 2002 Nr. 153 - 14. august 2002 3 Ein kambodiskur rithøv- undur vil í einari nýggj- ari bók vera við, at stýr- ið hjá teimum reyðu khmerunum í Kambodja beindi fyri næstan 500.000 muslimum í árunum frá 1975 til 1979. Hetta er væl meiri enn higartil hildið. Í fleiri ár hava fólk hildið, at reyðu khmerarnir beindu fyri umleið 75.000 muslimum tey fýra árini, teir ráddu í Kambodja. Rithøvund- urin skrivar, at tá khmer- arnir tóku valdið, vóru umleið 700.000 muslim- ar í Kambodja, men at fýra ár seinni vóru bert umleið 200.000 eftir. Kanningar hjá ST hava avdúkað, at umleið 1,7 millión fólk lótu lív í Kambodja, tá khmerarn- ir høvdu valdið. Nógv doyðu í hungri, men nógv hundraðtúsund vórðu fyribeind. Gloprarregn noyddi myndugleikarnar í Eysturríki at lýsa ein pandspart sum van- lukkuøki, og í Praha máttu 50.000 fólk flytast burtur, tí ein partur av miðbýnum stóð undir í vatni ILLVEÐUR Árni Joensen: Vísindafólk tykjast vera á einum máli um, at tað er veðurhugtakið El Nino, sum er orsøkin til, at stór øki í Miðevropa og Suður- russlandi standa undir í vatni eftir áhaldandi glopraregn. Fleiri hundrað fólk eru deyð í Evropa og Asia seinastu dagarnar, og við russisku svartahavs- strondina eru meiri enn 300 fólk ikki komin afturíaftur. Mánadagin regnaði tað so illa í landspartinum Sal- burgerland í Eysturríki, at myndugleikarnir kendu seg noyddar at lýsa økið van- lukkuøki. Brúgvarnar í býnum Salzburg máttu steingjast, og nógvastaðni stóðu vegir og jarnbreytir undir í vatni og runu. Skipaferðslan eftir Donau varð steðgað, og meiri enn 6.000 hermenn máttu boð- sendast at hjálpa fólki. Í Italia hava landbúnaðar- felagsskapirnir roknað seg fram til, at illveðrið teir seinastu dagarnar hevur kostað bøndrunum meiri enn 25 milliardir krónur. Áhaldandi regn hevur oyði- lagt nógvar vínmarkir, og stór landbúnaðarøki standa undir í vatni. Úr Týsklandi verður sagt, at har hava tvey fólk latið lív í illveðrinum. Fleiri býir har suðuri í landinum hava staðið undir í vatni, og í Bayern máttu myndugleik- arnir steingja ein av teim- um týdningarmestu vegun- um. Í Kekkia hevur tað regn- að so illa, at gjáranáttina var ikki framkomandi nógvastaðni í Praha. Býar- myndugleikarnir høvdu boðað frá, at ein stórur partur av miðbýnum fór at standa undir í vatni, og 50.000 fólk fingu boð um at fara úr økinum. Sunnu- dagin doyðu seks fólk í illveðrinum í Kekkia. Har suðuri í Russlandi hevur illveðrið gjørt serliga stóran skaða. Minst 58 fólk eru funnin deyð, men meiri enn 300 eru ikki komin afturíaftur eftir vatnflóð, flóðaldu og skriðulop við Svartahavið. Myndugleik- arnir bera ótta fyri umfars- sjúkuum og hava givið boð um at koppseta fólk ímóti tyfus. Eisini í Danmark hevur tað regnað illa seinastu dagarnar, serliga á Sælandi, Lollandi, Falster og í norð- ara parti av Jyllandi. Nógv- ir kjallarar hava staðið undir í vatni, og í Silkeborg fingu seks fólk skaða, tá tá ein presenning yvir einum tónleikapalli hoyknaði undan tí nógva regninum. Amerikansku myndugleikarnir hava seinastu dagarnar fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at kendum brúm so sum Brooklyn Bridge í New York og Golden Gate Bridge í San Fransisco YVIRGANGUR Árni Joensen: Blaðið New York Times skrivaði í gjár, at myndug- leikarnir hava fingið upp- lýsingarnar frá einari útl- endskari stjórn, men einki varð sagt um, hvørja stjórn talan er um. Ein talsmaður fyri sam- veldisløgregluna FBI segði við blaðið, at talan er um álop á fleiri mál í USA, og at tær kendu brýrnar eru millum teirra. Sambært talsmanninum hevur tann útlendska stjórnin fingið upplýsingarnar frá einari keldu, sum fyrr hevur víst seg at vera ógvuliga álít- andi. Seinasta vikuskiftið varð vaktarhaldið við Golden Gate Bridge í San Fran- sisco styrkt munandi, men sambært løgregluni í býn- um hevði tað ikki samband við ta nýggju hóttanina. At vaktarhaldið varð styrkt komst av, at onkur hevði boðað løgregluni frá, at yvirgangsmenn ætlaðu at stoyta eitt hernaðarflogfar ímóti brúnni. Einki hendi kortini. Mánadagin valdu myn- dugleikarnir í New York at styrkja vaktarhaldið við Brooklyn Bridge og aðrar brýr um ánna East River. Eygleiðarar í USA halda, at upplýsingarnar um ætlaðar yvirgangsatsóknir stava frá tí tikna Abu Zubaydah, sum fyrr skal hava avdúkað álopsætlanir hjá felagsskapinum al- Qaeda. Abu Zubaydah var ein av næstu ráðgevunum hjá Osama bin Laden, men varð tikin í Pakistan í vár. Trý fólk doyðu í einari ferðsluvanlukku á motorvegnum millum Gøteborg og Malmø gjáranáttina, ein norð- maður og tveir kekkar, og tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús. Fimm bilar vóru uppi í vanlukkuni, og allir vóru norskir. Men tá svenska løg- reglan fór at kanna bil- arnar, sum vóru uppi í ferðsluvanlukkuni, vísti tað seg, at í einum av bilinum lá ein sonevnd molotov-bumba. Beint eftir vanlukkuna kom ein norskur bilur afturat á vanlukkustaðið. Løg- reglan steðgaði bilinum og í viðførisrúminum funnu løgreglumenninir ein kassa við spreingi- evni. Svenska løgreglan segði í gjár, at teir norsku bilarnir vóru á veg til Keypmannahavn- ar, men hvat fólkini skuldu gera við spreingievnið, hevði løgreglan ikki fingið at vita enn. Fyrverandi forsetin í Peru, Alberto Fujimori, sum síðani eina gølu um svik hevur búð í útlegd í Japan, sigur nú, at hann ætlar at stilla upp til forsetavalið í Peru um fýra ár. Við eitt blað í Tokyo sigur Fujimori, at hann ætlar at stilla auppaftur, so hann kann hjálpa teimum fátæku í Peru. Sjálvur ivast hann ikki í, at hann fer at fáa stuðul frá nógvum veljarum. Annars vísti ein veljara ðkanning fyri stuttum, at 14 prosent av veljarun um høvdu atkvøtt fyri Fujimori, stillar hann upp. Sitandi forsetin, Alan Garcia, hevði fing- ið 40 prosent av atkvøð- unum. Alberto Fujimori, sum er av japanskari ætt, flýddi úr Peru til Japan og segði seg úr forseta- embætinum í november í 2000, eftir at myndug- leikarnir høvdu avdúk- að, at hann hevði verið uppi í einari muturgølu saman við ovastanum fyri landsins fregnartæn- astu, Vladimiro Monte- sinos. Tey 188 fólkini á avstralsku oynni Nor- folk Island eru skelkað, tí fyri fyrstu ferð í 150 ár hevur eitt morð verið á oynni. Norfolk Island ber orð fyri at vera eitt sera friðarligt samfelag, men nú hava teir tríggir løg- reglumenninir á oynni biðið um hjálp, eftir at ein 29 ára gamal maður varð funnin myrdur her- fyri. Norfolk Island er 24 ferkilometrar til støddar og er einar 900 fjórðing- ar eystur úr Sidney. Til 1855 plagdu onglend- ingar at senda brots- menn út á oynna at sita. Miðevropa druknar Bera ótta fyri álopum á kendar brýr Illveðrið seinastu dagarnar hevur rakt syðra part av Russlandi serliga meint. Hendan myndin er frá russisku svartahavsstrondini Drupu 500.000 muslimar Spreingievni í bilunum Roynir aftur Fyrsta morðið í 150 ár LÓGARSMÍÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Verandi forsorgarlóg eggjar ikki fólki at giftast, heldur hinvegin. Tað vildi verið beinleiðis tápuligt at gift seg, hyggja vit eftir hvussu góðar treytir forsorgarlógin gevur ógiftum í mun til tey giftu. Talan er um ein grovan mannamun og lesa vit forsorgarlógina, so er ilt at síggja hví fólk skulu gifta seg í hvussu er áðrenn børnini eru vaksin Tað er grein 2 í forsorgar- lógini sum ger allan munin. Hon sigur, at ein hvør hjún- arfelagið hevur uppihalds- skyldu mótvegis hjúnarfel- agnum, og tað vil siga, at áðrenn forsorgarlógin kann koma eini hjúnum til hjálp- ar, so skulu allar peninga- goymslur verða tømdar. Ørvísi er við teimum ógiftu, sum búgva saman. Her er einki dýnulyftarí um hvussu múgvandi fólk eru. Annar felagin í í ógifta paralagnum kann vinna milliónir um árið, meðan hin fær felagið kann ganga heima og ansa eftir børnun- um, meðan hann fær kontanthjálp og sínar út- reiðslur í parforholdinum goldnar frá tí almenna av skattgjaldarans krónum. Tað vil siga, at tað almenna kann rinda helvtina av SEV og oljurokningini hjá ein- um ógiftum pari, har annar felagin kann hava eina milliónaintøku, eitt nú ein vinnulívsmaður, ein stjóri ella ein skipari. Grein níggju stykkið fýra í forsorgarlógini gevur væl- bjargaðum ógiftum veldug- ar møguleikar at njóta al- mennar pengar, gera kommununar eitt nú ikki sína skyldu og bjóða hesum ansingarmøguleikar fyri børnunum. Spurningurin um moral nýtist slett ikki at koma upp at venda, tí lógin er so galant, at fólk sum slett ikki hava tørv á forsorgarhjálp, kunnu fáa hesa fullkomiliga lógliga bara tey eru »grádig« ella rættari gromm nokk. Grein níggju stykkið fýra sigur: »Ydelse af hjælp forudsætter, at såvel den, der søger hjælpen, som ægtefællen i tilstrækkeligt grad har udnyttet sine ar- bejdsmuligheder. Dette kn f.eks. anses for godtgjort, når en forsørger ikke kan påtage sig indtægtsgivende arbejde på grund af pasning af børn og kommunalbesty- relsen ikke kan henvise anden pasningsmulighed« Er talan um gift her, so verður bara peningur út- goldin, so verður einki út- goldið eiga tey á bók, ella um annar hevur arbeiði. Er talan um ógift, so kann annar ganga heima og hin kann vinna óavmarkaðar nøgdir av peningi, uttan at hetta gongur útyvir al- mennu veitingina. Tápuligt at gifta seg undir verandi forsorgarlóg LÓGARSMIÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Kristian Magnussen, løg- tingsmaður fyri Javnaðar- flokkin sigur, at tíðin er komin at broyta forsorgar- lógina og hann veit hvat hann tosar um. Umframt at vera løgtingsmaður, so er Kristian Magnussen sosial- ráðgevi og forsorgarlógin hevur í mong ár verið eitt av hansara høvuðs arbeiðs- amboðum. Forsorgarlógin er ein gomul lóg og tá hon varð gjørd fyrstu ferð í 1967 vóru nógv fleiri fólk gift enn í dag. Tá var lógin meira rættvís enn hon er nú. Hon er so broytt nakrar ferðir, fyrst í 1977 síðan í 1983 og aftur í 1987 og seinast í 2000. – Eg haldi, at grein 2 í lógini sum gevur hjúnum uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum eigur at strikast. Á hendan hatt ger- ast allir borgarar í landin- um líka. Eg veit væl, at hetta kemur at føra nakrar eykaútreiðslur við sær, men eg dugi ikki at síggja at tað kann gerast ørvísi. Í dag ber ikki til hjá myndugleik- unum at fara undir miðvíst dýunulyftarí at vita hvør svevur hjá hvørjum øðrum. Vit koma ikki trupulleikan- um til lívs fyrr enn vit geva øllum borgarum somu treytir, gift ella ikki, sigur Kristian Magnussen. – Leggur samgongan ikki fram eitt uppskot um at broyta forsorgarlógina so- leiðis at øll verða javntstill- að, so fari eg sjálvur at leggja eitt slíkt uppskot fyri tingið í næstum, sigur Kristian Magnussen, ting- maður. Øll eiga at vera líka LÓGARSMÍÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Rúni Hentze, skipari úr Skopun, sum hevur tikið sæti á tingi fyri Páll á Reynatúgvu, sum nú er landsstýrismaður í al- mannamálum, sigur at ar- beitt verður í samgonguni við at broyta forsorgarlóg- ina. – Hetta málið hevur týdning og vit kunnu rokna við at broytingar koma, annars eru vit ikki komnir langt enn, sigur Rúni Hentze í stuttari viðmerk- ing. Rokni við broytingum Kristian Magnussen, tingmaður LÓGARSMÍÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Jenis av Rana, formaður Miðflokksins setir broyting av forsorgarlógini sum eitt av aðalmálunum hjá nýggju samgonguni. – Vit kravdu ikki familju- málaráðharran fyri at sita hendur í favn og hendan lógin má broytast, tí tað eru mong, sum ikki kunnu liva samam ógift av reint mor- alskum grundum. Fyri hesi er tað ógvuliga órættvíst at hava eina forsorgarlóg, sum ger so stóran mun á giftum og ógiftum, sigur Jenis av Rana. – Vit fara í samgonguni at gera eina heilt nýggja sosiallóggávu og tá skal hesin órættur fáast av vegn- um. Vit fara at arbeiða hart í samgonguni fyri at fáa trupulleikan upp á pláss, sigur Jenis av Rana. Stórur munur er á hvussu gávumild forsorgarlógin er fyri gift og ógift foreldur So órættvíst Jenis av Rana Rúni Hentze LÓGARSMÍÐ Jústinus L. Eidesgaard Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nýggja landsstýrismannin í almannamálum Páll á Reynatúgvu at gera nakra viðmerking til málið um mismunin millum gift og ógift í forsorgarlógini. Ikki tí hann hevur eina mein- ing um málið, men hann vil ikki úttala seg til Sosialin, tí hann er firtin inn á blaðið. Orsøkin er ein grein, sum kom í blaðið val- dagin. Í greinini verð- ur ført fram, at ein komandi ítróttarhøll á Sandi varð nýtt sum valagn. Firtin almanna- ráðharri Páll á Reynatúgvu C M Y K 3 2