Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 153 - 14. august 2002 Nr. 153 - 14. august 2002 5 Enekk aftur á palli: Ein sonn fragd fyri oyrað Fyri fyrstu ferð í langa tíð var bólkurin Enekk aftur savnaður á palli mánakvøldið. Teir borðreiddu við teirra eyðkenda tón- leiki, og var tað ein fragd fyri bæði eygu og oyru at síggja og hoyra teir spæla aftur UMMÆLI Ingrid Bjarnastein Bólkurin Enekk, sum ikki hevur verið at sæð á palli í langa tíð, hevði mána- kvøldið konsert í høllini í Norðurlandahúsinum í sambandi við Listastevn- una og í sambandi við, at 25 ár eru liðin síðani plátu- felagið Tutl varð stovnað. Sjálvt um bólkurin ikki hevur verið nógv at sæð til seinastu árini, tóktist tað ikki, sum áhugin var so stórur fyri bólkinum. Men tó. Høllin var eitt sindur meira enn hálvfull. Tað, sum vanliga verður kallað, føroyskt presisheit var ikki handhevjað á kon- sertini, tí byrjað varð stund- isliga – so stundisliga, at aftaná fyrsta lagið komu fólk sníkjandi inn í salin, tí tey vóru ov sein. Birgir Kruse, formaðurin í stýrinum fyri Listastevn- una bjóðaði vælkomin, og bað fólk um at sløkkja far- telefonirnar, so hvørki tón- leikarar ella áhoyrarar vórðu órógvaðir meðan konsertin var. Og hetta vísti seg at rigga væl, tí ongin fartelefon var at hoyra ígjøgnum alla konsertina – eitt stórt herðaklapp til publikum. Síðani fór rullan ígongd. Konsertin, ið Enekk hevði valt at kalla »Meðan vit nærkast jørðini«, byrjaði við, tangentleikaranum, Óla Olsen. Í myrkrinum í høllini sótu øll í andakt og lurtaðu, spent uppá, hvat fór at henda. Og meðan eyguni so spakuliga vandu seg við myrkrið, byrjaði tónleikurin at ljóma saman við flyglinum. Spakuliga, men støðugt komu tey ymsu ljóðførini inn, og áðr- enn tú visti av, sást tú allar tónleikararnar har frammi á pallinum. Ein góð byrjan til nakað, ið síðani vísti seg at vera ein framúr góð kon- sert. Friðarligt Um einum dámar tað meira villa slagi av tónleiki ella um ein er til buldur og brak, so er Enekk ikki tann rætti bólkurin. Konsertin var merkt av friðarliga tónleikinum hjá bólkinum í stílinum, sum Enekk kallar fólka-jazzur. Hugtakandi var at síggja, hvussu tónleikararnir spentu seg út á teimum ymsu ljóðførunum. Rógvi á Rógvu á trumm- um og percussion spenti seg veruliga út, og vísti, at hann man vera ein av teim- um, ið megnar best at meistra trummupinnarnar her á landi. Tað var spenn- andi at síggja, hvat kort trummuspælarin fór at toga úr ermuni. Umframt trummur brúkti Rógvi nógv percussion ljóðføri, sum gjørdi, at dámurin og ljóðið gjørdist á ein hátt etniskt og ógvuliga livandi. Umframt trummuspælara var eisini gittarspælarin, Heðin Z. Davidsen. Og eis- ini megnaði at vísa síni gittarkynstur. Aftanfyri eina yvir- vaksna violin, sum fólk annars vanliga kalla ein kontrabass, stóð Mikael Blak. Ein ungur tónleikari, sum eisini dugir at spæla meira enn tað eina ljóðfør- ið. Onglendingurin, Pete Tilley, blásti í eitt ljóðføri, sum eitur didjeridoo. Eitt rør, sum tá blást ella tosað verður niður í tað, gevur ljóð frá sær. Og handan mikrofonina og við kassagittara í hond var Kári Sverrison. Henda samansetingin av monnum var ein sera spennandi cocktail, ið fekk fólk at sita sum rúnarbund- in tann góða tíman konsert- in vardi. Eykaløg Nógv nýtt tilfar var at hoyra á konsertini, men í sama góða og gamla Enekk stíli. Eisini vóru instrumental løg, og enntá eisini eitt bul- garskt lag at hoyra. Tónleikararnir vóru av- slappaðir á pallinum, og hetta gjørdi framførsluna róliga og líkatil. Onki hóva- sták var gjørt burturúr nøkrum, og tónleikararnir, ið til tíðir kundu tykjast lítillátnir kundu fáa tað at tykjast ikki nógv verri enn at byggja eitt putlispæl at spæla á hesi ymsu ljóðfør- ini. 13 løg vóru á skránni hjá bólkinum, og aftaná hesi trettan komu ungar gentur í føroyskum klæðum á pallin og góvu tónleikarunum blómur. Og ikki nóg mikið við tí. Eisini Kristian Blak úr Tutl fekk handað blómur í sambandi við 25 ára føð- ingardagin. Men Enekk slapp ikki so. Áskoðarafjøldin, sjálvt um hon ikki var so stór, sum ein kundi væntað, dugdi hóast alt at klappa tónleik- ararnar innaftur. Og hesuferð fóru Kári Sverrison og hinir yvir til skjaldrini, og er hetta nak- að, ið eisini eyðkennir bólkin. Men tey, ið hildu, at nú var sloppið, máttu halda einaferð afturat. Tí lítið hjálpti, at tónleikararnir hvurvu av pallinum aftaná eykalagið. Lógvabrestirnir, trampini og rópini vóru so hørð, at teir høvdu helst ikki nógv annað í at velja enn at koma inn aftur á pallin. »Aja, man kann altíð spæla eitt lag afturat«, segði Kári Sverrison, og rópti síðani restina av manningini inn á pallin. Hetta seinna eykalagið gjørdist eisini seinasta lag- ið á konsertini, sum til end- ans vardi góðan hálvan annan tíma. Kvøldið var at enda kom- ið, og aftaná kundi fjøldin ikki annað enn staðfesta, at konsertin hevði verið fram- úr góð. So er bara eftir at vóna, at Enekk vera oftari at síggja á palli í framtíðini. Enekk hevði konsert í Norðurlandahúsinum mánakvøldið. Við Kára Sverrisyni á odda førdi bólkurin áskoðarafjøldina gjøgnum hálvan annan tíma av framúr góðum tónleiki Mynd: Finnur Justinussen Topp 25 1. P/F FØROYA BANKI Húsagøta 3, 100 Tórshavn 2. P/F VARÐIN Gróthúsvegur 19, 188 Hoyvík 3. P/F FØROYA TELE Tinghúsvegur 3, 100 Tórshavn 4. P/F SMYRIL-LINE J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn 5. P/F FØROYA FISKAVIRKING 100 Tórshavn 6. P/F FØROYA SHELL Viðarnes, 100 Tórshavn 7. P/F SKIPAFELAGIÐ FØROYAR Eystara bryggja, 100 Tórshavn 8. P/F KRÚNBORG Marknagilsvegur 19, 100 Tórshavn 9. P/F BAKKAFROST 625 Glyvrar 10. P/F SMS Á Trapputrøðni, 100 Tórshavn 11. P/F STATOIL FØROYAR Rundingur, 100 Tórshavn 12. P/F VESTTROL 350 Vestmanna 13. P/F VESTURBÚGVIN 350 Vestmanna 14. P/F HAVSBRÚN 530 Fuglafjørður 15. P/F KROSSBREKKA 510 Gøta 16. SP/F FRÁ 2/11-1998 350 Vestmanna 17. P/F ÍSBORG Traðagøta 39, 160 Argir 18. P/F BOÐASTEINUR 530 Fuglafjørður 19. P/F OGNARFELAGIÐ 1980 100 Tórshavn 20. P/F MEÐALSBREKKA 350 Vestmanna 21. P/F VÓNIN Bakkavegur 22, 530 Fuglafjørður 22. P/F DRIFTIN 510 Gøta 23. P/F FAROE SALMON Kjalarvegur 19, 700 Klaksvík 24. P/F ATLANTIC AIRWAYS Vága Floghavn, 380 Sørvágur 25. P/F FÚTAKLETTUR 360 Sandavágur Kelda: www.business-line.fo * Listin er samansettur av teimum roknskapum, ið eru komnir inn higartil fyri 2001. P/F Føroya Banki liggur ovast á rókini á føroyska »Topp 25«-listanum fyri 2001 LISTASTEVNAN Tíðindaskriv Nú setir Listastevnan sjøtil á stóru sagnirnar. Tær um Sjúrð, sum vá á Orminum, um bannaða gullið úr Rín og um Beowulf. Hetjur úr farnum tíðum, sum hava livað á mannamunni her hjá okkum og aðra staðni við. – Men er samband mill- um hesar søgur? Hava tær kanska felags upphav? Ella kunnu tær á annan hátt tvinnast saman? Hósdagin klokkan 17 í Klingruni í Norðurlanda- húsinum fer íslendski lekt- arin Heimir Pálsson at greiða frá um Eddukvæð- ini, sum íslendingar skriv- aðu um ár 1275. Heimir sigur eisini frá um gransk- ingarúrslit og hugleiðir um mál og viðurskifti, sum kunnu tykjast ógreið, men sum hann tó hevur eitt boð um. Ein hugsan hansara er, at kvinnurnar hava hildið lív í søgunum, meðan menninir hava verið í bardaga. Heim- ir Pálsson hevur verið ráð- gevi hjá New York bólki- num Sequentia í sambandi við Edduframførslur kring um í Heiminum. Fríggjadagin klokkan 17 í Klingruni í Norðurlanda- húsinum fer Eyðun Andrea- sen, professari og dr. phil., at samanbera søgurnar í ís- lendsku Eddukvæðunum við føroysku Sjúrðarkvæð- ini. Eisini samanber Eyðun málsligan og annan skyld- skap millum føroyska kvæðayrking og norrøna skaldskapin á bundnum máli. Fyrilesturin verður eisini hildin í Klaksvík sunnudagin klokkan 16. Eins og fyrilesturin hjá Heimi Pálssyni, er fyrilest- urin hjá Eyðuni Andreasen knýttur at stóru Eddu-fram- førsluni hjá Sequentia, sum verður í Høllini í Norður- landahúsinum leygarkvøld- ið og sunnukvøldið, bæði kvøldini klokkan 19.30. Hóskvøldið klokkan 19.30 fer Benjamin Bagby at framføra leikin »Beo- wulf« á gamla Meiarínum í Havn. Benjamin Bagby, sum er leiðarin í leikbólki- num Sequentia, spælir og kvøður hetjukvæði Beo- wulf, við hørpu og dolki. Hetta er einasta søgnin, sum er varðveitt á forn- enskum máli. Beowulf er hetjan, sum skal hjálpa danska konginum Hrothgar í stríðnum móti ódjórinum Grendel. Leygarkvøldið og sunnu- kvøldið verður boðið til finaluna á Listastevnu Før- oya 2002. Tá fer New York bólkurin Sequentia undir leiðslu av Benjamin Bagby at framføra »Edda«, bæði kvøldini klokkan 19.30. Hetta er stórsta tekniska av- bjóðing, Norðurlandahúsið hevur verið fyri, síðani hús- ið varð tikið í brúk fyri skjótt tjúgu árum síðani. Umframt altskyns talgilda tøkni, skulu jarnbreytar- skinnarar festast í gólvið. 86 milliónir stóðu eftir hjá P/F Varða- num, sum eigur Trónd í Gøtu, tá øll høvdu fingið sítt ÁRSÚRSLIT Heri á Rógvi Tað gongur gott hjá føroy- sku nótabátunum. Ella rætt- ari sagt tað gekk ógvuliga gott í 2001. Ikki minst hjá P/F Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Saksaberg. Hesi bæði sein- nu skipini eiga dótturfeløg hjá Varðanum. Heili 86 milliónir kr. stóðu eftir hjá Varðanum, tá alt var farið av og yvirskot- ið gjørt upp. Í 2000 var av- lopið 4,7 mió. Fiskiskapur- in hjá øllum skipunum hev- ur roynst væl, men framúr góða úrslitið skyldast eina- mest, at felagið hevði stór- an vinning við sølu av partabrøvum. Nevnast kann, at vinningurin hjá Varða- num er størri enn hann hjá Føroya Tele og øðrum stór- um fyritøkum. Skatturin til tað almenna var 18 mió. í 2001. Roknað verður ikki við, at árið í ár verður eins gott og í fjør, men á góðari verð- ur tað mestur, sambært frá- boðan frá felagnum. Jákup Sólstein, formaður í felagnum Nótaskip, sigur, at sum heild royndist 2001 væl fyri nótaskipini. – Tað var fyrst og fremst tí, at tað vóru so ógvuliga stórar nøgdir av serliga svartkjafti og eisini makreli, sigur Jákup Sólstein. Fiskaprísirnir hava verið høgir, men tað er fyrst og fremst stóru nøgdirnar, ið hava slóðað fyri góða úr- slitinum hjá nógvum av skipunum. Nótaskip royna eftir pelag- iskum (uppisjóvar) fiska- sløgum, og tað hevur eydn- ast stak væl í fjør, men í ár er úrslitið eitt sindur slak- ari. Eitt nú sildin fæst tað minni fyri í ár. Eisini er há- mark sett á kvoturnar, so- leiðis at skipini í ár »bert« kunnu fiska 200.000 tons av svartkjafti. Veiðan í fjør lá omanfyri 265.000 tons. Jákup Sólstein vísir á, at við pelagiskum fiskasløg- um, so er tað ógvuliga skiftandi, hvussu árini roynast. Topp 25 Skeita vit at topp 25-lista- num yvir føroyskar fyritøk- ur í 2001 sæst, at árið 2001 ikki var tað bíttasta fyri føroyskt vinnulív. Tað er bussiness-line.fo, sum hev- ur gjørt listan. Listan skal takast fyri stórum fyrivarni, tí enn manglar ein stórur partur av roknskapinum at verða lagdir inn á skipan- ini. Tó líkist listin sær sjálvum higartil. Á ovastu rók er sum vant Føroya Banki, ið við sínum 168 mió. kr. í yvirskoti í 2001 neyvan verður tikin av ræð- ið á vunnu rókini. Minstamark higartil er 7,9 mió í vinningi, sum P/F Fútaklettur higartil eigur. Enn vanta góðir 900 rokn- skapir. Roknast kann eitt nú við, at eitt felag sum Christian í Grótinum vinn- ur eitt sæti á listanum. Tað er einki at taka seg aftur í, at stóru reiðaríini eiga fylla ein stóran part av listanum. Ikki tí góða gongdin í búskapinum smitt- ar av á øll, og tænastu- sektorurin hevur so sanni- liga eisini notið væl av gongdini í samfelagnum. Við te imum tjúgu prosent- unum í partafelagsskatti, so fær landskassin eisini sín ágóða av góðu gongdini. Vit prenta listan her á síðuni. Framúr gott ár hjá Varðanum Tað loysti seg at fiska í 2001. Ovurstóru nøgdirnar av svartkjafti og øðrum pelagiskum fiski slóðaðu fyri einum frálíka góðum ári hjá størsta partinum av vinnuni LISTASTEVNA FØROYA 2002 Beowulf, Edda og Sjúrður C M Y K 5 4