Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 153 - 14. august 2002 Nr. 153 - 14. august 2002 7 Løgmaður eigur at reinsa seg, men tá Tjóðveldisflokkurin hevur sligið mann- garð um løgmann og valt at liva við fortíð- ini hjá honum, so er einki hjá okkum at gera, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki heldur tað verða rætt, at ein grein 19 nevnd skal kanna løgmann MÁLIÐ UM LØGMANN Eirikur Lindenskov – Javnaðarflokkurin er sera ivasamur, um rætt er at seta eina grein 19 nevnd at kanna fortíðina hjá løg- manni. Hetta sigur Jóannes Eides- gaard, formaður Javnaðar- floksins. Orsøkin er, at flokkurin ivast í, hvat tað næsta málið kann verða, sum verður lagt fyri eina grein 19 nevnd at kanna. Men hann skilir væl, at fjølmiðlarnir eru áhugaðir í eini slíkari kanning, tí tá koma øll skjølini á borðið. – Vit ivast í, um tað er setningurin hjá ein grein 19 nevnd at kanna sivilu og privatu fortíðina hjá politik- arum, so sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni hevur víst á, sigur Jóannes Eides- gaard. Hann hevur kortini merkt sær, at aðrir advokat- ar siga, at málið um løg- mann hevur so stóran al- mennan áhuga, at tað sakt- ans kann verða umfatað av eini grein 19 nevndarkann- ing. Jóannes Eidesgaard held- ur tó, at sivila rættarskipan- in er tann rætta at viðgera slík mál, og hann sær ein vanda í at byggja upp eina politiska skipan at kanna fortíð hjá politikarum. Kann draga málið út Onnur orsøk til ivan hjá Javnaðarflokkinum er, at ein grein 19 nevnd eisini kann brúkast til at tváa hendur við. Um málið um fortíðina hjá Anfinni Kalls- berg og Jørgeni Niclasen verður kannað av eini grein 19 nevnd, so kann hetta taka rættuliga langa tíð – kanska eini 2-3 ár, og tá er tað mesta farið av val- skeiðinum – so um tingið hevur kunna livað við teim- um so leingi, so er eingin orsøk til tá at koyra teir frá, heldur hann. Tí kemur ein slík kanning ikki til sín rætt. Jóannes Eidesgaard vísir tó á, at um ein grein 19 nevndarkanning kom til ta niðurstøðu, at løgmaður og Jørgen Niclasen høvdu gjørt okkurt kriminelt, so verður kanningin kortini bara løgd fyri tingið, og í tinginum hevur samgongan meiriluta. Tann meirilutin sær størri í at sita við vald- ið, heldur enn at fremja rættvísi, so tá kann tað gera tað sama kortini, heldur hann. Sláa garð um løgmann Formaður Javnaðarfloksins sigur víðari, at Tjóðveldis- flokkurin hevur sligið garð um løgmann. Treytin fyri at halda fram í samgonguni er, at Tjóðveldisflokkurin má liva við fortíðini hjá løgmanni, og tað ger hann eftir øllum at døma. Jóannes Eidesgaard held- ur, at tað einasta rætta, løg- maður átti at gjørt, var at reinsað seg sjálvan og løg- mansembætið. – Men tað ger løgmaður ikki. Hann spenti vøddar móti løgtinginum, og hann vann. Tórbjørn Jacobsen mátti krúpa til krossin, sig- ur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at løgmaður eisini spenti vøddar móti sær í tinginum eftir ólav- søku. – Hann vildi hava meg at reisa misálit móti løg- manni, men tað kunnu vit sjálvandi ikki gera, tá løg- maður hevur ein meiriluta av tinginum við sær. Tað hevði verið tað sama sum at givið løgmanni eina álitis- váttan, og tað vilja vit ikki verða við til, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarflok- sins harmast um, at hetta málið ikki verður loyst. Hann heldur, at hetta gevur eitt sera ringt signal til eftirtíðina. – Tað er harmuligt, at valdsharrarnir velja valdið, og at vit harvið fáa banan- republikanskar tilstandir, heldur Jóannes Eidesgaard. Men Jóannes Eidesgaard skilir sera væl fjølmiðlar- nar, sum í hesum máli rættiliga renna pannuna móti múrinum, tí teir fáa ikki hendur á nørkum skjøl- um, alt er dult, og tað í sær sjálvum er misteinkiligt. Hann sigur, at varð ein grein 19 nevnd sett at kanna málið, so komu hesi skjølini fram. Hann ber hetta saman við, at tveir blaðmenn í USA feldu Nixon, forseta, meðan tað í Føroyum als ikki ber til at koma til botns í einum so álvarsomum máli, sum skuldsetingarnar móti løgmanni eru. – Men Tjóðveldis- flokkurin hevur tikið málið um fortíðina hjá løgmanni upp sum eitt flokspolitiskt mál MÁLIÐ UM LØGMANN Eirikur Lindenskov Sambandsflokkurin er held- ur ikki fyri at seta eina grein 19 nevnd at kanna fortíðina hjá løgmanni, An- finni Kallsberg. Lisbeth L. Petersen, for- kvinna Sambandsfloksins, segði við Deg og Viku mánakvøldið, at partur av tingmanning Sambands- floksins hevði umrøtt málið fríggjadagin, og tey vóru komin til ta niðurstøðu, at grein 19 nevndin ikki er rætta forumið at viðgera slík mál. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru so- statt samdir í hesum máli. Av tí at lítið hugsandi er, at samgongan sjálv fer at seta slíka nevnd, kann staðfest- ast, at ein grein 19 nevnd ikki verður sett at kanna fortíðina hjá Anfinni Kalls- berg og viðurskiftini við- víkjandi skeivu flyting- unum millum Frostvirkið og feløg, sum Anfinn Kallsberg var partaeigari og stóri í. Anfinn Kallsberg endur- tók í blaðnum í gjár, at fyri honum er málið endaliga avgreitt í og við, at Tór- bjørn Jacobsen skrivtliga hevur etið allar skuldset- ingarnar aftur í seg. Høgni Hoydal hevur eisini fleiri ferðir sagt, at málið er av- greitt, og at talan bara er um eitt persónligt stríð millum løgmann og Tór- bjørn Jacobsen. Men nú hava Høgni Hoy- dal og Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma broytt støðu, tí leygardagin við- gjørdi aðalstjórn Tjóð- veldisfloksins málið. Einki er tó likið út um, hvør niðurstøða varð gjørd, tí tingmanning Tjóðveldis- floksins eisini skal viðgera málið, áðrenn nakað verður sagt alment. Men staðfest- ast kann í øllum førum, at málið nú er vorðið eitt partapolitiskt mál fyri Tjóðveldisflokkin. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Høgna Hoydal, formanni Tjóð- veldisfloksins ella Heina O. Heinesen, formanni í ting- bólki floksins. Eingin nevnd at kanna løgmann Nei til grein 19-kanning – Javnaðarflokkurin heldur ikki, at ein grin 19 nevnd er rætti mátin at kann sivilu fortíðina hjá politikarum. Slík mál eiga at verða viðgjørd í rættarskipanin. Men Jóannes Eidesgaard harmast um, at málið um skuldsetingarnar móti løgmanni og Jørgeni Niclasen ikki verður loyst Í øðrum londum føra mistøk til, at ráðharrar mugu fara frá. Tað átti eisini at fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin, at Fiski- málaráðið ólógliga tók fiskiloyvi frá trolbátum, heldur Jóannes Eidesgaard RÁÐHARRAÁBYRGD Eirikur Lindenskov Herfyri var Fiskimálaráðið dømt í Før- oya Rætti fyri ólógliga at hava drigið inn fiskiloyvi frá nøkrum trolbátum. Ábyrgdina fyri hesum hevði Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri. – Men hetta fær ongar avleiðingar, staðfestir Jóannes Eidesgaard, sum held- ur, at vit føroyingar ganga ov lætt um slík viðurskifti. Hann ber hetta saman við málinum um SparNord bankan í Danmark fyri nøkr- um árum síðani. Tá var talan um, hvørt hesin bankin átti rætt til skattligar fyri- munir í sambandi við eina bankasaman- legging. Ole Stavad var skattamálaráð- harri, og rætturin staðfesti, at Skatta- málaráðið hevði tulkað eina kunngerð skeivt. Ábyrgdina fyri hesum hevði sjálvandi skattamálaráðharrin, og tí loysti Poul Nyrup Rasmussen forsætis- ráðharri, Ole Stavad úr starvi sum skattamálaráðharri. – Hetta var ein sjálvfylgja, sum eingin setti spurnartekin við. Ráðharrin hevði ikki gjørt nakað kriminelt, men hann hevði ábyrgdina av einum mistaki, sum Skattamálaráðið hevði gjørt. Á sama hátt er við hesum fiskiloyvunum. Jørgen Niclasen hevur sum fiskimálaráðharri ábrygdina av hesum, men eingin setur spurnartekin við, um tað er rætt, at hann heldur fram í starvinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Í Danmark er tað ein meginregla, at um nakað ivi verður sáddur um ein ráð- harra, so fer hann frá. Tá Nyrupstjórnin tók við í januar í 1993, varð Pia Gjellerup útnevnd til lóg- málaráðharra. Dagin eftir kom fram, at hon var nevndarlimur í einum skeiðs- depli hjá Danmarks Socialdemokratiske Ungdóm, sum var farin av knóranum. Tað var nóg mikið. Pia Gjellerup var eftir 36 tímar í ráðharrasessin loyst úr starvi. Somuleiðis var við unga ráðharranum hjá Poul Schlüther, Anders Fogh Rasmussen. Hann var skattamálaráð- harri, og hann hevði sett nakrar reglur fyri alment innkeyp. Men hansara egna ráðharrastova helt ikki hesar reglur, og tað var eisini nóg mikið, hann varð loyst- ur úr starvi. – Tað eru so mong dømi um, at ivi er sáddur um ráðharrar í Danmark. Teir nýtast ikki at hava gjørt nakað kriminelt, men bara tað, at teir hava ábyrgdina av einum mistaki er nóg mikið til, at teir verða loystir úr starvi – og fleiri av teim- um eru seinni aftur vorðnir ráðharra aftur seinni, ein enntá forsætisráðharri, sigur Jóannes Eidesgaard. Átti at fingið avleiðingar fyri Jørgen Niclasen C M Y K 7 6