Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 153 - 14. august 2002 Nr. 153 - 14. august 2002 9 Skúlanæmingar velta epli í Rituvík Næmingarnir, sum nú fara í 6. flokk við Tofta skúla, dáma væl at vera í Rituvík , bæði til gamans og álvara. - Á slíkum ferðum læra næmingarnir betur hvønn annan at kenna, og tú gert var- ugur við ymiskar dygdir, sum kanska ikki altíð eru so lættar at fáa eyga á innan skúlagátt, sigur Jóhanna Petersen, flokslærari. SKÚLI OG FRÍTÍÐ Vilmund Jacobsen Jóhanna Petersen á Toftum er ein rættiligur fongur sum lærari. Hon var læraravi- karur í mong ár, men fór umsíðir á læraraskúla og tók sær útbúgving sum lær- ari. Hvørja ferð, tú helt, at nú mátti orkan og hugflogið hjá hesi løttu og snøggu kvinnu fara at minka, gjørdist hon bara aktivari og kreativari enn nakrantíð. Hugflogið er stórt, og tað er næstan einki, sum á ein ella annan hátt ikki kann brúk- ast til gagns fyri næmingar- nar, hon er flokslærari hjá. Planturnar á bønum kenna hennara næmingar betur enn næmingar flestir; tey hava gingið eftir varðum í haganum, verið súkklutúrar millum bygdir og vitjað søgulig støð, og tey hava velt epli í Rituvík — bert fyri at nevna nøkur dømi úr rúgvuni. Hennara næming- ar hava gjørt lutir burtur skinni á seyðabeini, jóla- menn burtur úr legginum á jólatrøum, málað glas- krukkur og gjørt ymiskar pútur og aðrar lutir úr toyi. Velt 1200 fløg Jóhanna er so heppin, at maður hennara, Petur, eigur eini gomul hús í Rituvík við jørð uttan um. Hesi húsini hava verið karmur um nógvar útferðir hjá flokkinum, hon er flokslær- ari hjá. Børnini eru so góð við hetta snotuliga húsið, at tey rópa tað »okkara hús«. Beint við húsini er Stórá, har børnunum dámar væl at spæla, og hinimegin vegin er Rituvíkar skúli, ið hevur skúlagarð, sum næmingar- nir av Toftum plaga at »læna«, tá ið teir eru í Ritu- vík. Men skúlin er meir enn spæl. Tí hevur Jóhanna eis- ini syrgt fyri, at næmingar- nir í tveimum umførum hava velt epli niðri í bønum í Rituvík. Fyrstu ferð, tey sluppu at velta, gingu tey í 2. flokki. Tá veltu teir 226 fløg í ein dag. Hetta var ein flagvelta; tey stikaðu fyri og loystu sjálvi. Tveir lær- arar vóru við í Rituvík fyrru ferðina. Í mai í ár vóru næmingar- nir so aftur í Rituvík og veltu. - Vit fóru yvir fyrstu ferð, 3. mai og so yviraftur, 7. mai um kvøldið; seinna dagin vóru onkur foreldur við og hjálptu til. Ein skúla- dagur fór til hetta arbeiði, sigur Jóhanna, sum var einsamallur lærari við á hesum sinni. Flokslærarin sigur, at hesaferð er veltan 1200 fløg, og tað er rættiliga nógv. Men til tess at lætta um arbeiði hjá næmingun- um, eru fløgini nú loyst við maskinu, og tveir pápar hava eisini hjálpt til at skera fløgini fyri næmingarnar. Síðan settu tey eplini niður sjálvi. Veksur væl - Tann 17. juni vóru vit so aftur í Rituvík - lúkaðu og stoyttu saltpetur á veltuna. Hetta arbeiði gjørdu næm- ingarnir sjálvir, sigur Jó- hanna. Tað eina kvøldið, tey vóru í Rituvík, var so ógvu- liga vakurt veður. Tað var stilt, og sólin sendi sínar seinastu vøkru sólstrálur, áðrenn hon fór aftur undir. - Børnini eru ikki von at síggja luft og hav renna saman, soleiðis sum tú sært tað úr Rituvík og í ein land- synning út í hav. Sum rímiligt er, eru børn- ini spent til uppafturtøkuna seinni í heyst, og flokslær- arin veit at siga, at veltan veksur ógvuliga væl. Sólin kemur tíðliga upp í Rituvík og fer seint í kav. Veðrið hevur eisini verið frálíka gott seinna helming av summarinum. So, øll útlit er til, at her fer at skerast væl hjá næmingunum til heystar. Spurd, hvat tey ætla sær at gera við elpini, sigur Jó- hanna, at næmingarnir helst fara at selja ein part til nærmastu familjuna og har- við tryggja sær nakrar krónur á felagskontoina hjá flokkinum. Partur av mentanini Flokslærarin heldur, at slík tiltøk, har farið verður út at hugna sær og arbeiða sam- an, hava stóran týdning fyri flokkin. - Her læra tey betur hvønn annan at kenna, og tú verður varugur við dygd- ir hjá næmingunum, sum tú kanska ikki sært so væl í skúlanum. Onkur næming- ur, sum kanska ikki skarar fram úr í skúlanum, kann vera drívmegin, tá ið prakt- iskt arbeiði skal gerast utt- anfyri skúlans gátt. Jóhanna sigur, at epla- velting er ein partur av mentanini og hevur verið ein partur av lívsgrundar- lagnum hjá føroyingum. - Um slíkt arbeiði ikki er líka so viðkomandi fyri øll beinanvegin, so vísa roynd- irnar kortini, at teimum dámar væl at vera við, tá ið tíðin gongur. Vit gera nakr- ar felags upplivingar og hava felasgs ting og áhuga- mál at tosa um, tá ið dagur- in er lokin, og tey aftur eru í skúla. Hon vísir á, at á einum slíkum túri byrja tey altíð inni í »okkara húsi« í Ritu- André Olsen, Arthur Højgaard, Eyðfinn Berg og Búi í Hjøllum. Rósa Magnussen, Oda I. Højgaard, Vanja Olsen og Katrin Højgaard. vík og enda inni, aðrenn tey fara heimaftur. Tað er ong- antíð soleiðis, at tey bara fara til Rituvíkar at velta og so heimaftur. - Vit fara inn at eta, práta, hugna okkum og lurta eftir tónleiki. Onkur spælir eina løtu í ánni, og onnur spæla fótbólt ella koyra á rulli- skoytum og lopfjøl. Flokslærarin sigur, at næmingunum dáma væl at vera í Rituvík, og tað er minni enn so altíð, at tey tíma so væl heimaftur, tá ið tann tíðin kemur. Er so lætt at seta seg... Tað er so lætt hjá børnun- um at seta seg afturá í hes- um døgum, tí tey verða bumbarderaði við øllum hugsandi og óhugsandi — ikki minst frammanfyri sjónvarpsskíggjan, har nógv sita ein stóran part av degnum. - Ein kanning í Danmark vísir, at nógv børn eru illa fyri kropsliga, tí tey røra seg ov lítið og eta ikki rætt- an kost. Longu í 10 ára aldri eru tekin um eitt nú hjartasjúkur og ov høgt kolesterol. Tí er umráðandi, at børnini eru meira úti — ikki minst í náttúruni, sum er allastaðni uttan um okk- um. Børnunum dáma væl at koma burtur frá skúlanum og í annað umhvørvi, sigur Jóhanna. Verkætlan? Ein túrur í Rituvík ella aðrastaðni verður vanliga ikki sleptur heilt, tá ið hann er av. - Viðhvørt skriva næm- ingarnir sjálvir eina frá- greiðing um túrin, og í øðr- um førum verður skrivað ein fyrisøgn, har eitt nú minni kendu orðini, tey duttu á, verða lærd. Myndir verða eisini tiknar, sum ofta seinni verða vístar, tá ið fel- agsløtur eru í skúlanum, har foreldrini eisini eru við, sigur flokslærarin. Í samband við eplavelt- ingina er í umbúna at skipa eina verkætlan í skúlanum um Rituvík og eplavelting. Um so verður,verða eisini aðrar lærugreinar enn før- oyskt knýttar at hesi ætlan, eitt nú lærugreinin náttura og tøkni, søga og rokning. Vit kunnu leggja aftrat, at fyrstu niðursetufólkini í Rituvík vóru hjúnini, Nico- lina og Per Højgaard. Hon var ættað av Torkilsheyggi, og hann innan av Regni. Tey fluttu til Rituvíkar at búgva jólaaftan 1873. At enda sigur Jóhanna Petersen, at foreldrini at næmingunum hava stuðlað væl uppundir tey tiltøk, sum nú einaferð eru komin burtur úr — tað veri seg í Rituvík og aðrastaðni. Frank Gaardbo og Bjartur Mortensen. Jóhanna Petersen, flokslærari, gevur tveimum tvílembum. Onnur er Kirsten, sum hevur fleiri ár á baki og er komin við nógvum lombum gjøgnum árini. Her er tað Hilmar, sum lyftir einum flagi. Inga er komin yvir til Rituvíkar at hjálpa til. Her skoðar hon stóru eplaveltuna. Teir sita á loftinum og eta og práta, fv.: Robin Jønsson, Búi í Hjøllum, André Olsen, Hilmar Hansen og Arthur Højgaard. Her síggja vit veltuna, húsini og skúlan. Eitt frálíkt stað hjá børnum. C M Y K 9 8