mikudagur 14. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NÓLSOYARSVIMJINGIN
Evald Rasmussen
Ein fastur táttur á Ova-
stevnu í Nólsoy, er svimj-
ingin um Nólsoyarfjørð.
Hetta slag av svimjing er
ikki ókent í Føroyum. Bæði
menn og kvinnur hava víst
kynstur sítt, og svomið um
fyrðir og sund. Fyrsta eg
minnist slíka svimjing, var
tá eg á Jóansøku sá Birgit
Hestoy og dóttrina Ingrid
svimja um Trongisvágs-
fjørð.
Seinni gjørdu Birgir Enni,
Jens Christian Mortensen
og aðrir Sigmundi Bresti-
syni bragdið eftir, og
svumu um Suðuroyarfjørð,
hesaferð tó úr Lítlu Dímun.
Tó størsta bragd av hesum
slag útynti Masters-svimj-
arin Sigurð Lamhauge, tá
hann á sinni svam og rann
um allar Føroyar. Og hvør
veit, kanska verður hann
við, tá lagt verður á Nóls-
oyarfjørð 17. august.
Aðrir Masters-svimjarar
ætla sær við, hetta eru
gamlir svimjarar og tri-
athlon íðkarar, ið venja
saman við Havnar Svimji-
felag, og verður spennandi
at síggja hvussu teir klára
seg í kappingini við úrvals-
svimjararnar.
Ein av svimjarunum á
Masters-liðnum, er 41 ára
gamli Erlendur Simonsen
av
Hvítanesi.
Masters-
svimjingina brúkar hann
sum vetrarvenjing til eitt av
sínum hjartamálum, nevni-
liga Nólsoyarsvimjingina.
Erlendur hevði í fleiri ár
hugsað um svimjingina, og
23. juli 1998 gjørdist
dreymurin veruleiki. 16
svimjarar løgdu á fjørðin,
og komu 14 á mál, og var
Erlendur millum teirra,
Men hvør er so hesin
maðurin, og hví ger hann
hetta?
Sum sagt omanfyri, so er
Erlendur 41 ára gamal, út-
búgvin skipaførari, giftur,
eigur 4 børn, og býr á
Hvítanesi. Seinastu árini
hevur hann siglt við Strand-
faraskipum Landsins, ser-
liga til Nólsoyar, í løtuni er
hann skipari á Ternuni I, ið
siglir inn á Skálafjørðin.
Hann hevur, uttan at tað
hvørja ferð er sligið upp,
verið við í nógvum ítrótta-
tiltøkum, serliga á longri
teinunum, og kunnu nevn-
ast stóra svenska skírenn-
ingin Vasaloppet, marathon-
renning, triathlonkappingar
í Føroyum, og so sjálvandi
Nólsoyarsvimjingin.
Erlendur sigur, at hann
kendi væl Ova Joensen, og
tá Ovi doyði, fór hann at
hugsa um, hvussu hann
best kundi stuðla ynskinum
hjá Ova um at geva nólsoy-
arbørnum ein svimjihyl.
Úrslitið var svimjingin um
fjørðin.
Erlendur hevur svomið
Nólsoyarfjørð fýra ferðir,
og er hvørja ferð komin á
mál við góðum úrsliti, og
sum skilst á honum, so
ætlar hann at halda á so
leingi hann orkar, og tað
kann lættliga verða eini 40
ár afturat. Men ”dillur”
hava tað við at smitta, og so
er eisini her, sonur Erlends
Róin, sum í 1998 var 13 ára
gamal, útynti eitt satt bragd
tá hann svam um Nólsoyar-
fjørð uppá 1.55.18. Hann
hevur eisini seinni verið við
í svimjingini.
Erlendur verður aftur við
í ár, og verður hann sum
veteranum mettur at hava
góðan møguleika at gera
seg galdandi í fremstu røð.
Niðanfyri síggjast úrslit-
ini tey fýra árini kappast
hevur verið um fjørðin, og
hevur Erlendur, sum tann
einasti, verið við hvørja
ferð, meðan Dia Jacobsen
er hann ið hevur vunnið
oftast, nevniliga tvær ferðir
Nr. 153 • mikudagur • 14. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Nólsoyarsvimjingin og
maðurin aftanfyri
Ein av Masters-svimjarunum, Erlendur Simonsen, sum hevur
svomið um nólsoyarfjørð hvørt ár, síðan 1998
1. august 1998
1. Hallur. Stakssund.
1 tíma 23min 40sek
2. Rannvá. Jacobsen.
1 tíma 28min 00sek
3. Kári. Mortensen.
1 tíma 30min 58sek
4. Erlendur. Simonsen.
1 tíma 31min 54sek
5. Bogi. Hansen.
1 tíma 32min 42sek
6. Katrin. Sørensen.
1 tíma 33min 28sek
7. Kim. Bogi. Jacobsen. 1 tíma 35min 00sek
8. Jóannes á Fløtti.
1 tíma 39min 54sek
9. Ámundur. Nolsø.
1 tíma 33min 45sek
10. Brian. Hansen.
1 tíma 44min 40sek
11. Rókur í Jákupstovu.
1 tíma 53min 58sek
12. Róin. Erlendson.
1 tíma 55min 18sek
13. Bogi. Olsen.
2 tíma 23min 36sek
14. Victor. Carlsen.
2 tíma 32min 28sek
7. august 1999
1. Dia. Jacobsen.
1 tíma 38min 21sek
2. Rannvá. Jacobsen.
1 tíma 46min 17sek
3. Erlendur. Simonsen.
1 tíma 47min 39sek
4. Karl. O. Rasmussen.
2 tíma 13min 10sek
5. Eivind. Warberg.
2 tíma 15min 03sek
6. Niclas. Olsen.
2 tíma 21min 10sek
7. Jóannis. Jacobsen.
2 tíma 23min 12sek
8. Martin. Knudsen.
2 tíma 25min 54sek
12. august 2000
1. Mourits. Danberg.
1 tíma 37min 33sek
2. Erlendur. Simonsen.
1 tíma 47min 45sek
3. Niclas. Olsen.
1 tíma 55min 38sek
4. Rókur í Jákupstovu.
2 tíma 01min 36sek
5. Rúna. Poulsen.
2 tíma 02min 07sek
6. Hilmar. Danielsen.
2 tíma 06min 26sek
7. Katrin. Olsen.
2 tíma 07min 28sek
8. Karl. Jensen.
2 tíma 21min 14sek
9. Eivind. Warberg.
2 tíma 23min 56sek
11. august 2001
1. Dia. Jacobsen.
1 tíma 20min 27sek
2. Bogi. Lemvig.
1 tíma 35min 16sek
3. Erlendur. Simonsen.
1 tíma 47min 17sek
4. Kári. Simonsen.
1 tíma 50min 10sek
5. Gunnar. Waagstein.
1 tíma 58min 06sek
6. Rannvá. Jacobsen.
2 tíma 13min 24sek
TÍÐINDASKRIV
Klaksvíkar Róðrarfelag
NS-Open innandura rógvikapping
Leygardagin 21. septembur skipar Klaks-
víkar Róðrarfelag fyri innandura rógvi-
kapping, og vilja vit við hesum bjóða øll-
um at verða hjartaliga vælkomin at lut-
taka.
Kappingin
Róð verður á Concept2 maskinum og
teinurin verður 1 x 2000 metrar. Rógvar-
nir verða býttir í bólkar, út frá vekt og
aldri. Samanlagt koma at vera 6 bólkar, og
eru teir:
1. Gentur undir 18 ár
2. Dreingir undir 18 ár
3. Kvinnur lættvekt (61,5 kilo ella undir)
4. Menn lættvekt (75,0 kilo ella undir)
5. Kvinnur tungvekt (yvir 61,5 kilo)
6. Menn tungvekt (yvir 75,0 kilo)
Bólkabýtið fer fram á staðnum
Lagt verður til brots klokkan 10.00 við
omanfyristandandi raðfylgju. Um færri
enn 3 luttakarar hava teknað seg til ein
bólk, verður ikki róð í tí bólkinum og fáa
luttakarnir boð um tað.
Hvør luttakari fær 20 min. til upphiting
á einari maskinu. Tá ið tíðin er farin, skal
viðkomandi ígongd við sjálvan 2000
metra róðurin. Áðrenn farið verður í holt
við róðurin, er loyvt at broyta uppá mót-
standin, men ikki undir sjálvum róðri-
num. Tað verða fólk á staðnum, sum
koma at hava eftirlit við róðrunum.
Róð verður í hølum felagsins við sandin.
Um neyðugt, verður tiltakið flutt til fim-
leikarahøllina, hetta verður so boðað frá,
ígjøgnum heimasíðu felagsins www.krf.fo
Heiðursmerkir
Kappingin ber heitið NS-open, og er
Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul í kapp-
ingini. Heiðursmerki verða latin til
nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki. Somu-
leiðis verður ein peningagáva á 1.000 kr.
latin til hvønn vinnara í teimum einstøku
bólkunum.
Tilmelding
Til ber at boða frá luttøku á tlf. 228479
(Solby), 215727 (Kristian Eli) ella á
telduposti krf@krf.fo. Seinasta freist, at
boða frá luttøku, er mánadagin 16. sept.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 100. kr. fyri
persónar, ið eru 18 ár ella eldri og 50 kr.
fyri yngri. Goldið verður á staðnum.
Við róðrarkvøðu
Klaksvíkar Róðrarfelag
Innandura rógvikapping í Klaksvík
11
10
Nr. 153 - 14. august 2002
Í samband við samgongumálið, har Torbjørn Jacobsen
kom fram við skuldsetingum um løgmann, hava vit
hoyrt um, at menn hava lagt trýst á løgmann og Fólka-
flokkin fyri at fáa sín vilja ígjøgnum. Kann slíkt
góðtakast í einum demokratiskum samfelag?
Sum skilst er tað málið um Frostvirkið, ið skal hava
verið nýtt at leggja trýst á løgmann. Løgmaður sjálvur
sigur seg einki kenna til slíkt, men í lesarabrævi herfyri
segði ein navngivin persónur seg vita, at slíkt er farið
fram. Um slíkt er farið fram, so er standurin í
demokratinum Føroyum nógv verri nú enn nakrantíð, og
so kann formaður Tjóðveldisfloksins rópa upp um
80’ini, sum hann vil.
Nú verður tosað um eina grein 19 kanning. Spurning-
urin er, um slíkt nýtist, tí grannskoðanarfrágreiðingin, ið
vísir munin uppá 912,000 krónur, sigur svart upp á hvítt,
hvat er farið fram. Nú er tað alment, og nú er tað bert ein
spurningur um moralin hjá floks- og samgongufeløgun-
um hjá Anfinn Kallsberg.
Bert Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, og nú
eisini Miðflokkurin, hava valt Anfinn Kallsberg til løg-
mann. Tað vísir seg, at sjálvt aftan á, at tað er vorðið
alment, hvat løgmaður hevur gjørt sum bókhaldari, so
standa teir eftir øllum at døma aftan fyri Anfinn
Kallsberg. Einki nyttar hjá andstøðuni at reisa misálit,
so leingi Fólkaflokkurin fær bukað samgonguna upp á
pláss hvørja tí einastu ferð, hóast onkur Tjóðveldismað-
ur buldrar óført. Føgru orðini um politiskt reinføri vísa
seg at røkka stutt.
Vit hava eina samgongu, har Fólkaflokkurin hevur so at
siga øll vinnumál. Miðflokkurin setir dagsskránna á
heilsuøkinum, og sigast má, at hetta lítið hevur til felags
við progressivu kósina, ið Tjóðveldisflokkurin plagdi at
hava.
Spurningurin er, hví Tjóðveldsiflokkurin hevur telvað
seg út í eina støðu, har teir sita í einari heimastýrissam-
gongu, ið einki hevur í samgonguskjalinum á sjálvstýr-
isleið, sum ikki bæði Javnaðarflokkurin og enntá Sam-
bandsflokkurin kundu tikið undir við. Hetta váttaði eis-
ini Torbjørn Jacobsen av tingsins røðarapalli. Henda
heimastýrissamgonga hevur ein løgmann og ein fiski-
málaráðharra, ið summir tjóðveldismenn hava ilt at liva
við, og kvinnusakin fær eitt skot fyri bógvin frá einum
evarska lítlum flokki, ið hevur alt ov nógv vald í mun til
støddina. Hví heldur so samgongan fram við tí vána
stevi, hon hevur?
Er stjórnarvald eitt endamál í sær sjálvum hjá Tjoðveld-
isflokkinum við at hava fýra landstýrismenn? Tjóð-
veldisflokkurin kann neyvan lata sær lynda løgmansrok-
ið og útmeldingarnar frá Miðflokkinum – altso, fyri at
sitera fyrrverandi løgtingsformannin, tann Tjóðveldis-
flokkurin, vit kendu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tann Tjóðveldisflokkurin
vit kendu
Setanarverkið til listastevnuna:
Bara at vera
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
tónleikur: Tróndur Bogason Hansen
Orð: Niels Uni Dam
framført av Ernst Sondum Dalsgarð (sang)
og Christen S. Teglbjærg (klaver)
I
innantanna møti eg mær sjálvum
ella kanska mær sjálvari
úr eygum mínum lýsur kærleikin
ið eg ongantíð gav tær
men nú gevi mær
og eina løtu
bert eina evarska lítla løtu
kenni eg meg sjálvan aftur
kennist við leiðina
ið spakuliga hvørvur út í sandin
og hvørvur
spakuliga
og aftur er ókend
ella avnoktað
ella vald gloymd
í enn eina langa løtu
enn eina
II
eg missi fótafestið
í dagsins fyrstu andaneyð
tørvurin á onkrum forkunnugum
tekur vald á dreyminum um siðloysi
sum gloymdi at vísa hóvsemi
í langar løtur
innantanna kærleikin
tekur kropsligar dygdir framum
trilvandi fingrar
finna hitan
eg sjálvur og eg sjálv
gloymdir kossar
minnilutakenslan
smíðar vónloysingini eina kistu
men loysingin hvørvur
spakuliga
og við hóvsemi
III
mínir synir løgdu mínar syndir í kistuna
longu áðrenn eg varð til
teir leitaðu innanfyri gloymdu múrarnar
og funnu lotið
tað var áðrenn eg endiliga fann fótafesti
teir málaðu ein málning á mína pannu
viskaðu hann av aftur
vaskaðu hann av aftur
vaknaðu umaftur
gloymdu at bara vera
og løgdu mínar syndir aftur í kistuna
IV
eg livi longu
helt meg hava rætt
til og í so mongum
eg og eg
hond í hond
gjøgnum múrar
sum rapla
hevði tol
vísti hovsemi
og hevði altíð
syndina við
fótafestið
og kærleikin
eru funnin
og aftur gloymd
liggja undir raplaðum múrum
eg skilji umaftur
og skiljist
C
M
Y
K
10