Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 153 - 14. august 2002 Nr. 153 - 14. august 2002 13 Tað ið er farið tað andar BÁTASTEVNA Orð og myndir: Edvard Joensen Tvøroyri: Vit eiga at minn- ast og virða gamla, før- oyska bátin, hóast vit ikki skulu gráta um, at hann er avloystur av nýggjum sniði og tilfari, segði Jóannes Eidesgaard røðu síni, tá hann setti Báta- og mentan- arstevnuna á Tvøroyri seinnapartin leygardagin. Vágbingar settur sín ser- liga dám á stevnuna, tá teir við einum heilum flota av gomlum grindabátum undir seglum komu inn eftir Trongisvágsfirði í fylgi við Jóhonnu og eini rúgvu av smærri og størri førum av firðinum, sum farin vóru at taka í móti og luttaka í fylginum. Tað var sum í grind, tá flotin kom inn móti Høvda- tanga. Og soleiðis var helst eisini ætlanin, at tað skuldi síggja út. –Tað er eitt satt prýði fyri vágbingar, at teir kunnu mynstra alt hetta her, tosa teir á norðafjørðsbátinum, vit eru á. Og fyri suðringar allar yvirhøvur, at teir hava slíka disiplin, at teir halda seg aftan fyri hesar bátarnar og ikki liggja og skúma hvør í sínum lagi at vera fremstir. Vit fylgjast inneftir. Sigla fram á onkran bát og heilsa. Tvøramaðurin, sum stýrir, býður vælkomin, og vág- bingar heilsa aftur og eru kátir. –Jú, teir høvdu havt góð- an túr norður. Høvdu ikki róð allan vegin kortini, men vórðu sleipaðir norður fyri Høvdan. Fleiri bátar leggjast aftur at fylginum, sum at enda verður bara heilt fitt, nú vit koma inn undir Akurgerð. Summir hava hug at kapp- rógva. Teir strika seglini á onkrum grindabáti og vilja bjóða av. Jú tað er ikki at siga, og so taka teir á, men eru ikki drúgvir kortini. Einki við at spreingja eg her so uttarlaga. Rógvast skal eisini seinni. Vit halda inn eftir firði- num og koma inn um Hvítanes, har Jóhanna leggur at, og leggja okkum á Tanganum. Har stendur fólk frá felagnum Nadd- oddi til reiðari við heitari súpan til teirra, sum komin eru av floti. Fólk sessast við borðini, sum standa uttan fyri í góðveðrinum, og øllum, serliga vágbingum, verður ynskt vælkomin, áðrenn farið verður at fáa sær. Men her er ikki at sita, tí nú er so mikið fráliðið, at skal tað eydnast at vera í miðbýnum, tá stevnan verður sett, er at fara til gongu beinanveg. Ájú, vit koma út á torgið, har longu væl av fólki er komið. Sviarnir ganga við flaggi, so eingin ivi er um, hvar tey eru stødd. Uttan fyri posthúsið stendur Suðringurin og minnist aftur á farnar tíðir, tá hann rann fyrstur í flota- num á so mangari stevnu. Í dag er hann mestsum bara settur til pynt, og man tað kennast mangari gamlari kappróðrarsál á Tvøroyri eitt sindur sárt, at vera í slíkum aldudali, sum fel- agið har tykist vera í løtuni. Men sum skilst á teim- um, sum varða av Froðbiar Sóknar Rórðarfelag, ætla tey ikki at gevast heilt á hondum kortini. Tey eru av- gjørd um, at nú skal rætti- ligt lív fáast aftur í felagið. Tað nærkast tíðini, tá stevnan skal setast. Har Søga og afturhvarv var í hásæti, tá ein rættilig armada av gomlum føroyskum bátum, eini slupp og eini rúgvu av nýggjum bátum stevndi inn eftir Trongisvágsfirði til setan av norðurlendsku Báta- og mentanarstevnuni á Tvøroyri leygardagin. Tó helt røðarin, sum setti stevnuna, ikki, at vit skulu gráta yvir tann framburð, sum nýggir bátar hava givið okkum, tó at tað er okkara skylda at varðveita tann gamla bátin og minnast hann við virðing kemur røðarin so spelkin í føroyskum búna. Líkist burturúr, og fremmandu gestirnir tykjast hugtiknir og vilja síggja nærri. Ser- liga summar av kvinnunum eru áhugaðr í mynstrinum á vestinum. Ein spælamaður kemur við harmonikuni í reim um økslina. Saman við honum er forsangarin. Ikki tann frá í gjár, men ein eitt sindur yngri útgáva. Eftir stuttan felagssang, og vælkomurøðu frá borg- arstjóranum, setti Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, norðurlendsku Báta- og mentanarstevnuna 2002 á Tvøroyri. Hann tók støði í føroyska bátinum og tí týdningi, hann gjøgnum øldir hevur havt fyri føroyingin. Hann hevur verið bæði brúksting, tilverugrundar- lag so at siga, eins og byggilistarligur gripur at varðveita, segði røðarin. Hann tosaði um menn- ingina av føroyska báti- num, til hann nú at enda tykist noyðast at víkja fyri nýggjum sniði, gjørt úr øðr- um tilfari, enn gamli bátur- in varð. Tó tað er ikki at harmast um, tí tað er framburður, vísti hann á. Men sam- stundis gleddist hann um, at okkara kappróðrarbátar enn verða brúktir og minna okkum á tað, sum farið er. –Við nýggjum tíðum og nýggjum siðum er skylda okkara tess størri at varð- veita minnini um dýrgripir- nar frá eini farnari tíð. Og ein slík stevna sum hendan stuðlar væl undir, segði Jóannes Eidesgaard og heitti á tey, sum fyri standa, um at halda fram við hesum tiltakinum. Eftir at Tjóðsangurin at enda var sungin, varð gjørt klárt til kappróður. Og nú vísti tað seg, at heilt eru kenslurnar fyri Suðringi- num gamla ikki kølnaðar, tí nú drógu av lunni hann skjótførir menn, og hann kendi hálvgloymdar ræsur, sum Mikkjal á Ryggi tekur til um áttamannafarið, ið Jóannes Eidesgaaard byrj- aði røðu sína við at sitera burturúr. Tað sá hugtakandi út, tá flotin undir seglum fór glíðandi inn eftir Trongisvágsfirði Nógvir bátar við Naddoddi á odda vóru í fjarðarmunnanum og tóku í móti vágbingunum Í setanarrøðu síni heitti Jóannes Eidesgaard á fólk um ikki at gráta um tað gamla, sum er avloyst av nýggjum. Vit eiga kortini við virðing at varðveita tað, sum farið er, segði hann og nevndi í hesum sambandi kappróðrarbátarnar sum dømi um júst hetta Teir hava tikið Suðringin av lunni og eru á veg til kappróður við honum Til Róðrar- & Mentanarstevnuna 2002 Eg skal vegna allar útisetar og tey sum luttóku úr Danmark, Svøríki og Finlandi, takka tvørafólki fyri eina ógloymandi góða stevnu, og tað sera stóra gesta- blídni, sum fyrireikararnir her í bygdini hava sýnt okk- um. Ja, sum tað fleiri ferðir varð sagt: »Det er et vakk- ert minne for livet«. Vit vilja eisini takka fyri peningastuðul frá Finska Konsulatinum við Poul Michelsen og J.M.Engines & Spares við Johan Magnussen, til okkum, ið komu úr útlandinum. Hartil takka vit Fondet for Dansk forening for ro- sport fyri teirra stuðul. Vegna stevnuluttakararnir Ólavur á Heygum Tack alla ni i Tvøroyri som gjort vår vistelag här till ett minne for livet. Roddarna från Branne, Sverige C M Y K 13 12