mikudagur 14. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 14. august 2002
15
KÍ-stórsigur á Skála
Peter Heine Nielsen
er í Føroyum í summ-
arfrí, men kortini
hevur hann tíð til at
vísa sínar talvdygdir
TALV
Páll Holm Johannesen
Kendi danski Stórmeistarin
í talvi, GM Peter Heine
Niel sen er í hesum døgum
á vitjan í Føroyum. Peter
Heine er 29 ár og er numm-
ar 53 á heimsins styrkilista
við eini rating uppá 2636
stig, 202 stig aftanfyri
Garry Kasparov sum er
sterkastur við 2838 stigum.
Peter Heine Nielsen er
annars ikki í Føroyum talv-
ørindinum. Hann og før-
oyski telvarin John Rød-
gaard kennast væl, og tí av-
gjørdi hann at kom upp til
Føroya í summarfrí. Danski
stórmeistarin býr hjá John
Rødgaard á Tvøroyri, og
hevur millum annað roynt
at verið í grind í Hvalba um
vikuskiftið
Eftir at Havnar Telvinga-
felag frætti, at Petur Heine
Nielsen var í Føroyum í
summarfrí, setti teir seg í
samband við danska stór-
meistaran, og hann játtaða
at koma til Havnar at telva
simultan talv.
Vann á Havnar
Telvingafelag
Týskvøldið
telvaði
so
danin simultan talv ímóti
22 limum í Havnar Telving-
arfelag. Væl gekst hjá stór-
meistarnum, tí hann vann
sannførandi 21-1. Einasti
telvarin, ið kundi standa
danska
stórmeistarinum
kurl, var 17 ára gamli
Jákup D. Joensen, sum
óvænta vann sítt talv.
Peter
Heine
Nielsen
brúkti góðan hálvan triðja
tíma um tey 22 talvini. Eftir
simultan talvið, avgjørdi
danski stórmeistarin at
geva Havnar Telvingarfelag
ein møguleika aftrat.
Hesaferð vóru tað 18
telvarar, ið allir høvdu ein
tíma hvør, meðan Peter
Heine Nielsen bert hevði
ein tíma um øll 18 talvini.
Kortini vann danski stór-
meistarin aftur sannførandi
13,5 – 4,5. Ronnie í Lon og
Sigurð Justinussen vunnu
síni talv, meðan Herluf
Hansen, Carl Eli N. Sam-
uelsen, Súni Jacobsen, Jó-
annes Guttesen og Regin
Reinert allir fingu remis.
KÍ-kvinnurnar lótu
ongn iva vera um, at
tað er munur á einum
meistaraliði og einum
uppflytara
1.DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Undan dystinum á Skála
sunnudagin, var ávísur
spenningur um, hvussu
uppflytarnir av Skála fóru
at standa seg ímóti oddalið-
num úr Klaksvík. Skála
vísti gott spæl ímóti B68
vikuna undan, og nú tær
skuldu royna seg á heima-
vølli ímóti nýklaktu steypa-
vinnarunum, vóru tað fleiri,
sum væntaðu ein javnan
dyst.
Hetta gjørdist kortini al-
drin veruleiki, tí KÍ-kvinn-
urnar prógvaðu, at tað er
also munur á 1. og 2. deild,
og við einum knúsandi 9-1
sigri, settu tær Skála-kvinn-
ur uppá pláss.
Einvegis ferðsla
Allan dystin høvdu klaks-
víkskvinnur yvirvág, og
álopinini skolaðu oman
ímóti málinum hjá Skála.
Tað vóru ikki meiri enn
tíggju minuttir farnir, so
stóð 2-0 til gestirnar. Skála-
kvinnur royndu sum fræg-
ast í fyrra hálvleiki, og tær
royndu so dánt at fylgja við
KÍ-kvinnunum.
Fyrri hálvleikur var eisini
meira javnur enn seinni, og
tað tyktist sum, at luftin fór
úr Skála-kvinnum í seinna
hálvleiki. Hálvleiksstøðan
var eisini »bara« 3-1 til KÍ.
Í seinna hálvleiki gekk
verri hjá heimaliðnum, tí tá
liðini høvdu rundað tíman,
stóð longu 6-1 til klaks-
víkskvinnur. KÍ- kvinnur
góvust ikki so, og tá dystur-
in var av, stóð heili 9-1 til
útiliðið.
Málskjúttar á Skála fyri
KÍ vóru, Elsa Maria Sim-
onsen og Malena Josephsen
trý hvør, Jensa Sirdal og
Vivian Bjartalið eitt í part,
meðan Skála gjørdi eitt
sjálvmál. Málið hjá Skála
gjørdi Gerda Magnussen
Skála styrkt
sær um liðið
Undan dystinum ímóti Kí,
høvdu Skála-kvinnur leitað
sør styrk av Sandoynni.
Fýra sandoyargentir vóru á
vøllinum á Skála sunnu-
dagin. Martin Kúrberg er
venjari hjá Skála í ár, og
fyri nøkrum árum síðani
stóð Martin á odda fyri
kvinnuliðnum hjá B71, og
tað er allarhelst soleiðis
sambandið er komið í lag.
Dysturin í tølum:
Skála-KÍ 1-9 (1-3)
0-1 Elsa Maria Simonsen
0-2 Malena Josephsen
1-2 Gerda Magnussen
1-3 Vivian Bjartalið
1-4 Malena Josephsen
1-5 Elsa Maria Simonsen
1-6 sjálvmál
1-7 Malena Josephsen
1-8 Elsa Maria Simonsen
1-9 Jensa Sirdal
Danskur stórmeistari á vitjan
Danski stórmeistarin, Peter Heine Nielsen, er í løtuni í Føroyum í summarfrí, men hann
sleppur ikki kortini so undan telvingini.
Mynd: Sveinur Thomasen
FM í frælsum ítrótti
TÍÐINDASKRIV
Um vikuskiftið var FM-kapping í frælsum
ítrótti á Svangaskarði. Kappast varð á
400m-, 800m- og 5000m teinunum hjá
monnum
Stóri vinnarin gjørdist Evald við Garð úr kollafirði, ið
vann øll trý FM-heitini. Evald venur niðri og setti her-
fyri persónligt met á 800m teininum við tíðini 2.00,4
min. Við hesi tíðini gjørdist hann fjór-skjótasti føroy-
ingurin á 800m teininum yvirhøvur.
Úrslitini í FM, vóru annars hesi:
400m
1. Evald við Garð, Kollafirði,
60,7 sek.
2. Jonhard Larsen, Treysti,
65,3 sek.
800m
1. Evald við Garð, Kollafirði,
2.16,8 min.
2. Sølvi Reinert Hansen, Roysnið,
2.20,5 min.
3. Samson Nesá, Gøtu,
2.26,5 min.
4. Sigurð Justinussen, Bragdið,
2.31,3 min.
5. Bogi Joensen, Treysti,
2.37,9 min.
6. Martin Rói Vilhelmsen, Bragdið,
2.46,9 min.
7. Robert Vilhelmsen, Bragdið,
2.56,4 min.
5000m
1. Evald við Garð, Kollafirði,
18,12 min.
2. Sigurð Justinussen, Bragdið,
18,15 min.
3. Jonhard Larsen, Treysti,
18,16 min.
4. Samson Nesá, Gøtu,
19,03 min.
5. Bogi Joensen, Treysti,
19,14 min.
6. Suni Jacobsen, Bragdið,
19,34 min.
7. Óli Olsen, Bragdið,
19,46 min.
8. Robert Vilhelmsen, Bragdið,
20,27 min.
15
14
Nr. 153 - 14. august 2002
Málskjúttar í
endaspælinum
Malena Josephsen . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ
4
Rannvá Andreasen . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ
3
Elsa Maria Simonsen . . . . . . . . . . . . . .KÍ
3
Hansy Davidsen . . . . . . . . . . . . . . . . . .B68
2
Heidi Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .GÍ
2
Eyðvør úr Dímun . . . . . . . . . . . . . . . . .HB
2
Anja Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .B36
2
Anna Kristina Joensen . . . . . . . . . . . . .GÍ
1
Malan á Dunga . . . . . . . . . . . . . . . . . . .HB
1
Eyðfríð Kristiansen . . . . . . . . . . . . . . . .HB
1
Kristina Simonsen . . . . . . . . . . . . . . . . .HB
1
Jóna Petra Thomsen . . . . . . . . . . . . . . .Skála
1
Poula D. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Skála
1
Elin Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Skála
1
Gerda Magnussen . . . . . . . . . . . . . . . . .Skála
1
Majbritt Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .B68
1
Anna Malena Højgaard . . . . . . . . . . . . .B68
1
Anna Maria Kruse . . . . . . . . . . . . . . . . .B68
1
Vivian Bjartalíð . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Kí
1
Jensa Sirdal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Kí
1
sjálvmál . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
1
B36-kvinnurnar
megnaðu ikki at gera
sær dælt av, at tær
vóru 11 ímóti 10 stór-
an part av dystinum
1. DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Lagt var upp til spennandi
dyst í Gøtu sunnukvøldið.
B36 skuldi reisa seg eftir
tapið í Klaksvík, og GÍ
skuldu royna at halda fast
við góða spælið, teir sýndu
í Gundadali ímóti HB.
Dysturin var eisini javn-
ur, við málmøgleikum til
bæði liðini, men tað var
havnarliðið, ið streyk av-
stað við øllum trimum stig-
unum. Dysturin endaði 1-0
til B36, eftir ein málleysan
fyrra hálvleik.
Gøtukvinnur
10 ímóti 11
Dysturin fekk eina dramat-
iska byrjan, tí longu eftir
fáar minuttir, fekk heima-
liðið ein leikara vístan av
vøllinum. Talan var um
beinleiðis reytt kort, eftir at
ein GÍ-leikari hevndi seg
inná B36-leikara.
Hóast gøtukvinnur vóru
stóran part av dystinum ein
leikari færri enn gestirnir,
so megnaði B36 ikki at
gera sær dælt av støðuni.
Bæði liðini stríddust væl,
og spældu seg fram til fleiri
málmøguleikar. Úr Gøtu
verður sagt, at GÍ-málverj-
in, Anna Kristina Joensen,
stóð ein rættiliga góða dyst.
Fyrri hálvleikur endaði
málleysur, hóast bæði lið-
ini, við eitt sindur hepni,
kundu fingið okkurt málið.
Stutt inn í seinna hálvleik
bragdaði hjá B36-kvinnu-
num. Eftir eina sending frá
Mariu Vang,
eydnaðist
Anju Weihe at fáa bóltin
framvið Onnu Kristinu í
GÍ-málinum, og so stóð 1-0
til B36
Eftir málið leikaði javnt
á, og málmøguleikar vóru
framvegis báðar vegir. B36
megnaði tó at halda fast um
leiðsluna, og harvið eisini
trý kærkomin stig.
B36 aftur
á øðrum plássi
Við sigrinum í Gøtu, fóru
B36 frammum gøtukvinn-
ur, og liggja nú fýra stiga
aftanfyri Kí í stríðnum um
FM-heiti. Í kvøld fáa B36-
kvinnurnar vitjan av Skála í
Gundadali, og tá fáa tær
møguleika at minka um
frástøðuna til KÍ, um odda-
liðið skuldi snáva í sínum
dysti ímóti HB.
Fyri GÍ hevði ósigurin
við sær, at liðið framvegis
hevur fýra stig, og liggur
ájavnt við HB og B68 á ein-
um triðja plássi
Dysturin í tølum:
GÍ-B36 0-1 (0-0)
0-1 Anja Weihe
1. DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Eftir nakrar slakar dystir,
reistu HB-kvinnurnar seg
um vikuskiftið. Tær fingu
sunnudagin vitjan av B68,
og vunnu uppiborið 3-1,
eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Hjá HB mátti sigurin
koma væl við, tí eftir stór-
tapið í steypafinaluni, og
heldur óvæntaða ósigurin
ímóti GÍ í Gundadali, hevur
verið brúk fyri at vend
skuldi koma í, um nakað
heiðursmerkið skal koma
burturúr í ár.
Undan dystinum ímóti
HB, høvdu toftakvinnur
staðið seg rættiliga væl, og
høvdu vunnið fleiri dystir
upp í slag, og liðið hevur
verið mett at verið eitt av
evnunum til eitt heiðurs-
merki í bestu kvinnudeild-
ini.
HB yvirvág
HB hevði leikliga yvirvág
meginpartin av dystinum,
og tað vóru eisini havnar-
kvinnur, sum høvdu flestu
málmøguleikarnar.
Fyrsta málið í dystinum
fall miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki, og tað fekk heimalið-
ið. HB-kvinnurnar fanga
bóltin á miðjum vølli, og
Eyðfríð Kristiansen strýkur
avstað, og komin ímóti
B68-málverjanum, lyftir hon
bóltin hegnisliga uppum
málverjan, og so stóð 1-0 til
HB.
Ikki fleiri mál komu í
fyrra hálvleiki, hóast mál-
møgleikar vóru til tess.
Seinni hálvleikur var ikki
meir enn byrjaður, so hevði
heimaliðið økt um leiðslu-
na. Kristina Simonsen og
Malan á Dunga spældu
sína millum, og tað endaði
við, at Kristina fekk bóltin
framvið B68-málverjanum.
HB helt áfram at hava
leikliga yvirvág í øðrum
hálvleiki, og B68 hevði
sera torført við at fáa sítt
spæl at koyra. Úr Havn
verður sagt, at serliga úti-
setarnir hjá HB, Eyðvør úr
Dímun, Liljan Petersen,
Annika Godtfred og Silja á
Borg høvdu ein góðan dag,
og at gestirnir aldrin rætti-
liga fótaðu sær.
Tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik, var aftur
galið hjá toftakvinnum.
Eftir hornaspark frá Maluni
á Dunga, er Eyðvør úr
Dímun fyrst á bóltinum, og
leggur HB á odda 3-0.
Dysturin var tá í royndu
veru avgjørdur. 3-0 leiðslan
av fult uppiborin, tí havnar-
kvinnur vóru nógv ágrýt-
nari henda dagin.
B68 fekk eitt troyst-mál
stutt fyri leiklok. Anna
Maria Kruse var fyrst á
bóltinum, eftir hornaspark,
og kundi minka um munin
fyri toftakvinnur. Tættari
kom B68 ikki, og endaliga
støðan gjørdist 3-1 til
heimaliðið, og sigurin var
fult uppiborin.
HB á triðja plássi
Eftir sigurin í vikuskifti-
num eru HB-kvinnur at
finna á einum triðja plássi
við fýra stigum, ájavnt við
bæði B68 og GÍ. Havnar-
kvinnur hava verið sera
óstøðugar í ár, so ilt er at
spáa um, hvussu fer gang-
ast teimum komandi vikur-
nar. Hvussu verður og ikki,
so fara útisetarnir av landi-
num aftur seinast í mánaði-
num, og um tað tá verður
soltnari við stigum, fer bara
tíðin at vísa.
Fyri B68 var ósigurinn
tann fyrsti í longri tíð, og
spennandi verður um tær
reisa seg í kvøld, tá tær fáa
vitja av GÍ á Svangaskarði.
Dysturin i tølum:
HB-B68 3-1 (1-0)
1.Eyðfríð Kristiansen
2.Kristina Simonsen
3.Eyðvør úr Dímun
3-1 Anna Maria Kruse
Eitt umfar í
kvinnudeildini í kvøld
Av tí, at U19-landsliðið hjá kvinnunum skal leika í
EM.undankapping í heyst, verður eitt umfar hjá
kvinnunum leikt í kvøld. B36 spælir á heimavølli
ímóti Skála, KÍ fær vitjan av HB og toftakvinnur
møta GÍ á Svangaskarði.
phj
HB reisti seg
B36 vann tepurt í Gøtu
Støðan 1. deild kvinnur
nr felag
d
v
j
t
málúrtøka
stig
1 KÍ
2
2
0
0
13-2
9
2 B36
2
1
0
1
2-4
5
3 HB
2
1
0
1
5-4
4
4 GÍ
2
1
0
1
3-3
4
5 B68
2
1
0
1
5-6
4
6 Skála
2
0
0
2
4-13
0
Við væluppløgdum útisetum, vunnu
havnarkvinnur sannførandi á B68 í
Gundadali
HB-kvinnurnar fingu
uppreisn í vikuskifti-
num, tá tær vunnu
uppibornan 3-1 sigur á
B68 í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14