Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Byrjaðu alginatframleiðslu út frá skeivum upplýsingum: Jydsk Teknologisk Institut um føroyska taran: úrtokan verður 6% — hon bleiv 2% Mugu møguliga keypa tara úr Filipsoyggjunum — skal virkinum verða lív lagað. Ein kanning verður gjord av Carageenanframleiðslu Tað við úrslitinum av eini kanning, Teknologisk sum Jydsk Institut hevði gjørt av urtøkuni frá føroyskum tara, at menn fóru so bjartskygdur undir at byggja eitt tara- virkið í Feroyum. Í samband við ætlanina at fara undir alginatfram- leiðslu í Feroyum Jydsk Teknologiskt Insti- tur biðið um at kanna úrtekuna av feroyskum tara til alginatframleiðslu Ursliti av kanningini úrtekan kom at liggja millum 4 og 6 Nú vísir tað seg haraftur- ímóti, at úrtekan bert er varð varð, at Meðan Alginatvirkið so- statt varð mett at kunna framleiða nekur hundrað tons av alginati tað fyrsta árið, hevur virkið í veru- leikanum bert framleitt 4 tons Sum grundgeving fyri hesum segði stjórin á virk inum, Torkild Lindberg í samreðu við Sosialin sein- asta mikudag, at orsekin Í hetta var, at feroyski tarin er ov gamal og at hann tí má skerast og endurnýggjast og har- næst at virkið hevur havt trupulleikar við royndar- koyringini av maskin- unum. Hann metti, at tad var neyðugt við meiri pen- ingi til bæði rakstur og iløgur fyri at lidugtgera virkið og útbyggja tað, sum er neyðugt. Fekk bræv um afturlatingina Vit hava sett okkum í samband við skrivaran í Menningargrunninum, Martin Djurhuus. Menn- ingargrunnurin hevur latið 2,8 mill. kr. til ílegur og rakstur av virkinum. Martin Djurhuus upplýsir, at tann 25.3. fekk grunnurin bræv frá nevndini fyri Alginatvirk- ið, har hon segði frá, at orsakað av fíggjarligu steðuni og at lógin um gjaldsteðg ikki er gald- andi í Feroyum, hevur nevndin gjert av at steðga ellum virksemi felagssins og siga ellum starvsfólki og arbeiðsfólki upp. Víðari sigur nevndin í brævinum til Menningar- grunnin, at hetta er ein fylgja av trupulleikum frá byrjan við framleiðslutól- unum, har tað hevur víst seg ógjerligt at fáa fígg- ing til liðuggerð og út- bygging á ymsum ekjum og somuleiðis av, at tað ikki er meguligt at fáa stuðul, ið kann bera eitt rakstrahall = tey árini fyrstu Hava onga umsókn fingið Skrivarin í Menningar- grunninum sigur, at grunnurin hevur onga umsókn fingið frá Alginat- virkinum um mairi rakstr- arfígging. Martin Djurhuus sigur, at Menningargrunnurin í 1977, áðrenn peningur varð játtaður til at byggja taravirki fyri, kravdi, at neyvari kanningar fóru fram. Men virkið kom kortini í gongd uttan hesar kanningar. Fyri nøkrum månadum síðani fingu Ídnaðar- grunnurin og Menningar- grunnuri í lag eina kann- ing av framleiðsluni og framtíðarútlitinum. Henda kanningin vísti, at við ver- andi 6 alginatframleiðslu sum grundarlag og vána- ligu úrtekuni úr taranum fór virkið í 1987 at hava eitt samla undirskot uppá millum 15—18 mill. kr. Ískoytisframleiðsla Hetta meintu grunnarnir var ov vánaligt grundar- lag at kunna halda fram. Tí komu teir til, at enn ein kanning skuldi gerast við tí í huga — at umframt at framleiða alginat skuldi virkið eisini framleiða evnið Carageenan. Nakað herfyri varð tí heitt á ein serfrøding á økinum um at kanna, um vit í Feroyum hava orku til at framleiða eini 200 til SOSIALURIN Martin Djurhuus, skrivari í Menningargrunninum: — Serkenir kanna nú, um virkið skal gera nýggja roynd 300 tons av carageenan og um marknaður er fyri at sleppa av við hesa veru. Carageenan verður eisini framleitt úr tara. Tað verður brúkt sum stívilsi í m. a. matveru- framleiðslu. Í dag er heimsframleiðslan av hesum evni 10.000 tons. Yvirskot eftir 1987 Tær fyribilsmetingar, sum Menningargrunnurin heur gjert, vísa, at við at brúka carageenan sum íkast til alginatframleiðsluna, fer virkið at geva undirskot uppá 1,5 mill. kr. um árið til 1987, tá tað fer at geva yvirskot. Metingarnar eru tå gjørdar út frå, at ein eykailøga uppå 2 mill. verdur gjørd aftrat, og skal virkið tå um árið framleiða 210 tons av algi- nati og 300 til 350 tons av carageenan. Hetta er so aftur grundað á, at før- oyski tarin, sum verður brúktur til alginatfram- leiðslu ikki er meira enn 3—4 ára gamal, og at úr- tekan er í minsta lagi 4% — og at tað verður inn- fluttur tari úr Filipsoyggj- unum til carageenan fram- leiðsluna. Skrivarin í Menningar- grunninum vísir á, at henda roynd nú verður kannað — fyri at finna ein útveg, so taravirkið ikki heilt heldur uppat. Lands- stýrið bíðar eisini eftir, hvat kemur burtur úr hesi kanningini. Pauli Ellefsen, løgmaður: — Tvætl at eg skal hava steðgað alginatvirkinum Landsstýrið má hava nýtt grundarlag at meta út frá, um virkið skal halda fram í it virkið varð nlarði: rr 3111; Soleidis sigur F auil Ellefsen, løgmadur i eini viðmerking til greinina i Sosialinum seinasta miku- dag, har Torkild Lindberg, stjóri á Alginatvirkinum m. a. gav legmanni skuld- ina fyri, at virkið nú er stongt i Pauli Ellefsen, løgmadur: Alginatvirkid hevur onga umsókn sent um meiri stuðul Pauli Ellefsen sigur, at fyri tað fyrsta er eingin Framhald á síðu 13