leygardagur 4. apríl 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
É
Í
i
SOSIALURIN
Síða 3
Skrivingin hjá Ola Breckmann hevur verið
høpisleys og terroriserandi. Hesin terror
skuldi nú gerast lógligur við at tingið
skuldi góðtaka álitið frá løgtings-grann-
skoðaranum, førdi Atli Dam fram
Tysdagin var ålit frå
grannskodara nevnd
legtingsins viðvík-
jandi roknskapunum
hjá Strandferðsluni
fyri fíggjarárini 1978-
79, 1979-80 og 1980-81
legd fram til 2.
viðgerð í legting-
inum. Orðaskiftið
kom meira at snúgva
seg um arbeiðslagið
hja grannskoðarun-
um og serliga
arbeiðið hjá formann-
inum í grannskoðara-
nevndini, Óla Breck-
mann. Eftir orða-
skiftið var álitið beint
í lógarnevndina !
Mánadagin kallaði
formaðurin í grannskoð-
aranevndini hjá legting-
inum, Oli Breckmann,
stjóran og tekniska ráð-
gevaran á Strandferðsl-
uni, Thomas Arabo og
Kjartan Johansen, til
fundar við einum skot-
bráði upp á ein hálvan
tíma. ,
Umframt umOlav
Olsen, skrivara hjå grann-
skodarunum, Paula Ellef-
sen, løgmann, hevdi Oli
Breckmann tveir selu-
menn við sær. Teir vóru
Poul Hansen, frá P.f.
Ludvig Breckmann, og
Annfinn Debess. Hesir
selja åvikavist motorar av
slagnum Caterpillar og
Scania og høvdu báðir
bjóða upp á motorarnar til
Sam.
Av fundarfrágreiðingini
og av tí, sum kom fram í
løgtinginum, tysdagin,
skilst, at endamålid vid
fundinum var at finna
grundirnar, hvi Strand-
ferðslan hevði keypt mot-
orar frá Grená Motorfab-
rik og ikki motorar av
eðrum merki!
Við eðrum orðum skuldi
leiðslan á Strandferðsluni
standa skúlarætt fyri Óli
Breckmann og tveimum
av teimum 11 tilboðsgev-
arunum !
Frammanundan hevur
Óli Breckmann havt fund
saman við leiðsluni á
Strandferðsluni og skriv-
aranum hjá grannskoðar-
unum. Å tí fundinum, sum
varð hildin hósdagin í
Olaf Olsen. Er burturstadd-
ur, meðan eitt mál, hann
hevur ábyrgdina av,
verður vidgjørt í tinginum !
síðstu viku, fekk Óli
Breckmann upplýsingar
um tilboðini uppá motor-
arnar.
Lítið vitandi
Fundarfrásegnin, sum er
undirskriva = av Óla
Breckmann, ber á tað
borðið, at ann motorsak-
køni hjá Strandferðsluni
er lítið vitandi, og at hann
ikki var ferur fyri at
grundgeva, hví Strand-
ferðslan hevði valt Grená
motorarnar, sum er ein
motorur, við fáum snún-
ingum, í staðin fyri ein
skjóttgangandi motor —
t. d. Caterpillar ella
Scania.
Hetta kom fram í ting-
fundinum týsdagin, tá álit
frá grannskoðarum log-
tingsins viðvíkjandi rokn-
skapunum hjá Strand-
ferðsluni fyri 1978-79 og
1979-80 var til 2. viðgerð.
Á sama fundi kom eisini
fram, at hinir í grannskoð-
aranevndini hjá legting-
inum, Flemming Mikkel-
sen, Erlendur Patursson
og Vilhelm Johannesen,
ikki vóru bidnir at koma
til fundirnar ella vistu av
teimum.
Erlendur Patursson og
Vilhelm Johannesen hava
heldur ikki góðtikið fram-
ferðina. Teir hava tí skriv-
að tinginum soljóðandi
bræv:
Hvassorðað orða-
skifti
Framferðin hjá Óla Breck-
mann og skrivið frá teim-
um báðum grannskoð-
arunum førdi til eitt fýra
tímar langt, hvassorðað
orðaskifti, har orð sum
loddrett lygn, luskarí,
mutur og terror vórðu
havd á lofti.
Vilhelm Johannesen
sum tók orðið aftaná for-
mannin í grannskoðara-
nevndini segði, at tá hann
kom til Havnar týsmorg-
unin hoyrdi hann graml
um, at grannskoðara-
nevndin hevði havt tveir
fundir við Strandferðsl-
una um keyp av motorum
til Sam.
Tá hann hevði kunnað
seg um fundirnar å grann-
skodaradeildini, hevði
hann fingið eina fundar-
frásegn útflyggjaða. Eis-
ini hevði hann vent sær til
stjóran á Strandferðsluni
viðvíkjandi innihaldinum í
fråsøgnini, men Thomas
Arabo hevði fingið forbod
móti at fáa fråsøgnina
fyrrenn dagin eftir.
— Hetta nertir við tað
óhugnaliga. Og hetta er
tann mest margháttliga
fundarfrásegnin, eg havi
lisið, segði Vilhelm
Johannesen, sum fekk við-
hald frá Erlendi
Patursson.
Erlendur Patursson
fordi fram, at Oli Breck-
mann hevði váttað, at
hann skuldi ikki gera
nakað aftur upp á nakkan
á hinum grannskoðarun-
um. — Tað er hent nú. Vit
krevja tí nýggjan for-
mann. Hetta er óarbeiðs-
ligt, segði Erlendur
Patursson.
Dupult so dýrir
Óli Breckmann fanst at, at
Grená motorarnir, sum
Strandferðslan hevði valt,
vóru dupult so dýrir sum
Tummas Arabo, stjóri á Strandferðsluni :
Vit hava valt motorar
sum gagna ferða-
fólkunum
— Vit hava ongatíð miðja í móti tí bíligasti loysnini. Eg beklagi, at
embætismenn á Strandferðsluni verða lagdir undir at vera
ókvalifiseraðir í tinginum. Eg skilji væl, at Óli Breckmann ikki
vildi geva okkum fundarfråsøgnina, sigur Tummas Arabo
Thomas Arabo: — Vit
hava ikki stungið 100.000
kr. ilumman!
Ein fundarfrásegn frá
fundi millum formann-
in í grannskoðara-
nevndini og leiðsluna á
Strandferðsluni = varð
lisin upp í tinginum týs-
dagin. Av frásegnini
framgongur, at motor-
kunnleikin á Strand-
ferðsluni er lítil. Í
hesum sambandi hava
vit havt samreðu við
Thomas Arabo:
— Frágreiðingin frá fund-
inum er ógvuliga tenden-
siøs. Líkt er til, at Óli
Breckmann hevur skrivað
hana. Eg skilji væl, at
hann noktaði okkum hana,
sigur Tummas Arabo.
Sosialurin: — Í fundar-
frásegnini verður tekniski
ráðgevarin hjá Strand
ferðsluni hongdur út sum
óvitandi. Somuleiðis segði
Pauli Ellefsen, at hann
feldi seg ótryggan við
Oli B. og løgmaður »heingja«
starvsfólk út í tinginum
teir biligastu í teimum
innkomnu tilboðunum.
Grená motorarnir kosta
1,285 mill. kr., meðan tann
bíligasta tilboðið var upp
á einar 600.000 kr., tó ikki
við somu útgerð.
Somuleiðis segði hann,
at allir tilboðsgevararnir
ikki hevdu havt somu
treytir, og summir høvdu
sjálvir verið noyddir at
spurt, um teir kundu
bjóða.
Viðvíkjandi prísinum á
tí motorinum, sum
Strandferðslan hevur valt
— og landsstýrið hevur
góðkent — segði Óli
Breckmann, at hann hevði
fingið telegramm fra éini
fyritøku um, at sama mot-
orur kundi fåast 100.000
kr. biligari, enn Strand-
ferðslan hevði fingið hann
fyri.
Óli Breckmann segði, at
hann fór ikki at víkja ein
tumma, og fór ikki at gev-
ast, fyrrenn hann hevði
funnið hasar 100.000 kr.
Legmaður kendi
seg ótryggan
Pauli Ellefsen, sum var
Framhald á síðu 12
motorsakkena.
— Tann tekniski ráðgev-
arin er maskinmaður, og
maskinverkfreðingur.
Hann hevur siglt sum
maskinmeistari og hevur
arbeitt her í fimm ár og
hevur havt nógv við mot-
orar at gjørt. Eg trúgvi
ikki, at nakar kann siga,
at hann er ókvalifiseraður.
Tad er beklagiligt, at slikt
verður sagt i tinginum
Framhald å sidu 12