Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sí ða 8 Fundarsamtykt Samtykt á landsfundi Foroya Javnað- arfloks 1981 Á landsfundi í Klaksvík í døgunum 4. og 5. apríl hevur Feroya Javnaðarflokkur viðgjert politisku, vinnuligu og sosialu steðuna í Feroyum áðrenn og aftaná at borgarliga landsstýrið hevur tikið við. Landsfundurin tekur dyggiliga undir við tí poli- tikki, sum floksins umboð hava rikið á legtingi og á fólkatingi. Landsfundurin tekur undir við tí virkna og sakliga andsteðupolitikki, sum flokk- urin higartil hevur rikið á tingi. Landsfundurin er ikki negdur við tann politikk, sum rikin verður av sitandi landsstýri, ið hevur sýnt tervandi vilja, evnir og samráðingarkynstur í royndunum at tryggja veiðiflota okkara neyð- ugar meguleikar. Landsfundurin ásannar og átalar, at sitandi landsstýri og meiriluti tess fremur sosialar niður- skurðir við ikki at seta í gildi fyri Feroyar tær ábetur á sosiala ekinum, sum undanfarna lands- stýrið hevði fingið semju um við ríkisstýrið. Somuleiðis ásannar landsfundurin, at sitandi landsstýri fremur niðurskurðir í almenna virk- seminum, sum fyrst og mest av øllum rakar landsins útjaðaragkir og hetta átalar landsfund- urin harðliga. Landsfundurin ger eisini vart við, at arbeiðs- loysi hóttir tjóðina. Í hesum sambandi ávarar fundurin ímóti at minka um almenna virksemið, men mælir tverturímóti til, at tað almenna gongur á odda við arbeiðsskapandi tiltøkum á sjógvi og á landi. Landsfundurin metir, at tað er neyðugt at seta á stovn arbeiðsloysistrygging og landsumfatandi arbeiðsávísing. Fundurin leggur dent á, at sparitiltøk einsamøll loysa ikki trupulleikar okkara. Tað er við øktari framleiðslu, vit skulu sleppa okkum burturúr teimum. Landsfundurin er samdur um, at skattaskip- anin eigur at verða broytt, soleiðis at lætt verður um skattabyrðuna hjá låginntøkunum, at kapital- vinningur, samfelagsskaptur vinningur og annar vinningur, har arbeiði ikki liggur aftanfyri, koma undir skatting og at samtíðarskattaskipan verður sett í verk. Landsfundur Javnaðarfloksins vísir á, at tað er royndur lutur, at borgarligur afturhaldspoli- tikkur ongantíð gagnar fjøldini av fólkinum. Undir slíkum viðurskiftum verður uppgáva javnaðarfloksins áhaldandi at vísa á onnur alternativ (nýggjar vinnumegu- leikar) at vísa hegraáganginum aftur og at fylkja allar demokratiskar kreftir móti teimum royndum, sum frá ymsum síðum verða gjerdar at gera lið á okkara demokratiska virkis- garð. Landsfundurin vísir á javnaðarpolitikk sum einasta alternativ í tryggum sum ótryggum tíðum, og heitir á floksins umboð og veljarafjøld um framhaldandi at stríðast fyri demokratiska sosialistiska fólkaheiminum Feroyar. Atferdarmøguleik- ar teirra brekadu Soljóðandi uppskot varð einmælt samtykt: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skýtur upp, at Feroya Javnaðarflokkur heitir á avvarðandi politisku myndugleikar um at síggja til, at grein, har serliga verður hugsað um atferðarmeguleikar og umsteður teirra brekaðu, verður niðurfeld í byggireglugerðir, áðrenn tær verða góðkendar. Serliga verður hugsað um almennar bygningar og eki, eins og leiðbeiningar hesum viðvíkjandi eiga at verða givnar í sethúsabygging yvirhevur. SOSIALURIN Atli Dam i formansfrågreidingini um javnadarflokkin: LÅ Fer ikki at reka ein yvirbjóðingarpolitikk — men ein virknan, realistiskan politikk, sum er í samsvar við gjaldorku landsins Aftaná formansfrágreið- ingina var politiskt orða- skifti. Her hevur Jákup Lindenskov orðið. Vinstru- megin sita fýra av teimum fimm starvsnevndarlim- unum, Atli Dam, Vilhelm Johannesen, Hans Jør- gensen og Torfinn Smith. Ingeborg Vinther vantar á myndini Javnaðarflokkurin er komin í eina heilt nýggja steðu — í andsteðu — sum verandi tingmanning er fullkomiliga óvon við. Men javnadarflokkurin fer i andstødu at reka ein politikk, sum er vanligum borgarum at gagni. Javn- aðarflokkurin fer ikki at reka ein yvirbjóðingar- politikk, men ein realist- iskan politikk, har upp- skot floksins standa í sam- svar við gjaldsorkuna hjá samfelagnum. Hetta sló Atli Dam fast í frágreiðing síni til lands- fundin. Í innganginum kom Atli Dam inn á valini, flokk- urin hevur tikið lut í sein- asta hálvannað árið. Hann metti fólkatingsvalið í ok- tober 1979 sum ein sigur, meðan legtingsvalið og býráðsvalið hevdu verið misjevn. Hann vísti á, at javnaðarflokkurin aftur hevði havt afturgongd í prosentum, hesuferð 0,8 pst. Hetta merkti, at flokkurin ikki fekk ta undirteku til framhald av stjórnararbeiðinum, hann hevði biðið um. Borgarligu áttu at royna seg Floksleiðslan og tingbólk- urin hjá javnaðarflokk- inum mettu eisini eftir valið, at teir borgarligu flokkarnir, sum fingu meiriluta við legtings- valið, áttu at royna seg í samráðingum um eitt nýtt landsstýri. Úrslitið av eitt samráðingunum — borgarligt landsstýri — gjørdi, at javnaðarflokk- urin kom i andstødu. Um møguleikarnar at reka javnadarpolitikk i andstødu segåi Atli Dam: — Tað er givið, at flokk- urin i andstødu kann reka ein politikk, sum er van- ligum borgarum at gagni. Kann reka hin sama idéo- logiska — idérika politikk- in, sum eyðkendi flokkin ell andsteðuárini fyri 1958, tá menn speirekandi nevndu hann »Uppskots- flokkin<. Nevnliga, tí hann bar fram uppskot, sum ferð aftaná ferð blivu feld, men sum seinri kort- ini fingu undirteku frá eðrum flokkum, tá hesir vóru nóg mikið mýktir og tá trýstið frá meiningini millum manna var vorðið nóg stórt. Ein góð ílega í longdini Atli Dam vísti tí á, at tey mongu, sum hevdu valt flokkin í 1980, ikki skuldu taka nýggju steðuna sum eitt vónbrot. Tverturímóti helt hann, at hon fór at vera ein góð í lega upp á longri sikt, tí flokkurin fer á tingi helst at vera hann, sum eigur mesta intiativið og so við og við fær sterstu ávirkanina. — Og fram í tíðina vilja uppskot okkara, tá tey standa sum alternativið, vinna meira undirteku enn tey fingu, tá flokkurin sum stjórnarflokkur bar tey fram uttan alternativ frá táverandi andsteðu. Hendan andsteðan hevði eftir formansins metingum ikki annan politikk enn hann at lasta alt, sum landsstýrið bar fram, í sand og øsku, at såa misnøgd í mannasålir og at leggja javnaðar- menn undir allar ódám- ligar eginleikar so sum fíggjarligt svik, kommu- nistiska infiltratión og sið- spillandi, avkristnandi virksemi. Hon fortaldi fólki, at hon hevði ein annan politikk, hóast hon ikki vildi almanna- kunngera hann. Ein virknan and- steðupolitikk Tá tann nýggja steðan var greið, hevði tingbólkur og floksleiðsla vidgjørt, hvenn andstødupolitikk javnadarflokkurin skuldi reka: Ein geldan andstødu- politikk uttan sjålvstødug uppskot, soleiðis sam- bandsflokkurin rak frá 1975 til 1980? Ella skuldi flokkurin velja ein sjálvsteðugan leiklut, har flokkurin alla tíðina ber fram uppskot, sum gagna borgarunum, samstundis sum tey bera á javnaðarleið og virka fyri sterri rættvísi millum manna ? Javnaðarflokkurin valdi ein virknan, realistiskan og ábyrgdarkendan poli- tikk í staðin fyri hin pass- iva, ábyrgdarleysa og negativa, sum sambands- fiokkurin og sjálvstýris- flokkurin róku seinastu seks árini. Atli Dam viðgekk, at ein slíkur = politikkur vil krógva orku- og evnaloysi hjá nýggju samgonguni, men segði, at tingið á hendan hátt fær evni at virka við og taka steðu til, sum eru í tráð við javn- aðarhugsjónina. Bert andsteðan giv- ið tinginum nakað at arbeiða við Í hesum sambandi vísti Atli Dam á, at higartil hevði samgongan bert lagt nakrar fáar danskar lógir fram, nakrar smávegis broytingar í stuðulsskipanini til fiski- vinnuna og eitt uppskot um at hækka prísin á happadráttarseðlum. — Tað er andsteðan og fremst javnaðarflokkurin, sum hevur givið tinginum nakað at virka við, tí sam- gongan hevur verið so púra eiðaser við nýskap- andi hugsan og nýskapandi uppskotum til loysn av trupulleikunum, vit eru komin í, nú meira enn nakrantíð fyrr, tí nýggju menninir vístu seg so lofnaðar í handfaringini av okkara fiskiveidusått- málum, segði Atli Dam. Ein trongd at loysa alt ødrvisi Um metingarevnini hjá