mikudagur 8. apríl 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 9
sitandi landsstýri segði
Atli Dam, at so hevdu tey
tervað í slíkt mát, at álitið
til hetta stýrið og megu-
leikar tess er skjótt mink-
andi millum fólk.
Víðari varð sagt í frá-
greidingini:
— Tað er eins og ein ser-
lig trongd at loysa alt
eðrvísi ger seg galdandi,
og tá kann ikki annað
henda, enn at mangt og
hvat dettur sundur í hond-
um teirra, tí so ringt var
ikki alt, sum bygt varð
upp undir javnaðarstýr-
um, at einki er nýtuligt.
Viðskifti okkara við onnur
lond, serliga EEC, Noreg
og Grenland-Danmark
versnaði so týtt og knapt
hesi lond mettu framferð
og fasongi nýggja leiðara
landsstýrisins — og er
hann hin sami, sum hann
leggur fram í dag á tingi
og í almennari framtreðan
her heima, so er hetta
kanska ikki so logið.
— Í telvingini við hesi
lond hava vit roynt at
geva tey ráð vit hildu vera
skilagóð, men tað er eins
og ein sjúklig trongd ger
seg galdandi til júst at
ganga evugtan veg av
hesum ráðum, og úrslitini
verða tí sjálvsagt ikki tey,
vit væntaðu og ætlaðu.
Kortini vilja vit framhald-
andi medvirka til loysn av
hesum lívsmálum feroy-
inga við tí sindri av vitan
og vurderingsevnum, vit
eiga. Vit vilja eisini med-
virka útfrá broyttum for-
treytum, teim fortreytum,
sum verða skaptar so
hvert Ellefsens samráð-
ingar við viðskiftalondini
geva nýtt vurderings-
grundarlag.
Einki nýskapandi
bert við at tváa
hendurnar
Um tey úttalilsi Pauli
Ellefsen, legmaður, er
komin fram við í legting-
inum ferdi formaðurin í
javnaðarflokkinum fram:
— Ein stóran part av tíð
okkara koma vit at nýta
til at rætta tey ótrúligu
ósannindi um fíggjarvið-
urskifti, sum serliga nýggi
løgmadurin ber fram.
— Tad politiska fals,
sum liggur i teirri status-
uppsetan, hann hevur
spesialiserað seg í, má
avdúkast, og vísast skal á
so ofta sum neyðugt, at
tað ikki er nóg mikið, tá
ein skal standa við
ábyrgd, at siga „góða
mamma tað var ikki eg«.
Og at tað einki nýskap-
andi spyrst burturúr bert
at tváða hendur. Um ein
nokk so ofta tváar hesar,
er neyðugt av og á at
grópa í moldini, skal
nakað fáast at grógva og
næla.
— Bert at revidera skap-
ar einki, tí revisjón viðvík-
ur fortíð og viðger ikki
framtíð.
Slitið varð um ein
grundleggjandi
spurning
Formaður javnaðarfloks-
ins førdi fram, at sam-
gonguslitið varð framt um
ein sera grundleggjandi
spurning — um áhugamál-
ini hjá samfelagnum og
heildini skulu leggjast í
heft, tí áhugamálini hjá
nekrum heilt fáum ganga
fram um !
— Her segdu vit bartút
nei. Bæði av prinsippi-
ellum grundum, men eisini
tí, at hesir fáu einstak-
lingar ongantíð hevdu
víst, at teir kundu umsita
síni egnu áhugamál á slík-
an hátt, at tey eisini í
ávísan mun komu fjeldini,
teim virkandi, teim sigl-
andi og brúkarunum
tilgóðar.
— Tverturímóti hava
hesir einstaklingar umsit-
ið samfelagsorku, óút-
loystar møguleikar og
virksemisskapandi virðir
á ein slíkan hátt, at
meginpartin hava teir
lókað úr egnum hondum
og latið aðrar taka teir
upp. Teir hava einans liva,
tí brúkarin sum einki val
hevði, noyddist at gjalda
tær okursfraktir, teirra
avoldaða arbeiðslag mátti
áseta, segði Atli Dam.
Framvegis megu-
leiki í siglingini
— Tí skulu vit framhald-
andi vísa í, at í siglingar-
málinum liggur ein møgu-
leiki, og hetta er best av
ellum prógvað av, at
norskt og bretskt ferju-
felag vilja leiga Smyril til
framhald. Hendan megu-
leika kunnu vit bert nýta,
um keypt verður eitt
sterri skip afturat.
— Vit skulu skorða á at
fáa arbeiði við nýggjum
meguleikum at halda fram
og tí gera royndir á nógv
fleiri ekjum, enn teim vit
meta at fáa brúk fyri, tí
gamla sannroyndin, at
fyri = hvenn nýtiligan
meguleika, tú finnur,
mást tú royna stórt tal av
ónýtiligum, er galdandi
enn.
— Hesar royndir mugu
gerast í ídnaði, landbún-
aði, innan aling av laksi,
silum og skeljadjórum,
innan veiðu og viðgerð av
svartkjafti, høgguslokki
og djúptvatnsfiski, og
kanska fremst av ellum
innan seluarbeiði okkara.
— Ein flokksins upp-
gáva verður at vísa á, at
av stuðli ella umfordeiling
av peningi millum skatt-
gjaldara, skip, virkir,
fiskimenn og arbeiðsfólk
gongur vinnan ikki í
longdini, segði Atli Dam.
Stuðulin í seluliðið
Í formansfrágreiðingini
kom Atli Dam eisini inn á
fiskasølumål, og segði, at
ein annar søluhåttur enn
tann sum Feroya Fiska-
sela nýtir við selu til ein
monopolitst í hverjum
landi, má takast upp.
Hann vísti á, at tað má
tryggjast, at stuðulin,
sum meguliga kortini má
latast, kemur at liggja í
einum seluliði, sum er
undir fullum almennum
eftirliti og undir eftirliti
av teimum, sum veitt og
arbeitt hava fiskin.
Víðari segði Atli Dam:
— Vit mugu avdúka, tá
stórfyriteskur og bankar
meguliga vilja kvala ný-
royndir í føding, tí okkurt í
hesum ikki hóvar teimum
sum nú tá fiskasela og
bankar royndu at darva
verksmiðjuprosjektinum
til svartkjaftaviðgerð
(Giljanes), og vit megu
virka fyri, at tann almenni
peningurin, sum so
mangir virka óeftiransað
við, verunliga fær ta
ávirkan, hann eigur.
Ikki tikið patent
á sosiala økinum
Atli Dam kom eisini inn á
tað sosiala ekið:
— Á sosiala trygdar-
økinum mugu vit fram-
vegis liggja á takinum.
Hóast mangir flokkar
hava ilt av hesum, og
beiskliga skuldseta javn-
aðarmenn fyri at royna at
taka patent uppá loysnir
innan sosiala ekið, so er
brúk fyri at skorðað verð-
ur á við hesum málum.
— Vit royna eingi pa-
tentir at taka. Tvertur-
ímóti hava vit brúk fyri
samvinnu við aðrar flokk-
ar um hesar spurningar,
og vit finna bert loysnir,
um fleiri flokkar ganga við
ella verða trýstir við.
— Men ikki er hetta
altíð so lætt og ikki sláa
hjertuni altíð so heitt í
hesum málum, sum tað
sæst í hesum degum, har
ábetur fyri 18 milliónir
krónur eru tekar at seta í
verk, meðan samgongan
kortini blokerar. Serliga er
tað harmuligt, at ábet-
urnar í forsorgarhjálpini
ikki koma í gildi, tí við
einum vaksandi arbeiðs-
loysi kundi júst henda
nýggja lóggáva verið ein
bráfengishjálp.
Broytingar í skatta-
lóggávuni
Í formansfrágreiðingini
varð eisini boðað frá, at í
Olavsøkutingsetuni ætlar
javnaðarflokkurin at
mæla til ávísar broytingar
í skattatalvuni, avskriv-
ingarreglunum, skatt av
vinningi av skipaselum,
metingarskipan viðvíkj-
andi kapitalvirðiseking,
eftirlitsskipan at fyri-
byrgja skattasmogum,
fyrireikingum til keldu-
skattaskipanina og eðrum
skattaspurningum.
Harafturat boðaði Atli
Dam frá, at í umleið 25
málum ella málsekjum fer
flokkurin at gera vart við
síni sjónarmið.
Hesi fevna um peninga-
viðurskifti, sáttmálaviður-
skifti við útland, um-
hvervis- og náttúruvernd-
arlóggávu, á mentunar-
ekinum við t. d. sjón-
varpslóggávu, orkuspurn-
ingar, arbeiðsverndar-
tiltøk við fyllan av karm-
inum í núverandi lóggávu,
hækking av dagpeninga-
skipanini upp á 90 pst. við
arbeiðsgevaragjaldi, ríkis-
borgararættindi, sam-
ferðsluútbygging, desen-
trala skúlaútbygging,
vinnulívsmál við t. d.
mennan av feroyskari
framleiðslu og handverki,
íognarrætt arbeiðaranna
0. s. fr.
Størri virksemi i
nevndunum
Í samband við uppskot á
hesum og eðrum ekjum er
ætlanin at arbeiðið m. a.
skal fara fram í og í
neyvum samstarvi við ar-
beiðsnevndirnar hjá flokk-
inum, soleiðis at tær, sum
ikki eru virknar, koma í
arbeiði. Harafturat er
ætlanin at leita ráð hjá
floksfeløgum innan fak-
rørsluna.
Andstøduskeidid
verdur stutt
Í endanum i rødu síni
segði Atli Dam, at hann
var sannferdur um, at
andstøduskeidid hjá javn-
aðarflokkinum verður
stutt og at javnaðarflokk-
urin aftur fór at fáa
ábyrgdina, sum hevði slit-
ið hann í 18 ár, og at hann
fór at standa sterkari enn
nakrantíð áður.
— Hetta sigi eg millum
annað tí, at eg haldi meg
hava merkt á tingbólk-
inum, at teir nú bíta á
kampi og vilja kýta seg
meiri enn nakrantíð.
Hugurin og viljin til at
gera vart við seg er til-
staðar.
Hugurin og viljin til at
stríðast fyri
sosialistiskum málum,
frælsi og vælferð.
Hugurin og viljin til at
verja rætt hins veikara í
hesum kalda — og hevði
eg nærsagt sagt — nýfa-
sistiska gjóstri, sum fór
um land okkara. Rætt
hins veikara sosialt,
arbeiðsliga og á annan
hátt, nú hegraágangurin
tykist nera um arbeiðs-
loysi og tykist fremja
sosialan og vinnuligan
ótryggleika.
Tori at meta, at vit eiga
best mannaða tingbólkin
við bestu uppmetingini og
fúsasta viljanum.
— Vit hava hildið at
koma at halda tingarbeið-
inum gangandi og gera
harvið samgonguni eina
tænastu, teir ikki hava
uppiborið, men gerst hetta
ikki við, tí vit eru valdir at
virka og hava skyldu at
virka.
Politiska orðaskiftið eftir
formansfrágreiðingina
spenti vítt. Her eru nekur
brot:
— Sjálvt um vit sita í
andsteðu, mugu vit ikki
siga, at nú mugu tit loysa
problemini. Vit mugu
vera við at loysa tey,
segði Hilmar Bech, sum
annars vísti aftur tað, at
nú reypaði eitt stjórnar-
blað av, at eykaskatturin
var avtikin.
— Té eykaskatturin var
lagdur, skuldi hann bert
gjalda í eitt ár, og skuldi
tá loysa kreppuna hjá
vinnuni, segði Hilmar
Bech, sum annars vísti á
týdningin at metast á
javnaðarfundum.
Verja demokratiið
Jóannes Dalsgaard segði,
at leikluturin hjá javn-
aðarflokkinum í andsteðu
var at vísa á munin
millum borgarligan og
sosialistiskan politikk.
— Álop eru gjørd á
demokratiið. Her hava vit
sagt »stop«. Okkara upp-
gáva er at verja tað, og
vísa hegraáganginum
aftur, segði Jóannes Dals-
gaard.
Jóannes Joensen
Landbrúkið má stýr-
ast
Jóannes F. Joensen, av
Húsum, kom inn á land-
búnaðin.
— Tá menn ikki fingu
bóndabrúkið at bera seg í
trælatíðini, fáa teir tað
heldur ikki í dag uttan
eina sterka almenna stýr-
ing, segði Jóannes Joen-
sen og vísti á tað hepis-
leysa í arvarættinum.
Minni til fiskimannin
Tórálvur M. Olsen kom
inn á uppskotið um stuðul
til fiskivinnuna, og vísti á,
at sambært uppskotið so
fór peningurin til eigaran,
meðan parturin til fiski-
mannin var niðurskorðin.
Um kósina hjá javn-
aðarflokkinum segði Tó-
rálvur M. Olsen, so hevdu
uppskotini hjá flokkinum
— Er virki tingsins merkt
av javnaðarmálum, er
nógv vunnið, tí hóast feld í
løtuni liggja tá mong mål
Framleiðslan má
mennast
Javnaðarflokkurin má virka
álvarsamt á vinnuøkinum, søgdu
nógvir fundarluttakarar
mest nortið við tað sosi-
ala. Men flokkurin fer eis-
ini at gera vart við seg á
vinnuøkinum, segði hann.
Tórálvur M. Olsen
Menna framleidsluna
Jørgen Thomsen visti á,
at vinnulívið var farið
skeivan veg.
— Viðvíkjandi fram-
leiðsluni á landi, og við at
menna feroysku fram-
leiðsluna eigur
javnaðarflokkurin at
arbeiða álvarsamt, segði
Jergen Thomsen.
— Javnaðarflokkurin er
sprottin úr arbeiðara-
rersluni, og ta leiðina
mugu vit halda, hóast vit
hava gjert okkurt í móti
hesum stætti, legði
Jergen Thomsen afturat.
Samdur við flokkin
Poul Jakke Olsen tók
undir við javnaðarpoli-
tikkinum í tinginum, og
heitti á flokkin at arbeiða
fyri vinnuligum tiltøkum,
men ikki eftir kapitalist-
iskum håtti
— Fyri at kunna bera
tær sosialu útreiðslurnar,
mugu vit syrgja fyri, at
tað vinnuliga er í lagi,
segði Poul J. Olsen, og
vísti á, at siglingarmálið
hevði verið nakað, men
sum ikki kundi ferast út í
lívið fyri teimum konser-
vativu kreftunum, sum
altíð vilja niðurbróta
Viðvíkjandi orðaskift-
inum um fíggjarlógina
segði fyrrverandi
norðoyatingmaðurin, at
so hevði javnaðarflokk-
urin havt tey bestu inn-
leggini.
Poul J. Olsen
greið at fremja tann
dagin, vit eftir valið aftur
taka róðrið í hond, endaði
Atli Dam.