Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-= SOSIALURIN Síða 3 Landsdjóralæknin D. J. Bærentsen: Storur smittu- vandi við at innflyta smol úr Íslandi D. J. Bærentsen, lands- djóralækni: — Ein má gera sínar metingar í hverjum einstøkum feri — Eg vil avgjert mæla frá, at vit gera undantek í lóg- ini og geva loyvi til at inn- flyta laksasmolt úr Íslandi. Hetta sigur lands- djóralæknin, D. J. Bær- entsen í samreðu við Sosi- alin. Tað eru annars íslend- ingar sjálvir, sum eru áhugaðir fyri at selja for- oyingum laksasmolt — og fiskaalararnir mangla smolt. Men galdandi lóg í Fer- oyum, sum er frá 1970, setur forboð fyri innflutn- ingi av livandi laksi. Landsstýrið kann geva undantaksloyvi frá hesi lóg, um tað verður hildið at vera átroðkandi neyð- ugt. Sjálvur heldur lands- djóralæknin, at tað er ein alt ov stór risiko at taka at innflyta livandi laks úr Íslandi. Hann grundar hetta á smittuvandan — at vit fáa sjúkur í Føroyum, sum vit ongantíð fyrr hava havt her — men sum eru aðra- staðni og gera stóran skaða. Nýrasjúkan er ikki í Feroyum enn ! D. J. Bærentsen sigur, at tann bakterioella nýra- sjúkan finst í Íslandi, men ikki í Feroyum. Kemur henda sjúka til Feroya við t. d. innfluttum íslendsk- um laksi — og tað kann hon — so kann tað fáa heilt álvarsligar fylgjur í framtíðini. Tað var annars lands- djóralæknin, sum nakað herfyri gav sítt viðmæli til at loyva innflutningi av laksarognum úr Noregi. Hetta eru tey rogn, sum nú eru vorðin til tann laks, sum gongur í hyljunum kring landið. Uppá fyrispurning, hví hann mælti til at innflyta rogn úr Noregi — og nú mælir frá at innflyta laks úr Íslandi, sigur D. J. Bærentsen, at ein í hverj- um einstøkum føri má meta út frá teimum sann- royndum og umsteðum, sum eru galdandi á tí ávísa plássinum. Innfluttu rogn úr Noregi — Hvat viðvíkur norska laksinum, so havi eg tryggjað meg so væl tað er gjørligt — at fáa ummæli frá serkenum norskum vetrinerfólki. Eg var m. a. í samband við Dr. Hå- stein, sum er serkønur í vibrose hjá fiski. Hann mælti til, at vit keyptu rogn frá norsku royndar- steðini í Sunndalsera, tí einki pláss í Noregi varð meira trygt enn júst Sunn- dalsøra, hvat tí vetrinera viðvíkti. — Har eru so nógv eygu og so nógvar serkønar hendur, sum hava fingurin á pulsinum, at tað er tryggasta plássið at fáa laksarogn frá. D. J. Bærentsen sigur víðari, at tað er sjálvsagt einki, sum er 109% sikkurt, men Sunndalsera pláss í var so einasta Noregi, har Hástein mælti til, at vit fingu okkum laksarogn. Tað hava verið gjerdar kanningar av bæði sílun- um og laksinum, sum gongur í hyljunum í Fer- oyum. Hesar kanningar hava higartil víst, at ongar sjúkur eru komnar inn við norsku rognunum. — Men tað er ógvuliga ringt at siga nakað við vissu, tí ein kann eisini innflyta sjúkur við rogn- unum — og hesar sjúkur kunnu koma fram ikki fyrr enn í 3. generatión. Tí eiga vit at vera ógvuliga varnir, leggur hann aftrat. Vit spurdu nú lands- djóralæknan, um tað kann vera ein trygd, at íslend- ingar bjóða okkum at senda fólk til Íslands at hava eftirlit við fiskinum. Til tað sigur hann, at hann kennir seg eitt sindur ótryggan at skula taka steðu til tílíkt. Norðmenn strangir — Eg eri principielt ímóti, at vit innflyta smolt. Eg vil eisini spyrja, hví norð- menn steðga ellum inn- flutningi av smoltu! Er tað tí, teir eru bangnir fyri smittuvandanum, og at teir hava ikki ráð til at taka eina tílíka risiki! YS vil eg bert spyrja, um vit hava ráð til tess. Mín met- ing er, at vit ikki hava tað. D. J. Bærentsen leggur aftrat, at fiskaaling er komin so knappliga inn á okkum. Orkan hjá P/f Fiskaaling er ikki nóg stór til at nekta eftirspurn- ingin, og tí er spurning- urin, um ikki menn sjálvir skulu framleiða smolt, tá norski laksurin verður kynsbúgvin.á — Eg haldi tað er eitt sindur spell, at alingin er bygd upp so knappliga, at tað nú er trot á fiski til at Livandi laksur má ikki innflytast. Fiskaalararnir vilja hava íslendskt laksasmolt — landsdjóralæknin mælir frá Ross úr Íslandi eru vanlig at síggja i Føroyum. Landsdjóralæknin heldur ikki, at nakar vandi hevur verið fyri smittum við at innflyta íslendsk ross ala. Meguliga hava menn ikki tikið hædd fyri hesum og planleggingin tí ikki hevur verið nóg góð. Annars vísir landsdjóra- læknin á, at royndarsteðin Fiskaaling, sum skal lata fiskin til alaran, er ein al- menn forrætning, sum skal bera seg. — Meguliga liggur meinbogin her — kanska teir játtandi myndugleik- arnir hava havt ov fáar upplýsingar ella ov lítlan áhuga. Teir hava priori- terað eðrvísi — kanska gongdin hevði verið ein onnur, um prioriteringin hevði verið ødrvisi fyri einum fýra til fimm árum síðani. Rossini ! — Men, D. J. Bærentsen, nú eru tygum yvirhevur ímóti, at vit skulu innflyta nakað livandi til Feroyar. Hvussu ber tað tá til, at so nógv íslendsk ross eru komin hendavegin ? — Við rossunum er tað ødrvisi. Eg havi føling við, hvussu er stætt við rossa- sjúkum rundan um okkum. Meðan tað á meg- inlandinum eru nógvar rossasjúkur, so hava teir í Íslandi onga sonevnda notificeraða rossasjúku. Tað er eisini orsekin til, at eg bert havi givið tilmæli til at innflyta ross úr Is- landi. — Men er so talan um onnur djór sum t. d. seyð, so eri eg ógvuliga hart ímóti, at hann verður inn- fluttur higar, tí har hava t. d. íslendingar sjúkur, sum eg yvirhevur ikki ynski at fáa her heima. — Tað er greitt, sigur D. J. Bærentsen víðari, at ein út frá, hverjum einstøkum føri má meta um vandan vid at innflyta livandi djór. — Lat meg endurtaka tað, at tá eg havi mælt til at geva undantaksloyvi at flyta inn laksarogn frá Noregi í 3 ár, so er tað tí, eg havi tryggjað meg, at vandin fyri smittum er minimalur seyða Sóttverju — Men hendir tað seg ikki, at norðmenn geva undan- taksloyvi til at innflyta livandi fisk ella djør ? — Tað ger tað, men har eru umstødurnar aftur ødrvisi enn hjá okkum. Har seta teir djórini í eina sóttverju, og har verður alt kannað, áðrenn djórini sleppa úr sóttverjuni. Vit hava ongan meguleika fyri sóttverju. Meðan norðmenn hava vælmann- aðar stovnar, so sum Vet- rinerdirektoratet og Seruminstituttet, so eri eg einsamallur at skula arbeiða við hesum. — Tað er út frá hesum, at eg haldi vit í Feroyum eiga at vera varnir, og eiga at seta forboð fyri inn- flutningi av livandi, har nakar sum helst misstanki er til steðar. Og eg ynski bestemt ikki at fáa nýra- sjúkuna úr Íslandi við inn- fluttum laksi, endar D. J. Bærentsen landsdjóra- lækni