leygardagur 11. apríl 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða4
Tórolvur Mohr Olsen:
Svarið eingin trygd
fyri betri farma-
flutningi í Sandoynna
Siglingin hjá Trónda í Sandoynna í
summar kann væntandi byrja um 1.
juni, tá Sam eftir ætlan skal vera liðugur
Hetta sæst av svar-
inum, sum Olaf Olsen,
landsstýrismaður, hevur
givið tingmonnunum
fyri Sandoynna, Tórolvi
Mohr Olsen og Hans
Mariusi Joensen.
Tað var fyrr í vár, at
Tórolvur M. Olsen og
Hans M. Joensen settu
landsstýrinum soljóð-
andi fyrispurning:
1. Ætlar landsstýrið
sambært áheitan frá
kommununum í Sand-
oynni at tryggja oynni
regluligan farmaflutn-
ing við Pride?
2. Hvussu ætlar lands-
stýrið at tryggja reglu-
ligan farmaflutning við
lastvognum og flutning
av eðrum akferum til og
úr oynni, nú tað er eitt
ivamál, um Tróndur
verður tekur til henda
flutning í summar.
Svarið, sum landsstýris-
maðurin hevur givið, er
soljóðandi :
Eftir ferðaætlanini
skal Tróndur sigla í
Tórolvur M. Olsen helt,
at svarið segði lítið og
trúði ikki, at Tróndur er
tekur til åsetta tíð
Sandoynna eins og sein-
asta ár. Henda sigling
kann væntandi byrja
umleið 1. juni, tá Sam
ætlast at verða liðugur.
Inntil Tróndur verður
tekur, koma Pride og
Ritan at rekja Sandoy ar-
siglingina.
Landsstýrið ásannar,
at ávísir trupulleikar
hava verið, nú Ritan og
Pride eisini hava siglt á
Skålafjørdin, men við tí
ferðaætlan, ið fyribils er
lýst, skuldu hesir verið
mest sum burtur.
Heilar tríggjar
vikur um stutt
svar
Tórolvur Mohr Olsen
takkaði fyri svarið, ið
hann helt vera sera
stutt. Tí undraðist hann
yvir, at landsstýris-
maðurin hevði havt
heilar tríggjar vikur um
at skriva sjey reglur, ið
onki segdu.
Tórolvur metti ikki, at
svarið gav nakran trygg-
leika fyri, at farmaflutn-
ingur í oynna bleiv betri.
Hann trúði heldur
ikki, at Tróndur bleiv
tekur til hesa sigling 1.
juni í ár, við tað at mot-
orarnir til Sam ikki
koma fyrrenn ta fyrstu
vikuna av mai mánað, so
hetta arbeiðið kann
koma at taka longri tíð
enn væntað.
Olaf Olsen svaraði, at
hann framvegis metti, at
Tróndur er tekur til hesa
sigling til ásetta tíð, og
um so ikki verður, vildi
landsstýrið finna eina
aðra loysn.
SOSIALURIN
Tórshavnar byråd:
Vøggustovan á Liitzens-
tróð fingið byggiøki
Tórshavnar býráð hevur
samtykt at selja Veggu-
stovuni á Lútzenstreð eitt
eki við Hoyvíksvegin til
bygging av einum dag-
stovni. ;
Ætlanin er gomul. Í
1978 samtykti fíggjar-
nevndin í prinsippinum at
selja veggustovuni ekið.
Síðan er reglugerð, pro-
jekt, kostnaðarmeting og
rakstrarætlan gjerd, so-
leiðis at stovnurin nú
lýkur allar treytirnar, sum
settar eru.
Nýggjur limur
Tórshavnar byråd hevur
valt Jákup Veyhe, yngra, í
valstýrið fyri legtings- og
fólkatingsval. Jákup
Veyhe er valdur fyri Louis
Hejgaard, sum hevur
biðið um at verða loystur
Projektið, sum fevnir
um vøggustovu til 32 børn
og barnagarå til 60 børn,
liggur i letuni til góðkenn-
ingar hjá socialstyrelsen.
Veggustovan á Liitzens-
treð hevur ætlanir um at
selja núverandi hús hjá
stovninum og brúka selu-
peningin sum eginpening
til byggingina. Tá social-
styrelsen hevur góðtikið
projektið, eru samstundis
fýra sjeyndipartar av fígg-
ingini tekir.
í valstýrið
frá starvinum. Hann
hevur sitið í valstýrinum í
18 ár. Hann var valdur av
fólkaflokkinum og tí átti
fólkaflokkurin aftur
mannin nú.
Låntøka upp á 42 milliónir á skránni:
Men formaðurin í figgjar-
nevndini var við hús
Harafturat restaðu tveir figgjarnevndarlimir hjá samgong-
uni á tingfundi mikukvøldid
Uppskot hjá andstøduni fingu ikki við-
gerð í fíggjarnevndini. Grundgevingin hjá
formanninum var hon, at tað var einki at
tosa um, tí landsstýrisamgongan tók ikki
undir við uppskotinum kortini!!!
Hóast tingsetan eftir
ætlan skuldi enda í gjár,
friggjadag, sendi løgtings-
formaðurin, Jógvan Sund-
stein, tingið heim miku-
kveldið.
Orsekin, til at legtingið
brádliga varð heimsent,
var hon, at tingsins gerða-
bók ikki varð góðkend. Og
í skundi — uttan t. d. at
taka floksformenninar
upp á ráð — sleit tingfor-
maðurin fundin, sam-
stundis sum hann boðaði
frá nýggjum tingfundi
eftir páskir.
Tað vóru tingmenn í
andsteðuni, sum lótu vera
við at atkveða, og tá bert
12 limir í andsteðuni vóru
á tingfundi, og bert tríggir
úr andsteðuni atkveddu
fyri, restaðu tvær at-
kveður í.
Samgongan metir
illa upp
Alla hesa tingsetuna
hevur andsteðan havt
nógv betri uppmetan enn
samgongan, sigur Vilhelm
Johannesen, næstfor-
maður í javnaðarflokk-
inum.
Til demis vóru bert 9
tingmenn í meirilutanum
mettir, tá tingfundurin
skuldi setast mikukveldið,
men eftir hondini komu
tríggir afturat. Javnaðar-
flokkurin var fullmann-
aður, meðan hinir and-
steðuflokkarnir manglaðu
hver sín.
A dagsskránni fyri
fundin vóru stór fíggjar-
mál til 2. viðgerð, soleiðis
at atkveðast skuldi um
tey. Eitt av málunum var
uppskot um at heimila
landskassanum at upp-
taka 42 mill. kr. í uttan-
landslánum.
— Men hverki formað-
urin í fíggjarnevndini,
Ivan Johannesen, ella um-
boðini hjá fólkaflokkinum
og sjálvstýrisflokkinum í
fíggjarnevndini, Annfinn
Kallsberg og Asbjern
Joensen, vóru á fundi.
Afturímóti vóru teir
heima við hús, sigur Vil-
helm Johannesen.
Landsstýrið helt
ikki tíðarfreistina
Tá ætlanin var, at tingset-
an skuldi enda í gjár,
hevði legtingið givið løg-
tingsformanninum loyvi
til generelt at víkja frá
freistini í millum framløgu
og 1. viðgerð og millum 1.
og 2. viðgerð, soleiðis at
flestu tingmálini kundu
avgreiðast.
Frammanundan hevði
legtingsformaðurin boða
frá, at síðsta freist at
leggja mál fyri tingið var
úti síðsta fríggjadag.
— Men kortini er lands-
stýrið komið á ting við
týdningarmiklum málum
eftir at freistin var úti. T.
d. kom landsstýrið við
uppskoti um broyting av
lóg um endurnýggjan av
skipaflotanum viðvíkj-
andi bygging av farma-
skipum mánadagin, sigur
Vilhelm Johannesen.
Mál frá andsteðuni
fáa ikki viðgerð
— Men andsteðan fær ikki
slíka vælvild, sigur Vil-
helm Johannesen og
vísirá, at 2. februar legði
javnaðarflokkurin = fram
uppskot á ting um keyp
av skipi til millumlanda-
sigling:
— Men ikki fyrr enn
mikudagin 8. apríl kemur
málið fyri í figgjarnevnd-
ini. Tá fingu andsteðuum-
boðini at vita, at sam-
gongan tók ikki undir við
málinum, og helt tí ikki, at
nakað var at tosa um.
— Vit høvdu ikki vænta,
at landsstýrissamgongan
tók undir við uppskoti
okkara, men vit hevdu
roknað við, at fíggjar-
nevndin fór at viðgera
málið sum eitt hvert
annað mál.
— Tá vit hava konsta-
tera, at okkara mál ikki
fáa rímuliga og natúrliga
Ivan Johannesen, formað-
ur i figgjarnevndini, møtti
ikki til tingfund, tå stér
figgjarmål skuldu fyri
viðgerð i figgjarnevndini,
duga vit ikki at siggja
nakra grund til, at tað skal
vera okkara skylda til at
fáa málini hjá samgonguni
avgreidd í legtinginum,
meðan tríggir limir hjá
samgonguni í fíggjar-
nevndini eru farnir til hús,
slær Vilhelm Johannesen
fast.
Mótmæli, tí sam-
gongumenn ikki
rekja sínar skyldur
Sosialurin: — Men hava
ikki allir tingmenn skyldu
at meta?
— Sjálvandi hava teir
tað. Men ein skuldi trú, at
tingmenn, sum standa
aftan fyri landsstýrið og
sostatt hava átikið sær
ábyrgdina, fyrst og fremst
skuldu kent tað sum sína
skyldu at meta upp í løg-
tinginum.
Sosialurin: — Skal tað,
at tit ikki atkveddu fyri
gerðabókini, men lótu
Annfinn Kallsberg, limur í
figgjarnevndini sum
annað umboð fyri fólka-
flokkin, metti ikki tá stór-
mál skuldu fyri
vera við at atkveða, skilj-
ast sum eitt mótmæli ?
— Ja, samanumtikið
kann sigast, at tað, sum
vit gjørdu í tinginum, var
at mótmæla, at uppskot
frá andsteðuni verða
goymd í fleiri mánaðir, og
síðan ikki fáa ta viðgerð,
slík mál natúrliga eiga at
fáa. Somuleiðis mótmæltu
vit, at samgongumenn
ikki reka løgtingsarbeidid
nóg væl — teir meta jú
ikki upp at avgreiða síni
egnu mål!
— Annars hevur ting-
formaðurin helst ásannað,
at tíðin til at viðgera hesi
mál var ov stutt og tí
hevur hann sent tingið
heim í páskafrí, endar
Vilhelm Johannesen.