leygardagur 11. apríl 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 5
— Sendið lýsingar í sjónvarpinum
og keypið útgerð fyri pengarnar!
sigur fyrrverandi
útvarps-
maður, sum heldur, at nú-
verandi stødan hjá sjón-
varpinum í
kann halda
afturat
Feroyingar áttu beinan-
vegin nú at sent lýsingar í
sjónvarpinum fyri á henda
hátt at útvega pening til
at innrætta eitt studio og
keypa útgerð fyri.
Um eini tvey ár, tá tann
fyrsti sjónvarpsfylgi-
sveinurin er komin upp,
fáa vit lýsingarsjónvarp
haðani, antin vit vilja tað
ella ikki. Hví so ikki bein-
anvegin nú brúka hendan
meguleikan: loyva
lýsingar í feroyska sjón-
varpinum og lata tær
fíggja útbyggingina av tí?
Tað er danin Torben
Baunsee, sum setir hend-
an spurningin. Ein spurn-
ingur, sum higartil ikki
hevur verið nevnivert
frammi í føroyska sjón-
varpstjakinum.
Torben Baunsee hevur
arbeitt á barna- og ung-
dómsdeildini hjá Dan-
marks Radio og í fleiri ár
gjerdi hann eisini danskar
sendingar fyri eina
spanska útvarpssteð.
Hann hevur gjørt nakrar
dokumentarfilmir og er
kveldskúlalærari í films-
læru. Nú starvast hann
sum framleiðslustjóri hjá
bandfyritekuni BASF.
Føroyum
ikki
fram leingi
Starvseki hansara er, um-
framt Danmark, Feroyar,
Ísland og Grenland.
Torben Baunsee var í
Feroyum nú í vikuni og
prátaðu vit við hann um
lýsingar, reklamu, í sjón-
varpi.
Tvær milliónir í
fyrsta umfari
Torben Baunsøe hevur
stóran áhuga fyri fjølmidl-
um og hann hevur sínar
metingar um sjónvarpið í
Feroyum:
— Seinast, eg var her —
tað var í 1979 — varð nógv
tosað um sjónvarpið. Nú,
hálvtannað ár seinni, er
sjónvarpið komið. Tað
undrar meg, hvussu væl,
tað sæst. Tað er sera posi-
tivt, at tit ikki senda
hvenn dag.
Men eg haldi, tað er av-
markað, hvussu leingi, tað
kann halda fram sum nú.
Fólk missa skjótt hugin at
arbeiða uttan samsýning.
Serliga, um sjónvarpið
metir stórari mótsteðu av
onkrum slag, missa fólk
áhugan, eru tey Olønt. Tað
kann eisini roknast við, at
kravið um feroyskar send-
ingar veksur dag frá degi.
Tí ræður tað um skjót-
ast gjørligt at seta nøkur
lent fólk, eini 10 vildi eg
mett, innrætta eitt lítið
studio og keypa útgerð.
Men ansið fyri alt í verðini
eftir ikki at fáa ein yvir-
vaksnan, umsitingarligan
yvirbygning !
Torben Baunsee metir,
at við at velja eina bíliga,
men tó nýtiliga, loysn, ta
hålvprofessionellu U-Ma-
ticskipanina, krevst i
fyrsta umfari ein iløga
uppå 2 mill. kr. Og tad er
hesin peningur, hann
heldur, lýsingar í sjón-
varpinum kunnu fáa til
vega.
Eisini fyri teir smáu
Torben Baunsøe heldur
ikki, tað er nakar vandi í
at senda lýsingar í sjón-
varpi. Danska sjónvarpið
hevur ikki lýsingar, men
hann metir, at 80% av
denum eru fyri lýsingar-
sjónvarpi. Men tað skal
ikki vera sum í USA, har
lýsingarnar í heilum slíta
sendingarnar. Heldur sum
Torben Baunsøe heldur
ikki, at blødini verða rakt
av einum reklamusjón-
varpi. Fyritøkurnar seta
meira á lýsingakontiina,
soleiðis, at tær kunna lýsa
bæði í sjónvarpi og blød-
um
í Europa, Týsklandi og
Íslandi til demis. Har
verða lýsingarnar sendar
saman, fimm minuttir
eftir tíðindini til domis.
— Fólk bera ótta fyri, at
tað koma at verða tær
stóru, ríku multinationalu
fyritøkurnar, sum einsa-
mallar fara at lýsa í sjón-
varpinum. At tær smáu
fyritekurnar ikki sleppa
framat. Hesum má ansast
eftir. Ein reglugerð má
gerast um, hver sleppur at
lýsa og, hvussu nógv.
Torben Baunsee heldur,
tað er bíligt at lýsa í ís-
lendska sjónvarpinum.
Har kostar tað 20.000 nkr.
at fáa eina lýsing uppá 30
sek. sýnda eina ferð um
vikuna í ein mánað.
Óbeinleiðis reklama
Hoast danska sjónvarpið
ikki sendir lýsingar, so er
tað fult av óbeinleiðis
reklamu, sigur Torben
Baunsee. Hann vísir á
ítróttarsendingarnar, rek-
lamuskeltini uttanum fót-
bóltsvellirnar til demis.
Ella, tá orðaskifti eru. Tá
standa øl- og sodavatns-
floskur av ávísum sløgum
á borðinum. Ella, tá sam-
røda er við onkran stjóra
Tá stendur á skerminum,
at viðkomandi er stjóri í
teirri og teirri fyritekuni.
Sigur hann so okkurt gott,
so er tað óbeinleiðis til
frama fyri fyritøkuna.
— Tá vit longu hava
hesa óbeinleiðis reklam-
una. Og ta vit kortini fáa
lýsingarsjónvarp um tvey
ár, hví so ikki taka stigið
nú beinanvegin og fáa fat-
ur á teimum pengum,
lýsingar í sjónvarpi kunna
geva?
Vit spurdu eisini Torben
Baunsee, um feroyska
sjónvarpið skuldi vera al-
ment ella. á privatum
hondum.
— Eg kenni ov lítið til
føroysk viðurskifti fyri at
kunna svara hasum,
svarar Torben Baunsee.
Men hann heldur, at
Danmark átti at verið eitt
alment og eitt privat sjón-
varp, soleiðis, at ein kapp-
ing fekst í lag
— Tí, leggur hann aftur-
at, ell kapping er sunn !
Tit ringja
— vit skriva
a
Ringid telefon
11820
ella 1 47 20
Bæði í tinginum
og landsstýrinum
Hvussu ber tað til, at
Pauli Ellefsen og Eilif
Samuelsen halda fram
sum løgtingsmenn, nú
teir sita í landsstýr-
inum?
Og fáa teir løn fyri
bæði at sita i løgting-
inum og landsstýrin-
um?
Tað er onki til hindurs
fyri, at fólk kunna sita í
legtinginum og sam-
stundis vera í lands-
stýrinum. Tað er ikki
skylda at siga logtings-
sessin frá sær, tá ein
verður valdur í lands-
stýrið. Men tað hevur
verið venja. Tann, sum
bæði situr í legtingi og
landsstýri, hevur sjálv-
andi rætt til tvær lenir,
við at, at talan er um
tvey ymisk sterv.
40 føroyingar til
Russlands
Í morgin fara 40 føroy-
ingar til Moskva, haðani
tey mikudagin fara víðari
til Tbilisi í Grusinsku
Sovjettrepublikkini sud-
uri i Kaukasusfjøllunum.
Tad er Felagid Føroyar-
Sovjetsamveldið sum i
samstarvi vid Bennett
Rejsebureau i Danmark
skipar fyri ferdini. Åhugin
hevur vist seg at vera
stórur. Tað bleiv fulltekn-
að eftir fáum degum. Ferð-
in er avbera bílig, 4.577 kr.
úr Vágum og aftur til
Vágar, alt íroknað uttan
tvær nætur í Keyp-
mannahavn.
Talan er um eina sokall-
aða studiuferð og á
skránni eru vitjanir á skúl-
um og framsýningum m.
a. Næmingar í Hoydelum,
sum læra russiskt, vera
við í ferðini.
Sleppa at byggja
í juni
Utstykkingin á Bums-
hamri í Klaksvík verð-
ur liðug í næsta mánað
og tey 55 fólkini, sum
hava fingið grund-
stykki har, sleppa at
byggja í juni, verður
upplýst á býráðsskriv-
stovuni.
Tey 55 stykkini eru í
miðal 500 m? til stødd-
ar. Prísurin er ikki
ásettur enn. Seinast,
Klaksvíkar kommuna
seldi grundstykki,
kostaðu tey
65.—70.000 kr. og hesi
verða ikki bíligari.
So skjótt útstykk-
ingin á Bumshamri er
liðug, verður farið
undir eina aðra út-
stykking. Hon verður
heimanfyri hina, heim
móti Lítlubrekku.
Eftirspurningurin eft-
ir grundstykki er
stórur í Klaksvík. Býr-
áðið hevur í letuni
liggjandi 200 umsókn-
ir.
Fíggjarætianin hjá
Klaksvíkar kommunu
fyri 1981/82 er ikki
endaliga viðtikin av
býráðnum enn. Hon
kemur til aðru viðgerð
á býráðsfundi komandi
týskveld.
Alíkningin er heldur
ikki liðug. Upplýst
verður, at tað er ein
hampuligur vekstur í
skattainntekuni. Ætl-
anin er, at skattapro-
sentið skal vera
óbroytt, 18.