Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DAG 1 SOSIALURIN Menningargrunnurin svarar Ídnaðarráðgevanum: Vísir ábreiðslum aftur Herfyri prentaðu vit í Sosialinum eitt álit, sum Tórmóður Dahl, ídnaðar- ráðgevi, hevur gjert um Menningargrunnin og virksemi hansara. Har visti ídnaðarráð- gevin á , at Menningar- grunnurin hevur ikki virk- að eftir teimum hugmynd- um — tí »anda« — ið, var sjálvt grundarlagið — pallarnir — undir legting- sins samtykt um henda grunn. Í dag prenta vit eitt aftursvar frá Menningar- grunninum til ådurnevndu grein í Sosialinum. Menn- ingargrunnurin skrivar: Til grein í Sosialinum nr. 25 frá 1. apríl 1981, við yvirskriftini >Menningar- grunnurin komin í vanda- mikla blindgøtu«, hevur nevnd grunnsins hesa við- merkingar. Her skal bert verða nomið við tað í greinini, sum hevur samfelagsligan áhuga. Í álitinum frá Tórmóður Dahl, ídnaðarráðgevara og skrivara í Ídnaðarfel- agnum, lagt fram á lima- fundi í Ídnaðarfelagnum, verður sagt, sambært sosialin, at Menningargrunnurin eftir felagsins metan ikki hevur virkað eftir teimum hug- myndum — tí »anda« — ið var sjálvt grundarlagi — pallarnir — undir løgtings- ins einmæltu samtykt. Víðari verður sagt, at nevnd Menningargrunns- ins sigur, at atvoldin er ov lítið av peningi. Fyri bert einum góðum ári síðani segði táverandi nevndin, at teimum ikki tervaði meira pening — heimild grunnsins at upptaka lán kom tá yvirhevur ikki uppá tal. Tað er sjálvsagt, at grunnurin ikki kann útlána meira pening, enn umsóknir um lán fyri- liggja. Tað má ásannast, at menn ikki vóru so eld- hugaðir fyri at fara undir annan ídnað enn fiski- vinnuidnad fyrst i 1970- árinum, hetta óivað av ti góðu úrteku sum fiski- vinnuídnaðurin gav um hetta mundi og aftur í tí góða fiskivinnuárinum 1977. Eftir 1977 kom so vend í, tá blivu meguleik- arnir fyri, at vinna nakað á sjónum avmarkaðir. Tað kann viðmerkjast, at grunnurin fyri fíggjarárið 1976/77 játtaði lán v. m. upp til kr. 4.981.000,00, fyri fíggjarárið 1978/79 vórðu játtað lán v. m. upp til kr. 12.071.000,00 og fíggjarárið 1980/81 vóru játtað lán v. m. uppá um- leið 19.000.000,00 kr. Grunnurin gjerdi brúk av lániheimildini fyrstu ferð í fíggjarárinum 1979/80 og aftur 1980/81. Ut frá hesum telum sæst, at útlán grunnsins eru marg- faldaði síðani 1977. Um- sóknir til grunnin um lán v. m. eru somuleiðis marg- faldaðar síðani 1977. Víðari sigur Ídnaðarfel- agið/Ídnaðarráðgevarin, at tað helst er flestu limum felagsins ókunnugt, at eis- ini nevnd Menningar- grunnsins fyri einum slek- um ári síðani hevur skotið upp at broyta lógir og við- tekur grunnsins. Yvir- hevur miðja hesi broyt- ingaruppskot móti at styrkja um maktpositión grunnsins (nevndarinnar og skrivarans) í føroyska vinnulivinum. M. a. verð- ur skotið upp, at tað — í lógarskapi — skal vera nevnd Menningargrunns- ins, ið skal fyrileggja fyri Feroya legting eina met- ing av tervinum á stuðli til føroyska vinnulívið. Hvat ídnaðurin sjálvur meinar ella ikki meinar her verður als ikki nevnt. Víð- ari verður sagt, at einasta ferð vinnan verður nevnd, er í samband við uppskot- inum um avteku av lóg- ásetta promillu-gjald- inum. Har verður sagt, at oll virkir hava framt lógar- brot og tí koma undir bót (tí einki virki hevur goldið nevnda gjald). Broytingaruppskot nevnd Menningargrunns- ins viðvíkjandi grein 4 stk. 1 í lógini eru soljóð- andi: »Ur landskassanum verður á hverjum fíggjar- árið veittur grunninum neyðugur rakstrarpening- ur. Á hverjum árið fyri- leggur nevnd grunnsins fyri Feroya legting eina metan av fíggjarliga tervi grunnsins til neyðugar veitingar, sambært $ 2, fyri komandi fíggjarár. Legtingið tekur so steðu til játtanina til grunnin, tó í minsta lagi 6 mill. kr. fyri fíggjarárið. Fyrstu ferð fíggjarárið 1981/82«. Í viðmerkingunum til lógarbroytingina sigur nevndin millum annað: >Tað ið nevnd Menning- argrunnsins skal fyri- leggja Feroya legting á hverjum árið, er bert ein metan av ílegu- og rakstr- artervinum hjá Menn- ingargrunninum (lokali tervurin)<. Sum sæst omanfyri, er ikki nevnt við einum orði, hvenn stuðul tað 5; Í fíggjarárinum 1980-81 Feroyska vinnulívið í síni heild skal ella má hava eitt komandi fíggjarár. Tá sagt verður, at nevnd Menningargrunnsins hev- ur skotið upp, at avtaka promillu-gjaldið, er hetta beinleiðis ósatt. Í endaliga uppskoti nevnd Menn- ingargrunnsins er pro- millu-gjaldið tikið við sum verandi í lógini. Tað kann viðmerkjast, at ætlandi er, at fara undir uppkrevjing av promillu-gjaldinum i hesum figgjarårinum. Tad skal åsannast, at nevnd grunnsins fyrr, i einum uppskoti til broytan av lógum grunnsins, hevur skotið upp, at avtaka promillu-gjaldið, men bleiv hetta, sum sagt, ikki gjørt í endaliga uppskot- inum. Hetta í samráð við Ídnaðarfelagið, sum fekk uppskotið til ummælis. Til seinast verður sagt av Ídnaðarfelagnum/Ídn- aðarráðgevaranum, at tað í bleðunum og annars millum manna hevur verið fílst á at, at siga øll nevndin við skrivara ger kostnaðarmikla ferð til Onglands at hoyra fyri- lestrar um nútímans aling, meðan t. d. Havbúnaðar- felagnum varð noktað stuðul til sama endamál. Víðari verður sagt, at sjálvandi eigur nevnd Menningargrunnsins at fylgja við í tí, ið fer fram innan aling, men líka sjálvandi er tað eisini, at tað hevði verið nokk við einum umboði á stevnuni, og at peningurin var betri farin, um t. d. grunnurin veitti 4 alarum 50% í studningi til ferðina. — Tað ger ikki myndina ljós- ari at komnir á staðið av- gjørdi nevnd grunnsins ikki at luttaka å fyrilestr- unum. Fiskaaling verður, eftir hvat serkønir innan henda ídnað meta, ein tíðandi táttur í okkara vinnulívi. Tað snýr seg her um eina verkætlan, har millión- upphæddir skulu fyrisitast, tí má tað verða umráðandi, at ein stovnur sum Menningargrunn- urin, sum fíggjar rakstur- in hjá alarunum, hevur ein hollan kunnleika um AOR = | 1444 jåttadi Menningargrunnurin umleid 19 mill. kr. i lånum. Matvøruvirkid i Klakvik var eitt av virkjunum sum fekk lån år grunninum viðurskiftini viðvíkjandi fiskaaling. Tað er rætt, tá Ídnaðarfelagið/Ídnaðar- ráðgevarin siga, at teir í umboðaði Menningar- grunnin ikki vóru til fyri- lestrarnar, men bert til framsýningina í Onglandi. Hetta, at umboðini bert vóru til framsýningarnar komst av, at fyrilestrarnir kostaðu umleið kr. 9.000,00. Nevnd grunn- sins metti hetta verða ov kostnaðarmikið og av- gjørdi tí, at biðja fyrireik- arnar av stevnuni, um alt tilfar frá fyrilestrunum. Hetta varð játtað og skuldi tilfarið verða sent grunninum ókeypis. Annars kann viðmerkjast, at umboð grunnsins høvdu samband við ymisk felog og virkir, eitt nú Highland Development Department. Frá hesum hevur grunnurin fingið skriv, har sagt verður, at umboð teirra koma til Fer- oyar í døgunum 1.—8. juni 1981 og at teir eru åhug- adir fyri føroyskum vørum so sum tekstil v. m. Tað er ikki rætt, tá Ídn- aðarfelagið/Ídnaðarráðgev- arin sigur, at Havbúnað- arfelagið varð noktað stuðul til Onglandsferð, tí grunnurin hevur ikki fing- ið umsókn um stuðul til hetta endamál frá Hav- búnaðarfelagnum, = men harafturímóti hevur grunnurin fingið umsókn frá ávísum persóni, sum sekir vegna áhugaðar innan fiskaaling í Feroyum um stuðul til ein tíðindamann. Út frá hesum metti nevnd grunn- sins tað ikki verða rætt, at veita stuðul til ein ávísan tíðindamann, sum til dag- liga starvast á einum pol- málgagni, sjálvt um tað vóru áhugaðir innan fiska- aling í Feroyum sum stóðu aftanfyri nevndu umsókn. Tað skal viðmerkjast, at allir teir alarir sum sektu grunnin um stuðul til Onglandsferðina fingu játtan um stuðul. So her hava bæði Oyggjatíðindi og Ídnaðarfelagið/Ídnað- arráðgevarin fingið skeiv- ar upplýsingar. Síða 9 Meðan arbeiðsbyrðurn- ar hjá landsdjóralækn- anum hava verið al- samans vaksandi hava tað kortini ikki verið fleiri fólk sett at rekja hetta arbeiðsekið. Hig- artil hevur landsdjóra- læknin verið einsa- mallur um at umsita allar tær uppgávur, ið áliggja embætinum at rokja. Nú hómast ein glotti. D. J. Bærentsen, lands- djóralækni sigur í sam- rødu við Sosialin, at hann munnliga hevur fingið at vita, at figgj- arnevndin hevur játtað at seta ein djóralækna aftrat. — Eg meti hetta hava so stóran týdn- ing, at fekk eg ikki mannin, so datt alt niðurfyri, sigur D. J Bærentsen Uppá fyrispurning hvat hetta fer at týða fyri arbeiði hjá lands- djóralæknanum, sigur D. J. Bærentsen, at nú Djóralækni setast aftrat vea tað so tveir mans til at taka sær av dýrum og sjúkum hjá dýrum burturav. Hetta vil siga, at tænastan verður munandi betri. — Sjálvur haldi eg, at nú landbúnaðurin hevur lagt stóran dent á at økja um neyta- talið, so hevur tæn- astan, vit hava kunna boðið teimum, verið alt ov vánalig. — Her kann t. d. nevnast, at tad hevur sera stóran tydning, at landsdjøralæknaembæ- tid kann bjóða ta neyð- ugu tænastuna til land- búnaðin. Kálvar ein kugv t. d. einar tveir mánaðir ov seint, so merkir hetta stórt tap í framleiðsluni — somu- leiðis seydur hevur garnasótt — ti er sera átroðkandi, at landbún- aðarmenn kunnu fáa ta neyðugu hjálpina, legg- ur D. J. Bærentsen aftrat. Klaksvíkingur fyristødumadur Tad verdur klaksviking- urin Finn Nielsen, sum tekur vid sum fyristødu- maður i Føroya keypssam- tøku 1. juni. Fimm um- søkjarar vóru til starvið. Finn Nielsen hevur fingið upplæring í FK og hann var lærlingur í Norð- oya keypssamteku seinast í sekstiárunum. Seinni hevur hann lisið hægri handilsskap í Keyp- mannahavn, fram til HA- prógv. Í letuni starvast hann í fíggjardeildini hjá Golgate-Palmolive fyri- tekuni. Finn Nielsen tekur við eftir John Eshøj, sum hevur verið fyristeðu- maður í FK seinastu fimm árini. Hesa tíðina hevur FK fingið tvær nýggjar deildir, í Vágum og Suður- oynni, og tríggjar nýggjar handlar, í Hoyvík, Vágum og Fuglafirði. Fyri fimm árum síðani var selan 22 mill. kr. umleið. Nu er hon 52 mill. kr. Keypssam- tøkan hevur fingið ein annan nýggjan leiðara nú i var. Tað er danin Knud Rasmussen, sum 1. april tók við deildarleiðara- starvinum í Dr. Jacob- sensgetu eftir Ole Poul- sen. John Es- høj und- irvísir her á einum skeiði fy- ri álitis- fólk í FK