Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Starvsmannafelagið : Vit vilja hava staðfest, at hetta Landsstýrið vil hava rætt at gera stakar sátt- málar á økjum, sum Starvsmannafelagið annars fevnir um. Landsstýrið vil ikki fara víðari og samrådast um onnur mál í uppleggj- inum hjá Starvsmannafelagnum. Tí eru sam- ráðingarnar steðgaðar upp. Eingin nýggjur fundur var avtalaður í gjár. Sáttmálasamráðingarn- ar millum Starvs- mannafelagið, sum fevnir um flest allar starvsgreinir innan tað almenna, og lands- stýrið eru rendar fast- ar. Tað, sum samráðing- arnar eru steðgaðar uppá, er júst starvs- ekið. Starvsmanna- felagið vil hava stað- fest, at tær starvs- greinir, sum Starvs- mannafelagið nú fevnir um, skulu í framtíðini eisini liggja undir Starvsmannafelagnum. Tá fólk eru sett í al- mennt starv og tey hava fingið status sam- bært lóg um starvs- fólk, eru tey blivin sátt- målabundin gjøgnum Starvsmannafelagið. Men seinastu árini er klípt burtur av starvs- mannafelagsekinum. Hesum vil Starvs- mannafelagið steðga, meðan landsstýrið ikki vil ganga undir hesa staðfesting, og vil hava rætt, at gera sáttmalar leysar av starvsmanna- felagnum — Vit hava havt striå av samrådingum at skaffa limum okkara betri kor. og tí kunnu vit ikki ganga við til, at landsstýrið skal hava rætt at gera sáttmálar við starvsgreinir, sum okkara felag fevnir um. Helt hendan gongdin fram, blivu vit eitt felag uttan limir, sigur Ernst Hansen, formað- ur í Starvsmannafel- agnum. Men í hesum hevur landsstýrið ikki vilja boygt seg. Landsstýrið vil ikki fara víðari og samráðast um -onnur mál í samráðingarupp- Ernst Hansen: — Ov tíðliga at taka semingsmannin inn nú. Kunnu fáa brúk fyri honum seinri legginum hjá Starvs- mannafelagnum. Landsstýrið hevur tí vilja havt semings- mann inn longu nú. Men Starvsmannafel- agið hevur víst á. at tað er alt ov tíðliga, tí part- arnir kunnu altíð fáa brúk fyri honum aftur í samráðingunum. Sambært lóg um semingsmann er bert loyvi at tilkalla hann einaferð. Tað, sum hann kann gera, er at útseta eitt meguligt verkfall í eina viku. Er hann fyrst komin inn skal hann loysa trupul- leikarnar eftir hesum átta degunum. Starvsmannafelagið er av tí áskoðan, at eingin semingsmaður vil taka samráðingar upp á seg longu nú, tí partarnir eru komnir so stutt áleiðis enn.Men hesi sjónarmið hevur landsstýrið ikki góð- tikið. Annars stendur í sáttmálanum, at part- arnir skulu semjast um ein semingsmann. Um teir ikki kunnu semjast um ein, skal dómarin velja hann. SOSIALURIN Samgongan kú vendir: Tekur undir við hugskoti er okkara okið | Javnaðarfloksins Starvsmannafelagið góð- tekur ikki, at tað verður klípt meira av økinum, sum felagið fevnir um LÅ I siglingarmálinum Aðalmunurin er tó, at Javnaðarflokkurin ynskti skilagóða stýring uttan mannamun og politiskan lit — og ikki, at »vinir og kenningar« skuldu gera sær dælt av inntøkum landskassans Uppskot strandferðslu- málaráðharrans um at leiga Smyril út til eitt privat feroyskt skipa- felag, til summarsigling- ina millum Noreg og Danmark, og at verandi summarsiglingin hjá Smyrli skal rekast av eini sokallaðari risaferju, má sigast at vera stórtíðindi, sum Sosialurin illa kann lata fara fram við uttan viðmerkingar. Tað var Javnaðarflokk- urin, sum í síni tíð, kom við hugskotinum um júst hesa sigling, og hevur Sosialurin roynt at fylgja hesum, eftir okkara tykki, góða hugskoti upp. Tað fer blaðið eisini at gera í framtíðini. Hetta hugskotið um uttanlandasigling fær nú fulla undirteku, ikki bert frá núverandi samgongu, men eisini frá tí felag, sum i skipaferåslunevndini mest vardi avoldadu flut- ningshættirnar. Alt, sum Dimmalætting og Dag- bladid hava ført fram um figgjarliga 6førid i sam- band vid tilika sigling, hava teir nú etið í seg aftur Hvat siga hinir privatu? Skipaferðslunevndin, dominerað av Skipafel- agnum Feroyar, var sum kunnugt skálkaskjólið fyri at jarðleggja vetrar- siglingina hjá Smyrli. Hetta sama felag skal nú yvirtaka hetta sama skip í stórt sæð somu sigling. Hvat siga hinir privatu partarnir í nevndini ? Eingir kappingar- trupuileikar At hugsa sær. Nú kann Smyril brúkast í Norð- sjónum. Nú kann stórt skip løna seg í Føroyasigl- ingini. Nú eru eingir kapp- ingartrupulleikar. Bert tað eru skipafelagsstjór- arnir Árni Joensen, Oddur Niclassen og H. Lamain. Og hver skaffaði teimum hendan bitan? Ein annar »skipafelags- stjøri«. Hann eitur Olaf Olsen, og situr í dag sum landsstýrismaður. Sjálvandi trúgva vit framhaldandi, at tílík sigl- ing er skilagóð, og at hon kemur at bera seg fíggjar- liga. Men vit mugu átala, at henda sigling nú verður avreidd á ein tílíkan hátt. Hver skal nú gjalda risahallið? Var tað ikki júst hetta, sum seinasta landsstýrið slitnaði uppá? Hver fanst ikki at øllum miljónunum, sum Strandferðslan oysti um seg við? Alt hetta skuldi skattgjaldarin gjalda! Hver er tað nú, sum skal gjalda tað »risahall« Strandferðslunnar, sjålvt um virksemið nú verður flutt til Skipafelag Feroya? Verður tað ikki skattgjaldarin ??? Lands- stýrið man halda tað vera rætt, at ávísir fáa loyvi til at leggja slanguna niður í landskassan. Tá ber sanni- liga væl til at fáa telini at ganga upp! Hurrá fyri nýggja reiðarínum Meðan 2. stjórar og il starvsfólk effektivt hava umsitið alt strandferðslu- virksemi við 13 skipum, herundir uttanlandasigi ingina, og samstundis brotið upp úr nýggjum, hevur Skipafelagið við sínum 4 stjórum og 22 starvsfólk við teim, eftir teirra tykki, supermod- ernaðu skipum, ikki megn- að at fylgja við, rópar landsstýrið nú HURRÁ fyri nýggja reiarínum. Fyri teimum, sum nú skulu reka Smyril og tað alt ov lítlu »risaferjuna«. Hetta góðtekur lands- stýrið blint ! 145 bilar, ella 9 fleiri enn Smyril kann taka, sigur teimum einki. 15 trailarar kann »risaferjan« flyta, meðan Smyril lastar 17—18 trailarar. Heldur ikki hetta sigur teimum nakað! Tá ein hevur í hug- anum, at Lasse II kundi fáast fyri 46 milj. krónur, umbyggingin íroknað, og at hann kundi flyta 220 bilar, hevði koyggjupláss fyri 340 fólkum, og hevði eitt ferðafólkaloyvi til 800 fólk, so kann ein og hver meta, hvat ódugnaskapur og treiskni kann kosta hesum samfelagi. Hesin meguleiki stóð okkum í boði fyri tveimum árum síðani. , Nú eingin kanning neyðug Skipaferðslunevndin, sum av ellum alvi bardist móti ætlanunum hjá Strand- ferðsluni, skal nú onga kanning gera. Tað verður ikki hildið at vera neyð- ugt! Heldur íkki skal kannast, um Skipafelagið er so sterkt eitt felag, at tað kann bera tað »risa- halla, sum uttanlandasigl- ingin varð segd at geva. Hví hevði hetta mál strandferðslumálaráðharr- ans so nógvan skund ? Hvi skuldi hetta mál skrumb- last gjøgnum tingið? Má' traditiónin, at hitt al- menna skal bera hesum felagi uppi, ikki brotast? Tí má bert sigast at vera heppið, at samgongumenn ikki mettu upp hósdagin soleiðis, at tingsetan mátti leingjast, og stundir nú vera at viðgera málið nærri. Politiska niður- steðan Hendan fullkomiliga kú- vendingin hjá samgong- uni og Skipafelagnum má bert takast sum ein sigur til hugskotið, sum Javn- aðarflokkurin bar fram í siglingarmálinum. Tað, at hitt almenna kann brúkast til at bróta upp úr nýggjum. Aðalmunurin er tó, at Javnaðarflokkurin ynskti eina skilagóða al- menna stýring og eftir- ansan av almenna stuðul- inum, soleiðis at hesin varð veittur uttan manna- mun og politiskan lit. Tað er ikki sambært skrá javn- adarmanna, at „vinir og kenningar« gera sær dælt av inntøkum lands- kassans. Tað var kanska tí, at sosialar skerjingar skuldu fremjast, og at útjaðara- økini skuldu pinast í sam- ferðsluútbyggingini ? Á tingi kemur javnaðar- floksins uppskot í sigl- ingarmálinum til viðgerð- ar aftur 23. apríl. Hetta uppskot er avvegað, og kundi framt ta neyðugu savning av áhugamálum skipafelaganna. fen tíverri sær tað út til, at samgongan ætlar at av- reiða allar hesar megu- leikar til tað felagið, sum hevur bestu umboðan í landsstýrinum. Men hetta blað vil fram- vegis síggja sína stóru uppgávu í, at ávara móti tílíkum ódámligum ætlan- um hjá sitandi landsstýri, sum vil geva hetta okkara samfelag upp til skutils fyri nekrum fáum.