leygardagur 11. apríl 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
nætur av hesum.
Slíkt eru menn, ið út-
inna slík stórverk.
Koma tit í seguna, so
ar ——a
verður tað við heitinum:
hinir meiningsleysu.
Getumaður
Er tú við
ella imóti
Um tú verður spurdur um
tú ert við ella ímóti Jesus,
eru bara tveir meguleikar.
Annaðhvert er tú við ella
ímóti. At svara: Av og til,
ella í summum ferum, her
finnnst ongin annar megu-
leiki. Jesus sigur sjálvur í
Matt. 12.30: tann sum
ikki er við mær, er ímóti
mær.
Um tú ikki er persónliga
kristin og ikki hevur Jesus
sum harra í sínum lívið, so
er tíð at gera tað nú. Tað
nyttar onki at gera góðar
gerir ella hava góðan
moral.
Tað stendur í Rom. 4.1-8
um Ábraham, og hverjum
hann var rættvísgjerdur
av, tað var av trúgv, og
hava vit nógv at læra av
honum, og har stendur at
tað var nokk sum Jesus
gjørdi tí mugu vit taka
ímóti honum eina.
Lesið um ítrótt
Øll menniskju eru synd-
arar, tí er Jesus einasta
leiðin til Gud. Jesus sigur
í Joh. 14.6: Eg eri vegurin,
sannleikin og lívið, ongin
kemur til faðirin uttan við
mær. Jesus var synda-
fríður. Hann var full
komin. Í Jesusi fái eg fyri-
geving hvenn dag fyri
mínar nógvu syndir. Av tí
sum Jesus gjerdi kann ein
og hver koma inn í himm-
alin.
Nú kann hver og ein
koma til Jesus, men útset
tað ikki, framtíðina vita
vit onki um nær hon
endar, tað merkja vit
hvenn dag.
So eg vil enda við at
biðja teg sum lesur hettar
andakt-stykkið, set tað
ikki út, tað er ævinleikin
sum tað snýr seg um.
T.H.
Brúkar
tú
fallhjálm
er eydnan
við tær
Á sostalnum
Hví sigur
løgmaður ósatt
Í Dimmalætting leygar-
dagin sýnir Pauli Ellefsen
hvussu lítil maður hann
veruliga er. Í illsinni av-
dúkar legmaður, at hann
ikki er nóg vaksin til
starvið, sum fólkaflokk-
urin, sjálvstýrisflokkurin
og sambandsflokkurin
hava valt hann í.
Tað, at Pauli Ellefsen
ofta er farin lætt um sann-
leikan, lati eg fara, men tá
hann nú, sum Feroya
legmaður ikki kann leggja
hendan ósið av, so noyðist
eg, sum tann landsstýris-
maðurin, ið hevði skipa-
byggimál um hendi ta tíð-
ina, sum Realkreditt-
stovnurin varð vidgjørdur
millum landsstýrið og
ríkisstjórnina, avdúka at
legmaður sigur ósatt.
Undanfarna landsstýri
hevði ta steðu, at >Realur-
in< skuldi koma á feroysk-
ar hendur og leggjast
undir landsbankan at um-
sita saman við fleiri eðrum
stovnum og grunnum.
Talan var um Húsaláns-
grunnin, Menningar-
grunnin, Jarðargrunnin,
Idnadargrunnin og aðrar
grunnar hjá tí almenna. Sí
annars síðu 19 í: >Rede-
gørelse om oprettelsen af
en landsbank pá Færø-
erne< eftir Bodil Nyboe
Andersen og Henning
Holten. Har verða hesir
grunnar og yvirtiknir
grunnar so sum 60 mió.
grunnurin umreddir.
Tá Erland Fossá fylti 70
ár og spurningurin um
eftirmann hansara var
frammi, varð tað boðað
ríkisstjórnini frá, hver
ætlanin hjá heimastýrin-
um var. Stýrið fyri Real-
kredittstovnin bad tí
Erland Fosså um at halda
fram, til tað var endaliga
avgjert, um grunnurin
kundi yvirtakast og leggj-
ast saman við landsbank-
anum, soleiðis at starvið
sum dagligur leiðari á
»Realinum« varð
niðurlagt. Allir politikk-
arar vita, at Atli Dam
skuldi ikki vera lands-
bankastjóri, men at talan
var um ein annan mann
við sera góðari útbúgving.
Tað er tí beinleiðis ósatt,
at Atli Dam ella nakar
annar hevur hildið nakran
„sess heitan« til Atla Dam
undir tí fyrstu ferjukrepp-
Í sambandi við ætlaðar
broytingar í útlánsvirk-
seminum hjá Realkreditt-
stovninum fekk landsstýr-
ið á heysti 1980
fyrispurning viðvíkjandi
ætlanini við »Realinum«.
Á landsstýrisfundi 22.
december 1980 kl. 10,30
samtykti landsstýrið at
fyrireika yvirtøku av
stovninum. Nú kundi
stýrið fyri »Realinum«
møguliga biðið Erland
Fossá hildið fram eina tíð
enn til landsbankin var
stovnaður. Men tá hetta
ikki er hent, so kemst tað
sjálvandi av, at nývaldi
løgmadurin hevur aðra
áskoðan í spurninginum
um yvirtøku av »Real-
inum“, nevniliga ta áskoð-
an, at Realkredittstovn-
urin ikki skuldi yvirtak-
ast. Stýrið fyri »Realin« er
tí farið at leita eftir manni
fyri Erland Fossá, sum
var farin um aldursmark-
ið, og fann tað fram til, at
Atli Dam hevði allar tær
neyðugu fyritreytirnar.
Skulu vit finna eitt upp-
hav í hesum máli, so er
Pauli Ellefsen óbeinleiðis
pápin at tilnevningini av
Atla Dam. Og tað gjerdist
hann við at lata heima-
stýrið skifta steðu í spurn-
inginum um yvirteku av
»Realinum«. Atli Dam
vard settur å fundi 13.
mars 1981 so løgmadur er
i so seinur á sjóvarfall-
inum við sínum óhugna-
liga og ódámliga mótmæli.
»tørri ósannindir og meira
hysteriska og óndsinnaða
frásegn enn hana hjá løg-
manni seinasta leygardag
hava vit ikki sæð fyrr.
Pauli Ellefsen sigur eisini
ósatt, tá hann pástendur,
at Atli Dam nú fær fígg-
ingina av okkara fiski-
skipaflota um hendir. Atli
Dam er settur sum starvs-
maður hjá einum stýri við
trimum stjórum. Og tað
eru teir sum taka avgerð
um at játta ella at sýta
lánum.
Atli Dam skal fyrireika
og avgreiða mál, og stýrið
ætlar væl at gera nýtslu
av hansara stóru vitan um
føroyska fiskivinnu, eftir
sum tað neyvan finst
maður í landinum, sum
veit meira um hesi viður-
skifti. Men hann skal ikki
játta ella sýta. Tað ger
stýrið.
Avgerðirnar um fígging
til útbyggingina av
okkara fiskiskipaflota
verða kortini framyvir
tiknar politiskt í lands-
stýrinum, við tað, at tað er
landsstýrið, sum jåttar
ella sýtir stuðulslán
Soljóðandi er sent Dimmalætting:
Hetta tí at ongin byggir
skip uttan tey 20—25% í
stuðulsláni. So er tað líka
mikið um »Realurin« hev-
ur játtað ella ikki. Sigur
»Realurin« nei, kann
landsstýrið kortini útvega
fígging, tá ið tað ynskir
tað. Samanber Luxem-
burglánið til kraftblokka-
skipini og játtaninar til
rækjuskip, sum »Realur-
in« å sinni sytti fyri.
Meðan allir skipaeigarar
og skipabyggjarar vita, at
teir frá Atla Dam fingu
eina objektiva og sakliga
viðgerð uttan mun til poli-
tiskan lit, so vita teir, nú
Pauli Ellefsen er vorðin
løgmadur, at hetta kunnu
teir ikki rokna við longur.
Tí, sum hann skrivar, er
tað náttúrligt hjá honum,
at slík málsviðgerð er
fargað av politiskum sym-
patium ella antipatium.
Hetta er skrivingin um, at
foroysk skipabygging er
løgd í hendurnar á starvs-
manninum Atla Dam (og
harvið javnaðarflokk-
inum) prógv um.
»Hvad hjertet er fuldt af
løber munden over med«.
Tað er vanligt at slík
størv verða sett uttan at
tey eru lýst leys. Nær eru
t. d. størv sum banka- og
sparikassastjórar ella
varastjórar lýst leys í Fer-
oyum? Bankanevndirnar
>supplera< seg sjálvar við
at heita á menn um at taka
sæti í nevndini. Tey sein-
astu demini eru Jákup
Joensen í sjóvinnubanka-
nevndini og Olaf Olsen í
nevndini fyri Føroya
Banka. Hesin seinni er
ikki farin úr nevnda starvi
hóast hann hevur tikið við
sum landsstýrismaður.
Annars hevði mær hóvað
betur, at starvið varð lýst
leyst og at Atli hevði sekt,
tí hansara verkfreðingaút-
búgving, hansara stóru
royndir innan umsiting og
hansara vitan um fiski-
vinnu kvalifisera hann
Sendið
lesarabrøv
til sostalin
fram um nakran annan.
Men nú valdi stýrið fyri
»Realinum« at leita seg
fram til eftirmannin hjá
Erland Fossá og tað er
sum longu nevnt vanlig
mannagongd hjá peninga-
stovnum.
lllgiting og ósannindi
eru hevuðsinnihaldið í frá-
søgn løgmans.
Er tað evundsjúka, tí
lagkøkan nú er -?9rvísi
býtt, ið pínir ?
Tað er nú ikki neyðugt.
tí man ikki partafelagið
revisorvirkið geva væl av
peningi enn ?
Heldur er hevuðs-
orsekin tann, at legmaður,
sum á einum fimm ella
seks fylgjandi ting-
fundum, hevur gjert seg
til tað turra spott, hevur
brúk fyri at leggja royk og
mjerka út yvir alt tað
hann hevur sagt og gjert
og ikki gjert hesa stuttu
tíð.
»Hann veit onki og finn-
ur ikki til botns i prob-
leminum. Hann /spillir
okkum veiðumeguleikar í
EF sjógvi. Hann er komin
væl áleiðis við at forkoma
okkum laksaveiðuni og
hann tekur 2 mió. kr. í utt-
anlandslånum um dagin«.
Ju, hann hevur so sanni-
liga bruk fyri kamouflasju
at krógva sin politiska
ódugnaskap aftan fyri. nú
tað kemur undan kavi, at
har vóru bara tóm orð.
Orð, orð, og orð. Onki
annað.
Hvat er tað ljótasta Fer-
oyum og feroyingum
hevur verið fyri, spyr
Pauli Ellefsen.
Tað er sjálvandi tað, at
Feroyingar fingu eina
munnskemd til legmann,
sum tann, ið Dimma-
lætting presenteraði leyg-
ardagin 4. apríl.
Ljótari og skendskari
kundi tað ikki verið.
í Havn, 7. apríl 1981
Vilhelm Johannesen