Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Ídnaðarfelagið skipar fyri : Foroyskari viku eftir ferðum til Skotlands påskir I døgunum 23.—26. april skipar Føroya Idnadarfelag fyri før- oyskari viku i Sølumid- stødini á Trapputreðni. Á vikuni eru 29 lutt- akarar, sum umboða feroyskt framleiddar verur Í samband við fer- ysku vikuna hevur Ídnaðarfelagið givið eitt blað út, sum verður sent í hvert hús í land- inum. Í hesum blaðn- im verður m. a. sagt m sjálvt tiltakið føroysku vikuna: »Førovavikan verður sett av Paula Ellefsen, løgmanni, hósdagin 23 april kl. 14. Síðani verð- ur meguleiki at vitja teir ymsu básarnar Luttakaralistin her niðanfyri. Hann er ikki so lítið áhuga- verdur. Undir heitinum VIT MEGNA... ...BERT VIT VILJA verður henda 4. fer- oyska vikan ein karm- ur um partar av okkara framleiðandi ídnaði. Av tí at talið á luttak- arunum ikki er so stórt, so hevur verið megu- ligt at leggja dent á serliga fimm greinar innan okkara ídna. Tað fevnir um fisk og skeljadjór, sum vit kunnu ala (Havbúnað- ur) — um góðsking og liðuggerð av matverum (Matveruídnaður) — um klæðini vit ganga í (Klædnaídnaður) — um húsini vit búgva í (Bygningsídnaður) og at enda um orkuna (Orkuídnaður), sum er sæst grundarlagið undir øllum ødrum. Umframt hetta veråur so eisini annar idnadur umbodadur, men ikki i so stóran mun Ynskið við hesi fer- oysku vikuni er tí eitt annað enn bert hetta at skula síggja verur og keypa tær Aftanfyri liggur vónin og trúgvin uppá, at vit megna — bert vit vilja. Vit hav ikki pláss fyri tí svartskygda tann har- afturímóti kann kveikja í, har fyrr var øskukalt«. A føroysku vikuni i ár verður bjartskygdi eisini eitt stórt akvarium við liv- andi fiski og skelja- djórum. Tað eru Hav- búnaðarfelagið og ein flokkur á Háskúlanum, sum standa fyri hesum. Sum nakað heilt nýtt verður í ár skipað fyri eini HUGSKOTS- KAPPING. har stersti vinningurin er 100.000 kr. Endamálið við kapp- ingini er at finna fram til onkra nýggja fram- leiðslu í Føroyum, sum er arbeiðsskapandi. Fyrilestrar Tað vera eisini hildnir fyrilestrar á vikuni. Tað er um ídnaðar- spurningar og verður síðani kjakfundur sein- asta dagin um ídna. Tá luttaka, Pauli Ellefsen, Vilhelm Johannesen og Tórmóður Dahl. Bilur til sólu Reliant Kitten við trimum hurðum. 2 ára gamal, hevur koyrt 16.000 km Rustar ikki! TIf. 75023 SOSIALURIN Mervyn skipar aftur i år fyri buss- Ferðafólkini velja sjálvi útferðirnar Aftur í ár ætlar Mervyn Dimon á Tveroyri at skipa fyri bussferðum til Skot- lands. Ferðalegini skulu búgva á Aviemore, og hað- ani verða so gjerdar út- ferðir. Men tað óvanliga við hesum ferðum er, at tað ikki er ferðaleiðarin sum avger, hverji steð, ferðafólkini skulu vitja. Her eru ferðafólkini sjálvi sum velja útferðarsteðini. Hetta er 6. árið á rað, at Mervyn skipar fyri tílíkum túrum. Í ár er ætl- anin at skipa fyri seks túrum, um nóg stórur áhugi er. Mervyn roknar tó við, at tað verður áhugi fyri túrunum, tí Skotland er eitt bæði vakurt og bíligt land at ferðast í. Fyrsti túrurin 28. juni Fyrsti túrurin verður við Smyrli sunnudagin 28. uni kl. 15,30 og longu månamorgunin kl. 7,00 er Smyril i Scrabster, hadani ferðin gongur beinleiðis til A viemore við bussi Túrurin Tórshavn- Scrabster varar bert einar 16 tímar, so her er bert um eina nátt. Her er eingin orsek at stúra hiá teimum, sum ikki eru sterk á sjónum, tí sovið verður stersta partin av túrinum. Tað einasta sum liggur fast er, at búð verð- ur fast í Aviemore alla vikuna, og ferðafólkini avgera sjálvi, hverjar út- ferðir tey ynskja at gera. Bussurin verður aftur í Aviemore hvert kveld, so ikki er neyðugt hjá fólki at fara við til allar busstúr- arnar, um tey ikki hava hug til tess. Tey kunnu í meðan hyggja seg um í Aviemore, tí har er nógv áhugavert at síggja, sigur Mervyn Dimon. Hvat lokkar fólk til Skotlands? Einum stórum parti av ferðafólkunum dámar væl at vitja teir ymsu handl- arnar, tí har eru góðar og bíligar verur at fáa. Hetta er ein av grundunum til, at eg havi valt Aviemore at gista í, tí bert við at koyra 45 min. ert tú í hevuðs- staðnum í tí skotska há- landinum, Inverness ið hevur 35.000 íbúgvar Hetta er 6. árið á rað, at eg nýti henda ferðingar- háttin tovndirnar frá undantarnu árum vísa, ferðafólkini eru I elað ari fyri henda enn býum, sigur Mervyn Aviemore Aviemore er eitt stórt frí- tíðarpláss. Har eru fýra stór nýmótans hotel við dansihellum, umframt ein hóp av smáum húsum, sum ferðafólkini kunnu leiga. Tað verður í tílíkum húsum, ferðalegini koma at búgva. Húsini eru út- gjørd við ollum nýmótans hentleikum. Mervyn sigur, at í Aviemore er nógv at fara til, har er svimjihell, íshockeyhell, ríðingarbreyt og ikki at gloyma Santa Claus land, so í Aviemore er eisini hugsað um børnini. Alt hetta liggur å einum øki innan fyri ein kilometur. I Aviemore er eisini møgu- leiki at royna seg hjå teimum sum hava hug at fiska sil ella laks, ti i Avie- more eru hvønn dag slikir túrar og har ber til at leiga sær alla útgerðina so sum tráðu, stúvlar o. a. Frá Aviemore er bert ein lítil tími at koyra til tað kenda Lock Ness vatnið, og bert sjey kilometrar sunnan fyri býin er ein stórur djóragarður. Á tí stóra økinum, har flestu djórini ganga leys, sleppa bil larnir at koyra. 3500 krónur fyri túrin Tað verður pláss fyri 18- 20 fólkum á hverjaði ferð, og kostnaðurin verður 3500 krónur fyri hvenn í eina viku. Um onkur hevur hug at verða í Skot- landi í tvær vikur, er prís- urin 5250 krónur. Um onkur hevur bern við, er prísurin væl minni fyri bern undir 14 ár. Við í prísinum er roknaður ferðaseðil við Smyrli, uppihald, busstúrarnir og morgunmatur. Mervyn Dimon sigur, at túrarnir eru vælegnaðir fyri felagsskapir ella ar- beiðsfelagar, bindiklubbar og skúlaflokkar. Á einum slikum túri ferðast ein gjøgnum og steðgar á í umleið 50-60 sterri og smærri býum, alt eftir teimum útferðum, ferða- fólkini velja at gera.