Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Nei, hatta er Olaf Olsen Er tað landsstýrið sum Hvussu tilvildarlig og for- hastað viðgerðin av av- reidingini av uttanlanda- siglingini til Skipafelagið var i samgonguni sæst best av hesi hending: Tå målid kom i figgjar- nevndina kl. 14,00 hin 9. april 1981 hevði Oli Breck- mann enn allar antennur stillaðar inn uppá and- stygd fyri Norðsjóvarsigl- ing, sum hann rósti til skýggja í 1975. Partamaður hansara Øssur Dam Jacobsen fekk, sum aðrir fíggjar- nevndarlimir álit Olaf Olsens útflýggjað men Øssur sum samgongu- maður saman við ordrum um hvat hann skuldi meina um hetta. Komin niðan í tingið kl. 16,30 sama dag leggur Øssur álitið fyri Óla Breckmann og hesin setist at lesa. Men valla komin í helvt hyggur Óli stríðsfúsin upp og spyr illskliga: »Er Atli komin vid hesumi dag ?« »Hyss, hyss« sigur An- finn Kalsberg, id eisini er figgjarnevndarlimur, »Nei, hatta er tilmæli Olaf Olsens«. So ótrúlig tóktist , ku- vending samgongunnar Ola Breckmann, at hann ikki droymdi um annað, enn at hesir uttanlanda- siglingarfantastarnir gjør- du enn eina roynd at fåa hugskot síni góðtikin. Men Óli Breckmann skal eiga tað rós, at hann skjótt umstillar seg til nýggjar ordrar. Adrenn kveldið var komið hevði hann tí skriv- að 'risareportagu um nýggja skipið, Skipafel- agið og Smyril, sum nú knappliga aftur átti teir møguleikar i Norðsjónum, sum Oli lovprísaði i 1975, men lastaði i øsku síðani. Nú rósar hann Skipafel- agnum fyri initiativ og dirvi, tí teir vísa á eitt »risaskip«, sum kann loysa alt tad, Strandferåsl- an ikki kundi, og hann varnast ikki, at sammett vid tad skip, mælt er til i uppskoti javnadarfloks- ins, er hetta mest at likna vid eina dangu, id bert hevur 2/3 av ti kapasiteti, id Lasse II hevði. Lasse kundi sum flestu minnast fåast fyri 46 milj. kr., meðan hetta »risa- skip« id einans lastar 150 bilar og ti flytur hægst 600 ferðafólk skal keypast fyri 90 milj. kr., ella åleid tað sama sum hitt nógv sterra skipið í uppskoti javnaðarfloksins kann fáast fyri. Slíkt nevna teir borgar- ligt framskygni. Atli P. Dam Nýggi læknin í Norðstreym skal sita í Kollafirði Tey seinastu árini hevur ein javnan í blødum og í Utvarpinum hoyrt um ta útbyggjan, ið fer fram innan tað føroyska heilsu- verkið. Ein kann fegnast yvir, at eisini heilsan hjá føroyinginum liggur okkara stýrandi fólki á sinni. Vit eru nógv, ið fegin vilja vera við til gjøgnum skattin at hjálp hverjum eðrum til best meguligu hjálp, tá sjúka rakar, bæði barnið og tann vaksna. Eftir hvat eg havi skild, so er heilsuverkið í stórum deilt upp í Sjúkrahús- verkið og so alt tað, ið stendur uttanfyri hetta, vist nevnt tann primera heilsutænastan. Hendan fevnir bæði læknar, sjúkrasystrar, jadramød- ur, heimahjálp o. s. fr. Her í Vestmanna hava vit í umleið 100 ár verið væl fyri í so máta, eftirsum vit altíð hava havt lækna her á staðnumog tað hava vit eisini tann dag í dag. Tað er nú við at ganga upp fyri mær og eðrum við, at nú fer at henda okkurt, sum fer at viðfera, at fólk her á leið, ja á allari norðstreymoy, fara at fáa vánaligari semdir. Í nógv ár hevur tað verið so, at vit hava lækna, sum kann vera hjá tí sjúka innanfyri ein tímans tíð ella styttri, um tað gerst neyðugt, í hvussu so er gerandis- dagar. Verri hevur verið um vikuskiftini, tí sum rímuligt er skal okkara lækni eisini hava fríð av og á, hann hevur hóast alt vakt døgnid runt og tað er ikki fyri fólk at hava. Í nógv ár hava tann eini vågalæknin og Vest- manna-læknin skifts um at hava »week-end« fríð, og tad tykist rimuligt. Nu hava vågamenn fingið tveir læknar og sostatt sær tad ut til — sambært blødini — at teir har nú fáa væl ordnadi vidurskifti i lag fyri teirra læknar og fyri vágafólk. Men hvat nú — hvat so við okkara eki og okkara lækna? Forvitin sum eg eri havi eg leitað mær eitt megnarskriv fram og er tað ett veldugt álit við einari keðiligari ljósareyð- ari permu. Harí stendur mangt og hvat og er tað henda bók, ið tykist vera grundarlagið fyri útbyggj- anini av tí primeru heilsu- tænastuni. Um Vest- manna-læknaøkid stendur, so vítt eg skilji tað, at har skal setast ein lækni aftrat við bústaði í Kolla- firði. Hesin læknin og Vestmanna-læknin skulu so arbeiða saman, væl mest um vaktir og væl serliga um vikuskiftini. Hetta ljóðar fyrimyndar- ligt, tí ikki er langt frá Vestmanna til Kollafjarð- ar og umvent. Kvívíkingar, leynnamenn og fólk á Stykkinum eru samstundis væl fyri, og ikki hava vit longur enn 40 km. til Sjúkrahúsið í Havn, um galið skuldi gingið. Tað sum eg undr- ist á og fleiri onnur við mær er, hví í allari víðastu verð hesin læknin í Kolla- firði ikki er settur. Hvat og hver liggur í buktini? Hver hevur myndugleikan her? Eftir hvat áðurnevnda álit sigur, so hevur sóknar- stýrið í teimum bygdum, sum liggja í læknaøkinum her nógv at skulla siga, men hvat hava teir sagt og nær fara teir at siga okkurt? Er ikki lands- stýrið og Ríkisumboðið við í ellum hesum og hvat gera teir? Í Feroyum er eisini eitt læknafelag, hvat summir menn ofta hava verið frammi og lufta teirra umsorg fyri feroya fólki, bæði okkum frísku men serliga tey sjúku, men hvat gera hesir góðu menn, blokera teir eisini her, sum vit hava sæð teir gera fyrr? — Ella hvat er alt hetta fyri nakað? Havi eg rætt, tá eg haldi meg hava skilt, at har er nakað við, at ætlanirnar eru gjørdar um eina heilsu- midstød = við tunnils- munnan á Eysturoynni, hvar ådurnevndi Kolla- fjarðarlækni kann /sita sum eitt annað trell. og koma leypandi fram, tá onkur trongir til lækna- hjálp her vestanfyri og umvent hverva inn í holið, tá onkur er ússaligur inni í Eysturoynni? Um so er vil eg skýra hesar ætlanir fyri at vera púra gælnar og ein háð ímóti okkum, ið her vestanfyri sita og ein skipan, ið er nógv verri, enn tá læknin skuldi koma yvirum sundið, tá Vest- manna-læknin hevði fríð. trýstir Skipafelagið — til at fara undir eina sigling, sum teir sjálvir hava skýrt at vera tað reina vanvid? Á fundi í Skipafelag Fer- oya mánadagin, varð málið um leigan av Smyrli til viðgerðar. Eftir hvat vit hava frætt er ætlanin, at stovna eitt partafelag við 500.000 kr. í partapeningi, harav Skipafelagið skal hava tey 45 prosentini, ella 225.000 kr., landið 20 pst. ella 100.000 kr. og restin tekn- ast av eðrum. Á fundinum ivaðust menn um nakar annar vildi seta pengar í eitt tílíkt ivasamt projekt, tí tað vísir seg at vera sera kostnaðarmikið at leiga Polska skipið. Sagt verður, at ætlanin er at leiga polsku ferjuna fyri 13.000 $ um dagin. Hetta svarar til útvið 90.000 kr. Vanligt er at gjalda frammanundan fyri fyrstu 30 dagarnar og tá 15 dagar eru farnir er vanligt at gjalda fyri 15 dagar afturat. Trygd má tí helst útvegast fyri leigu í 45 dagar. T. v. s. í minsta lagi 4 milj. krónur. Sambært upplýsingar frá Olaf Olsen, verður Smyril ikki latin fyri minni enn ætlaða yvir- skotið t. v. s. minst 4 milj. kr. fyri summarið. Sostatt skal ein ella annar lata trygd fyri hetta lítla felag við sínum bert 325.000 krónunum í partapeningi. Spennandi at vita, um Skipafelagið ætlar at lata landskassan lata trygd fyri hesar 18 miljónirnar, ella um Skipafelagið sjálvt er fert fyri at klára neyð- ugu trygdina ! Vit mugu bert ganga út frá, at legtingsgrannskoð- Nei, lat okkum halda fast við, at tann nýggi læknin í Norðurstreym- oyarøkinum skal sita i Kollafirði og hava vaktar- skifti við Vestmanna- læknan. Hetta hevði givið eina fyrimyndarliga vakt- arskipan, bæði fyri tey ið sjúk eru og fyri lækn- arnar. Kunnu okkara æraðu legtingsmenn heldur onki gera í hesum máli? Tað sum gerast skal, skal gerast skjótt, tí nú hendur so nógv í Bekjunum rundanum okkum, eftir hvat blød og Útvarp vita at siga. Vestmenningur ararnir, fíggjarnevndin, skipaferðslunevndin og logtingið sjálvt sýnir neyðugt fyrivarni og ger neyðugar kanningar. Tíbetur = góvust nú stundir at gera nakrar kanningar í hesum málin- um tí legtingið longdi set- una. Gekk tað sum sam- gongan ætlaði, var jú meiningin at leggja málið fyri tingið seinasta hóskveld og skrubbla tað igjøgnum dagin eftir. Ofyrireika Ein kundi freistast at ill- gitt, at orsøkin til ætlada skundin er, at dyljast må hvussu ófyrireikaðir menn eru lopnir út í hetta alter- nativið til, tað sum Strandferðslan hevur bygt upp, tí enn er einki upplýst hverki fyri fíggj- arnevnd ella legtingi, um kanningar ella útrokn- ingar um skipið, sum ætlanin er at keypa, ella um tær havnir, sum ætl- anin er at sigla til. Sum vit í viðmerkingum okkara í seinasta blað segdu, er hetta polska skipið óegnað til ferða- mannasigling í Noråur- atlandshavi. Tað tekur lítið meir av ferðafólki enn Smyril og sama tal av bilum ella negd av farmi. Sum kunnugt er eitt ávíst tal av bilum fortreyt fyri at sterri tal av ferðafólki fæst við tí. Vanliga ferða- mannatalið liggur um 4 fyri hvenn bilin. Einki fyriliggur um, at skipið er nýtiligt í Scrabs- ter, og í Hanstholm er tað so ikki nýtiligt. Ætlandi skal tí skipið sigla til Hundested á Sæ- landi og er túrurin Tórs- havn — Bergen — Hunde- sted tá meir enn 600 sjó- míl og fær skipið tí helst ikki loyvi frá Skipasýn- inum at flyta full 1000. Kanska ikki meir enn 500- 600. Talað hevur so verið um at leggja rutuna til Tórs- havn — Eggersund — Hundested. So er spurningurin um Skipafel- agið hevur ætlanir um at italiumenn, fransar, týsk- arar, sum hava talt mest í ferðamannatalinum, og norðmenn, sviar og finn- lendingar, ið bílagt hava ferðaseðil úr Bergen, skulu standa og býna í við- merkingar hesum havnum teir ætlaðu at sigla frá, ella um Skipafelagið ætlar at bjóða teimum aðrár út- ferðir ístaðin fyri tær teir hava bílagt. Bert at hugsa sær til at broyta summarsiglingina, sum skal byrja um 30 dagar, vísir, at her er lítið og illa hugsað. Spurningurin er tí, hvat ið liggur aftanfyri, at Skipafelagið nú loypir á bláman, tí eingin , sum bert er eitt sindur at sær komin heldur tað vera rímiligt at annar enn Skipafelagið ber ábyrgd- ina av hesi roynd síni. Skal hitt almenna slóða, má tað gera tað fyri øll verandi feleg og ikki bert eitt. Hver ið hálar í træðr- irnar í letuni hevur ikki verið meguligt at fáa fulla greiðu á, men blaðið vil framhaldandi royna at kanna málið. Javnaðarfloksins upp- skot um keyp av sterri skipi til summarsiglingina var skilagott, tí tað var ætlað framt áðrenn hálvan februar. Keyp av sterri skipi er framvegis skilagott, men kann hetta í fyrsta lagi koma til gagns til heystar. Hendan meguleikan, at leiga sterri skip til summarsiglingina kann- aði Strandferðslan í sam- band við at P á O og Sigvald Bergesen vildu leiga Smyril til framhald við Norðsjóarsiglingini beinanvegin aftaná at nýggja landsstýrið hevði jarðlagt hesa. Landsstýrið kom tá í ta knýpu, at leigutilboðið, ið var treytað av, at teir fingu Smyril í minsta lagi i 12 mðr. kundi ikki góð- takast, tí teir vildu ikki vera við til at keypa nýtt skip fyri Smyril. Men leigutilboðið prógvaði, at Strandferðslan og teir flokkar i undanfarnu landsstýrissamgongu, sum segdu, at hendan sigling bar til, hevdu rætt. Er tað hetta sum liggur aftan- Framhald á síðu 13