Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 9 Louis Houmann og mammubeiggi hansara, Jógvan Høgnesen, sum eru bóndur á Grunnlendsgarðinum í Oyndarfirði. Jógvan hevur festið enn, men meiningin er, at Louis skal festa eftir Jogvan. Grundlendsgarðurin er fimm merkur. Hagin liggur ovar- liga. Hagin er góður summarhagi, men ikki vetrarhagi. Seyðahúsini liggja í um 200 metrar hædd. Hann ber 150 seyðir. Um seyð og bg heldur Jógvan fyri, at seyðurin skuldi verið koyrdur av bønum longu á summarmála, tí so hevði bgurin kunnað verðið sligin tvær ferðir. fáa framvegis 75 oyru ov lítið. Kunstteðini fara ein umveg — Kundu kunstteð og kraftfóðuri fingist bílig- ari? — Uttan iva. Kunstteð- ini fáa vit úr Danmark. Norsk Hydro framleiðir tey, men vit kunnu ikki keypa tey úr Noreg, tí norskar heilselur hava ikki loyvi til útflutning. Og norsk Hydro flytur bert út til danskar agentar. — Kundu feroyingar sloppið at keypt beinleiðis úr Danmark, slapst udnan fraktini til Danmarkar Vit sluppu undan donsku millumhandlarunum og fraktin úr Noreg til Fer- oya er helst bíligari enn fraktin úr Danmark — Er hetta ikki ein upp- gáva hjá feløgunum hjá jarðbrúkarunum at taka sær av? — Vit hava tvey felog og er hetta avgjert ein uppgáva hjá teimum, men higartil hava tey ikki røkt hesa uppgávuna nóg væl. — Men viðvíkjandi kraftfóðurinum skal ein fóðurmiðsteð byggjast. Tað endaliga staðið er bara ikki funnið enn. Tervur á einum fakfelag — Í fjer fingu garðarnir roknskaparskyldu, høvdu bøndurnir nakrar fortreyt- SR Fjósið, sum Louis Houmann fór at byggja i 1977, liggur á Flødhamri ir fyri at føra roknskap ? — Tað hevdu teir ikki. Sjálvur fái eg hjálp frá einum grannskoðara. Eg føri eina kassajournal, telji alt saman, leggi biløg- ini við og sendi so alt til Havnar. — Atti ikki eitt fakfelag at tikið sær av slíkum spurningum, hjálpt bøndunum og lagt teimum lag á? Jú avgjørt. Bønd urnir — teir sum liva av jørdini — skuldu havt eitt fakfelag, sum tók sær av ellum slíkum spurningum. Ov vánalig servica — Maskinamboðini eru ein týðandi partur av ar- beiðinum hjá einum jarð- brúkara. Hvussu er við servicu og slíkum ? — Tað eru so nógv merki á marknaðinum, at tað er einki grundarlag fyri eini ordiligari servicu. Hon er alt ov vánalig. Tað skuldi verið so, at smiðir hjá umboðunum kundu komið út á garðarnar. Ein OS traktorur er lívsæðrin í jarðarbrúkinum og má altíð vera í lagi. Verður ein traktorur í ólagi, og hann verður ikki umvældur beinanvegin, kann enda heilt galið. Ein avloysaraskip- an hevði lætt um stríðið — Ein bóndi er bundin av arbeiðnum morgun, dag og kveld og í vikuskift- unum. Er hetta ov nógv at krevja av einum manni. Hvat við eini avloysara- skipan? — Arbeiðsdagurin er frå kl. seks á morgni og til út á kveldið í vetrarmánað- unum — frá november til hálvan mars. Tá váringin kemur fyri og allan okto- ber út, verður arbeitt einar 16—20 tímar dagliga. Tá hoyggingin er fyri, verður allur dagurin brúktur til hana og so í fjósið at mjólka. Í hesum tíðar- skeiðnum hevði ein avloysaraskipan hjálpt nógv. — Eisini hevði ein av- loysaraskipan í vikuskift- unum lætt nógv um ar- beiðið. Bara tað at kunna havt frí okkurt vikuskifti hevði verið gott. — Og sjálvandi skuldi tað eisini verið meguligt at fingið ein avloysara, tá sjúka kemur uppí. Tá in- fluensan gekk, vóru tað bóndur sum gingu við nógvum fepuri í fjósinum. Kemur sjúka upp í, kann tað verða heilt galið. | 00 neyt afturat og vit kláraðu okkum við mjólk Louis Houmann, sum heldur, at vit kundu klárað mjólkartervin í Føroyum, sigur, at tað er tørvur á landbúnaðarroyndum i Føroyum, eftirútbúgving og skeiðvirksemi — Vit kundu saktans verið sjálvforsýnandi við mjólk, kjet og eptir, sigur Louis Houmann. Sum er, klára vit ikki at nekta meira enn tveir trið- ingar av mjólkarbrúkinum og av samlaðu kjet- nýtsluni innflyta vit meg- inpartin. Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi epl- unum. Vit framleiða einar 4-4,5 milliónir litrar av mjólk. Til at framleiða einar 2 milliónir litrar afturat, so- leiðis at vit sleppa undan innflutningi av mijólk, skulu vit hava eini 500 neyt. Og siga vit, at hvert fjósið verður bygt til eini 25 mjólkineyt, skulu 20 fjós til fyri at klára mjólkatervin. Taka vit ílegu-kostnaðin hjá Louis, sum var 1,4 mill. kr., og leggja nakað upp fyri í príshækkingum 0. 9. og leggja eina mill. kr. afturat, soleiðis at kost- naðurin fyri eitt nýmótans jarðarbrúk verður 2,5 mill. kr., kemur samlaða ílegan fyri at verða sjálvforsýn- andi við mjólk upp á einar 50 mill. kr. Hendan myndin er ógvuliga einfald sett upp. Nógvir aðrir spurningar og trupulleikar eiga at takast við, men er viljin og evnini til staðar at bygt eina veruliga land- búnaðarvinnu upp, kundi tað uttan iva latið seg gjørt. I samrøduni komu vit eis- ini inn á garðar i Føroyum, sum ikki hava eina kúgv á básinum, og um tað er = Louis Houmann letur lokið á rætt, at menn sleppa at sita við gerðum, har grundarlag er fyri annað- hvert mjólkar- ella kjet- framleiðslu. — Hvussu kundu vit bett um hesi viður- skiftini? — Myndugleikarnir kundu gjørt eina meting av øllum gørdunum. Hendan metingin skuldi kunna víst, hvussu nógv neyt og nógvan seyð, hver garðurin skuldi havt. Síðan kundi viðkomandi fingið at vita, at hetta skal hann hava og framleiða. Er hann ikki hugaður fyri tí, ja, so eigur hann at fara av garðinum og lata onkran áhugaðan komið til. Tað er stór skomm fyri landið, at so nógvir garðar standa tómir fyri neyt, leggur Louis afturat bóndi annan Tervur á royndar- brúki og eftirút- búgving Hverjar eru fyritreyt- irnar fyri at byggja ein landbúnað upp? Vit mugu reka veruligan landbúnaðar- politikk. Sela og innkeyp må vera í lagi. Framleidsl- ein an må vera i lagi og vit mugu sleppa av við hana. Jerðin hjá gerðunum má tryggjað, so ikki partar av henni knappliga verða tiknir til eitt ella annað endamál. — Tá tað almenna eigur vera kølitanganum upp. Ur lokinum gongur ein ási við einum snyrli niðast. Hesin rørir í mjólkinum einaferð hvert korter jerðina, má tað almenna syrgja fyri, at allar kanalir eru í lagi. Eisini royndar- brúkið t. d. Vit høvdu eina góða royndarsteð í trýati- árunum, men síðan vit yvirtóku jerðina, hevur royndararbeiðið verið so sum so. - Vit mangla eina royndarsteð við býnaðar- skúla. Eisini innan land- búnaðin tekur ymiskt nýtt seg upp, og búnaðarmenn áttu at havt meguleika at fingið eitirútbúgving og kunna komið á skeið o. tl Ein 1 kundi búnaðarskúli verið samskipaður við havbúnað slíkur aling av fiski og skeljadýrum Áttu av havt ráð- gevaravirksemi Tá tú kemur spurningin um inn á royndar- stød, er tað ti, at tú hevur saknað ein stovn at kunna , vb venda sær til? Ja, vit mangla eitt stad, har vit kunnu fåa vitan um royndir, sum eru Hvussu kundi ein slíkur ráðgevandi stovnur verið uppbygdur Við ráðgevarum sum á garð- arnar og sum kundu gjørt kundu komið út kanningar og góðskumet- ingar av hoynum. Út frá hesum kanningunum av hoynum, kundu teir gjert ein fóðurplan fyri árið Sum nú má ein sjálvur trilva seg fram.