mikudagur 22. apríl 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
|
bommen |————m€————————>o——
telf. 14720. 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Reyðu fløggini og
brúgvin um Sandá
TEIR Á DAGBLAÐNUM, málgagnið
hjá Ronald Reagan, Milton Friedman,
Pinochet, Margaret Tatcher etc. og
føroyska Fólkaflokkinum, hava verið
ógvuliga tíðindafróir í seinastuni.
Herfyri vistu teir at siga frá russ-
iskum skipi, sum hevði ligið á Hav-
narvåg, í fýra dagar ov leingi. Oljutrot
var páskotið hjá teimum, men tað
teir veruliga høvdu i kvittanum hesa-
ferð — dekans russarar — var at taka
mát av brúnni um Sandá. Her hevði
ein av blaðmonnum Dagblaðsins
tikið teir »uppå ferskan gerning«.
Tíðindini um, hví teir vildu vita,
hvussu breið henda brúgv var, høvdu
teir kortini ikki fingið váttað frá
ovastu sovjettini, men nakað var um
tað kortini, at russar høvdu í kvitt-
anum at gera innrás í Kirkjubø. Or-
søkina til áhugan fyri breiddini av
nevndu brúgv var, at um hesa skuldu
kampvagnarnir koyrast móti Hav-
nini.
VIT SKULU onga roynd gera til at av-
sanna hesi tíðindi, men bert gera tað,
vit kunnu, til tess at sissa fólk við at
minna á, at vit nú hava eitt sterkt og
glogt landsstýrið, sum ivaleyst eisini
dugir at gjøgnumskoda heims-
politisku problemini.
EIN ONNUR ávarðing frá sama blaði
er, at javnadarmenn nú eru farnir at
nýta reyð fløgg og syngja Internatio-
nala á landsfundi. Jú, víst nýtti hin
foroyski javnaðarflokkurin reyð
fløgg á landsfundi sínum norðuri í
Klaksvík herfyri, eins og allir aðrir
javnaðarflokkar gera tað kring
heimin allan.
AT INTERNATIONALI somuleiðis
varð sungin, er eisini beint. Hesin al-
heims arbeiðarasangur, sum hevur
boð til okkum føroyingar, eins og til
øll onnur, boðar til samanhald millum
arbeiðandi fólki, hevur ein boðskap
um solidaritet (nakað sum Dag-
blaðsmenn neyvan kenna nakað til).
Hvat vildi verið meiri nátúrligt at
sungið á einum landsfundi Javnaðar-
floksins
TAÐ HEVÐI møguliga tókst onkrum
betri, um fløggini vóru brún og t. d.
sangurin >Wenn die Soldaten dursh
die Stadt marschieren«, varð sungin.
SOSIALURIN
S. E. V. utbyggjan —
Bergholsgerdir v. m.
Å umbodsmannafundi hjå
S. E. V., sum var hildin i
Térshavn fyri stuttum,
blivu nógv góð orð søgd
av monnum sum ein sum
umboð, trúði uppá, og
góðtók.
Eitt sum eg serliga legði
mær í geyma, vóru tey
orð, sum verkfreðingurin
hjá S. E. V. og fyri so vítt
stjórin segði, sum frá-
greiðing uppá mótmæli
frá Klaksvík, í samband
við motorverk teirra.
Har bleiv undirstrikað,
at fyri at tryggja streymin
til Klaksvíkar og Norður-
oyggjar, var neyðugt at
verkið lá so nær miðlinjuni
á hesum eki.
Vit vita nú og hoyrdu
oyggja, at neyðugt var við
sterri motori til hetta eki,
men hetta bleiv avvíst, tí
sum fyrr var sagt var víst
til miðlinjuna, verkfreð-
ingur S. E. V.,s og stjórin
við vístu á, at fyri at fáa
tann mest javna streymin
var besta rationella nýtsl-
an av streymorkuni, um
verkið lá so nær miðlinjuni
á tí eki sum streymurin
skuldi brúkast
Hetta bleiv víst okkum
umboðsmonnum og bleiv
eitt Feroyakort, sum hekk
har væl til sama endamál
brúkt, og víst bleiv á hvar
í hetta fyri Norðuroyggjar
miðpunkti lá
Umboðsmenn fyri
Klakksvík mótmælti, og
hava síðani sent áheitan
til oll umboðini um at fáa
ein eykafund um hetta
mál. Eg og umboðini fyri
Tvøroyrar byråd, sum tá
verkfrød-
ingarnir søgdu, skrivadu
ikki undir åheitan Klakks-
vikar byråds, ti vit mettu
at tað sum serkunnleikin
trudi tad sum
segði, var efturfarandi.
Men nú er tað eg eri
farin at ivast, um tad er
serkunnleikin ella politisk-
ar avgerðir sum verða
framdar av S. E. V. stýr-
inum.
Tá eg sigi soleiðis er tað
tí, at nú hevur sama stýri,
sum fyrr talaði týdningin
at plasera verkið so nær
miðjuni sum gjerligt, av-
gjørt fyri Suðuroyar við-
komandi at flyta verkið,
sum hevur staðið í Trong-
isvági til Vágs.
Tað eru frammanundan
brúktar milliónir uppá at
gera verkið í Botni í Vági
fjarstýrt frá Trongisvági.
Men pengar hava
kanska einki at týða fyri
stýrið, tað er bert at
hækka prísin, og so siga
tað er oljan sum er or-
sekin.
Eg kann vísa á, at Tver-
oyrar býráð bjóðaði S. E.
V. eki í líðini ella rættari
sagt Ørdavikarlid.
Eg missunni ikki Vágs
býráð, at teir eru so sterkt
umboðaðir, at teir í hesum
fori kunna fáa S. E. V.
stýrið, heilt at víkja frá
tíðinginum av hvar miðj-
an er í Suðuroy.
Eg fari at loyva mær at
spyrja S. E. V.-stýri ella
verkfreðing tess, hvat
liggur nærri miðlinjuni í
Suðuroy, Líðin í Vági ella
Lidin í Ørdavik.
Eg vil fegin frå
anum i S. E. V. og verk-
frødingi sum so
kraftiga yvir fyri Klakks-
víkingum undirstrikaðið
miðpunktið.
Hvar er miðpunktið í
Suðuroy, og hvat við spar
stor-
tess,
ingini, sum so serliga bleiv
undirstrikað í
fangi
sama við-
Tí hesi argument halda
ikki, so her verður aftur
spurningur um meguliga
príshækkan.
Fíggjarnevndarformað-
ur legtingsins, sum eisini
er S. E. V. umboðsmaður,
segði sina stødu á umboðs-
fundinum í Tórshavn.
Og við framløgu av
fíggjarlóg legtingsins var
nógv tala um sparing.
Niðurskurur á ellum
ekjum, men lívsneyðugt
at byggja handilskúla í
Tórshavn.
Eg persónliga missunni
ikki Vågbingum S. E. V.-
verkið, teir og teirra um-
boðsmenn hava arbeitt
væl á hesum eki.
Martin Joensen sáli tók
einaferð soleiðis til í einum
tåtti. »Gott er góðan at
hava undur herðum, var
nú loysing sótu vit á
berum«.
Væl må hetta sannast
nú, legtingsvalið gav ju
sunnara parti av Suðuroy
3 løgtingslimir, og at tað
hevur týðning er einki at
ivast í, norðari partur
hevur bert 1 tinglim, sum
er fastbúgvandi i Tórs-
havn.
Býráðsformaðurin í
Vági segði í samreðu við
útvarpið aftaná at nýggja
landastýri var ein verðu-
leiki, tá hann bleiv spurd-
ur um hann var negdur.
Ja, vit hava jú eitt umboð
av tingmeirlutanum sit-
andi í samgonguni í bý-
ráðnum í Vági
Ikki má tó gloymast, at
ein Suðuroyingur er landa-
stýrismaður. Aðrenn valið
setti hann serliga mær
spurningar, ja hann
kravdi at vita hví eg ikki
tók orðið undir viðgerðini
av keypinum av
anum. Undir
sami
Teist-
valinum
landastýris-
mælti
maður at velja á breiðum
grundalagi, fyri at fáa so
góða og sterka umboðan
sum gjerligt.
Eg ætli ikki at krevja
nakað svar hverki frá
landastýrismanninum ella
umboðsmanni Sambands-
flokksins í Suðuroy,
hverja stødu teir hava til
verðandi ferjuætlanir.
Har Skipafelagið
Feroya skal keypa og
rekað, men Feroya
Legting skal veghalda og
skattgjaldarin skal gjalda.
Men eitt fari eg at loyva
mær at viðmerkja, at
merkiliga múlabundnir
vóru umboðsmenn okkara
undir viðgerðini av fíggj-
arlógini. Eingin kom long-
ur enn til Skopunar havn,
alt gott um tað, eg var
sjálvur við at stemma fyri,
tað tíð eg sat á tingi.
Men eg var eisini við at
seta uppskot um tunnel-
gerð til Sumbiar, so vítt eg
minnist var tað bara Hil-
mar Beck sum bað lads-
stýrismannin Páll Vang
um ikki at gloyma Sum-
bingar.
Mína virðing fyri fólka-
flokksumboðsmanninum
fyri norðuroyggjar, sum
stóð við orð sítt og
stemmaði fyri tunnellgerð
í valdømi sínum.
Men er tunnellgerð til
Gásadals og Trellanes
lívsneyðug. Er hon ikki
minni til sumbingar, men
her er ein og við S. E. V.
Løgtingi hevur gloymt
tann týdning sum Sumba
og sumbingar hava haft
fyri trivnaðin í sunnara
parti av Suðuroy.
Sverre Midjord
Loysið sóknarband !
iclassen og er lands
maður fólkaflokksins
Eg kenni ikki henda mani
einki
havi persónligt
imoti honum
Dagblaðið,
altan á ilerð ber osonti
tíðina. Eg hugsi serliga
um oddagreinina hin
apríl í ár, har vit verða
logd undir ikki at líta
Gud
Ger Steingrímur Niclas
€ kki het so lovsi
sóknarband, tað havi eg
loyvi til. Somuleiðis heiti
eg á oll javnaðarfólk, sum
hoyra til Vesturkirkjuna
um at gera tað sama til
Steingrím alment
hevur
agt stødu sína til Óla
Breckmann og hansara
lygnir í Dagblaðnum
At loysa sóknarband
merkir at ein flytir yvir til
aðra kirkju í hesum feri
gomlu Havnar kirkju.
Limur í vestaru meinigheit