leygardagur 25. apríl 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Tiknir í
handlinum
Politiið í Havn tók um
trý-tíðina fríggjanátt-
ina tveir mans inni í
einum handli í mið-
býnum.
Menninir vóru har í
ólógligum erindum og
hevdu stungið onkur
amboð uppá seg, tá
politiið kom á staðið.
Onkur hevur sæð
menninar bróta ein rút
og fara inn í handilin
og boðað politinum frá
hesum.
Ringdi úr
Eysturoynni
Tíðliga fríggjanáttina
fór ein bilur út av vegn-
um við Kleynisvarða.
Politiið metir, at
óhappið er hent um
eitt-tvey-tíðina.
Seinni um náttina,
ella kl. 4, ringdi bilfer-
arin úr Eysturoynni og
boðaði frá óhappinum.
Hann hevði tá verið hjá
lækna í Eysturoynni.
Badminton:
HBF 2 føroyameistari
Í liðkappingini í badminton gjørdist HBF 2 foroyameistari. Liðið fekk steypið, sum H.
N.J. Bókahandil hevur givið, seinasta mikukvøld.
Á vinnandi liðnum eru: Petur Hansen, Hans J. Stenberg, Poul Michelsen, Herman í
Stórustovu, Sólrun Michelsen, Tórgerð Nielsen, Kamma Ellefsen, Nella Festirstein og
Sigrid Andreassen. Poul og Sigrid vanta á myndini.
Sum sagt gjordist HBF 2 foroyameistari. Tey fingu 17 stig. Næst teimum kom KÍF
við 15 stigum.
Annars var raðfylgjan hendan: HBF I 13 stig, HBF 3 11 stig, HBF 42 stig og VBF
fekk 2 stig.
Síða 5
Spyr Marner
Smitta kambfjarðar ?
Tá eg var lítil hoyrdi eg
oftani, at eg skudli
ansa eftir at blóð frá
kambfjarðum ikki
kom á húðina — hetta
kundi smitta. Eg havi
mangan síðani hugsað
um nakað mundi vera í
hesum ella hetta bert
vóru fordómar av
einum ella ødrum slag.
Nú fari eg tí at nýta
hevi at spyrja Marner í
Sosialinum.
Ein, sum hevði nógvar
kambfjarðar sum ungur
Kambfjarðar eru smitt-
andi, so tað er megu-
ligt at blóð frá kamb-
fjarðum kunna geva
kambfjarðar hjá eðrum
fólki. Tað er eitt virus
sum er orsekin til
kambfjarðar. Í dag fáa
fólk stundum kamb-
fjarðar undir ilini tá
tey ganga skóleys á
gólvi har onnur hava
gingið og hesi hava
kambfjarðar undir fót-
inum. Eitt annað slag
av kambfjarðum kann
eisini koma á giting-
arlimirnar bæði hjá
mannfólki og . konu-
fólki, og kemur hetta
av smittu við kyns-
samlívi.
Heljarkoyring í Gundadali:
Neyvan vandi fyri at áskoðarar-
nir fara at royna seg aftaná!
— Mær vitandi er onki
tílíkt hent aftaná framsýn-
ingarnar hjá okkum. Vit
ávara eisini áskoðararnar
á framsýningunum móti
at fara at royna seg sum
»hell drivers«.
Soleiðis svarar Steve
Ericson, American Hell
Drivers Show Ltd., spur-
ninginum, um tad ikki er
vandi fyri, at bilgladir
unglingar sjålvir fara at
royna at koyra å tveimum
hjólum, eftir at hava sæð
>The World Famous Hell
Drivers Show«. Við tí úr-
sliti, at teir lesta seg ella í
ringasta feri beina fyri
sær.
Um tveir mánaðir
sleppa feroyingar at
síggja eitt Hell Drivers
Show á ovara velli í
Gundadali og meguliga
eisini í Klaksvík. The Hell
Drivers skula hava
tríggjar framsýningar í
Føroyum, 25., 26. og 27.
juni. Steve Ericson hevur
verid i Føroyum og fyri-
reikad tiltakid. Hann hevdi
tidindafund mikudagin,
har hann: greiddi: frå
ymiskum i sambandi vid
heljarkoyringina.
Vanligir bilar
The Hell Drivers eru kend-
astir fyri at koyra å tveim-
um hjólum. Hesin 6vanligi
koyrimátin varð fyrst
royndur í USA fyri góðum
40 árum síðani. Í dag eru
tað neyvan fleiri enn 10 í
ellum heiminum, sum
duga hetta kynstur,
greiddi Steve Ericson frá.
Tey flestu halda, at serlig-
ir bilar verða brúktir til
hesa koyring. Men so er
ikki. Tað eru vanligir
bilar. Einasti munur á bil-
unum, tá teir koyra á
tveimum hjólum, er tann,
at differantialan er læst og
meira luft er í hjólunum.
Koyrt verður á síðunum
av dekkunum og tey halda
tí bert til 20—30 km. koyr-
ing. Koyrt verður við uml.
20 km./t.
The Hell Drivers brúka
bert Opel og Vauxhall.
— Vit hava roynt ymisk
sløg av bilum og komu til
tað úrslit, at hesi bæði eru
best egnað, segði Steve
Ericson.
Tey hava samstarv við
General Motors og fáa
bilarnar bíligari. Nýggir
bilar verða keyptir hvert
ár.
Ikki vandaleyst
The Hell Drivers koma til
Feroyar á veg úr Íslandi
til Skotlands.
Tey fara á eina framsýn-
ingarferð tann 17. mai og
byrja í Onglandi. Haðani
fara tey til Íslands, so til
Skotlands og úr Scrabster
til Íslands við Smyrli. Úr
Íslandi koma tey so til
Havnar. Tilsamans skula
tey hava 140 framsýn-
ingar á hesi ferðini.
Tórshavnar býráð hevur
játtað at lata ovara vøll í
Gundadali til framsýn-
ingarnar og tekur onga
leigu fyri hann, upplýsti
Steve Ericson á tíðinda-
fundinum.
— Vit hava ofta fram-
sýningar á fótbóltsvellum
Og eyrvellir eru betri enn
grasvellir, tí teir blíva ikki
hálir, um tað regnar
— Verður neyðugt at av-
lýsa, um tað regnar ?
Nei, vit kunna koyra í
regni eins væl og í turr-
veðri.
Framsýningin varar í 90
minuttir og umframt
koyring á tveimum hjól-
um er ymiskt annað á
skránni, so sum billop,
nærkvæmniskoyring og
motorsúkklulop.
Tey eru 15 fólk, 20—35
ára gomul í The Hell Dri-
vers. Tey eru úr Hálandi,
Sveríki, USA og
Onglandi. Bilarnir eru 10 í
tali. mr
Tad er ikki sørt vanda-
mikið at vera »hell driver«.
Tad hendir meira enn so,
at onkur fær skada — ella
missir livid.
Steve Ericson nevndi
eitt dømi: Tad var eitt
motorsúkklulop yvir 25
Rolls Royce. Tað var ein
Rolls Royce ov nógv, ti
motorsúkklan lenti á tí 25.
og maðurin lat lív.
Men nógv verður tó
gjørt burturúr trygdini.
Til dømis eru maðurin,
sum koyrir bilin å tveim-
um hjólum, og kvinnan,
sum stendur å bilinum,
hjun!
Klovnurin Pepe hevur vandamiklasta leiklutin i »The World Famous Hell Driver:
Show«. Medan hann liggur å vøllinum koyra bilarnir yvir hann. Meðan hann stendur
strúka teir framvið honum. Hann hevur mangan snuddin fingið