Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 1 1820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blad&méån: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Uppseting: Prent: um. TAÐ LJÓÐAR BÆÐI RÆTT og rími- ligt, at leiðslan á eini fyritøku, hvor hon so er, vil hava greiðu á tílíkum spurningum, men um hetta er rætt- asti vegurin, fara vit stórliga at ivast i. Serliga tá tað skilst, hvussu nógvir ivaspurningar hesum viðvíkjandi eru. M. a. kundu vit ikki fáa upplýst, hesir upplýsingar skulu goymast. Um tað ber til hjá ødrum fyritøkum at fáa fatur á hesum upplýsingum, um við- komandi persónur fer í annað starv, og hvussu tað annars er við tøgn- skyldini hjá einum privatum felagið, sum DATA, sum skal hava hesar upp- lýsingar um hendi. hvussu leingi VIT HAVA Í LØTUNI onga EDV-lóg- gávu í Føroyum, og kann tí tilik skrå- seting ivaleyst setast í verk uttan nakað sum helst. Tað er tí ongantíð ov skjótt, at vit fáa eina tílíka lóg- gávu, sum kann tryggja, at misnýtsla ikki fer fram av persónligum upplýs- ingum. Vit kunnu als ikki góðtaka prinsippið, at tílík skráseting av per- sónligum upplýsingum fer fram á einum privatum stovni, og hóast hesin stovnur, var almennur, var ikki beint at farið undir eina tílíka skrá- seting, uttan at vit frammanundan tryggjaðu okkum móti møguligum misbrúki við eini greiðari EDV-lóg- gávu. Framhald av síðu 3 eru starvsfólkini á Lands- sjúkrahúsinum vorðin rættuliga bilsin yvir upp- lýsingarnar í Sosialinum mikudagin. Formaðurin fyri sjúkra- Svart kartotek Í SEINASTA blaði bóru vit tey tíðindi, at landssjúkrahúsið fór undir at EDV viðgerða sjúkradagarnar hjá øllum starvsfólkunum. Hetta verður gjørt uttan, at hesi á nakran hátt eru eftir- spurd ella at tey frammanundan høvdu fingið nakra frágreiðing. Frá leiðslunnar síðu verður sagt, at hetta verður gjørt fyri betur at kunna fylgja við sjåkradøgunum hjá starvsfólkun- UM EITT TÍLÍKT svart kartotek kemur í hendurnar á óviðkomandi er av álvara vandi á ferð. Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting persónligu hjálparnar, Meta Jo- hannesen, visti heldur einki um ta ætlaðu EDV- skrásetingina. Hon sigur, at felag teirra mótmælir henni, og tóðtekur hana ikki, fyrrenn fleiri upplýs- ingar eru komnir SOSIALURIN Uttan viðmerking verður facis- man lovprisad Tað verður mangan tikið til orð og setningar, sum navnframir menn hava talað ella skrivað. Hver kennir ikki: >To be or not to be...«, »Never in the fields of a human con- flict..... >We are all equal...= o. s. fr. 0. s. fr. Karl Marx verður mill- um annað endurgivin fyri at hava sagt nakað so- leiðis: >Tann eina nega- tiónin skapar eina adra«. Her hugsaði Karl Marx um, at tað var kapitalism- an, sum hevði skapað sosialismuna. Tað kapita- listiska systemið var farið so langt til høgru, at ein eksplosion langt uti til vinstru varå eitt nåturligt og óumgongiligt úrslit av hesum. Tann ráðandi stættin í 18.- og í 19. eld var farin so langt í teirra egna »forherligilsi« og hevði lagt so langt millum seg og arbeidarafjøldina, at tey javnmettu hesi vid djórini á góðsum teirra, ella kanska enn lægri. Charles Dickens lýsir hetta fyribrygdi so rám- andi í bók síni, >Tveir býir<, har ein aðalsmaður kom fyri tað óhapp at verða seinkaður á ferð síni, av tí at hann koyrdi eitt barn hjá fátækra foreldrum yvir og drap tað. Fyri at vísa sítt >stór- sinni«, blakaði hesin aðals- maður tí syrgjandi mammuni eina gullmynt, og koyrdi so víðari. Har var onki at verða eftir, hestar hansara vóru óskal- aðir!!! At hesin aðalsmaður skuldi verða stevndur fyri »éhapp« sitt, kom sjålv- andi ikki uppå tal, ein verður ikki stevndur fyri at koyra yvir eina rottu! Sjálvandi varð úrslitið av hesum hugsunarhátti tað, at fólkið at enda vaknaði og reisti seg móti »harra- følkinum«, og tað óhugna- liga blóðbaðið, sum byrj- aði í Fraklandi og haðan breiddi seg víða hvar, var beinleiðis ársakað av tí vanvirðing fyri sínum meðmenniskjum, hetta „betra slagið< vísti. Tað skuldi tó vísa seg at vera trupult at basa kapi- talismuni, hon livir væl enn! Ein tann dyggasti stuð- ulin tá hjá kapitalismuni var tíverri kirkjan, og eydnaðist tað >harrafólk- inum< gjøgnum hana at fáa stóran part av fólk- inum at rokna tey, ið bard- ust fyri mannarættindum, fyri gudloysingar at vera. Hetta man vera meginor- sekin til, at sosialisman hevur so trong kor í Fer- oyum. Okkara lokalu kapi- talistar hava jú tikið patent uppá kristindómin, og verða vit sosialistar roknaðir fyri at vera teir svartastu heidningar. Hvussu væl hetta hevur eydnast, ber tað, sum nú fer fram á ti politiska økin- um, besta prógvið um. Uttan viðmerking verður tað góðtikið, at somu menn, sum steðgaðu uttanlandssiglingini hjá »Smyrli« við tí grund- geving, at onki grundarlag var fyri slíkari sigling í Norðsjónum við einum fullkomuliga óegn- aðum skipi, nú ætlaðu at keypa hetta skipið til somu sigling. Uttan viðmerking ímóti verur góðtikið, at Pauli Ellefsen, fyri at bjarga sínum politiska lívi, og fáa fólk at venda eyguni burt- ur frá máttloysi sínum sum stjórnarleiðari, alment skýrir Atla Dam, Anker Jørgensen og stjórnina i Realinum kor- ruptar. Men tå Atli Dam nevnir orðið »fuppnumm- ar« i tingsalinum, verður mikil rómi av ti. Uttan viðmerking ímóti verður tað góðtikið, at Óli Breckmann lovprísar teimum fascistisku stýr- unum í Mið- og Suður- amerika, sjálvt um tann katólska kirkjan er á odda í stríðnum móti hesum. Men tá ein russiskur trol- ari liggur á Havnarvág og bíðar eftir smyrjuolju, hann ikki kann fáa í Fer- oyum, venda menn, sum í kikara hava eygleitt hann, sær burtur í anstygd. Alt hetta er eitt úrslit av tí indoktrinering, teir, ið styðja tað kapitalistiska systemið, hava framt og steðugt fremja. Tá so ein av teimum fastast »yvir- bevistu«, Óli Breckmann, verður nýttur sum skutil- sveinur fyri teir, sum heldur vilja sita aftan fyri og håla i spræklumanns- trædrirnar, og hesin spræklimaðurin samtidis er nógv talandi og -skriv- andi, er rættuligur vandi á ferð. Hesir vildu herfyri stevna blaðstjóranum á Sosialinum fyri eitt lesara- bræv, sum vísti á, at Fólkaflokksmenn gerferelt ganga inn fyri teimum fascistisku hugsjónunum hjá Óla Breckmann. Hvussu kunnu hesir vísa aftur slíkar skuldset- ingar? Teir eru jú fleiri ferðir spurdir, um teir taka undir við slíkum hug- sjónum, enn hava teir ikki svarað. Tverturímóti, tað er fleiri ferðir hent, at teir hava vart Óla Breckmann. Teir kunnu jú stevna, sum teir vilja, og kanska vinna eina sak eisini. Men Galilei varð eisini dømdur at siga, at jørdin stóð still, men »hon ferðast kortini !< OHE Var Óli inhabilur? Fáur her í Feroyum hevur skrivað meira um inhabi- litet enn blaðstjórin á Dagblaðnum. Vit minnast enn, at hann á sinni skrivaði dúg- liga um at fyristødukvinn- an á Suðuroyar rektar- heimi var systkinnabarn kommunulæknans og vildi hann harvið illgita, at henda kvinna, sum var innstillað av stýrinum, har javnaðarmenn eru í minniluta hevði fingið starvið vegna henda skyldskap. Vit minnast eisini, hvussu hann brigsl- aði manni í rullustóli, at hesin hevði fingið innivist á rektarheimi, tí hann var verfaðir ein kommunu- lækna. Men nú er so hent tað, at sami Óli Breckmann sum formaður í legting- sins grannskodaranevnd hevur innkallað starvsfólk á strandferðsluni til at standa skúlarætt fyri einum stjóra í einum priv- atum felag í Havn. Stjórin í felagnum er Olasar kjøti- ligi svágur og partameir- lutan eiga Ólasar kjøtligu systrar! Eg skal ikki siga at Oli hevur roynt at leggja tryst å nakran, men løgin er henda sak úr enda i annan. Eitt er so vist, hevði nakar annar politikkari sýnt sama at- burð, so skuldu tit hoyrt geylini í Dagblaðnum um inhabilitet og tað sum verri er. Henda sak verður valla nakrantíð uppklárað til botns, tí sjálvur leg- maður heldur hondina yvir Ola, men sama ger, hvat ið kemur fram ella ikki kemur fram, so kemur atburður Óla í hesari sak at rúka langt vekk av inhabiliteti, mannajagstr- an, og illa fjaldum roynd- um at fjálga um seg og síni. Hetta er einki nýtt frá fólkaflokks síðu-flokk- urin hevur altíð verið eyðkendur av vina- og kenningarpolitikki. Tað nýggja er hetta at ein sambandslegmaður roynir at blása á, nú politiska revskinnið hevur brent labbarnar. Starvsmaður At vera aðalborin I Dimmalætting fyri leyg- ardagin tann 11/4 1981 hevur K. Djurhuus fyri- verðandi legmaður, staddur i Tyskland drúgva grein um ymisk viðurskifti. At K. Djur- huus veit hvat hann skriv- ar um er eingin ivi um Men hann, eins væl og so mong onur, má sanna, at eitt er at verða í and- steðu og harvið hava pa- tensloysningar uppá ell viðurskifti, og annað er at sita við ábyrgd. Har dugur bara ikki „Góða mamma tað var ikki eg«. Tá sambandsflokkurin talar um at koma uppá nullpunktið, mugu teir ikki gloyma, at tann eini part- urin í verandi samgongu, hin sum av verðandi løgmanni meðan hann sat í andsteðu, hverja ferð minti teir á tey fríu grundstykkini og ongan toll, hesin partur av verð- andi samgongu var eisini við at stýra ta skútu, sum Kristian Djurhuus fyriverðandi løgmadur, sigur hava slagsíðu. Er slagsida, må ein spyrja hvør styrdi figgjarmålum. Ju verdandi samgongu- felagi sambandsflokksins. Men slagsíðan er tó ikki sterri enn so at teir nú skulu selja SMYRIL til Skipafelagið, verða við í felagnum við 20% og veg- halda fyri 90% sum so skal avskrivast yvir skattin, seinri skal ferga fáast til milliónir. Hetta kalla teir tað fría fyritakssemi. Hevði tann flokkur, sum vega fyri 90