Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 154 - 15. august 2002 Nr. 154 - 15. august 2002 3 Listastevnan gjørdi eitt legg inn í Kapp- róðrarneystið á Glyv- rum fríggjakvøldið 9. august. Við væl spældum tónleiki frá tíggju gittaristum, við bólki, bleiv kvøldið hugnaligt og rættiliga væleydnað. Og tó um prísurin kanska var høgur, sýntust áhoyr- arnir at vera sera væl nøgdir UMMÆLI Johan Jacobsen Her vóru føroyskir tón- leikaúrmælingar savnaðir at spæla tónleik, har ið gitt- arin var í sentrum. Tíggju gittaristar við bólki góvu áhoyrarunum eina serliga tónleikauppliving.Gittarista rnir eru m.a. kendir frá bólkum sum Hjarnar, Kræklingar, Straight Ahead, Húskallar, Aria, Moirae og Ivory. Hesir menn hava so fyri ein stór- an part myndað føroyskan populeran tónleik og eisini tónleikin annars her á klett- unum mitt í Norðuratlants- havi. Føroyska tónleikalívið er trupult at seta inn í eina samanhangandi heild fyri seg, rák frá útlandinum hava altíð havt nógv at siga fyri føroysku tónleikar- unum – nú á døgum og eis- ini fyri eini 30 árum síðan. Tónleikurin frá 70’unum var eitt afturvendandi ljóð á kvøldinum. Jimi Hendrix varð ofta nevndur sum íblástur. El-gittarin var nokk tann gittarin, sum mest varð trivið í. Tó bleiv kassa- gittarin als ikki gloymdur, og var tað helst hesin gittar- in, sum ofta við eksotiskum spanskum dámi fangaði áhoyrarnar ofta. Gunnar Nolsøe, sum var frásøgumaður, hevði orðið í síni makt, og kláraði hann hesa uppgávuna sjálvsagt sera væl. Ein kundi trúð, at nógvir steðgir fóru at gera kvøldið langt og keðiligt, men so var ikki. Her hevði so frásøgumaðurin sín leik- lut, har hann fyri hvørja framførslu prátaði leystligt tónleikaprát við tann við- komandi gittarleikaran. Hetta var áhugavert og stundum eisini skemtingar- samt. Bjarnastein Sera forvitnisligt og við- komandi handverk var eis- ini við á kvøldinum. Føroysk gittarbygging er ein veruleiki, og fekk man eisini meir at vita um hetta á hesum gittarkvøldinum í neystinum á Glyvrum. Petur Magnus Bjarna- stein ger gittarar, sum blíva sera høgt virðismettir. Gittar- smiðurin hevði tað eina hornið, har hann vísti byggistigini, ið ein Bjarna- stein-gittari fer ígjøgnum. Frá einum klossa av træ til ein gittara, sum fleiri oyru samlast um. Týðuligt er at síggja og eisini at hoyra, at hesin ungi maðurin eftir hondini hevur fingið eina rutinu í hesum handverki- num, sum er 10-túsundir av krónum verd. Tónleikarnir, Magnus Johannesen á ljómborði, Kolbein Simonsen á bassi, Rógva á Rógvu á trummum og Mikael Blak á bass mannaðu tónleikabólkar- nar, sum gittaristarnir nutu sera gott av. Hetta eru eisini allir samlir tónleikarar av ovastu rók, og høvdu hesir menn ein minst líka týðandi leiklut í tí, at tað gekk so væl at spæla, sum tað gjør- di. Seinasti gittaristurin á kvøldinum, Petur Hans Niclasen, hevði sín egna bólk úr Klaksvík við. Hetta var tann yngsti gittarleikar- in á kvøldinum, og bleiv ein eisini eitt sindur sjokkerað- ur av títta gittarspælinum, sum hesin borgaði fyri. Petur Hans nevndi Joe Satriani, sum ein av sínum stóru inspiratiónskeldum. Prísurin Eitt sindur av einum kjaki hevur verið um prísin á at- gongumerkunum til tey ymisku tiltøkini á Lista- stevnuni í ár. Tað er ikki bara so at siga, at prísurin á Listastevnuni skal niður á 80 krónir ella á eitt annað passandi kostnaðarstøði. Men ofta blívur tað ikki sørt komiskt at tosa um prís á list. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, hvør tað er, ið tosar. Men gittar-entus- iastarnir, sum vóru fleiri millum áhoyrarnar, vóru í hvussu er sera væl nøgdir við kvøldið. Ein kann kanska siga, at tiltakið ikki var vert 175 krónir. T.d. hoyrdi man týðuligar feilir av og á, og hølinum kann ein eisini finnast at, sjálvt um ljóðið var gott nokk. 150 krónir hevði nokk verið tann rætti prísurin. Listastevnan 2002, Gittarkonsert í kappróðrarneystinum á Glyvrum: – 150 av 175 krónum Ólavur Øster, Sofus Poulsen, Rógvi á Rógvu og Hans Carl Hansen Rógvi á Rógvu á trummunum Eyðun Hansen við gittaranum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og fylgdu kæri mammu, ommu og langommu okkara Lenu Nielsen fødd Nicolaisen til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Johan, Annie og Eydna Nýtt ættarlið hevur tikið við á Hotel Hafnia. Tey bæði ungu fólkini, sum í framtíðini fara at stjórna hotellinum, vilja gera tað enn betri, enn tað er, og vilja hava leiðandi hotellið í landinum, siga tey HOTELVINNA Edvard Joensen Tórshavn: Hotel Hafnia skal gerast enn betri, enn tað longu er, siga nýggju leiðararnir á hotellinum, sum fara at reka gamla familjuhotellið í høvuðs- staðnum í framtíðini. Tey ivast ikki í, hvat tey vilja, hesi bæði ungu fólk- ini, vit hitta inni í loungini á Hotel Hafnia hendan morgunin. Martin Wilhelm Restorff og Rósa Maria Restorff Brodersen eru ávikavist 26 og 27 ára gom- ul. Tey eru systkinabørn. Fedrarnir eru teir báðir Johan og M.C., sum eru ímyndin av Hotel Hafnia í dag. Men nú fer tann myndin ivaleyst eisini at broytast, tí tey bæði, Martin og Rósa Maria fara at taka við, sum frálíður. – Vit eru sett í starv hjá Hotel Hafnia, greiðir Martin Restorff frá. Rósa Maria er inspektørur, með- an eg eri juniorstjóri, sigur hann. Tað vil siga, at mín uppgáva verður at hava dagliga raksturin um hend- ur, meðan Rósa Maria fer at hava við fólkið at gera. Bæði starvsfólkið og ikki minst gestirnar. Tey eru bæði útbúgvin í vinnuni. Hava verið í Dan- mark, har Rósa Maria er vorðin »receptionistur« og tænari, meðan Martin er útlærdur tænari. – Vit eru ikki bara fødd inn í hetta yrkið. Men eisini uppvaksin í tí, og okkum báðum dámar tað eisini, so vit fara undir hesa avbjóð- ingina við góðum vónum, nógvum ætlanum og fastari trúgv uppá, at tað fer at bera til, greiðir Rósa Maria frá. Jú, ætlaninar eru har, ásanna tey, hóast tey ikki vilja leggja nakað alment fram enn. Men so mikið siga tey kortini, at vit skilja, at Hotel Hafnia eftir teirra ætlan skal vera besta hotell- ið í landinum. Tí ivast tey ikki í. – Vit skulu hava ein meira altjóða hugburð inn- førdan, sigur Rósa Maria. Vit eiga at kenna tað sum ein sjálvfylgju, at tað er, meðan gesturin er her, at vit skulu geva honum tað, hann biður um. Tað ber ikki til at bíða við nøkrum til í morgin, sum føroyingar hava havt alt ov nógv lyndi til, tí tá er hann longu farin avstað aftur, vísir hon á. Jú, Hotel Hafnia skal gerast enn meira professionelt, er hon sannførd um. Men so skulu ávís viður- skifti rundan um hotellið eisini betrast, tekur Martin aftur í aftur. Eitt nú eru parkeringsviðurskiftini í býnum út av lagi vánalig. Og tí missir hotellið bein- leiðis inntøku av, vísir hann á. – Tað er meira enn so komið fyri, at fundir og onnur tiltøk, sum kundu verðið hildin á Hotel Hafnia, eru flutt aðrastaðni, tí fólk ikki sleppa av við bilarnar í námind. Og tað ber ikki til. Vit hava tosað við avvarðandi mynduleika um tað, so nú fáa vit at síggja, hvat fer at henda. Hóast tey vita, at tey fara at taka við leiðsluni á hotellinum sum frálíður, siga tey bæði sum við ein munn, at enn eru tey ikki einsamøll. Teir báðir »gomlu« eru framvegis í gongd við fullari styrki, og tað er gott, siga tey. – Tí saktans hava vit okk- ara hugskot og ætlanir, men tær verða framvegis við- gjørdar saman við teimum. Teirra ráð eru ómetaliga virðismikil, og teimum fara vit sjálvandi eisini at lurta eftir, leggja tey dent á. Men at ættarliðsskifti nú er í vón á Hotel Hafnia fer at gera, at nú fara teir báðir brøðurnir ivaleyst at verða minni at síggja á hotellin- um klokkan níggju á kvøldi og soleiðis, heldur Rósa Maria. Kanska verður tað meira tíð til at hyggja at Degi og Viku saman við familjuni og okkurt sovorð- ið, heldur hon. – Nú verða tað meira vit, sum skulu vera á staðnum. – Hóast vit eru samd um, at nýggja tíðin natúrliga eisini fer at hava nýggj ting við sær á hotellinum, er einki, sum talar fyri, at vit í framtíðini fara at hava eitt nú náttklubba á Hotel Haf- nia, sigur Martin Restorff. Hotellið verður tað, sum tað er kent fyri, men batar kunnu altíð gerast kortini, vísir hann á. Tá vit koma inn á tosið, sum verið hevur um at selja Hotel Hafnia, smílast tey bara og vísa á, at nú hevur eitt eitt nýtt Restorff ættar- lið latið seg avmyndað utt- an fyri hotellið, og so kunnu fólk sjálv meta um, hvat tað merkir, halda tey. Vit vilja vera best Rósa Maria R. Brodersen og Martin W. Restorff eru triðja ættarlið, sum fer at stjórna Hotel Hafnia Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2