Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 154 - 15. august 2002 Nr. 154 - 15. august 2002 5 A 11: Elspa Joh. Joensen, Bergljót Heinesen og Nicolina Joensen A 12: Jóhan K. Joensen A 14: Martin Johansen á Tormansbakka, Tormans- Martin A 15: Børn hjá gamla Frants Restorff A 16: Guðrun (Guggan) Marjun? og Jóan Heini Joensen í Bø A 10: Jógvan og Heini Joensen + ókend føra torv Gamlar myndir úr Vágum Hesar myndir eru úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru vælkomin at gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á telefon 333066 3. partur Tvørrandi barnaansing: Varaborgmeistari gevur landstýrinum skylduna FORSORGARLÓG Jústinus Leivsson Eidesgaard Í fjør vóru 8,2 milliónir út- goldnar 276 persónum, sum vóru komin undir for- sorgarlógina, tí at komm- unan ikki kundu bjóða børnum teirra ansingar- pláss. Talan var í flestu før- um um fólk, sum móti teirra vilja noyddust at siga starv frá sær, tí at onki ans- ingarpláss var til børnini. Av hesum 276 fólkunum vóru tey allarflestu úr Tórs- havnar Kommunu. Ti ætlaðu vit at seta Jan Christiansen, borgarstjóra, tí manni sum hevur evstu ábyrgd fyri at børnini hjá borgarum í Tórshavnar Kommunu verða ansaði í arbeiðstíðini spurningin, um tað ikki er eitt sindur snópisligt fyri fíggjarliga sterkastu kommununa í landinum, at landskassin má rinda fyri eina uppgávu, sum kommunan ikki megn- ar at loysa. Men Jan Christ- iansen er í summarfrí og tí máttu vit lata okkum lynda at tosa við varaborgarstjór- an Heðin Mortensen. -Vit hava eitt íløguloft at halda okkum til. Hetta íløguloft fyri allar komm- unur er ásett av landsstýri- num. Við íløguloftinum tekur tað sína tíð at loysa barnaansingartrupulleikan. Vit kundu loyst barnaans- ingartrupulleikan beinan- vegin, um íløguloftið varð tikið burtur, tá tað snýr sum um byggjan av stovnum til barnaansing, sigur Heðin Mortensen. -Vit byggja í løtuni tveir nýggjar barnaansingar- stovnar fyri 10 milliónir hvønn. ein á Argjum og ein á endanum á Løgmanna- breyt í Hoyvíkshaganum. Vit skulu byggja tveir aftur at í komandi ári. Tað vil siga, at vit fáa tvær ferðir 120 børn inn í nýggjar ans- ingarstovnar. Vit fara at umbyggja eini hús á Argj- um og har fáa vit 50 pláss. Vit hava eisini leigað og keypt fleiri hús í seinastuni og vit hava søkt í bløðunum eftir egnaður húsum til ans- ingarstovnar, men hetta er ikki bara sum at siga tað. Krøvini til ein stovn sum landsmyndugleikarnir seta eru rættuliga strong, sigur Heðin Mortensen, vara- borgarstjóri. -Vit hava keypt hús í Kollafirði og í Kalbak og vit brúka knappar 100 milliónir um árið til barna- ansing, so tað er ikki rætt at siga, at vit ikki royna at loysa trupulleikan, sigur hann Stór tilflyting -Um vøksturin í fólkatali- num var normalur í Havn- ini, so høvdu vit fyri lang- ari tíð síðan havt loyst barnaansingartrupulleikan, men tilflytingin til Havnar av borgarum er so stór í løt- uni, at vit klára ikki at halda tørn, fyri at siga akkurát sum er, sigur Heðin Mort- ensen. Er tað ein ynskilig støða hjá kommununi, at tilflyt- ingin er so stór? -Bæði og. Vit hava einki í móti, at fólk flyta til Havn- ar. Tað vísir seg eisini, at tað eru ung fólk, sum flyta til Havnar, ung fólk sum hava góða útbúgving og arbeiði tá tey koma. Um tað er tað man vil í landinu, at so nógv fólk skulu búgva í Havn, so taka vit í móti nýggju borgarunum og teimum avbjóðingum sum standast av hesum. Vit vísa ongum aftur, sigur hann. -Trupulleikin við barna- ansingini er komin knapp- liga. Tá kreppan var, tá høvdu vit slett ongan trupulleika við barnaans- ing. Hetta byrjaði fyri nøkr- um fáum árum síðan, at trýstið er so stórt sum nú, og vit brúka øgiligar upp- hæddir fyri at loysa trupul- leikan, sigur hann Fríplássini ein trupulleiki -Tórshavnar Kommuna skal syrgja fyri at frípláss- ini eru til taks, men Al- mannastovan ávísir tey. Vit ráa slett ikki yvir hvør fær hesi fríplássini, hóast vit skattamæssiga síggja, at tingini ikki eru í lagi. Her er ein stórur feilur sum liggur í systeminum, og sum vit vilja hava gjørt nakað við. Vit eru nærri borgaranum enn Almanna- stovan, men tað tykist myndugleikin ikki at skilja. Hetta mál skal takast upp. Semja er um at vit hava brúk fyri fríplássum, men tað eru eisini nøkur sum koma ígjøgnum óneyðugt, sigur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen, varaborgarstjóri Hoydal: Íløguloftið ongin trupulleiki BARNAANSING Jústinus Leivsson Eidesgaard Høgni Hoydal, landstýris- maður, er tann sum hevur ábyrgdina av íløguloftinum hjá kommununum og sum er forðingin fyri at Tórs- havnar Kommuna fær loyst ansingartrupulleikan, sam- bært varaborgarstjóranum Heðin Mortensen. Vit hittu hann beint áðrenn hann fór í flogfarið á veg til fundar á Álandi mikumorgunin. Høgni Hoydal hevur kommunumál um hendi í landsstýrinum. -Tað er ikki heilt rætt sum Heðin Mortensen sig- ur. Íløguloftið snýr seg um nakað heilt annað. Tað snýr seg um, at vit ikki aftur in- visterað okkum út á sjógv í Føroyum. Iløguloftið er ein avtala millum landstýrið, Føroya Kommunufelag, vegna tær smærru komm- unurnar, og Kommunusam- skipan Føroya, har Tórs- havnar Kommuna er við. Tórshavnar Kommuna hev- ur góðtikið íløguloftið, her er als ikki talan um eitt dik- tat frá landsstýrinum. Tað er heldur ongin lóg sum ger íløguloftið. Her er bara tal- an um eina avtalu millum partarnar, sigur Høgni Hoy- dal. -Men tað eru møguleikar innan íløguloftið. Nýtir ein kommuna ikki sítt íløgu- loft, so kann ein onnur nýta tað. Tað ber eisini til at vekta íløgurnar í eini kommunu. Fyri at loysa ansingartrupulleikan, so kann eitt nú Tórshavnar Kommuna gera av at gera færri íløgur í havnaútbygg- ing og harvið leysgeva pen- ingi til ansingarpláss. Um Tórshavnar Kommuna sig- ur, at vit taka barnaansing- ina fram um annað í komm- ununi, so kunnu teir eisini gera tað, sigur Høgni Hoy- dal. -Tað er skeivt av Tórs- havnar Kommunu at blaka ansingartrupulleikan yvir til landsmyndugleikan. Kommunurnar fingu ábyrgdina fyri økinum fyri tveimum árum síðan. Íløguloftið er ein avtala, sum allar kommunur hava góðtikið gjøgnum sítt felag, sigur hann. Leingja barsilsskipanina Høgni Hoydal sigur, at ein- asta landsins myndugleikar kunnu gera fyri at loysa verandi ansingartrupulleika er at leingja barsilsskipan- ina. Landstýrið arbeiðir við hesum máli. -At leingja barsilsskipan- ina var við í samgongu- grundarlagnum og allir flokkar førdu fram undan valinum, at teir taka undir við at gera hetta. Tí kunnu vit rokna við, at barsils- skipanin verður longd í næstum. Men meðan vit bíða eftir hesum kunnu kommunurnar leggja seg meira eftir at vekta sínar íløgur, soleiðis at ansingar- trupulleikin verður loystur, sigur Høgni Hoydal. -Tann sosiali sektorurin, her hugsi eg um íbúðir og annað er ein tann størsti trupulleikin í Føroyum í dag, og hetta er serliga galdandi í høvðsstaðarøki- num. Her má eitt nú Tórs- havnar Kommuna prioriter- að eftir tí. Tað í hvussu er ikki íløguloftið, sum hevur verið til hindurs fyri, at barnaansingartrupulleikin ikki er loystur, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal, landstýrismaður í kommunumálum Her er grivið út fyri nýggjasta barnagarðinum í Tórahavnar Kommunu. Hann liggur við Løgmannabreyt. Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 5 4