Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 154 - 15. august 2002 Nr. 154 - 15. august 2002 7 UTTAN ÚR HEIMI Í gjár almanna- kunngjørdi svenski rithøvundurin To- bias Húbinette nøvnini á 28.000 svenskum nazistum. Nøvnini standa í einari bók, sum kom út í gjár. Sviar hava ikki havt stór- vegis hug at tosa um svensku nazistarnar undir seinna heimsbardaga, og tí er nýggja bókin sjáld- som. Aðrir, sum hava arb- eitt við sama evni, siga, at bókin avdúkar, at svensku nazistarnir vóru ikki so fáir, sum tey flestu hava hildið. Í bókini skrivar Tobias Húbinette m. a., at nakrir túsund vóru limir í teirri hørðu nazistisku kjarn- uni, og at teir vóru til reiðar at skipa eina Quis- ling-stjórn í Stockholm, komu týskararnir til Svø- ríkis. Tær báðar ensku genturnar, sum hvurvu næstseinasta vikuskiftið, eru framvegis ikki kom- nar afturíaftur. Jessica Chapman og Holly Wells eru tíggju ára gamlar. Gjáranáttina leitaði løg- reglan í nøkrum urta- gørðum, har fólk høvdu grivið nýliga, men seinni varð boðað frá, at leiting- in hevði verið til fánýtis. 320 løgreglumenn og serfrøðingar av ymiskum slagi arbeiða nú við máli- num um tær báðar horvnu genturnar. Fyrra- dagin sóknaðist løgreglan eftir einum grønum bili, sum varð sæddur á stað- num, haðani genturnar hvurvu næstseinasta sunnukvøld, men enn er bilurin ikki funnin. Mað- urin, sum koyrdi tann grøna bilin, hevur heldur ikki gjørt vart við seg. Forsetin í Pakistan, Pervez Musharaf, hevur enn einaferð lovað at fara í hern- að ímóti teimum víðgongdu mus- limsku felagsskap- unum, sum hava skipað fyri fleiri at- sóknum í Pakistan í seinastuni. Í einari útvarps- og sjón- varpsrøðu segði forsetin, at hann hevur givið løg- regluni og fregnartænast- uni boð um at fara harð- liga fram ímóti teimum víðgongdu, og forsetin legði afturat, at tað gong- ur tann rætta vegin. Forsetin hevur sett sjey muslimskum felagsskap- um forboð fyri at virka, men tað hevur ikki steð- gað harðskapinum, held- ur tvørturímóti. Bara í síðstu viku doyðu ellivu fólk í álopum á kristnar stovnar í Pakistan. Samstundis sum forsetin í Zimbab- we, Robert Mugabe, heldur fast um, at teir hvítu bøndurnir í landinum skulu fara av sínum gørð- um, upplýsir ST, at umleið helvtin av landsins fólki eru hótt av hungurs- neyð. Sambært ST hava seks milliónir fólk í Zimbab- we tørv á matvøruhjálp eftir drúgvan turk. Ring- ast stendur til í bygdun- um, men eisini í býunum eru fleiri matvørur farnar at ganga undan. Talsmenn hjá ST siga, at tað fer at gera støðuna uppaftur verri, heldur Mugabe fast um kravið, at teir hvítu bøndurnir skulu fara av gørðunum. 28.000 svenskir nazistar Helvtin hótt av hungri Nú skal tað verða Funnu ikki genturnar Veðurfrøðingurin Ig- nacio Rodriguez-Itur- be, sum í hesum døg- um fær viðurkenning fyri sítt granskingar- arbeiði, væntar, at tað verður turrari nógva- staðni á Jørðini í komandi árum, sam- stundis sum vatnflóð verður javnan aðra- staðni UMHVØRVI Árni Joensen Tann venesuelanski veður- frøðingurin, sum í hesum døgum er í Stockholm, har hann fær handaða viður- kenningina Stockholm Wa- ter Prize fyri sínar veður- lagsgranskingar, hevur ikki góðar vónir um veðurlagið í komandi tíðum. Sum so mangir av hans- ara starvsfeløgum er hann ikki í iva um, at fyribrigdið El Nino, sum ger um seg í Kyrrahavinum umleið fimta hvørt ár, hevur havt sera stóra ávirkan á veður- lagið nógvastaðni tey seinnu árini. Kanningar í seinastuni hava víst, at El Nino er í ferð við at menna seg aftur nú, og hildið verð- ur, at tað verður í hæddini einaferð um ársskiftið. Ignacio Rodriguez-Iturbe sigur, at sum kunnugt er tað trupult at siga nakað um veðrið, men við teimum fylgisveinum og radarstøð- um, sum eru í dag, ber til at boða frá komandi ódnar- veðri í rímiliga góðari tíð, og harafturat hevur vísindin útgerð, sum kanna fylgja við, hvussu El Nino menn- ist, sigur hann. Við áhald- andi gransking fer tað helst eisini at bera til at siga, hvussu avfallið verður ymsastaðni kring heimin, sigur hann. Hann er ikki í iva um, at við politiskum vilja og beinleiðis tiltøkum ber til tað til at avmarka skaðan av turki og vatnflóð. Venesuel- anski veðurfrøðingurin sig- ur, at við umfatandi sam- starvi ber tað til at bøta um skaðan, men verður haraft- urímóti einki gjørt, fara viðurskiftini bara at versna. Væntar meiri vatnflóð og meiri turk Myndir sum hendan í Eysturríki verða uppaftur vanligari í komandi tíðum, samstundis sum turkur verður vanligari og drúgvari aðrastaðni, enn hann nú er. Men tað ber til at avmarka skaðan. Iranski forsetin, Mo- hammad Khatami, sigur, at amerikanar- ar fáa fólk um allan heimin at hugsa um kríggj YVIRGANGUR Árni Joensen Mohammad Khatami held- ur, at átakið hjá amerikan- arum ímóti al-Qaeda og Taliban kann elva til óstøð- ug viðurskifti víða um heimin. -Eg haldi, at teir ameri- kansku leiðararnir hava misskilt støðuna, og at teir hava eina skeiva uppfatan av sínari egnu megi og sín- um áhugamálum, segði iranski forsetin á einum tíð- indafundi í afghanska høv- uðsstaðnum Kabul. Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at ein iranskur ríkisleiðari vitjar Afghanistan, og í Ka- bul hevur Khatami m. a. hitt Hamid Karzai, forseta. Iran hevur fyrr givið lyfti um, at landið fer at lata 4,3 milliardir krónur til arbeið- ið at endurreisa Afghani- stan. -Við at misnýta tilburðin tann 11. september hava amerikansku statsmenninir skapt eitt heimsumfatandi umhvørvi, sum er átøkt kríggi. Tann, sum er sterk- astur, hevur eisini ta størstu ábyrgdina, segði Khatami uttan at taka amerikansku ætlanina um at leypa á Irak upp á tunguna. Iransku myndugleikarnir váttaðu mánadagin, at teir hava sent 16 menn til Saudiarabia, tí illgruni er um, at teir vóru limir í al- Qaeda. USA misnýtir 11. september Tingmenn kunnu halda frí næstu vikurnar, tí hóast vit hava júst hava valt nýtt ting, og hóast nýggj samgonga er skipað, so er einki lógaruppskot til viðgerðar á tingi TINGARBEIÐI Eirikur Lindenskov – Eingi mál eru at viðgera í tinginum í løtuni, øll málini eru avgreidd. Hetta sigur Edmund Joensen, løgtings- formaður. Tað kann tykjast løgið, at eingi uppskot eru frammi, nú løgtingsval júst hevur verið og nýggj samgonga er skipað. Men Edmund Joen- sen vísir tó á, at hetta van- liga er ein sløk tíð politiskt, men hann hevði kortini roknað við, at meira var at gera hjá nýggja tinginum nú. – Tey stóru málini eru av- geidd, løgmansrøðan, upp- skotið um fiskidagar og eykajáttanarlógin. Eftir eru nakrir fyrispurningar, sum landsstýrisfólkini skulu hava 20 dagar til at svara, sigur hann. At tað er so soltið, heldur Edmund Joensen kann skyldast orrustuna í sam- gonguni seinastu tíðina. Hann heldur, at hetta kann hava gjørt samgonguna lamna. Fyrsti formaður úr andstøðuni Tað er fyrstu ferð, at tingið hevur valt ein løgtingsfor- mann, sum ikki er partur av samgonguni. Hetta er tó vanligt í øðrum londum. Edmund Joensen heldur, at tað er ein fyrimunur, og at tað er gott fyri demokratiið. Hann sigur eisini, at síðani vit fingu nýggja ting- og stýrisskipan, hevur verið roynt at tillagað tingarbeið- ið eftir hesum. Hetta ar- beiðið fer at halda fram við honum sum tingformanni. – Ein broyting, sum vit ætla at fremja, er viðvíkj- andi spurningum frá ting- fólki til landsstýrisfólkini. Sum er eru trý sløg av spurningum: Vanligar skrivtligar fyrispurningar, sum landsstýrisfólkini hava 20 dagar um at svara, síðani hava vit munnligar fyri- spurningar og so ófráboð- aðar fyrispurningar. Dagsaktuellir spurningar til landsstýrið Edmund Joensen sigur, at ætlanin nú er hvørja viku at hava dagsaktuellar spurn- ingar, sum tingfólk kunnu seta landsstýrisfólkunum. Tey fáa ein dag at svara spurninginum. – Ætlanin er at hava hesar spurningar á skránni hvørja viku. Á hendan hátt fáa vit betri javnvág millum løg- ting og landsstýrið, sum kanska fór eitt sindur av lagi við nýggju stýrisskip- anin, heldur Edmund Joen- sen. – Á hendan hátt fáa vit eitt orðaskifti millum ting- fólk og landsstýrisfólk um dagsaktuella politikkin, og tað kann bara styrkja demo- kratiið, heldur løgtingsfor- maðurin. Fáa betur lagt til rættis Um tingarbeiðið sigur Ed- mund Joensen, at vanliga skipanin verður, at mána- dagurin verður burtur av brúktur til nevndararbeiðið. Somuleiðis verður fyrra- parturin týsdag, mikudag og hósdag settur av til nevndararbeiðið, meðan tingfundirnir verða hildnir seinnapartin týsdag, miku- dag og hósdag. Fyrrapart- urin fríggjadag verður eis- ini settur av til tingarbeiðið. – Á henda hátt fáa bæði ting- og landsstýrisfólk lagt sær arbeiðsdagin til rættis. Men er tað okkurt stórmál, sum t. d. fíggjarlógarvið- gerð, so verða sjálvandi heilir dagar settir av til tingfundir, sigur Edmund Joensen. Í seinasta valskeiðið sam- tykti løgtingið munandi lønarhækking til tingmenn, sum fóru úr umleið 16.000 krónum í mánaðarligari grundløn upp í góðar 25.000. Grundgevingarnar vóru, at tingmenn skuldu vera tingmenn burturav. Tingmenn í almennum starvi, kunnu bara hava hálvtíðar starv hjá tí al- menna umframt tingarbeið- ið. Fyri tingmenn, sum eru í privatari vinnu, er ikki lóggivið um arbeiði um- framt tingarbeiðið. Edmund Joensen heldur, at hetta hevur broytt hug- burðin og arbeiðslagið hjá tingmonnum, og at tað merkist, at tingmenn nú eru betri fyrireikaðir, eitt nú til framsøgurøður. Næsti tingfundur er ikki lýstur enn. Føroyskar kórfløgur eru ikki gerandis- kostur, men nú eru upptøkur lidnar við einum av drúgvastu og best kendu kórum í landinum, nevniliga Ljómi. Góð fólk hava verið um kórið og fløgan væntast í november KÓR Dagfinn Olsen Kirkjukorið Ljómur í Vági er júst liðugt við upptøkur til eina fløgu. Fleiri ferðir hevur vegurin framvið kirkjuni í Vági verið stongdur, tí upptøkurnar eru farnar fram í kirkjuni. Kend og góð fólk hava ver- ið um kórið undir upptøk- unum. Kendi kórleiðarin Johannes Rahe hevur leitt kórið. Hann er kendur og viðurkendur, hevur verið í Føroyum fyrr, eittnú í sam- band við Nóatón. Hann hevur eisini stjórna í Sankta Pæturskirkjuni í Rom. Rúni Brattaberg kennir væl kórleiðaran frá sam- starvinum í Nóatón og fekk samband í lag millum Ljóm og Rahe, ið er kendur fyri eisini at duga væl at læra frá sær, bæði leikfólk og børn. Matti Heinonen hevur staðið fyri at taka upp. Hann er viðurkendur upp- tøkumaður, sonevndur tekniskur inginørur, ið er vanur at taka sær av trupl- um upptøkum, t.d. opera. Hann hevur eisini egin upp- tøkuhøli. Tætt samstarv er millum ljóðmann og kórleiðara undir kórupptøkum og Rúni Brattaberg átók sær at vera millummaður, eisini málsliga, og lætti hetta væl um. Fløgan við Ljómi kemur ætlandi fyrsta sunnudag í november, allahalganna- dag, og tá verður konsert. 18 sálmar og sangir eru á fløguni, mest kent tilfar. Sum nakað forkunnugt er at nevna, at Tjóðsangurin verður sungin við nýggju útsetingini hjá Bjarna Restorff, og hon er ikki sungin áður á bandi ella fløgu. Kendi myndamaðurin Per Folkver, sum hevur givið bók út um Føroyar, og nú starvast hjá Politiken, hevur tikið myndir til fløguhúsan. Slætt borð á tingi Edmund Joensen tekur við sum løgtingsformaður, 15. mai. Hetta er fyrstu ferð, at andstøðan á tingi eigur tingformannin – tað heldur Edmund Joensen vera eina styrki fyri demokratiið Kirkjukórið Ljómur liðugt við upptøkur Johannes Rahe og Matti Heinonen avmyndaðir í Vági. Teir hava hjálpt Ljómi við upptøkum og fóru av landinum aftur í gjár Mynd: D. Olsen TINGFUNDIR Eirikur Lindenskov Í framtíðini fer at bera til hjá fólki at síggja og hoyra tingfundirnar í sjónvarpi. Seinastu árini hevur sjónvarpið sent ljóðið úr tinginum, með- an royndarmyndin er á skerminum. Á henda hátt ber til hjá fólki at fylgja við tingfundi, um sjónvarpið ikki hevur annað á skránni. Í nýggja tingsalinum eru sett upp upptøkutól, og í framtíðini fer Sjón- varp Føroya eisini at senda myndir frá ting- fundinum. – Ætlanin er at hava tvey myndatól, sum skifta automatiskt mill- um røðarapallin og sal- in, sigur Jón Heðin Tróndheim, tekniskur leiðari í Sjónvarpi Før- oya. Hann sigur tó, at endaliga er ikki avrátt, hvussu hetta verður lagt til rættis. Eisini er tað ein spurningur um peng- ar, nær sjónarpið er klárt at senda myndirnar, útgerðin í tinghúsinum er sett upp, men enn vantar útgerðin, sum skal fáa myndirnar úr tinginum niðan í sjón- varpið. Jón Heðin Tróndheim væntar, at skipan verður klár einaferð í komandi ári. SvF fer at senda úr tinginum C M Y K 7 6