hósdagur 15. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 154 - 15. august 2002
Nr. 154 - 15. august 2002
9
Frá 1. oktober í ár
kunnu vit vænta, at
bilaprísirnir í
Føroyum fara at
hækka eitt lítið vet.
Hetta kemst av, at ES
krevur nú av øllum
bilframleiðarum, at
bilarnir verða seldir
til sama prís til øll
lond í ES
BILASØLA
Ingrid Bjarnastein
Avgjøldini á bilum í Dan-
mark eru munandi hægri
enn í øðrum ES londum. Tí
hevur Danmark fingið bil-
arnar frá teimum ymsu bil-
framleiðarunum bíligari,
soleiðis, at tá avgjøldini eru
komin á, so verður bilurin
ikki ómenniskjasliga dýrur
at keypa. Men frá 1. okto-
ber fer ES at krevja, at allar
bilframleiðarar skulu selja
bilar sínar til sama prís til
øll ES lond. Hetta merkir,
at Danmark nú skal gjalda
tað sama fyri bilarnar sum
til dømis Svøríki, men í
Svøríki eru avgjøldini nógv
lægri. Og av tí, at flestu
bilasølurnar í Føroyum fáa
bilar sínar ígjøgnum Dan-
mark, kemur hetta eisini at
ávirka føroysku bilprísirn-
ar.
– Hetta fer eisini at
ávirka Føroyar, tí flestu
bilasølurnar í Føroyum fáa
bilar sínar ígjøgnum Dan-
mark, sigur Eivind av
Reyni, stjóri á bilasøluni
Reyni Service.
– Hvussu nógv tað verður
í prosentum, dugi eg ikki at
siga enn, men ein kann
vænta, at tað fer at liggja
ímillum 10 og 15 %.
Ikki alt í senn
Men tó skulu føroyingar og
danir fyri tann saks skuld
ikki halda, at bilaprísurin
ger eitt stórt lop uppeftir
tann 1. oktober.
– Hetta verður ikki nak-
að, sum fer at henda so-
leiðis alt fyri eitt. Tær flestu
bilasølurnar
hava
tikið
hædd fyri hesum síðani
fyrst í árinum, og tí kemur
ein ikki at merkja tað so
væl, greiðir Eivind av
Reyni frá.
Sjálvt um tað so kundi
hugsast, at bilasølurnar í
Føroyum eftir tann 1. okto-
ber fóru at keypa bilarnar
aðrastaðni frá, heldur Eiv-
ind av Reyni, at tað verður
tað helst ikki talan um.
– Tað kundi sjálvsagt
hugsast, at vit valdu at
keypa bilarnar aðrastaðni
frá, men soleiðis verður tað
helst ikki. Danmark hevur
jú fingið bilarnar bíligari, tí
skrásetingargjaldið og toll-
urin hevur verið so høgur,
og tað hava vit í Føroyum
bara notið gott av. Men eg
rokni við, at vit framhald-
andi fara at keypa bilar
okkara úr Danmark.
Eivind av Reyni sigur
eisini, at Toyota bilar í
Japan fara í næstum at
royna at savna tann evrope-
iska marknaðin á einum
staði. Hetta hevur við sær,
at um árskiftið verða allir
bilarnir til til dømis Noreg,
Svøríki, Danmark, Føroyar,
Ísland og so framvegis av-
skipaðir í Malmö. Og her
fer so at vera ein Toyota
høvuðsgoymsla.
Men Eivind av Reyni
metir ikki, at tað fer at
loysa seg at fáa bilarnar
aðrastaðni frá enn úr Dan-
mark, tí í síðsta enda fer
hetta alt at kosta eins nógv.
Stórur
eftirspurningur
Orsakað av prísharmoniser-
ingini, sum hetta verður
kallað, hevur eftirspurning-
urin av bilum verið ógvu-
liga stórur. Onkur hevur
enntá havt á munni, at
Reyni Service fór ikki at
fáa nýggjar bilar fyrr enn í
november mánaða.
– Hetta kemst av hesi so-
kallaðu prísharmonisering-
ini. Eftirspurningurin hevur
verið stórur, og tí eru tær
ymsu goymslurnar tømdar
skjótari enn vanligt. Hetta
ger eisini leveringstíðina
longri, og um tú ynskir eitt
serligt modell ella eina ser-
liga farvu, kann tað taka
millum 3-5 mánaðar at fáa
ein bil. Men vit hava roynt
at gjørt tað á tann hátt, at
vit fáa nýggjar bilar inn
hvønn mánaða, sigur
Eivind av Reyni at enda.
Bilaprísirnir hækka 10-15%
1. oktober kunnu vit vænta, at bilaprísirnir í Føroyum fara eitt vet upp. Hvussu nógv ber ikki til at siga enn, men tilsamans eiga vit at rokna við einum vøkstri
uppá 10 – 15%, metir Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service
Savnsmynd
Listastevnan 2002,
sum nú er meira enn
komin í helvt fer í dag
í holt við stóru
sagnirnar
LISTASTEVNUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Nú eru bert fýra dagar eftir
av 16 daga longu Lista-
stevnuni, sum byrjaði tann
3. august. Men enn er hon
ikki liðug, og so verri enn
so. Nú setir Liststevnan
skjøtil á tær stóru sagnirn-
ar. Tær um Sjúrð, sum vá á
Orminum, um bannaða
gullið úr Rín og um
Beowulf.
Í dag, hósdagin, klokkan
17.00 fer íslendski lektarin,
Heimir Pálsson at greiða
frá um Eddukvæðini í
Klingruni í Norðurlanda-
húsinum. Hesi kvæðini
vórðu skrivað av íslending-
um í umleið ár 1275.
Eisini greiðir íslendski
lektarin frá um gransking-
arúrslit og hugleiðir um
mál og viðurskifti, sum
kunnu tykjast ógreið, men
sum hann tó hevur eitt boð
um.
Ein hugsan lektarans er,
at kvinnurnar hava hildið
lív í søgunum, meðan
menninir hava verið í bar-
daga.
Heimir Pálsson hevur
verið ráðgevi hjá New York
bólkinum, Sequentia í sam-
band við Edduframførslur
kring heimin.
Sjúrðakvæðini
Fríggjadagin klokkan 17.00
fer
Eyðun
Andreasen,
professari og dr. phil., at
samanbera søgurnar í ísl-
endsku
Eddukvæðunum
við føroysku Sjúrðakvæð-
ini. Eisini samanber Eyðun
málsligan og annan skyld-
skap
millum
føroyska
kvæðayrking og norrøna
skaldskapin á bundnum
máli. Hesin sami fyrilestur
verður eisini hildin í Klaks-
vík sunnudagin klokkan
16.00.
Hesir báðir fyrilestrarnir
hjá Eyðuni og Heimir eru
knýttir at stóru Edda-fram-
førsluni í Norðurlandahús-
inum, hjá Sequentia. Hon
verður í Høllini leygar-
kvøldið og sunnukvøldið.
Hóskvøldið
klokkan
19.30 fer Benjamin Bagby
at
framføra
leikin
»Beowulf«
á
gamla
Meiarínum í Havn. Benja-
min Bagby, sum er leiðarin
í leikbólkinum Sequentia,
spælir og kvøður hetju-
kvæði Beowulf við hørpu
og dolki. Hetta er einasta
søgnin, sum er varðveitt á
fornenskum máli.
Beowulf er hetjan, sum
skal hjálpa danska kongin-
um Hrothgar í stríðnum
ímóti ódjórinum Grendel.
Eddu-framførslan
er
størsta tekniska avbjóðing,
Norðurlandahúsið
hevur
verið fyri síðani húsið varð
tikið í brúk fyri skjótt 20
árum síðani. Umframt alsk-
yns talgilda tøkni, skulu
jarnbreytaskinnarar festast
í gólvið.
So tað verður ein spenn-
andi finala í Norðurlanda-
húsinum hjá Listastevnu
Føroya leygarkvøldið og
sunnukvøldið.
Listastevnan í holt við stórar sagnir
Norðbúgvin landaði á
Havsbrún týsdagin,
og væntandi kemur
Tróndur í Gøtu eisini
inn at landa í hesi
vikuni
– Beint nú er fiska-
loysi bæði í føroysk-
um og íslendskum
sjógvi, sigur Jákup
Oluf Joensen á Havs-
brún
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tá ið Havsbrún frætti frá
Tróndi í Gøtu mánadagin,
høvdu teir 1600 tons av
svartkjafti inni. Í gjár
høvdu teir somuleiðis 1600
tons, so hesar fyrstu dagar-
nar í vikuni hevur verið
rættiligt fiskaloysi á føroy-
sku svartkjaftaleiðunum.
– Tað var soleiðis, at tá ið
Tróndur í Gøtu byrjaði
nýggjan túr, vóru føroysku
nótaskipini í íslendskum
sjógvi. Har var tó lítið og
einki at fáa. Tróndur leitaði
og kastaði í føroyskum
sjógvi og fekk 700 tons tey
bæði fyrstu samdøgnini. Tí
komu hini skipini eisini í
føroyskan sjógv at royna,
sigur Jákup Oluf Joensen.
Hann væntar, at Tróndur
í Gøtu kemur inn at landa í
vikuni.
Hini skipini, sum í løtuni
eru á svartkjaftaleiðunum,
Christian í Grótinum, Krún-
borg og Krúnan, hava lítið
inni.
Ellefsen-menninir í Vág-
unum eiga Krúnuna, men
skipið hevur verið lítið at
sæð her um okkara leiðir.
Krúnan landar fyri tað
mesta í Danmark.
Norðbúgvin
við 600 tonsum
Týsdagin landaði Norð-
búgvin 600 tons av svart-
kjafti á Havsbrún. Teir
fingu fiskin í føroyskum
sjógvi. Norðbúgvin er skip-
ið hjá Bjarta Mohr og er
eisini lítið at síggja her um
okkara leiðir.
Jákup Oluf Joensen sig-
ur, at tað kann vera so
undarligt við svartkjafti-
num.
– Skipini leita og fáa ikki
livandi. Men so knappliga
kunnu tey renna seg í svart-
kjaft. Beint nú fæst lítið og
einki í føroyskum og ís-
lendskum sjógvi, sigur
hann.
Fiskaloysi bæði í føroyskum
og íslendskum sjógvi
Á Havsbrún vænta tey, at Tróndur í Gøtu kemur inn at landa í vikuni. Í gjár høvdu teir 1600
tons av svartkjafti inni. Tróndur hevur roynt í føroyskum sjógvi
STUðULSSVIMJING
Vilmund Jacobsen
Enn hevur stuðulsnevnd-
in fyri svimjihyli í Nóls-
oy ikki tikið tjaldið í
skúlagarðinum og tivoli-
básarnar á Nýggjavegi
niður.
Leygardagin komandi
verður árliga stuðuls-
svimjingin um Nólsoyar-
fjørð, og tá ætlar stuðuls-
nevndin fyri svimjihyli at
skipa fyri dansi og tom-
bola í Nólsoy.
Tá ið Sosialurin miku-
dagin tosaði við Anny
Niclasen, sum er limur í
stuðulsnevndini, var ikki
endaliga avgjørt, hvussu
dagurin verður skipaður.
– Men vit ætla at hava
dans í tjaldinum hetta
kvøldið og tombola. Í
vikuni
verður
greitt,
hvussu hesin dagurin –
eftir svimjingina – verð-
ur lagdur til rættis, og
hvørji tiltøk verða á
skránni,
sigur
Anny
Niclasen.
– Hetta er 100.000
krónur meira enn
seinasta ár, sigur
Anny Niclasen, limur
í stuðulsnevndini
BYGDASTEVNA
Vilmund Jacobsen
Enn veit eingin at siga,
hvussu nógv fólk var á
Ovastevnu í ár, men talið
var stórt, nógv størri enn
nakrantíð áður.
Týskvøldið hevði stuðuls-
nevndin fyri svimjihyli
fund, og tá taldu tey upp,
hvussu nógv tey ymisku til-
tøkini góvu í peningi.
Anny Niclasen, sum er
limur í stuðulsnevndini,
sigur, at ovastevnan í ár
gav 280.000 krónur brutto,
og tað eru 100.000 krónur
meira enn seinasta ár.
– Men nógvar útreiðslur
eru knýttar at stevnuni og
ymisku tiltøkunum. Vit
vóna tó, at einar 150.000
krónur eru eftir, tá ið avtor-
nar.
800 fólk dansaðu
Anny vísir á, at dansurin í
tjaldinum í skúlagarðinum
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið gav mest í brutto.
– Fríggjakvøldið, tá ið
Countrybólkurin úr Klaks-
vík spældi, vórðu 230 at-
gongumerki seld og leygar-
kvøldið, tá ið Terji og nóls-
oyingar spældu, var talið
575. Í fjør seldu nólsoying-
ar ávikavist 170 og 400 at-
gongumerki.
Anny sigur, at nógvar út-
reiðslur eru knýttar at
dansinum í tjaldinum.
– Tónleikabólkarnir og
leigan av tónleikaamboðum
kostaðu stívliga 30.000
krónur, og nú eigur stuðuls-
nevndin eisini tjaldið, sum
hevur kostað okkum nógv-
an pening. Tað verður so
ikki ein útreiðsla komandi
ár.
Hon sigur, at tombola,
skjótibreytin og 21-spælið
góvu nógvan pening, men
eisini her fer ein partur út-
aftur í keypi av vinningum.
– Nakrir lutir verða latnir
innaftur, og tí er enn ikki
endaliga uppgjørt, hvat
nettotalið verður, sigur
Anny, sum leggur aftrat, at
stuðulsnevndin eigur básar-
nar, sum nýttir verða á
stevnuni.
Vælumtókta kabarettin
gav eisini væl av peningi,
29.000 krónur í mun til
25.000 krónur seinasta ár.
– Tey, ið luttaka í kaba-
rettini, gera tað ókeypis.
Einastu útreiðslurnar, er
leigan av Royndarhúsinum,
sigur Anny.
Øll tiltøkini
góvu meira
Stuðulsnevndin er sera væl
nøgd við undirtøkuna, sum
Ovastevnan fekk í ár.
– Hetta er besta árið
nakrantíð, so vit eru ógvu-
liga væl nøgd og takksom
fyri stuðulin. Øll tiltøkini
hava givið meira í ár, enn
tey nakrantíð áður hava
givið, sigur Anny.
Spurd,
hvat
nevndin
ítøkiliga fer at gera við pen-
ingin, sigur hon, at tey hava
tosað um at fáa stoypiar-
beiði í svimjihylinum undir
land.
Anny Niclasen dugir tó
ikki at siga, hvussu langt
peningurin røkkur.
Ovastevnan gav 280.000 krónur brutto
280.000 krónur brutto; tað var peningaliga
úrtslitið av ovastevnuni í ár
– Øll tiltøkini góvu meira í ár enn nakrantíð
áður, sigur Anny Niclasen, limur í
stuðulsnevndini fyri svimjihyli
Stuðulssvimjing,
dansur og tombola
Lesið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
9
8