hósdagur 15. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 154 - 15. august 2002
Nr. 154 - 15. august 2002
11
Vagnur Michelsen
Øvundsjúka og klandur
trívast væl í Føroyum. Er
friður eina løtu og einki er
at klandrast og keglast um,
so skulu einstaklingar og
fjølmiðlar nokk syrgja fyri,
at alt fer upp at gáka aftur.
Málið millum løgmann og
Tórbjørn Jacobsen er eitt
dømi um hetta.
Tað var eitt mannmink-
andi politiskt sniðálop, tá ið
Tórbjørn Jacobsen í eini
grein gróv framaftur eina
flyting, sum Anfinn Kalls-
berg løgmaður gjørdi fyri
20 árum síðani. Talan er um
eina upphædd, sum Anfinn
í árunum 1977-1982 flutti
frá P/F Frostvirkinum til
tvey partafeløg, har hann
sjálvur var stjóri og parta-
eigari.
Sambært eini grein í
Sosialinum endaði hend-
ingin í sátt og semju í 1982,
og hví í allari víðu verð
skulu Tórbjørn og fjølmiðl-
arnir á ódámligan hátt gera
so nógv burturúr eini hend-
ing, sum er farin fram og
endaliga avgreidd fyri 20
árum síðani.
80 árini vóru serlig í Før-
oyum, og í 80 árunum bar
alt til. Mangt fór fram í 80
árunum, sum ikki toldi
dagsins ljós. Glansitíðin
endaði við, at landið fór á
húsagang og 5000 fólk
máttu rýma frá húsi og
heimi. Landið misti 100
tals milliónir, tí ivingarsom
veðhald vórðu latin skipum
og virkjum.
Seinni vóru vit vitni til
sakarmál og ákærur ímóti
persónum, sum møguliga
høvdu yvirfíggjað nýggj
skip, men eingin bleiv
dømdur og mongu ákærur-
nar vórðu sleptar.
Dómarin segði í eina
skipamálinum, at politiski
myndugleikin var vitandi
um, hvat fór fram í 80 ár-
unum.
Hví skal so ein 20 ára
gomul hending um eina
flyting nú knappliga drag-
ast framaftur í fjølmiðlu-
num? Hetta er ússaligt og
mannminkandi ímóti okk-
ara løgmanni.
Skilji púrt einki av hes-
um, tí síðani hendingina
fyri 20 árum síðani hevur
Anfinn Kallsberg bæði ver-
ið landsstýrismaður og løg-
maður. Sambært meining-
arkanningum vilja flestu
føroyingar jú hava Anfinn
sum løgmann, og í løg-
mansstarvinum hevur An-
finn verið bæði hampiligur
og siðiligur.
Jú, tú skilir sjálvandi, at
andstøðubløðini og and-
støðupolikararnir
brúka
støðuna, tí tað er ein partur
av politiska spælinum at
fáa hálað teppið undan løg-
manni og sjálv sleppa fram-
at politisku leiðsluni í
landinum.
Men nógv við mær halda
eins og løgmaður, at løg-
maður hevur fingið eina
ringa viðferð í sjónvarpi-
num. Okkurt innslag í sjón-
varpinum um flytingina var
beinleiðis pínligt, og tú
spurdi teg sjálvan, hvat
endamálið var at leita fram
gamlar myndir úr banda-
savninum.
Tað eru nøkur av okkara
tíðindafólkum, sum trívast
best, tá ið tey viðgera tað
negativa í samfelagnum.
Tey hava ikki evnini at bera
eyga við tað positiva og
finna ikki sólskinssøgur-
nar, sjálvt um sólin í vikur
hevur skinið bæði oman og
niðan, og búskaparfrøðing-
arnir boða frá góðum byri í
Føroyum næstu árini.
Sjálvandi skuldu fjøl-
miðlarnar havt latið teir
tveir setningarnar hjá Tór-
birni Jacobsen í blaðgrein-
ini farið aftur við borði-
num. Setningarnir høvdu
ikki annað uppiborið, og
Tórbjørn hevði ikki fingið
so nógva umrøðu, sum
hann trívist so væl í.
Tórbjørn Jacobsen hevur
annars góðar og spennandi
hugsjónir og dugir væl at
skriva, men hann skikkar
sær ikki nóg væl á politiska
leikpallinum enn.
Nú er málið um flytingina
vorðið so politiskt og gro-
teskt, at fjølmiðlar og
politikarar tosa um eina
grein 19 kanning. Álvara-
tos, er hetta ikki ov langt
úti, og er málið ikki farið út
um øll menniskjalig mørk.
Vit eru nógv í Tjóð-
veldisflokkinum sum er
vónsvikin, tí hvar er »floks-
dissiplinin« í flokkinum, tá
ið eitt so lítið mál kann
koma so langt, at málið
kann slíta samgonguna.
Hvat er tá vunnið.
Havi altíð havt fult álit á
løgmanni Anfinni Kalls-
berg. Fái ikki eyga á nakran
annan persón í landinum,
sum so siðiliga og hampi-
liga megnar løgmansupp-
gávuna betur enn Anfinn.
Løgmaður er tíverri vikn-
aður í fullveldismálinum,
men tað er ímóti hansara
egna vilja. Sambandsvong-
urin í Fólkaflokkinum við
Óla Breckmann, Bjarna
Djurholm og Jørgen Nicla-
sen á odda er í løtuni ov
sterkur.
Nú skuldu fjølmiðlarnir
og politikararnir einaferð
med alla slept málinum um
flytingina hjá løgmanni á
sinni. Fólk hvørki tíma ella
orka at lesa og hoyra meiri
um Anfinn, Tórbjørn og
P/F Frostvirkið.
Nýtið heldur tíðina og
orkuna til meira positivt
politiskt virksemi, millum
annað gullið og grønu
skógirnar, sum politikarar-
nir lovaðu teimum gomlu
áðrenn løgtingsvalið í vár.
Á hesum økinum er nógv at
tríva í.
Nú hava allir teir stóru flokkarnir í fjølmiðlunum
sagt frá, um teir eru sinnaðir at játta Sjónvarpi Før-
oya pening á fíggjarlógini. Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin siga ja. Sambandsflokkurin iv-
ast, men hellur óivað tann vegin at siga ja. Men
Fólkaflokkurin sigur helst nei. Í øllum førum sigur
formaðurin hjá tingmanningini og í fíggjarnevndini,
Óli Breckman, í samrøðu við Sosialin týsdagin, at
Fólkaflokkurin vil neyvan hava SvF á fíggjarlógina.
Málið hevur tikið seg upp, eftir at Føroya Tele við
nýggja Televarpinum helst kann fara at máa grund-
arlagið undan SvF. Tað nýggja Televarpið sendir
somu ræsur beinleiðis, sum SvF sendir seinri. Sam-
stundis hevur sjónvarpsstjórin alment boðað frá, at
skal SvF røkka endamálið sínum um føroyskar
sendingar og føroyskan tekst á útlendskum sending-
um, skulu 70 mió.kr. til.
Hetta er nógvur peningur, og tað er ikki løgið, at
summi hveppa seg við. Men spurningurin er, um ein
nógv minni peningaupphædd ikki hevði hjálpt mun-
andi. Ein annar spurningur er eisini, um ikki tað er
neyðugt við eini hugburðsbroyting í SvF til pro-
grammpolitikk, starvsfólkapolitikk og nýggja tøkni.
Teir flestu føroyingar eru samdir í, at vit skulu hava
eitt føroyskt sjónvarp. Hóast fólk ofta illneitast inn á
SvF, halda fólk flest, at tað er gott at hava eina før-
oyska sjónvarpstíðindasending og føroyskar send-
ingar. Dagur og Vika gav Útvarpi Føroya kapping,
og tað sæst og hoyrist sanniliga á tíðindaflutningi-
num, eins og kappingin millum loftmiðlarnar hevur
eggjað bløðunum til ein betri tíðindaflutning. Har-
afturat eru tey flestu óivað fegin um føroykar send-
ingar í SvF – bæði einstakar sendingar, t.d. úr náttúr-
uni, dokumentarsendingar, t.d. um bankamálið, og
sendirøðir, t.d. um olju og tuberklarnar, sum SvF
borðreiddi við fyri fleiri árum síðani. Tí halda óivað
tey nógvu, at SvF eigur at fáa játtan til føroyskar
sendingar á fíggjarlógini.
SvF kann ikki kappast við altjóða ræsur, og Føroyar
eru eitt lítið land til eitt stórt sjónvarp. Men vit hava
vant okkum til at hava eitt føroyskt sjónvarp, og vit
vilja framhaldandi hava eina – helst betri – føroyska
tíðindasending, føroyskt orðaskifti o. a., eins og
sendingar um føroysk evni, tí tær gera hvørki BBC,
Sky, CNN ella ITV. Hinvegin mugu vit eisini gera
okkum greitt, at fær SvF pening, er skeivt at lata ÚF
sita eftir. Henda støðin, sum er bíligari at reka, átti
at fingið eina játtan, so vit fingu fleiri og frægari út-
varpssendingar, t.d dokumentarsendingar, sum
saknur er í. Men áðrenn vit koma so langt, eiga vit
at hava eitt veruligt orðaskifti, ikki bara millum
poltikkarar, men eisini millum fjølmiðlafólk, um
verandi sjónvarp, tí ynskiligt er ikki bara at hava eitt
førosykt sjónvarp, men eitt frægari føroyskt sjón-
varp.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt veruligt føroyskt
sjónvarp er ynskiligt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eitt politiskt sniðálop á løgmann
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Menniskjan klárar ikki at
kappast við teldur/maskin-
ur, ið koma at økja mun-
andi um stagnatión og gera
allar føroyingar til sam-
felagstaparar, ið missa sítt
livibreyð.
Tað er bara at hyggja at
robott føroyingum í øllum
aldri/samfelagsbólkum/stætt
um, ið gerast samfelagstap-
arar, tá ið øll kroppslig ar-
beiðsmegi verður avtikin.
Ræðuligt er at staðfesta
at álvarsligt er áfatt við øll-
um, ið liva sum arbeiðandi
trælir hjá stórkapitalistum,
ið eru kriminellir lógloys-
ingar úti á arbeiðsmark-
naðinum.
Tað er nógv fyri at korrup-
tión/mutur/samansvørjan
merkir dóms/politi/lóggávu-
valdið í Havn og tann rikna
politikk á løgtingi og í
bygdar-/býráðum.
Tað er ikki mætari við
øllum
børnum/ungdóm-
um/tilkomnum á dagstovn-
um/skúlum/lærustovnum/
viðgerarstovnum/heimum,
ið gerast samfelagstaparar.
Tað gerast allir samfelags
avvíkjarar/samfelagstaparar
og øll í falla fyri rús-
drekka/rúsevnis/heilivágs/
tubbaks misnýtslu, ið slept
vera upp á fjall í dag.
Tað einasta, sum hevur
áhuga innan kunningar og
samskiftistøkni er at skapa
mest møguligan profitt/
vinning, til partaeigarar í
KT-fyritøkum.
Samfelagstaparar í Føroyum!
John S. Myllhamar
Tað er bæði ólogiskt og
óbíbilskt at tosa um kær-
leika og missión út í
heimi, um vit ikki fyrst
megna at fremja tað
heima í Føroyum. Er ikki
vant dúgliga á heimavølli,
man lítil dugur vera í á
útivølli.
Við støði í missiónsboð-
unum soleiðis sum Lukas
evangelistur hevur givið
okkum tey, at í Jesu navni
eigur at verða prædika
umvending og fyrigeving
syndanna fyri øllum fólka-
sløgum og byrjar skal frá
Jerúsalem, koma her nak-
rar hguleiðinga rum nær-
missión, sum nattúrliga
má vera fyritreytin og
venjingin til fjarmissión.
Ein av formonnunum í
Kirkelig Forening for den
Indre Missión í Danmark,
Zewtan, hevur kanska havt
missiónsboðini úr Lukasar
evangelium í huga, tá ið
hann segði tey vísu orðini:
»Indre Mission er det før-
ste, Ydre Mission det stør-
ste. Hann sá tað missioner-
andi arbeiði frá rætta sjón-
arvinklinum, sá tað soleið-
is, sum jesus hevði sett útí
kortið.
Yvir um ánna
eftir vatni
Orðatakið »At fara yvir um
ánna eftir vatni« var ofta
havt á munni av langtandi
skipsfelagum, tá ið vit sigl-
du við føroysku fiskiskip-
unum 10-15 samdøgur,
1.000-1.500 fjórðingar frá
heimlandinum
til
Ný
Foundlands, Kanada ella
Grønlands køldu, storm-
bardu strendur, at fiska
sama slag fisk sum tann, ið
svimur millum okkara egnu
oyggjar. Myndin skal ikki
pressast, men tað sama ger
seg óiva mangan galdandi í
tí andaliga fiskiskapinum.
Orðatakið skal minna á, at
missiónsboðini kunnu mis-
fatast, vendast á høvdið og
uppfataði soleiðis, at tað er
í Afrika, India ella onku-
staðni langt, langt burturi,
umsorganin og uppgávan
liggur at sýna næstrakær-
leika, og at har eigur trú-
boðaravirksemi at byrja.
Við myndum í sjónvarpi-
num eru journalistarnir
óførir at lýsa fyriokkum at
hetta er rætta raðfylgjan.
Men tá ið Jesus talar um
missiónsarbeiði, sigur hann
tað øvugta, at byrjast skal
frá Jerúsalem, v.ø.o. at byrj-
ast skal har, ein er staddur, í
heimbygdini, í grannalag-
num í heiminum ja, at byrj-
að verður við einum sjálv-
um. Síðani víðkast sjónar-
ringurin nattúrliga.
Ein svii gav fyri nøkrum
árum síðani út bók, har
hann kagar í bakspeglið.
Hanne er sonur hjún, hvørs
nørvn eru send um allan
heim. Og hava tey tikið
ímóti heiðurslønum fyri
teirra ídni, eitt nú innan
»friðarrørslurnar«.
Tey
vóru sera væl umtókt uttan-
fyri landoddarnar. Í bókini
kemur høvundurin inn á sítt
heim og faðir og móður.
Hvat sigur heisn sonurin so
um virknu, populeru for-
eldur síni? Jú, hann skrivar
um, at hann ongantíð hevur
átt nakað heim, hevur aldri
átt nakran pápa ella nakra
mammu, tey høvdu ikki
stundir at taka sær av hon-
um og vera góð við hann.
Teirra kærleiki lá nógvar,
nógvar míl frá sær. Ein
skelkandi søga frá einum
sviknum abrni, ið ikki sær
nakran logik og nakað sam-
svar millum virkni foreldr-
anna úti og so heima.
Tað ber ikki til at skáka
sær undan sín ábyrgd við
populariteti.
Í tí kristiliga arbeiðinum
tykist mangan vera so nógv
lættari, at síggja neyðina
langt burturi, at elska eitt
nú muslimar, hindura rog
menniskju, sum annars eru
fjarskotin. Men hinvegin so
ómetaliga torført at elska í
sínum »Jerusalem«, at vera
góður við sín granna, at liva
í sátt og semju við hann.
Eisini er tað so nógv lættari
at elska menniskju í øllum
øðrum samkomum, meðan
tað er so øgiliga trupult at
vera góður við sítt egna
kirkjulið.
Missión er ikki nakað, ið
avgjørt skal fremjast har
ávís frástøða er. Í líknilsi-
num um hin miskunnsama
sámariubúgvan, verður sagt
um prestin og levittin, at
teir góvu sær ikki fær um
hitt maltrakteraða med-
menniskja, sum lá í vegjag-
aranum á tí vegi, teir høvdu
sína dagligu gongd. Ella
tann ríki maðurin, hann sá
ikki hin forpínda Lásarus,
ið var honum so nær, at
bara gáttin var vorðin eitt
óført dýpi, har tað var
ógjørligt at koma hvørjum
øðrum við, tá ið tað var ov
seint at rópa um nærmis-
sión.
Vit hava nógvar Lasarus-
ar rundanum okkum har vit
dagliga ferðast. Missións-
markin liggur fyri durðum
okkara. Hóast vit tímiliga
hava góð kor, eru rundan
um okkum grátandi og
ráðaleys menniskju, sum
eru nívd av ótta og ein-
semiskenslu. Ongum nýtist
at vera arbeiðsleysur her.
Ikki er neyðugt at seta bilin
í gongd fyri at finna hesi,
enn minni at seta seg í eitt
flogfar.
Byrja har
vit eru stødd
Halgabók hevur reglurnar
hvussu byrjað verður at
dríva missión. Frásøgnin í
Jóhannesar evangelium 1.
35 ff. tá ið Jesus finnur sær
lærusveinar, sigur greitt frá,
hvussu
missiónsarbeiði
byrjar. Heilt einfalt verður
sagt um Andrias, ið saman
við einum øðrum læru-
sveini hevði hoyrt orð
doyparans: Sí, Guðs lamb-
ið! Og hevði havt eitt møti
við Jesus og fylgdi honum
eftir, at hann finnur fyrst
bróður sín Símun og sigur
við hann: Vit hava funnið
Messias! Tað var náttúrliga
reaktiónin uppá tað, sum
Andrias hevði uppliva.
Líka síðani syndin kom
inn í heimin, hevur hon
skilt menniskjuni frá hvørj-
um øðrum. Fyrsti spurning-
ur
á
mannaættarinnar
morgni
ljóðar: Hvar
er
Áben, bróður tín? Tað er
syndin, ið skilir. Vit liva
støðugt í einum heimi, her
vit koma longri og longri
burtur frá síðumanninum,
og hvar vit hava trupl.ari go
truplari at finna hvønn
annan. Ein særdur heimur
við hatri tjóðanna millum,
við sundurpettaðum átrú-
naðarligum
samkomum,
við upploystum heimum
sindraðum barnasálum. Har
hjún, hóast tey sita í somu
stovu, eru kilometrar frá
hvørjum øðrum. Onkur
hevur rópt hetta »hin lítli
deyðin«, sum tíðum kann
kennast svárari enn hin
stóri.
Loysnin til hesa miklu
vanlukku er avgjørt tann,a t
tað verður byrjað frá rætta
endanum, at finna hvønn
annan aftur, at vit fyrst
finna okkara síðumann.
Hetta hevði verið til størstu
signing fyri øll. Vegurin er
einfaldur og framferðar-
hátturin greiður: Andriast
hevur fyrst sjálvur funnið.
hann fann Kristus og harvið
meiningina við lívinum.
Ein, sum skal missionera,
má byrja við sær sjálvum.
Tað er ivaleyst størsti
trupulleikin, at tey, sum
bjóða seg fram, ongantíð
hava møtt sær sjálvum. Tá
ið Andrias hevði sæð guds
lambið, varð hann við tað
sama sjálvur settur í gongd.
Fyrst finnur hann bróðir
sín. Her byrjaði tann ketu-
reaktión, sum kann bera
heiminum vón, sum eina
kann føra til ta fatan, vit
spyrja og leingjast eftir. Í
hansara egna heimi byrjaði
tað, í familjuni byrjaði tað.
Áðrenn farið verður undir
at realisera teir stóru ynski-
dreymarnar, at gera verðina
betri, at gera samveldir og
sameina allar átrúnaðir, átti
at verið bytrjað har Andrias
byrjaði. Tað næsta stigið vil
tá vera heilt náttúrligt –
bróðir tín, granni tín, næsti
tín, vinur tín, fíggindi tín.
Andrias finndur fyst bróður
sín Símun, næsta dagin
finnur Jesus Filippus, og
Filippus finnur Natanael. Á
so einfaldan og nattúrligan
hátt fór fyrsta evangeliser-
ingin fram. Soleiðis byrjaði
tað áðrenn talarastólar,
pallar og hallir vóru upp-
funnar. Soleiðis arbeiddi
Jesus sjálvur og soleiðis ar-
beiddu lærusveinar hans-
ara. Vit hoyra her um 4
menniskju, ið innan eitt
samdøgur, hvørt fyri seg,
vera funnin og vunnin.
Hugsa sær, um her var bor-
ið at sum í okkara tíð, við
teimum veldigu tiltøkum,
við tí risatóli, sum verður
sett í gongd, men sum oft-
ast kann samanberast við
sápu í springvatni, er løtu-
vinningur, og ongar varandi
fylgir hevur fyri nakran.
Tørvandi nærvera
Tað verður prædika yvir
høvdinum á mennsikjum,
sum
í
veruleikanum
treingja til persónligt sam-
band. Vit fara longsta veg
fyri at finna menniskju,
ístaðin fyri at fara Bíbli-
unnar einfalda veg – bein-
leiðis til menniskja. Sum
Kristus gjørdi. Betri og
vakrari dømi um hetta finst
ikki, enn samtalan, Jesus
hevði við konuna úr Sám-
ariu. Tað er ein meistarlig
lýsing av Jesusi í arbeiði.
Eitt einastandandi dømi um
sálarrøkt og sálarvinning.
Hugsa sær, um Jesus var
lopin upp á kantin á brunni-
num og var farin at moral-
isera fyri hesi konuni, sum
vit meta hevði uppibiroið
eina dyggiliga fleingju fyri
tann ljóta atburð hon hevði
sýnt, um hann var farin at
dundra niður yvir høvdið á
henni við øllum teimum
mongu orðunum og keip-
unum, sum dominera og
hava yvirræðið á boðanini í
dag. Hvat hevði tá fingist
burtur úr?
Nei, Jesus setti seg niður
hjá henni, og fór at tosa við
hana – hana, sum óiva ein-
gin annar vildi tosa við.
Neyvan hevði hann nakað
forlorið tannpastasmíl uppi
á. Hann var ektaður. Hann
setti seg í samband við
menniskja í menniskjanum.
Ongantíð skeyt hann málið
inn fyri alt hetta, sum ný-
mótans
fundarteknikkur
peikar á. Hann visti, at
djúpt inni í hesum menn-
iskja, var ein tørvur, ein
endaligur longsul, sum
hungraði eftir sambandi við
ein, sum dugdi at skilja
hana, og sum kundi gera
seg samlíki hennara. Jesus
gav sær stundir at lurta
meðan hon segði frá. Hann
arbeiddi aldri undir trýsti
og við skundi við prædik-
um og menniskjum. Við tí
avslappaðu atferð, ið eyð-
kendi hann og, sum hann
møtti henni við, var bygd
grund undir at samtalan
fekk so stýran týdning.
Lívsins veruleiki var ikki
goymdur
burtur,
ella
doyvdur av heimsins bak-
grundsdundran. Alt lív
hennara kom fram í ljósið,
og tey bæði komu at skilja
hvørt annað, eins og sálar-
læknin lurtar seg fram til
tað, ið nývir sjúklingin.
Hon skilti, at hesin tók seg
í álvara og bagatelliseraði
einki. Hann fær alt at vita
um hana, og hon fær alt at
vit um hann: Man hetta ikki
vera Kristus? Og so fekk
hetta fylgir, fyrst fyri bygd-
arfólk hennara, seinni fyri
allan heim.
Nútíðar menniskju eru
deyðatroytt av tí øgiligu
propagandu, av teimum
hørðu reklamurópunum –
verðsligum sum religiøs-
um, ið tey verða bumbard-
eraði við samdøgrið runt,
av tí øgiliga skundi, med-
menniskja hevur fyri at
vinna, fyri at røkka, fyri at
náa, ja, fyri at náa…?
Menniskjan sær at hon er
svikin – svikin av tí mest
lovandi boðskapinum. Nú-
tíðar menniskju leingjast
eftir samband við med-
menniskja, tí teimum tørvar
samband. Tað er uppskrift-
in til nýmótans missión og
evangelisatión sum tað var
á døgum Krists. Jesus kom
til eitt pinkulítið land á
heimskortinum. Hann start-
aði ikki á øgiligum víddum.
Arbeiðsøkið hansara var
landavegirnir í Palæstina.
Hann hevði einki sam-
komuhús ella talarastól,
ongar sekreterar og hjálpar-
sekreterar, ongar skrivarar
og samskiftishjálparmenn,
onga skrivstovutíð ella við-
talutíð, hann hevði ikki tíð
til sovorði. hann var á vakt
alt samdøgrið; hann var
komin at leita eftir menn-
iskjum sum einstaklingar,
leita upp hitt farna og
gloymda og at bjarga tí.
Hetta hevur verið upp-
gávan við tí missionerandi
arbeiðinum heilt frá teim-
um døgum. Líka síðan tá,
hevur
hesin
boðskapur
ljóða frá bróður til bróður,
frá vini til vin. Símun kom,
Filippus kom, Natanael
kom – allur ápostlaskarin
kom, menn og kvinnur í
túsund tali komu, heilar
tjóðir komu. Og soleiðis
virkar ein missionerandi
enn í dag, fyrst í sínum
nærumhvørvi, síðani víð-
kast sjónarringurin.
Sagt verður um Tummas,
ein av ápostlunum, sum
byrjaði í Jerusalem, og
seinni saman við Bartali-
meusi legði leiðina eystur
eftir, at hann endaði heilt í
India. Á egnum beinum
hevur hann gingið yvir
hetta velduga kontinentið.
Og enn í dag sigst vera ein
lítil kirkja í suðurindia, sum
ber heiðursnavnið Tummas-
kristin. Hevur nakar upp-
fylt orðatakið, at brúka
ápostlarnar, má tað vera
Tummas. Men hann byrjaði
frá rætta endanum. Og tað
er av størsta týdningi. Ein-
gin verður trúboðari av at
fara yvir øll fjøll, um hann
ikki fyrst dugdi tað heima.
Hevur ein ikki fyrst vant
dúliga á heimavølli, man
vera lítil dugur í einum á
útivølli.
VIÐMERKINGAR
Føroyar áðrenn Afrika
Tað hjálpir síðani heili-
vágs fyritøkum at skapa
sær profitt/vinning við at
selja skaðiligan heilivág til
øll offrini hjá KT-fyritøk-
unum í Føroyum.
Tað er eingin av øllum
lesarunum, ið hugsar um
slíkt, fyrr enn ovseint er at
gera nakað, so vit kunna
fáa steðga undirgang/ragnar-
rok/sinnissjúku.
Tað er bara at hyggja at
øllum, ið dyrka Guð, mam-
mon og dansa um gullkálv-
in hjá Kára P., ið førir til
áðurnevnda, tá øll liva í
hvørvissjónum.
Tað er eingin, ið skrivar
sum ein ger í lesarabrøv-
um, ið vil hava tykkum at
steðga øllum slíkum.
C
M
Y
K
11
10