Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 154 - 15. august 2002 Real good Røddirnar hjá The Real Group kunnu sanniliga nógv. Eitt ógvuliga fyrimyndar- ligt og alt í alt gott kvøld átti The Real Group at bjóða før- oysku fjøldini UMMÆLI Heri á Rógvi Var hetta ein ítróttargrein, vildi yvirskriftin ljóða á einari leið sum »Tey gjørdu sína skyldu«. Á pallinum í Norðurlandahúsinum fyri einum stúgvandi fullum sali stóðu fimm svenskir sangarar. Fimm topp-pro- fessionellir sangarar, ið gjørdu sína skyldu við ein- ari fyrmyndarligari fram- førslu. Føroysku áhoyrarafjøldin eitt týskvøld í august var til at temja hjá teimum fimm sangurunum úr Svøríki. Eitt av stóru nøvnum á ársins Listastevnu Egberto Gismonti kundi skoða fleiri tómar stólar í salinum, tí leveraði vøruna leygar- kvøldið. Tey fimm í Real Group sóu ein stóran sal í Norðurlandahúsinum frá sínari allarbestu síðu. Hetta við A Capella er rættiliga forkunnugt í Før- oyum. Tí er tað heldur ikki so galið, at tá tað so er á palli í Føroyum, so er talan um ein so víðagitnan bólk sum The Real Group. Tað er heldur ikki at koma uttan um, at talan er um sangdygdir av ovastu rók, tá tosað verður The Real Group. Ein harmonisk eind við tættum og dygdum fremjandi eina størri upp- living við máttunum í rødd- unum. Við einari skrá við mest egnum sangum bjóðar The Real Group eina ógvuliga gjøgnumførda og trygga framførslu. Allatíðina í kontrol yvir støðuni og egnum røddum. Tað var ein sovorðin elegant balansa, sum merkti framførsluna týskvøldið. Leikandi runt á pallinum er einki at taka seg aftur í, at tær yvir 1.200 framførslu hava skapt eina rutinu, sum tey njóta gott av. Alt var skipað og einki tilvildarligt. Syngjandi inn frá byrjan og beinanvegin ígongd. Sjálvt teirra máti at bukka fyri áhoyrarunum var innstuderaður. Fyrsta lagið skuldi eisini lata fjøldina vita, hvørjar dygd- ir búgva í røddunum á teimum fimm. Sangirnir vóru flestir teirra egnum – bæði á ensk- um og svenskum máli. Tað, tey ikki áttu sjálvi, var, við tveimum undantøkum, eis- ini á svenskum. Sangirnir vóru rættiliga jazz merktir, men í seinnu helt av fram- førsluni gjørdist tað alsamt meira frítt við tónleikasløg- unum. Uppskriftin til eina góða framførslu liggur í at fáa áhoyrararnar við, og tað gjørdu tey so sanniliga eis- ini. Improvisatiónsløtan var ein fragd fyri øll av og á palli, har áskoðararnir sluppu at velja sangir og al- ternativ tónleikasløg til sangirnar. Tekstirnir á teirra egnum løgum taka støði í nútíðar gerandisdegnum, og inni- haldsliga eru teir so sum so. Tað stendur tó eftir sum eitt upplivilsi, at teirra røddir eru nakað sum tikið úr einum øðrum heimi í løt- uni týskvøldið. Hvør betri enn annar. Skalt tú rósa ein- um, so mást tú rósa øllum. Hvat segði so fjøldin? Ein áhoyrarafjøld hevur sjáldan klappað so ofta og leingi sum tann týskvøldið. Við røttum broddi við rós- andi orðum um oyggjarnar og eykasangum slag í slag tók rómurin mestsum ong- an enda, og sølan av fløg- um hevur neyvan sæð sín líka, sum tann eftir konsert- ina. Tað krevur nógv arbeiði at náða tindarnar, men tað eru nøkur, ið duga. Teirra millum er The Real Group. Meira enn nakað annað ógvuliga gott. The Real Group byrjaði at syngja í 1984. Teir væl skúlaðu sangararnir í bólkinum hava við øllum sínum royndum skapt ein tann mest harmoniska bólkin, ið tú kemur at hoyra við einans at nýta sínar røddir. Mynd: Finnur Justinussen FAKTA Sangarar: Margareta Jalkeús, Katarina Stenström, Anders Edenroth, Peder Karlsson og Anders Jalkéus Bólkurin stovnaður: 1984 Útgávur: 11 - Stämning (2002), Allt det bästa (2001), Commonly Unique (2000), One for all (1998), En riktig jul (1997), Jazz:Live (1997), Ori:ginal (1996), Varför får man inte bara vara som man är (1994), Röster (1991), Nothing but the Real Group(1989), Debut (1987) Ung í Danmark - halda seg vera vandamikil í ferðsluni Nr. 154 • hósdagur • 15. august 2002 • 76. árg. Tey ungu eru klár yvir, hvussu vandamikið tað er fyri tey at koyra bil. 73 deyð, 581 fingu álvarsligan skaða og 831 fingu smærri snuddir. Hetta eru tey døp- ru tølini fyri tey ungu mill- um 15 og 24 ár, sum vóru við í ferðsluvanlukkum í 2000. »Tað er meinings- leyst og syrgiligt, at so nógv ung doyggja í bili í Danmark. Høvdu tey bara vilja ásanna teirra mangl- andi royndir, brúkt trygdar- beltir og lætt fótin av spitaranum, kundu nógv ung lív verði spard«, sigur løgfrøðiligi stjórin hjá FDM, Lars Ellegaard. Halda tey eru ódeyðilig Hóast tey ungu ásanna teirra tørvandi royndir í ferðsluni, doyggja nógv fleiri ung undir 25 ár í ferðsluni enn í øðrum aldursbólkum. FDM hevur latið gjørt eina kanning av, hvat tey ungu millum 15 og 29 ár halda um seg sjálvi og bilkoyring. Kanningin vísti at 59 prosent í hesum aldursbólkinum, hildu at tey vóru vandamiklari bil- førarar enn onnur. Tað kun- nu vera nógvar orsøkir til at ung fólk eru til so stóran vanda í ferðsluni. Sálar- frøðingar vísa á ungdómligt stórlæti og ov stórt sjálvs- álit, at tey nærmast halda, at tey eru ódeyðilig, saman við tørvandi fatan av at teirra gerðir fáa avleiðing- ar. Hetta er ein vandamikil og hættisligur blandingur. Tey ungu hava kanska re- fleksini í ordan, men mang- la tær neyðugu royndirnar í at koyra ein bil við nógvari ferð undir torførum um- støðum. Kelda: FDM / Motor Nýggja Golf-røðin byrjar við hesum mini-MPV, ið kemur á mark- naðin seinni í ár. Bilurin verður bæði til 5 og 7 persónar FDM kanningin vísir, at 59 prosent av teimum ungu millum 15 og 29 ár í Danmark halda seg vera vandamiklari bilførarar enn onnur Nú er tað onki loyndarmál, at VW í longri tíð hava ar- beitt við einum Golf MPV. Nýggja Golf-røðin, ið er á veg, byrjar við einum MPV, sum kemur á marknaðin seinni í ár. Bilurin verður, eins og fleiri aðrir í hesum klassanum, bæði til 5 og 7 persónar. Næsta ár kemur eisini ein heilt nýggjur Golf hatchback, ið verður nakað størri enn forgangarin. VW Golf MPV seinni í ár BILAR Magnus Gunnarsson Ein nýggjur VW Golf MPV kemur á mark- naðin seinni í ár. Bilurin skal kappast við bilar sum t.d. Opel Zafira og Renault Scénic UNG Í FERÐSLUNI Magnus Gunnarsson Í fyrraárið doyðu 73 ung í aldrinum mill- um 15 og 24 ár í ferð- sluni í Danmark, ant- in sum bilførarar ella ferðandi í einum bili. Næstan 60 prosent av teimum ungu meina sjálvi, at tey eru vandamiklari bilfør- arar enn onnur í ferðsluni. Hetta vísir ein kanning, sum FDM nýliga hevur latið gjørt C M Y K 13 12 ÁRSINS BESTA Samsung SV2512 fyrr 1.790,- SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697 ÚTSØLA ÚTSØLA - Byrjar mikudagin 31. juli kl. 12.00 SPAR 400,- SPAR 400,- 1.390,- 1.390,- 1.899,- 1.899,- JVC KD-S621 fyrr 2.660,- · 4x45 watt CD og Radio CD BILSTEREO SPAR 761,- SPAR 761,- · Jet Drive · Auto clock · NTSC avspæling · v.m. United DVD DVD739 fyrr 2.790,- 1.895,- 1.895,- Kodufríður SPAR 895,- SPAR 895,-