mikudagur 29. apríl 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SOSIALURIN
Atli Dam, legtingsmaður um tjakfundir sum Føroya Fiskasøla skipar fyri:
Vonandi er hetta ikki
ein roynd at varðveita
åvirkan og makt
— hjá tí fátali av monnum, sum higartil hava rikið hesa fyri-
tøku og igjøgnum »monopolstødu« sina so stóran part av fyri-
tøkuni Føroyar
Spurningarnir til Atla
Dam, legtingsmann
snúgva seg um hesi mál:
1. Ílegupolitikkurin,
framdur og komandi.
2. Hugsandi broytingar í
fiskimeguleikum og fiski-
vinnupolitikki.
3. Fiskaselumál í farni tíð
og komandi.
4. Tiltek til at umhugsa
ella fremja.
Um ílegupolitikkin sigur
Atli Dam:
— Treytirnar fyri
ílegum, serliga í sjeyti-
árunum havi eg fleiri ferð-
ir fyrr umrett í Sosialin-
um. Hesar hava verið
merktar av tervandi vitan
um, hvussu langt tíðar-
skeið sær, hver meguleiki
fór at eiga til afturrindan
av íleguni, tí megu-
leikarnir broyttust so
skjótt, og tí neyðugt varð
við nýílegum í verandi
vinnutól alla tíðina.
Kortini mugu ílegurnar
hesi ár stórt sæð metast at
hava verið rættar, tí sam-
anumtikið hevur verið
meguligt at útvega ellum
verandi skipum og
teimum sum komin eru,
vinnumeguleikar allar
mánaðar av árinum.
Tað, sum sermerkt
hevur ílegurnar á sjónum,
er, at tær fremst av øllum
eru gjerdar í vinnutól, ið
tekniskt sæð hava ligið á
sera hegum stigi.
Ti hava hesi tól sum
eina eyka trygd hjá ánar-
um og fíggjarstovnum átt
eitt hegt seluvirði, og í
teimum førum har menn
hava havt ilt við at bíða,
til neyvar metingar kundu
gerast um ávísar megu-
leikar, hevur verið gjørligt
at selja við vinningi, ið so
aftur kundi nýtast til
ílegur á eðrum ekjum.
Broytingin
Annað, ið hevur eyðkent
ílegurnar er tann skjóta
ílegunum
heimaleið-
sjónarmið
Í hesi greinini hava vit
sett Atla Dam, fyrrver-
andi legmanni nakrar
spurningar um fiskivinnu-
politikk — og fiskivinnu
yvirhevur
HR
irnar og før til fjarleidir.
Hetta speglast serliga
aftur í lutfallinum millum
útflutningsvirðið av
heimaleiðum og út-
flutningsvirðið av fjar-
leiðum.
Eitt heppi-marknaðar-
ligt fyribrigdi hesi ár,
kvoteringarnar gjerdust
so skjótar og strangar, er,
at ein minni kvota í
hverjum stovni ár um ár
hevur havt sama ella
sterri virði sum hin sterra
kvotan frammanundan
hevði.
Ongantíð hevur tað
staðið sjónskari enn júst
hesi ár, at í fiskivinnuni
avdúkast steðugt nýggir
meguleikar — alternativir
— tann hópur av nýggjum
fiskaslegum, tikin eru
undir roynd og tær broyt-
ingar hendar eru við veru-
samansetingini i ut-
flutningi okkara prógva
hetta
Radikalar ílegur
Hóast eina rættuliga nekt-
andi gongd í vinnumegu-
leikum okkara, og hóast
vit helst koma at halda
fast um ein fiskivinnu-
politikk. meðan útbygt
verur - til egið sjógki,
stendur greitt, at vit kom-
andi tíð noyðast at fremja
heilt radikalar iløgur i enn
óroyndar ella lítið royndar
meguleikar undir Fer-
oyum. Tí er at vóna, at
tjakið, ið nú tekur seg
upp. ger hetta greitt og
eisini ger greitt, at skulu
vit nóg skjótt taka
nýggjar meguleikar í
nýtslu, verður neyðugt at
investera í broytingar av
verandi skipum, eisini tá
talan er um eldri skip,
hóast hetta ikki fyrr hevur
verið skilagott.
Burtur við trekleika
Tjakið fer vónandi eisini-
at taka tann trekleikan
burtur, sum eitt nú fíggj-
arstovnar, Feroya Fiska-
sela og fyri so vítt nýggja
samgongar - hava sýnt.
Samanber trupulleikarnar
at fáa Giljanesroyndina
fíggjaða.
Hin lemjandi kreppan,
sum herjar heimin í letuni,
ger tað enn meira neyðugt
at reka ein djarvan ílegu-
politikk, heldur enn at
bakka fyri svarta
skýrslum.
Her gevst ikki høvi at
umreða tað stóra iløgu-
virksemið ið hent er innan
alla aðra samfelagsút-
bygging, í samferðslu, í
»alternativum« idnadi,
landbúnaði, havbúnaðar-
royndum osfr. men lesarar
Sosialsins hava seinastu
árini havt serliga góðar
møguleikar at fylgja við á
hesum økjum.
Broytingar í fiski-
vinnupolitikkinum
Um broytingarnar í fiski-
møguleikum og fiski-
vinnupolitikki sigur Atli
Dam, at helst verður fiski-
vinnupolitikkurin í hev-
uðsheitum hin sami, men
at útviklingurin kemur at
ganga skjótari enn menn
vónaðu miðskeiðis í sjeyti-
árunum. Utbyggingin til
meguleikarnar á djúpum
vatni og í pelagiskum ella
semipelagiskum stovnum
við Feroyar, verður at
fremja skjótari, men hev-
uðssjónarmiðið, at tað er
vert at leingja mest megu-
ligt um umleggingar-
tíðina, verður varðveitt.
Trupulleikar við ávísum
partnarum okkara koma
kortini at bera í sær steðu-
takan til heilt at kvetta
samvinnuna, og kemur
her serliga EEC uppá tal.
Samvinna við tey norður-
atlantisku londini: Gren-
land, Ísland, Noregi, Sov-
jet og Canada mugu vit
royna at varðveita bæði
við fiskiskapi og marknað-
arfering, og haraftrat
verður neyðugt við eini
endaligari skipan innan
fyri ríkið, so heilt frítt
sleppa vit ikki fyribils at
halga okkum útbygging
til føroyskt eki.
Heldur ikki verdur lætt
at útvega kapital til hetta
áleina, tí enn er úrtekan
higani ov lítil, men vit
síggja ein skjótan og posi-
tivan vekstur her, og vit
hóma stórar óroyndar
møguleikar.
Fiskaselumál
Um fiskaselumál okkara
sigur Atli Dam, at tað
vildi verið skeivt einans at
lasta Feroya Fiskaselu,
sum so mangan verður
gjert. Fiskaselan hevur
havt eitt slag av monopoli
í og við, at hon hevur út-
flutt 90% av okkara fiska-
úrdráttum, so tá ein sigur,
Sosialurin bað um
tjak nú tekur
Fiskasølan undir
Nú er skjótt nakað fráliðið síðani blaðmaðurin
Jan Múller í Sosialinum legði upp til eitt tjak um
tvinnar tíðandi samfelagsspurningar, nevniliga
vilkor og viðurskifti pressunar og okkara fiski-
selumál.
Hetta tjakið er enn ikki verunliga komið í
gongd, m. a. tí fleiri av teimum, sum játtað hava
lutteku vildu hava politiska skiftið aftur um og
vildu loyva nýggja stýrinum stundir til at greiða
viðurskiftini við EF frægari enn teimum eyd-
naðist í fyrsta umfari.
Ein stovnur, sum í fyrsta umfari ikki lat við seg
koma — Føroya Fiskasøla — leggur nú upp til
hetta sama tjak.
Væl tykist, sum teir leggja sterri upp — drama-
tisera steðu okkara — og royna at birta upp undir
agitatiónina um undirgangssteðu Feroya, men
sum frálíðir bendist tjakið vónandi inn í eina
objektiva legu og vit avdúka tá vónandi viður-
skifti, sum kunnu betast.
Ein kanning av innbjóðing Fiskaselunnar til
tjak um Føroya framtíð ger ein beinanvegin
varugan við vandan fyri, at tjakið leypir av skinn-
arunum og meira fer at snúgva seg um varðveitan
av valdinum hjá Føroya Fiskasølu, enn um broyt-
ingar í verandi steðu — tí burtursæð frá onkrum
embætismanni, felagsformanni ella fiskifreðingi,
tykist valið av innleiðarum og tjakluttakarum at
vera ein roynd at leggja feroysku fólkamein-
ingina undir eitt egiligt hegratrýst. Eitt hegra-
trýst, sum skal eiga »offisiella« viðurkenning.
Sosialurin fer tó kortini framyvir at leggja blað-
rúmd til onnur sjónarmið eisini og hevur at byrja
við biðið Atla Dam, fyrrverandi legmann gera
viðmerkingar til fýra spurriingar settar fram av
blaðnum. Harumframt hava vit biðið Kjartan
Hoydal, fiskifreðing gera sínar metingar um
fiskastovnin undir Feroyum.
at i Føroyum hevur verið
ein positivur útviklingur
fyri nú í mong ár, so eigur
Feroya Fiskasela lut í
hesum.
Men tað skerst ikki
burtur, at so mangt í
okkara skipan, hevur
verið darvandi og varð-
veitandi (konserverandi), í
teirri afturlatnu verð, sum
Fiskaselan hevur verið,
hevur verið torfert at
eftirkanna, hvussu nógvur
verunleiki er í atfinning-
unum um afturhald, makt-
stríð, telving fyri varð-
veitan av monopoli osfr.
At nakað nógv er um
hetta tos vita vit øll, og
grundirnar kann ein sakt-
ans hóma.
Men nú fiskaselumál fáa
so nógv sterri týdning enn
tey nakrantíð hava havt
áður, verður neyðugt at
fremja eina djúptgang-
andi kanning (analysu) av
hesym viðurskiftum fyri
at rekka mest effektivu
skipanini.
Ein umlegging av selu-
arbeiði okkara er fremst
av ollum neyðug tí sama
ella minkandi negd av
hverjum fiskaslagi sær
skal geva munandi meira
pening, skal samfelagsbu-
skapurin ikki avskeplast.
Vit kunnu t. d. ikki fram-
vegis liva vid eini umfor-
deiling av samfelagsorku,
sum liggur millum 1/3 og
1/2 av fíggjarlógini
Trekleiki Fiska-
sølunar
Trekleiki Fiskasølunar vid
at taka nyggjar vørur upp
i arbeiði sitt hevur verið
rættiliga sjónskur. Hann
hevur ein kent í teim
skeivu metingum og spá-
dómum, sum árliga eru
frambornir, ofta kanska
fyri at seinka einum neyð-
ugum útviklingi, tí umsit-
ingarorkan hjá sam-
takinum ikki var útbygd.
Viljin til varðveitan av
meginávirkanini í øllum
seluarbeiði hevur kortini
vunnið á trekleikanum, so
hvert aðrir hava sýnt, at
slíkar verur hevdu ein
selumarknaða, og
framyvir verður trýst úr
mongum ættum at gera
tað meguligt eisini at selja
munandi meira góðskaðar
verur, verur í smærri
pakningi, nýggjar verur
0. s. fr.
Fyri trúverdutheit sam-
taksins verður beinan-
vegin neyðugt at umskipa
tað til eina opna verð, har
fiskimenn, framleiðarar,
almenn umsiting og al-
menningurin sum heild
fær hevi til at vissa seg
um, at tann neyðuga libe-
raliseringin í kappingini
ímillum Feroya Fiskaselu
og aðrar útflytarar er
framd.
Slíkt vildi eisini gjert
Framhald á síðu 13