Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Um sjålvskaptar plágur í fiskiskap- inum undir Føroyum Tað ber til at umsita náttúruríkidemi á skynsamiligan hátt — ella óskyn- samiligan. Havleiðirnar undir Føroyum framleiða á hverjum ári í mun til vídd ríviligar nøgdir av æti og fiski, tað er fyrst og fremst hvussu vit húsast við hesum sum avgera hvussu nógv vit fáa upp á land. Seinastu árini hava vit húsast ógvuliga illa við fleiri av okkar gagnfiska- stovnum, meðan vit bert um somu tíð hava sett spónin í greytin viðvíkjandi fiskastovnum undir Feroyum, sum vit ikki nýta í dag. Spurningurin um hvussu stórt ráverugrundarlag skal til er fyrst og fremst ein spurningur um framleiðslu- stig og pris, minni enn ein åvis nøgd av tonsum. Tað eru neyvan fiskimøgu- leikarnir sum forða, heldur tilvirkingin og selan. Á Feroya vikuni herfyri var nakað gjørt burtur úr at vísa á meguleik- ar sum eru hjá fiski- vinnuni, í tí sum kann framleiðast á foroyskum sjoøki. Hetta var rættu- liga greitt sett upp og vísti á summi lyklahug- tek, sum ofta hverva úr orðaskiftinum um fiski- vinnuna. Hvat kunnu hav- leiðirnar undir Fer- oyum geva av ráveru Tær metingar, sum eru í dag sýna, at av teimum fiskasløgum vit kenna væl til og fiska av í dag (svartkjaftur undan- tikin) er negdin eini 137.000 tons. Uttan at géra ov nógv burtur úr hvussu hetta talið er framkomið kann sigast, at hetta er ein meting sum byggir á kunnleika um veksturin hjá ymisku fiskasløgunum, tilgongdina á hverjum ári, og seinast at stovn- arnir vera fiskaðir á ein hátt, sum letur fiskin sleppa at vaksa til hósk- andi stedd og á ein hátt sum letur stovnin vera í javnvág. ' Um vit sammeta hetta tal 137.000 við ta veiðu vit hava av somu stovn- um í dag, so er lætt at síggja at vit umsita fiskastovnarnar ógvu- liga vánaliga. Her vanta eini 60.000 tons. Hvat kemur av náttúrorsskum og hvat av okkara ávum Tá hetta verður borið upp á mál verður tað ofta kveistrað til viks. Onkur sigur, at vit kunnu so lítið gera tí hetta eru svingningar í náttúruni. Aðrir siga, at gaman í vit kunnu vera ov harðir við ein stovn, men so ber til at flyta trýstið til aðrar stovnar. T. d. frá tosk- og hýsu til upsa, kongafisk og blá- longu. Til hina fyrri viðmerk- ingina er at siga, at før- oyska sjógkið í ógvu- ligan lítlan mun er merkt av stórum broytingum í náttúruni, serliga tá vit samanbera okkum við eki sum Grenland og Barentshavið. Gaman í ymiskt er hvussu kemur undan, men sammet við flestu havøki um okkara leiðir, so er munurin millum góð og ring ár minni undir Feroyum enn í havøkjunum næst okkum. Hitt sjónarmið er eitt sjónarmið, sum livur frá tí tíðini tá frítt var at fara um hevini. Taka vit t. d. føroyskar trolarar í fimti årunum og seksti årunum so kundu teir fara millum New Found- land, Grønland, Island og Barentshavid. Men sjålvt við hesum megu- leikunum var ógvuliga nógv trároynt á hesum økjum seinast í seksti- árunum. Demið úr Canada og Íslandi Men vit hava 5 tey sein- astu árini fingið eitt toluliga trygt svar upp á spurningin um tað nytt- ar at umsita stovnar skynsamiliga. Hitt fyrra er úr Canada, har serliga hin stóri stovnurin sum liv- ur frå havøkinum norðan fyri New Foundland og norður móti Labrador var heilt niðurundir- komin. Við at skerja royndina ógvuliga munandi í 3—4 ár, er longu hesin stovn- ur komin so væl á føtur, at hann er millum teir stóru fiskastovnarnar aftur. Endamálið hjá Canadiarrum hevur v erið at bygt stovnin upp aftur til eina stedd, har úrtekan upp á veiðitíma hjá trolarunum er komið upp um á eina ávísa lenandi hædd. Íslendingar hava nýtt ein annan hátt. Tað er at gera alt fyri at friða smá og ungfisk. Við meska- broytingum og strangum eftirliti við ekjum har smáfiskur og millumfiskur fæst, at tryggja at ein ógvuliga stórur partur av hverj- um árgangi veksur upp til eina hóskandi stedd. Teir fóru undir hetta ar- beiðið mitt í sjeytiárun- um, og nú fimm ár eftir vita í hvussu so er fer- oyskir trolarar um at siga hvussu væl hetta hevur eydnast, og eisini hvussu nógv betri slagið er nú enn fyrru helvt í sjeytiárunum. Umleggingin frá núverandi steðu til skynsamiliga veiðu Hetta vísir at nekur ár skulu til at broyta stød- una frá tí, sum hon er nú, til eina betri og stabilari steðu. Hetta at broyta steðu kostar nakað í fyrstani. Í fyrstani er hon ein skerj- ing av royndini. Hetta merkir upp á stytri sikt, at landingar minka. Men vit kunna siga, at hetta verður ein stýrd minking í mun til ta ostýrdu minking sum er farin fram síðani 1976. Taka vit t. d. árið 1976 var feroyska toskaveið- an undir Feroyum uml. 30.000 ton“, av ovroynd minkaði hon niður í knappliga 20.000 tons í 1980. Her hava feroysk skip og virki sostatt borið eina óstýrda mink- ing upp á 10.000 tons. Við tí stýrdu minkingini av royndini, liggur eitt lyfti um at steðan batnar eftir 3—5 árum. Men vissuliga er lætt at síggja fíggjarligu trupu- leikarnar, men teir eru ikki minni við ovstýrdu ovroyndini. Núverandi stud- ningsskipan fast- heldur ovroyndina Tann studningsskipan til fiskivinnuna, sum hevur verið á fíggjarlóg- ini seinastu 2—3 árini hevur ta sera óhepnu avleiðing, at tað ber til at trároyna ovfiskaðar stovnar upp aftur longri enn tað annars hevði borið til. Eg kenni væl øll sjón- armiðini um hverjar av- leiðingar tað hevði fingið um flotin legðist fyri teym tí stovnarnir vóru fiskaðir so langt niður at lønandi vinna ikki fekst, men hin reella myndin hg fg er, at vit gjalda ut yvir 100 mill. kr. å figgjar- lógini fyri at halda fast um ovroyndina undir Feroyum. Mín meting er at henda peningarúgva kundi farið til okkurt meira uppbyggjandi. Serliga tá samstundis framvegis innflutnings- loyvi vera givin til skip, serliga trolarar til at økja um royndina. Hinir óroyndu meguleikarnir Leiðin má vera heldur at nýta pening til at beina royndina út av land- grunninum, og tað nógv meira miðvíst enn nú. Hetta er í ein vissan mun gjert við játtanum til royndarfiskiskap. Vit vita um stórar fiskarúgvur uttan fyri og í kantinum av land- grunninum. Svartkjaftur fyrst at nevna, men eisini gul- laksur, hvítingsbróðir, langasporl og heggu- slákkur. Men royndarfiski- skapur einsamallur tykist ikki vera nokk. Vit hava jú vitað um fiskasløg, sum allíkavæl ikki vera fiskað, fyrr enn at kalla menn vera noyddir at fiska tey, og so ber til. Besta demið um hetta er laksurin. Fiskirannsóknarstovan ávísti fyrstu ferð lønandi laksafiskiskap í 1967 Men veruliga var ikki farið undir hetta fyrr enn i 1979. Men eitt betri dømi eru tær royndir eftir svartkjafti sum hava verið gjegnum árini Mær tykir at serliga so- nevnda Norðforsk royndin, har fiskiskapur, tilvirking og sela eru sjónarmið Kjartan Hoydal, fiski- frødingur skrivar her um støduna hjå fiskastovn- unum undir Feroyum, hvussu illa vit hava dugað at húsast við teimum, og hvat vit kunnu gera í framtíðini fyri at fáa sum mest burtur úr veiðuni á fer- oyskum seki. Hann vísir eisini á, at eitt sterri menningararbeiði eigur at gerast á søluøkinum. vorðin bundin saman hevur loysnina hverjar royndir eru neyðugar fyri at náa tveimum endamálum. 1. At minka um royndina á ávísum fiskasløgum sum eru trá- rcynd. 2. at beina roynd- ina móti eðrum fiska- stovnum, og harvið eisini útnytta hesar stovnar. Neyvan flotin ið forðar Tað man neyvan vera kunnleiki hjá fiski- monnum ella tey skip vit hava í flotanum í dag, sum forða okkum at fara undir hetta tak. Tað er enntá ein spurningur um hvussu nógvum nýggjum skipum okkum tervar Nógv meira stendur á tilvirkingarliðinum og seluliðinum. Tí tað er nú eina ferð so, at tað eru krónirnar ikki tonsini sum avgera úrslitið. Og her gongur meira seint. Tá burtur verður sæð frá sera spennandi royndunum hjá Gilja- nesi, so er enn lítið hent í virkisliðinum viðvíkj- andi alternativum fiska- sløgum. llegurnar tykjast enn skula vera í vanlig flakavirki. Eisini á søluøkinum skal helst ein rættuliga stórt menningararbeiði gerast um hesi fiskasleg skulu koma til sættis. Tað kann tí tykjast eitt sindur legið, at pen- ingur ikki verður í sterri mun settur av til hetta, t. d. royndartilvirking og royndarsela, á sama hátt sum til royndarfiski- skap. Kjartan Hoydal Síða 3