Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Vilhelm Johannesen, fyrrverandi ídnaðar- rådharri: Størri grunnar og menning- arstova treyt fyri idna0ar- útbygging Pauli Ellefsen, løgmad- ur, heldur, at ídnaðurin stendur og fellur við íd- naðarleiðarunum. Hann er í móti, at tað al menna luttekur í til- rættaleggingini. Ein toppur av politikkarum skal ikki kunna siga, hvat kann fara í gongd og hvat ikki kann fara, segði Pauli Ellefsen Skulu vit hava ein ídnað, sum tekur stig og ansar sær sjálvum, ella skulu vit hava ein ídnað, har tað al- menna eisini luttekur í til- rættaleggingini og í stýr ingini Hetta vóru dráttirnir í orðaskiftinum í panelfundinum, tá Før- ? høvudstvi- oyska vikan 81 endadi sunnukveldið Hesi sjónarmiðini vórðu ávikavíst umboðaði av sit- andi ídnaðarráðharranum Paula Ellefsen. og av tí Vilhelm niarna, hannesen Tridi var Tormóður Dahl sum ídnað- iðgevu smokkaði luttakarin SOSIALURIN Frá panelfundinum, tå Føroyska Vikan 81 endaði sunnudagin. Frá vinstru: Tormóður Dahl, Pauli Ellefsen, Vilh. Johannesen og Jógvan Sundstein rættleiddi afturímóti hinar Idnadarleidarir treytin Pauli Ellefsen segði, at ídnaðurin stóð og fall vid, hvussu nógvar idnadar- leiðarar, vit áttu Hann kom ikki við nekr um uppskotum um ídnað- artiltøk, og segði, at hverki hann ella ídnaðar- stovan skuldu gera tað Afturímóti skuldi virk- ast fyri at fáa leiðararnar fram, tí so fekk ídnaðar- stovan, ídnaðarráðharrir og peningastovnarnir úr 1 at gera, visti Pauli Ellef Viðvíkjandi idnadarpoli- tikkinum mælti løgmadur studla idnadin vid utbugvingarmøgu- leikum, betri tekniskum skulum, betri figgingar- møguleikum og betri skattalógum, sum eggjaðu vinnuni, sam- stundis sum Pauli Ellefsen segði, at avskriv- ingarnar skuldu ikki koma til at betri privatnýtsluni til góðar, men vinnuni. Menningarstova treytin Vilhelm Johannesen legði dent á at ganga tí stóra ídnaðarálitinum á meti og stovna eina menningar- stovu, sum skuldi vera miðdepulin í tilrættalegg- ingini og styringini av idnadinum. — Tað er avgjørt neyd- ugt, at politikkarnir hava mest møguligu vitan um idnad, og Menningarstov- an skal upplysa, kanna meguleikarnar, kanna hvønn tørv vit kunnu nekta og hvat vit kunnu útflyta, segði Vilhelm Jo- hannesen. — Sum eitt týðandi lið í ídnaðarútbyggingini meta vit bygdamenningina. Tí mugu lagaligari lán veit- ast virkjum á smábygd- unum, Vilhelm Johannesen segði Legmaður ikki tryggur, tá lands- stýri játtar Tormóður Dahl kom eisini inn á týdningin av eini menningarstovu. Hann segði, at tað hendi seg, at ein maður kundi fáa fígg- ing til eitt virki úr Ídnað- argrunninum, meðan ein annar maður kundi fáa fígging úr Menningar- grunninum til sama slag av virki. — Á hesum skal Menn- ingarstovan halda skil á, segði ídnaðarráðgevin. Pauli Ellefsen, sum ikki trúði hesum, tí grunnarnir arbeiða saman, var hinvegin í móti, at ein „toppur< kundi sita og siga nei. — Møguleiki skal vera fyri at fara til fleiri pen- ingastovnar. Pauli Ellefsen segði, at hann var ímóti stýring og politikarar skulu avgera, hvat kann fara í gongd ella ikki. Vilhelm Johannesen svaraði aftur, at hjá Paula Ellefsen var alt í lagi, tá tað var bankastjórin sum tók avgerðina, bara tað ikki var tað almenna. Pauli Ellefsen: — Eg eri tryggur, tá grunnarnir og peningastovnarnir siga ja, men ikki tá teir í lands- stýrinum siga ja. Sum svar upp á spurn- ing, hvat verður gjert fyri at sleppa undan, at virki oyðileggja virki, segði Vil- helm Johannesen, at júst tann ætlaða menningar- stovan skuldi hava »fing- urin á pulsinum«. — Hon skal kanna tørv og framleidslu, soleidis at skilja, at ílegurnar tæna fjøldini, segði Vilhelm Johannesen. Nýggja EL-verki0 skal liggja í Vági SEV-stýrið hevur avgjørt, at nýggja motor-verkið í Suðuroy skal leggjast í Vági. Bæði Tvøroyrar og Vágs kommuna vóru áhugaðar at fáa verkið Nýggja motorverkið hjá SEV í Suðuroy skal byggj- ast í Vági. Stutt fyri pásk- ir avgjerdi SEV-stýrið at leggja ætlaða motorverkið á sunnaru síðu á Vágs- firði — á Oyrunum Talan hevur annaðhvert verið um at leggja verkið á Drelnesi í Øravikarlid ella á Oyrunum við Vágsfjerð. Báðar kommunurnar hava verið áhugaðar í at fáa verkið og so seint sum í januar endurtók Vágs býráð eitt ynski frá gamla býráðnum at kommunan var sinnað at taka í móti verkinum. Bæði steðini hóska Hjalgrím Winther, stjóri í SEV, sigur, at bæði steð- ini eru hóskilig. Men ein fyrimunur er, at í Vági kemur verkið at liggja nærri vatnverkinum i Botni. Og tá verkið kemur í Vági, verður eisini óneyð- ugt at hava manning í Borni alt samdegrið. Vansin við at leggja verkið á Drelnesi er, at har hevði verkið komið at ligið nær húsum og einum mjólkarvirki. Harafturat er atløugbryggjan á Drel- nesi so vánalig, at hon krevur munandi ábetur, áðrenn motorarnir kunnu leggjast á hana. Í Vági er kommunan júst við at gera eina bryggju á Oyrunum. Býráðsskrivarin í Vági, Sverri Skáalum, upplýsir, at arbeiðið upp á tað nýggju bryggjuna líður rættuliga væl. Atlegu- plássið við hana verður 36 metrar. Frammanundan var bert ein minni olju- brúgv á staðnum. Kostnaðurin 25 mill. kr. Projekt til verkið í Vági er ikki tekt, men tá SEV- stýrið tók avgerð um staðið, varð farið undir at projektera verkið. Ætlan- in er, at verkið skal kunna koyra á heysti í 1982. Kostnaðurin fyri tað nýgja Suðuroyarverkið er sambært ársfrágreiðingini hjá SEV mettur til 25 mill. kr. Dálkar nakað Upp á fyrispurning, um eitt mótorverk, sum skal byggjast í Vági, dálkar, sigur Hjalgrím Winther, at eitt verk sum brúkar tunga olju altíð dálkar nakað. Hinvegin dálkar eitt verk, sum brúkar lætta olju næstan ikki. Verkið í Vági er eitt verk til tunga olju, sum er væl bíligari enn lett olja. Men Hjalgrim Vinther leggur afturat, at verða motorarnir røktir, sum teir skulu, so er dålkingin minni. Trupulleikin i dag — t. d. å Sundi — er at har verdur altid koyrt vid full- ari orku, og ti er ikki høvid at yvirhåla motorarnar. RER seere vre | visa se LL