Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Opið kjak! Í KVØLD OG í annadkvøld skipar Føroya Fiskasøla fyri panelfundi um aktuell fiski- vinnumål, har fiskasølumenn, politikarar og vinnulivsmenn leggja fyri. Aftaná verður orðaskifti. Sagt verður, at endamålid við fundinum er at fáa í gongd eina debat um framtidarmøguleikar okkara. Lýsingar: Uppseting: Prent: TA TALAÐ VERÐUR um fiskivinnumál, verð- ur torført at koma uttan um eitt annað mál, sum er sera nær tengt upp í okkara fiski- vinnuspurningar. Tað eru fiskasølumål. I frå- boðanini til fundin verður kortini einki bein- leiðis sagt um hetta. Um hetta er tí, at hesin spurningur ikki ynskist umrøddur, er okkum ókunnugt, men vit vóna tað ikki. HER I BLAÐNUM hava vit ofta roynt at fáa eitt kjak í lag um hendan spurning, men higartil uttan stórvegis úrslit. Tað er eins og alt, sum hevur við fiskasølumål at gera eigur at vera myrkalagt, og halda vit tað vera skeivt. Tað eru ikki meir enn nakrar vikur síð- ani, at ein av blaðmonnum okkara enn eina- ferð gjørdi eina roynd at fáa tílíkt kjak í lag. Hendan roynd varð av Dagblaðnum, sum til eina og hverja tíð sigur seg verja alt tað, sum Føroya Fiskasøla leggur fyri dagin, skýrd sum ein einoygd ætlan at mótarbeiða og oyðileggja tað arbeiði, sum Fiskasølan ger. Í staðin fyri at taka undir við at fáa eitt breitt kjak um m. a. fiskasølumål, prentaði Dag- blaðið brot úr søgu fiskasølunnar. MEÐAN FISKASOLAN hevur dusað sær í øllum rækjumiljónunum, og ikki ynskt at lurta eftir nyggjum hugskotum frå ødrum, eru vit nú komnir í ta stødu, har fiskivinnan hevur álvarsligar spurningar at dragast við — og tí eisini Fiskasølan! NU TA FISKASØLAN tekur stig til ein tilikan kjakfund um støduna hjå fiskivinnuni, er tad vón okkara, at tað eisini frá teirra síðu verður viðgingið hverjar skeivleikar Fiskasølan hevur gjørt, og at víst verður á, hvussu hesir skeivleikar kunnu rættast aftur, til frama fyri, ikki bert Fiskasøluna, men eisini føroyska samfelagið sum heild. TI VONA VIT, at Fiskasølan er meira at sær komin enn Dagblaðið var tað á sinni, tá vit mæltu til kjak, um hesar somu spurningar, at teir nú eisini vilja viðgera aktuellar fiska- søluspurningar og ikki bert skava útyvir egnu skeivleikar sínar SOSIALURIN Reyði 1. mei — yvirlysing Kapitalistiska samfelagið Feroyar er sjúkt. Kapita- listiska kreppan gerst stødugt meira umfatandi, og gjógvin millum arbeið- andi fjøldina og ríkmanna- stættina gerst alsamt djúpri. — Reyði 1. mei ásannar, at fyrsta fyritreytin fyri, at eitt samfelag kann yvirliva yvirhevur, er arbeiði — at vit arbeiða. Men í Feroyum í dag er tað soleiðis vorðið, at tey sum arbeiða harðast hava minst, meðan stórognarir, sum nærum onki gera hava mest. — Reyði 1. mei ásannar, at snultaravirksemið i før- oyska samfelagnum er so stórt, at privatir ognarar, ið oftast ikki røra hond frå síðu, kradda til sín 1-10- 100 ferðir eina arbeiðara- løn Reydi 1. mei åsannar, at kapitalistiska samfel- agið Føroyar í dag blakar fólk — serliga kvinnur — í hópatali úr sínum arbeiði og forðar nýggjum, ung- um kreftum í at sleppa at arbeiða. Samstundis sum Fiskaselan ótarnað flytur hópin av arbeiðsplássum av landinum til egnan fyri- mun. Og samstundis sum toppfunktionerar í øllum politisku tingflokkunum og adrastadni fylla bjølg- arnar vid vællentum 2-3 ella 4 størv í part við einari løn í part upp á einar 5 til 10 arbeið- aralenir. stervum Reyði 1. mei ásannar, at hesir ríkmenn ikki síggja tað neyðuga í einum arbeiðsloysis- grunni, men bert hugsa um eftirlenar- og pen- siónsgrunnar til sín sjálvs. Latið stórkapitalin gjalda kreppuna ! — Reyði 1. mei ásannar, at meðan reallenin hjá ar- beiðandi fólkinum á sjógvi og landi minkar í stórum, kunnu bankar, Fiskasela og flakavirkir vísa á rokár. Meðan arbeiðsfólk stríðast fyri = dagliga breyðið, tykist ikki skorta hjá kapitalistum og parta- feløgum, sum eisini oyðsla fólksins pening burt í brúdleyps- og feðingar- dagsorgium. Meðan skattatrýstið á arbeiðandi fjeldina ekist, sleppur ríkmannastættin at svika sær undan skatta- byrðuni. Meðan eitt ótal av veld- ugum, ónyttugum betong- bygningum verða reistir á dyrkaða jerð, er tað nærum ómoeguligt hjá ar- beiðsfólki í dag at fáa hampuligar íbúðir vegna jarðar- handils- og banka- spekulatión. Meðan kapitalistarnir ganga fríir, verða álop sum inntekulógir og niðurskurðir i prísvið- bótini framd móti arbeið- andi fjøldini. Reyði 1. mei ásannar, at hesin ágangur móti ar- beiðandi fjeldini er úrslit av kreppuni í kapitalist- iska samfelagnum Feroyum. Reyði 1. mei ásannar, at stórkapitalurin — Fiskaselumafian, bank- arnir, tryggingarfeløg, út- lendskar fyritøkur og út- lendskur kapitalur — vid sinum valdi yvir peninga- vidurskiftum landsins, hevur misbrukt arbeið- andi fólksins pening við sínum skeivu iløgum og sínari oyðslan, og soleiðis komið foroyska samfelagnum út í óferi — út í kreppu. At stórkap- italurin fyrilitaleyst hevur lagt ílegurnar bert har sum letuvinningur gevst, uttan at hugsa um sjálv- bjargni. Demini um hetta eru mong. Tá sildin kom fyri í Norðsjónum, bygdi stór- kapitalurin bert kraft- blokkaskip. Tá rækjufiski- skapurin kom fram, bygdi stórkapitalurin bert rækjubátar nærum. Hesir bátar og skip liggja nú sum ein kleppur um bein- ini á feroyska sam- felagnum, bert til útreiðsl- ur. Og royna at finna sær fiskileidis í Suðurameriku og í Stillahavinum. Og nú seinastu árini hevur stór- kapitalurin blakað iløgur uttan skil í trolarar, sum ú hava tikið yvir, har sum bretar sleptu at niðurfiska toska- og hýsustovnin undir Feroyum. Og allar hesar ílegur eru gjerdar, meðan alt annað er gloymt, landbúnaðurin liggur sum best ber til, og við ídnaðinum er steðan nakað tann sama. — Reyði 1. mei ásannar, at stórkapitalurin við sínum valdi yvir foroyska samfelagnum kastar allar avleiðingarnar av krepp- uni á arbeiðandi fólksins herðar, ístaðin fyri sjálvur at taka ábyrgdina og gjalda tað kreppu teir sjálvir hava skapt. EEC-Nato-Warzawa — Reyði 1. mei ásannar, at stórkapitalurin — til sín egna fyrimun — roynir at brúka kreppusteðuna í Feroyum til at draga Fer- oyar fullkomiliga í klørnar á EEC-rovdjørinum, við millum annað at leggja steðugt meira fiskaút- flutning tann vegin — undir EEC-tóli. — Reyði 1. mei ásannar, at stórkapitalurin í síni vinningsgirnd, stuðlar báðum risaveldunum USA og Sovjet. Stórkap- italurin hevur í hyggju at avreiða Feroyar fullkomi- liga til NATO eftir hesum reglum: Ejler eina sild í Norð- sjónum — NATO eina maskinbyrsu á Sornfelli. John Dam 100 kg. rækj- ur í Grenlandi — NATO 100 nýggjar hermenn í Mjerkadali... — Reyði 1. mei ásannar, at stórkapitalurin í sínum prinsipploysi — í vinn- ingsgirnd —loyvir russ- iskum fiskaherskipum í foroyskan sjógv alt árið, fyri nakað av lodnu í Barentshavinum og nakað av toski í Eystursjónum. Samstundis sum feroysk skip liggja í Suðurameriku ella eru á veg runt knettin yvir í Stillahavið at royna eftir ókendum fiska- sløgum. — Reydi 1. mei åsannar, at stórkapitalurin við slíkum samhandli og av- talum við EEC NATOlond og Warzawalond kemur fer- oyska samfelagnum í eina steðugt meira hóttandi steðu — búskaparliga og hernaðarliga. Arbeiðandi fólksins sterstu fíggindar — Reyði 1. mei ásannar, Føroysk kasettubond Tað er at fegnast um at føroyskur idnadur so at siga hevur fingid luft undir veingirnar, og nu verunliga er komin i gongd å rættan hått, vid øllum stuðli ið hartil hoyrir Mikudagin 22. apríl var skrivaður tíðindastubbi Sosialinum í samband við føroysku vikuna, sum i degum verður hildin á Trapputreðni. Har stendur millum annað eisini skrivað um tey før- hesum oysku kasettubondini, ið nýggja iognarfelagid Ljóð- list er farið undir at leiða 111, fralik fram- Hetta eru uttan iva kasettubond, og heilt vist mát við tey útlendsku, og skuldu helst, sum tíðinda- kunnu standa stubbin e nink- at vóna at hesir, sum nú eru farnir undir tílíka framleiðslu, at tað skal gangast teimum væl, og at tað mál teir uttan iva hava sett, verður nátt. Tað einasta ið ikki heilt var í lagi við hesum tíð- indastubba, var tað reglu- brotið, har hetta stendur (citat) >Ljóðlist framleiðir fyribils kasettubond í longdunum C-66 og C-90 C-66 er ein fyrimunur fram um C-60, tá t. d. tal- an skal vera um at kopiera eina LP-plátu C-60 kasetturnar eru tá ofta akkurát ov stuttar« Hertil er at siga, at bein- leiðis kopiering av LP plátum, ella tað veri seg einhver grammofonplátta, er ikki loyvd, sambært reglugerð, ið stendur á hverjari einastu grammo út, somuleiðis á flestu til- hoyrandi kasettubondum. Sostatt sær tað út sum, at íognarfelagið Ljóðlist beinleiðis leggur alt sera væl til rættis hjá fólki, so at tey kunnu kopiera grammofonplátur. Tað er jú bíligari at keypa eitt C- 66 band fyri 15-20 kr. enn eitt upprunaligt fyri 65—75 kr. Her er ikki talan um selu av kopierað- um (ólógligum) bondum, men kopiering frá manni til mann. Hetta er hver sín spurningur, men hvergin er loyvdur. Tað átti at verið óneyð- ugt at farið og tikið fram dømi um, hvussu skeivt tílíkt virksmi er, ja ikki minst, hvussu niðurbrót- andi tað er fyri teir ið fáast við útgávuna. Her hugsi eg serstakliga um teir før- oysku útgevararnar. Ég sigi hetta ikki sum nakra ábreiðslu ella álop á íognarfelagið Ljóðlist, men heldur sum eina upp- lýsing, so at felagið í fram- tíðini hugsar seg betur um tá reklaman verður sett í verk. Feroysk útgáva av tónleiki hevur tað nóg tungt sum er. Skulu fólk yvirhevur gera eina LP til hundraðtals kasettubond, verða ikki mong av teim upprunaligu seld í fram- tíðini, og hetta bert so, at teir ið fáast við útgávuna mugu halda uppat við at geva plátur út. Tá kann ein spyrja seg sjálvan: Hvat er tá betur? Við vinarligari heilsan og ynski um at Feroy- ingar keypa og stuðla foroyska framleiðslu á rættan hátt Ein ið fæst við plátuútgávu