Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Óneyðuga vandamikið Tað kann verða vandamikið at luttaka i fótbóltsdysti. Møguleikar eru fyri, at ein meinslar seg á ein- hvønn hátt tå ein brestur saman við aðrar leikarar. Tað er tó ikki bert við beinleiðis samanstoytum millum leikarar at skaðar koma. Nógvir kunnu tilburð- irnir verða, og nakrir av teimum eru avgjørt óneyðugur. Við bæði málini á niðara velli í Gundadali liggja stórir klettar innan fyri inngirðingina tætt við málsteng- urnar. Hesir klettar eru sera vanda- miklir fyri leikararnar, ið — um teir eru so óhepnir at detta um ella á teir — kunnu sláa seg til avlívs. Ein veit jú, at tað mangan er trongt framman fyri málunum, tá horna- spark verða skotin, og lítið skal tá til áðrenn ein gloymir seg burtur og onkursvegna dettur um hesar vanda- miklu klettar. Hvat so spyrst burtur úr er óneyð- ugt at greiða frá. Vit heita tí á stadionnevnd býráðs- ins, ið hevur vallirnar í Gundadali millum målsøki síni, um at fáa hesar klettar burturbeindar, í hvussu er út um inngirðingina, áðrenn veruligur skaðatilburður elvist av teimum. Betur er at fyribyrgja enn at gróða. Ítróttur i SOSIALINUM : Eins og í fjer, tá vit um- røddu fótbóltslandskapp- ingardystirnar, fer SOSI- ALURIN heldur ikki í år at hava sonevndu »mål- skjuttaralistarnir« við í blaðnum. Vit fara sjálvsagt at greiða frá hver gjerdi máli ni, og — um meguligt — á hevnn hátt tey vórðu gjørd, tá vit umreða ein- steku dystirnar ella deild- irnar, men vit fara ikki at yvirlit í blaðið, hvussu nógv mál hver ein- stakur hevur gjørt. Orsekin til hetta er, at SOSIALURIN fyrst og seta Einki málskjúttara yvirlit í ár fremst metir fótbólt sum eina liðítrótt — eina hold- ítrótt — og sjálvt um tað sjálvandi eru málini, ið av- gera hvat lið, ið vinnur, meta vit, at allir leik- ararnir hava lut í sigrinum (ella tapinum), og ikki bert teir, ið eru so hepnir, at seta bóltin í netið. Harafturat vita vit jú, at t. d. bakverjaranar, fyri ikki at tosa um málverj- arnar, heldur sjáldan eru teir, ið gera málini, men hesir kunnu jú hava eina um ikki sterri ávirkan á leikgongdina, enn tann, ið ger mál. stóra SOSIALURIN LÅ Um lesarar okkara meta, at vit bera okkum skeivt at, og heldur vilja hava yvirlitini í blaðið, vóna vit, at teir gera vart við seg og greiða okkum frá hesum. Annars eru ítróttarsíð- urnar í SOSIALINUM opnar fyri lesarabrevum, ið viðvíkja ítrótti og eðrum í sambandi við hesum. Um tit hava okkurt at finnast at, okkurt at fegnast yvir ella okkurt, ið tit vilja greiða eðrum frå, tá er møguleiki at skriva til SOSIALIN, postrúm 76, 3800 PR RHORERE ; % Tórshavn. Uttan stuðul frá les- arum okkara, verður blaðið ikki eins gott og tan kann verða. Um lesarar okkara ikki greiða okkum frá, hvussu teir meta, at blaðið skal viðgera ítrótt- in, verður torfert, at fáa gott úrslit burturúr, og vóna vit tí, at lesararnir gera vart við seg, soleiðis at ítróttarblaðmaðurin/- blaðmennirnir, vita hvat, ið dentur skal leggjast á, ítróttarskrivingini við- víkjandi. SOSIALURIN er til fyri lesararnar og ikki blaðmenninar. fyri perSvdeen SAS Leygardagin byrjaði landskappingin í tríðju deild. Á nidara vølli í Gundadali hittust B36 og SÍF. SÍF kom longu tíðliga í fyrra hálvleiki á odda við einum málið móti ongum, og hóast B36 menti seg munandi, helt henda leiðsla góða lotu inn í seinna hálvleik. Men tá eydnaðist b 36 „at fáa hol áa tumum málum móti einum at fáa javna - og varð endiliga úrslitið, at B36 vann dystin við / Sumba hittust Sumba og B68 og vunnu sumbingar dystin við tveimum málum móti einum, aftaná at stoðan í hálv- leikssteðginum var javnleikur 1 skeyt málið fyri B68. 1. Bæði málini hjá Sumba vórðu skotin av Gunnari Poulsen, meðan Matthias Davidsen Heima á Sandi leiktu B 71 og HB, og vunnu sandingar dystin við trimum málum móti ongum, aftaná at teir í hálvleik- num høvdu verið á odda við einum máli móti ongum. Málini vórðu skotin av Jóan Paula Clementsen, Herleiv Olsen og Jákup Joensen Storsti sigurin á tríðju deild hetta leikumfar, varð vunnin av Skála, ið vann dyst sín móti VB við seks málum móti ongum Itróttarsíður SOSIALINS eru opnar fyri lesarabrovum. Um okkurt er at greiða frá, at finnast at, ella fegnast yvir, ber til at skriva hetta i SOSIALIN Royn Fram... þa NN ID ODDE 3. deild: Skåla FY | NHNOO dj do DODO [ØV] 2 2 2 2 0 0 0 (0) O DO om (- uw