Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 154 - 15. august 2002 C M Y K 18 Nr. 154 - 15. august 2002 19 19 TÍðINDASKRIV Ítróttasamband Føroya hev- ur í longri tíð arbeitt við ætlanum um at seta ein ítróttaráðgeva, og nú hevur ÍSF sett 31 ára gamla Sølva Reinert Hansen í starv sum ítrótta- og ungdómsráð- gevi. Sølvi hevur sjey tey sein- astu árini starvast sum mið- námskúlalærari og lestrar- vegleiðari. Samstundis hev- ur hann drúgvar royndir innan ítrótt bæði sum aktiv- ur og sum fyriskipari. Londini kring okkum hava havt ítróttaráðgevar í nógv ár, og tørvurin í Føroyum er stórur, tá hugsað verður um, at ÍSF skal virka til fyrimuns hjá 15.000 ítróttarfólkum, ið eru virkin í teimum 120 feløgunum kring landið. Starvið verður fíggjað við parti av veddingarpen- inginum, sum Mentamála- ráðið umsitur. Fyribils er játtan latin til tvey ár, men arbeitt verður miðvíst við at fáa ítrótta- og ungdómsráð- gevan á fíggjarlógina. Virkisøkið hjá ítrótta- og ungdómsráðgevanum er fjøltáttað. Skipast skal fyri ymsum tiltøkum, ið kunnu betra um karmarnar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt í Føroyum. Í samráð við ítróttafeløg kring landið skal skipast fyri skeiðum fyri ítróttar- leiðarum, ið kunnu bøta um fakligu dygdina og geva íblástur til dagliga arbeiðið í feløgunum. Ítrótta- og ungdómsráð- gevin skal eisini royna at betra um samstarvið mill- um ítróttarfeløg og skúlan. Dagliga starvsstaðið verður ÍSF-húsið í Gunda- dali, og ætlanin er, at húsið skal hava regluligar av- greiðslutíðir, so fyrispurn- ingar kunnu svarast og hjálp veitast, tá tørvur er á tí. Skotski landsliðs- venjarin heldur, at tað er løgið at teir ikki kunnu spæla móti Føroyum á Tórsvølli, tá Týsk- land kann LANDLIÐIÐ Bjartur Nolsøe Sambært heimasíðuni hjá BBC, hevur skotski landsliðsvenjarin Berti Vogts átalað, at Føroyar og Skotland skulu spæla á Toftum, og ikki á Tórs- vølli. Berti Vogts hevði vón- að, at dysturin 7 sept. varð lagdur á Tórsvølli, sum bert liggur 5 minutt- ir frá hotellinum, har teir skulu gista. Nú skal skotska ferða- lagið í staðin ferðast við skipið, bussi ella svimja til Toftir, sum hann tekur til. Berti Vogts sigur við BBC at tað er løgið, at FSF kann siga at Tórs- vøllur ikki er klárur fyrr enn í apríl 2003, tá Før- oyar skulu møta Liecht- enstein í næstu viku á netupp Tórsvølli. Ísak Mikladal hevur svarað, at tá Liechten- stein kemur á vitjan í næstu viku, eru bert okk- urt um 800 áskoðarar, og ógvuliga fá pressufólk. Annars er tað ikki gest- irnir sum avgera hvar dystirnir verða spældir, men vit í Føroyum, sigur Ísak Mikladal. Berti Vogts langar út eftir FSF Enn hevur Føroya sterkasti maður ikki tikið støðu til, um hann verður við í kappingini um heim- sins sterkasta mann í heyst STERKIR MENN Páll Holm Johannesen Um vikuskiftið fer Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, at kappast um norðurlendska meistara- heitið. Regin hevur, vegna skaða í rygginum, bert luttikið í einari kapping í ár, men kortini kennir hann seg væl fyri. – Eg eri 10 kilo lættari, enn eg plagi, og skjótleikin og kondtiónin eru betraði munandi, so eg skuldi verið væl fyri, sigur Regin Vága- dal, sum fer av landinum í dag. Sterk kapping Hóast talan bert er um norðurlandameistaraheitið, so kappingin sera sterk. Heimsmeistararnir seinastu trý árini, koma allir úr Norðurlondum, og teir tríggir Magnus Samuelson, Jannie Virtanen og Svend Karlsen hava allir boða frá luttøku. Umframt Regin, Magn- us, Jannie og Svend, so eru seks luttakarar afturat, so luttakaratalið er 10 til kappingina. Hetta verður fyrstu ferð, Regin Vágadal kappast um norðurlandameistarheitið, og spurdur um hvørjar vón- ir, hann hevði undan kapp- ingini, sigur Regin, at tað er ilt at siga frammanundan, men greinirnar í kappingini hóska væl til sín, og tí vón- ar hann at fáa eitt gott úr- slit. Regin hevur onki hjálpar- fólk við sær á túrinum, og fer tí einsamallur avstað. Regin vísur á, at hann ikki fíggjarliga orku til at hava hjálparfólk við sær, og tað er stak óheppið. Hann er tó fegin um tann stuðul, hann fær, tí annars hevði ikki verið møguligt at farið til kappingina. Stuðlar hjá Regini eru, Føroya Tele, Vestlaks, At- lantic Airways, Ísbjørnin og JFK Kjølbro. Møguliga til Malaysia í septembur Regin Vágadal hevur ikki enn tikið støðu, um hann verður við í kappingini um heimsins sterkasta mann í Malaysia í septembur. Sjálvur sigur Regin, at alt valdast, hvussu tað fer at ganga um vikuskiftið. Regin hevur eisini eina innbjóðing til eina kapping í Peking í oktober, og har hevur hann heldur ikki tikið støðu til, um hann verður við. Regin Vágadal kappast um norðurlanda meistaraheitið Regin Vágadal skal um vikuskiftið kappast um norðurlandameistarheitið, har m.a. heimsins sterkastu menn seinastu trý árini luttaka Savnsmynd ÍSF sett ítrótta- og ungdómsráðgeva Sølv Reinert Hansen verður nýggjur ítrótta- og ungdómsráðgevi hjá ÍSF