hósdagur 15. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 15. august 2002
17
Olgar Danielsen
framvegis besti málskjútti
HAGTØL
Páll Holm Johannesen
Onki er at ivast í, hvør er
Evropa
Cup-málslúkur
nummar eitt hjá KÍ. Olgar
Danielsen hevur skotið mál
í trimum Evropa Cup-
heimadystum hjá KÍ, og
hann er framvegis tann før-
oyski leikarin, ið hevur
skotið flest Evropa Cup
mál.
Seinast Újpesti var á vitj-
an á Svangaskarði, tá var
Olgar eisini á plettinum.
Minnirííkasti Evropa Cup-
dystur hjá KÍ higartil, er
uttan iva dysturin ímóti
Maccabi Haifa í 1995.
Í oysandi regni sendi KÍ
ísraelska liðið, við m.a
stjørnum sum Eyal Berko-
vic og Haim Revivo á lið-
num, heimaftur við einum
3-2 ósigri. Hetjan hjá
klaksvíkingum var sum
ikki einaferð Olgar Daniel-
sen, ið skeyt øll trý málini
hjá KÍ.
Klaksvíkingar fingu ann-
ars mál í trimum teimum
fyrstu
heimadystunum,
men báðar teir seinastu Ev-
ropa Cup-dystirnar hevur
gingið minni væl, kanska
serliga ímóti Grazer, tá KÍ
mátti leggja rygg til eitt 5-0
tap.
Frá liðnum, ið spældi
fyrsta føroyska Evropa Cup
heimadystin
nakrantíð
ímóti Skonto Riga 1992,
eru enn Kurt Mørkøe, All-
an Mørkøre, Jan Andrea-
sen, Harley Bertholdsen,
Jan Joensen at finna á besta
liðnum hjá KÍ.
Tað eru sostatt 10 ár síð-
an føroysk feløg á fyrsta
sinni royndi seg í Evropa
Cup.
EVROPA CUP
FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Í Klaksvík verður evrope-
iski fótbólturin ikki so høgt
raðfestur í ár, sum undan-
farin ár.
– Vit hava ikki gjørt so
nógv burturúr í ár, sum
undanfarin ár, og einfalda
orsøkin er, at vit raðfesta
heimligu kappingina fremst
í ár, sigur Kurt Mørkøre,
sum er leikandi venjari hjá
KÍ.
Kurt Mørkøre vísir eisini
á, at nógv orka er løgd í at
fáa liðið úr Klaksvík uppá
rætt kjøl aftur, eftir sløku
byrjanina uppá landskapp-
ingina, og nú tá tað endiliga
bragdar hjá KÍ, kemur
evropeiski fótbólturin eitt
sindur vegin fyri heimligu
kappingini.
- Tað gongur væl hjá okk-
um í løtuni, og tí er tað eitt
sindur keðiligt at spæla Ev-
ropa Cup júst nú, sigur
Kurt Mørkøre
Tó leggur Kurt dent á, at
KÍ-liðið fer at gera sítt ítar-
sta, og vónar at hansara
menn kunnu fáa eitt gott
úrslit ímóti ungarska lið-
num.
– Tað er altíð torført við
evropeisku liðum, og tí taka
vit tað sum tað kemur. Vit
hava ikki verið í Ungarn og
hugt at mótstøðuliðnum, so
vit vita ikki tað stóra um
ungarska liðið, greiðir Kurt
frá.
Spurdur um komandi
vikurnar ikki koma stræv-
nar fyri hansara fýra lands-
liðsleikarar, Atla Daniel-
sen, Ova Nysted, Hjalgrím
Elttør og Heðin á Lakjuni,
svarar Kurt, at tað er væl
møguligt, at teir verða eitt
sindur moyrir, men leggur
dent á, at føroysku spælar-
arnir í dag eru so mikið væl
fyri, at tað vónandi ikki
verður nakar báði í heim-
ligu kappingini.
Vandu týsdagin
á Svangaskarði
Kurt Mørkøre og hansara
menn vóru týsdagin á
Svangaskarði og vandu
tvær ferðir. Allir mans
høvdu tikið sær frí frá arb-
eiði, so venjast kundi bæði
fyrra- og seinnapart.
Í gjár høvdu KÍ-leikarar-
nir frí frá venjing, og í dag
var ætlanin at fara á
Svangaskarð at fáa sær ein
bita, áðrenn liðini bresta
saman klokkan 17.15.
Úr Klaksvík verður sagt,
at allir mans eru væl fyri,
og klárir at tørna út ímóti
Ujpesti á Svangaskarði.
Újpesti slaka byrjan
uppá kappingarárið
Ungverska mótstøðuliðið
hjá Kí ,Újpesti, hevur ikki
staði seg væl í heimligu
kappingini higartil. Újpest
hevur bert fingið trý stig av
níggju møguligum, og er tí
seks stig aftanfyri oddalið-
ið Ferencvaros.
Ungverskur fótbóltur er á
veg úr einum aldudali, og
bæði landsliðið og ung-
versku feløgini hava sein-
astu árini fingið betri og
betri úrslit í altjóða kapp-
ingunum.
Ungarn hevur tvey feløg
við í Champions League
kappingini í ár, og meist-
araliðið í fjør, Zalalgerzeg
skal berjast við Manchester
United um ein sess í bólka-
spælinum. Umframt meist-
araliðið Zalagerzeg, so er
Ferencvaros eisini við í
Champions League-kapp-
ingini.
Mótstøðuliðið hjá KÍ,
Újpesti, hevur 25 ferðir við
í evropeiskum kappingum,
og teir hava leikt 95 dystir í
alt. Venjarin eitur Laszlo
Molnar. Felagi hevur leik-
arar bæði á ungverska A-
og U21 landsliðnum.
Fyrr í summar vórðu
tveir ungverskir landslið-
spælarar keyptir. Framherj-
in Zóltan Kovacs kom úr
framska felagnum Chaet-
eauroux, meðan miðvallar-
in Henrik Rósa var keyptur
úr
ungarska
felagnum
Dunaferr.
KÍ og Újpesti møttust
eisini í 1997, tá gjørdist
ungverska liðið drúgvari,
og spennandi verður fylgja
hvussu leikur fer fram
hesaferð. Fyrri dysturin
millum KÍ og Újpesti verð-
ur á Svangaskarði í dag
klokkan 17.15.
Kurt Mørkøre, Kí-venjari:
- Heimliga kappingin raðfest fremst
Kurt Mørkøre og hansara
menn, raðfesta ikki Evropa
Cup í ár so høgt, sum
undanfarin ár. Heimliga
kappingin hevur størst
týdning, sigur leikandi
venjarin hjá Kí.
Savnsmynd
KÍ á heimavølli í evropeiskum høpi:
ár
kapping
mótstøðulið
úrslit
málskjúttar
1992
Evropa Cup
fyri meistaralið
Skonto Riga (lit)
1-3
Olgar Danielsen
1995
Evropa Cup
fyri steypavinnarar
Maccabi Haifa (ísr)
3-2
Olgar Danielsen 3
1997
UEFA Cup
Újpesti (ung)
2-3
Kurt Mørkøre
og Olgar Danielsen
1999
UEFA Cup
Grazer AK (eys)
0-5
2000
Evropa Cup
fyri meistaralið
Reyða Stjørna (jug)
0-3
17
Gøtumenn fegnast
um, at dysturin
verður leiktur um
kvøldið, tí tá er ikki
so heitt at spæla
EVROPA CUP
FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Gøtumenn skulu í dag
klokkan 19.30 føroyska tíð
møta mæta Hajduk Split í
kroatiska býnum Split.
Hetta er ein sera møtumikil
uppgávu, tí liðið úr Kroatia
er sera sterkt, og hevur
nógvar royndir í evropeisk-
um høpi
Hajduk Split hevur í alt
verið 27 ferðir verið í
Evropa Cup, og av teimum
124 spældu dystunum, eru
58 vunnir. Kroatiska liðið
endaði á øðrum plássi í
heimligu kappingini í fjør,
og eftir at trý umfør eru
spæld av kappingini í ár,
liggur liðið úr Split á fyrsta
plássi við fullum stigartal-
ið.
Venjarin hjá Hajduk Split
eitur Zoran Vulic, og kend-
asti spælarin hjá felagnum í
dag er kroatiski landsliðs-
málverjin, Stipe Pletikoza,
sum vardi málið hjá Kroat-
ia í HM-kappingin fyrr í
summar. Merkisvert er at í
hópinum hjá Hajduk Split
teljast bara spælarar úr
Kroatia.
Bestu evropeisku úrslit-
ini hevur felagið fingið í
UEFA Cup- kappingini og
Evropa Cup fyri steypa-
vinnarar, har Hajduk Split
hevur spælt seg fram til
hálvfinalurnar nakrar ferð-
ir, seinast í 1984. Í 1995
varð kroatiska liðið sent úr
fjórðingsfinaluna í Champ-
ions League ímóti Ajax,
sum seinni vann kapping-
ina.
Hajduk Split hevur upp-
alt nógvar kendar leikarar,
nevnast kunnu nøvn sum
Alen Boksic, Robert Jarni
og Slaven Bilic, ið allir
hava fingið sína fótbólts-
uppaling í Hajduk Split,
áðrenn teir fóru til evrope-
iska meginlandið at um-
boða so stór feløg sum
Juventus og Real Madrid.
Allir mans tøkir
Hjá GÍ eru allir mans tøkir
undan dystinum ímóti Haj-
duk Split. Pólendingurin,
Krystof Popczynski hevur
verið nógv darvaður av
skaða, men hann er komin
fyri seg aftur.
Henning Jarnskor er eitt
sindur smáskaddur, men
gøtumenn vænta ikki, at tað
skuldi verið nakar trupul-
leiki hjá honum at spælt.
Gøtumenn vóna, at tað
fer at gangast væl, og um
teir høvdu megnað ein
javnleik, so hevði tað verið
óført. Gøtumenn ásanna tó,
at mótstøðuliðið er rættiliga
sterkt, og tí kann ein javn-
leikur tykjast eitt sindur
fjarskotin.
Skurðarnir fegnast um, at
dysturin verður leiktur á
kvøldi, tí so verður ikki so
heitt at spæla, tí hevur ofta
víst seg, at tá føroysk lið
dystast úti í Evropa, so
ávirkar nógvi hitin avrikini
nógv.
Líka spennandi
hvørja ferð
Gøtumenn hava luttikið í
evropeisku kappingum á
hvørjum ári síðan 1994, og
ein av leikarunum, sum
hevur verið við hvørja ferð,
er Magni Jarnskor
Spurdur um tað ikki var
vorðin ein vani at leika
Evropa Cup dystir, svarar
Magni, at tað enn er líka
spennandi, tí Gí-liðið møtir
nýggjum mótstøðuliði á
hvørjum árið.
Eitt nú skulu vit nú møta
Hajduk Split í ár, sum er
eitt av sterkastu liðunum í
Kroatia, og tað boðar av-
gjørt frá góðsku, og tí gleði
eg meg til tað avbjóðingina,
segði Magni stutt fyri frá-
ferðina til Keypmanna-
havn.
Gøtumenn komu til Split
týskvøldið, og ætlanin var
at venja tvær ferðir í gjár,
og einaferð í dag.
Dysturin á leikvøllinum í
Split ímillum Hajduk Split
og GÍ byrjar klokkan 19.30
í kvøld.
Nr. 154 • hósdagur • 15. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
GÍ á torførari
uppgávu í Split
Gí á útivølli í evropeiskum høpi
ár
kapping
mótstøðulið
úrslit
málskjúttar
1994 UEFA Cup
Trelleborg (svø)
3-2
Henning Jarnskor og Magni Jarnskor
1995 UEFA Cup
Raith Rovers (sko)
4-0
1996 UEFA Cup
FC Jazz (fin)
3-1
Heini Heinason
1997 Champions League
Glasgow Rangers (sko)
6-0
1998 Evropa Cup fyri steypavinnarar
MTK-Budapest (ung)
7-0
1999 Intertoto Cup
NK Jedinstvo (bos)
3-0
2000 UEFA Cup
IFK Norrkøping (svø)
2-1
Súni Olsen
2001 UEFA Cup
FC Obilic (jug)
4-0
Gøtumenn hava
ikki bestu royndir-
nar ímóti liðum frá
fyrrverandi Jugo-
slavia
HAGTØL
Páll Holm Johannesen
Verður hugt at, hvussu
GÍ plagar at standa seg á
útivølli í evropeisku kapp-
ingunum, so sæst týði-
ligt, at gøtumenn hava
verið stinnastir ímóti
norðurlendsku liðum.
Tríggjir ferðir hevur
verið spælt ímóti norður-
lendskum liðum. Hetta
var í 1994, 1996 og 2000,
tá mótstøðuliðini ávika-
vist vóru Trelleborg, FC
Jazz og IFK Norrkøping,
og hvørja ferð eydnaðist
gøtumonnum at fáa mál,
og bert tí einu ferðina
varð tapt við meir enn
við einum málið
Verri hevur staði til, tá
Gí hevur møtt liðum av
Balkan-hálvoynni.
GÍ
hevur spælt ímóti bosn-
inska liðnum NK Jedin-
stvo og jugoslaviska lið-
num FC Obilic, og hevur
tapt ávikavist 3-0 og 4-0.
Ein einfald orsøk til
gøtumenn klára seg verri
ímóti feløgum av Balkan
er, at liðini úr fyrrverandi
Jugoslavia vanliga eru
sterkari enn norðurlend-
sku liðini, og umframt
styrkismunin, so mugu
veðurviðskiftini nevnast,
tí nógvi hitin í suður-
evropa, kann ofta tykast
møtimikil hjá føroysku
feløgnum.
GÍ skal í kvøld fyri
triðju ferð tørna út ímóti
einum liði úr fyrrverandi
Jugoslavia, og tá verður
spennandi at fylgja við,
um skurðarnir megna eitt
betri úrslit enn undanfar-
nu ferðirnar.
Gøtumenn fyri
triðju ferð niður á
Balkan-hálvoynna
Seinast gøtumenn fingu mál á útivølli í Evropa-Cup var
ímóti IFK-Norrkøping, og varð tað Súni Olsen, sum var
málskjútti
Magni Jarnskor hevur
roynt seg í Evropa-Cup
fyri GÍ á hvørjum árið
síðan 1994, og hann
heldur framvegis, at tað
er líka spennandi
C
M
Y
K
16