Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| a SOSIALURIN Síða 3 Tórshavnar kommuna arbeiðir við ætlan: So trongligt er í løtuni hjá smábátunum. Her við Kongabrúnna Betongflótibrúgvar til smábátar í Havn Um ólavsekutíð í ár kunnu smábátaeigarar í Tórshavn fara heim til hús av útróðri ella stuttleika- túri uttan at hava ampa á sær — at bátarnir nú ikki skulu liggja tryggir fram- við bryggjuna antin á Skálatreð ella á Konga- brúnni. Orsekin til hetta er tann, at Tórshavnar kommuna í letuni arbeiðir við eini ætlan at beta um umsteðurnar hjá báta- eigarunum i kommununi. Til hetta endamål skulu møguliga keypast fleiri betongflótibrúgvar av nakað sama slag sum tær, ið longu eru í Klaksvík og í Miðvági. Vóru í Miðvági Beint fyri páskir vóru nøkur umboð fyri Tórs- havnar býráð og fyri Tórs- havnar havn í Miðvági og hugdu eftir, hvussu nýggju flótibrúgvarnar hjá miðvingum rigga Hesar eru annars um at vera lidnar og verða tiknar í brúk í næstum Formaðurin í Havna- Leiga ella keyp SAM forskallings- skipan Faroesam tif. 14917 nevndini, Ronald Poulsen, sigur í samreðu við Sosi- alin, at teir hava arbeitt við hesum ætlanum nú í eina tíð, og at nú verður helst álvara gjert av at keypa flótibrúgvar fyri at loysa trupulleikarnar hjá smábátunum í Tórshavn. Fara til Danmarkar Í hesum sambandi fer ein sendinevnd frá Tórs- havnar kommunu til Dan- markar í hesum mánaðin- um at hyggja eftir ymiskum slegum av flóti- brúgvum. Her er talan um tvey merki, eitt svenskt og síðani eitt, sum verður í gjort í Esbjerg. Hann sigur víðari, at steða skal skjótt takast til, hvat merki teir skulu keypa, og at ætlanin er at hava nýggju flótibrúgv- arnar klárar einaferð í summar — helst til Ólav- seku. Betri pláss til deksfer Formaðurin i Havna- nevndini sigur annars, at ætlanin er eisini at gera okkurt vid atløguvidur- skiftini i Vågsbotni fram- vid eystara landinum, har í dag liggja hópurin av smærri bátum. Tá hesir bátar eru fluttir til flóti- brúgvarnar framman fyri Skálatreð, verður henda bryggjan tek hjá størri deksførum, sum í løtuni hava sera lítið rásarúm í havnini sum er. Í dag eru umleið 400 smærri og sterri opnir bátar skrásettir hjá Tórs- havnar Havn. Her er so bæði talan um útróðrar- bátar og vanligar stutt- leikabátar. Nógvar mill. í virði — Tað er greitt, at tað liggja fleiri milliónir kr. í virði í hesum bátum, og tí er spell, at umsteðurnar at leggja bátarnar við teym eru so vánaligar, sigur Ronald Poulsen. Hann leggur aftrat, at í dag mugu menn gjalda nógvan pening fyri at halda bátarnar við líka og at umvæla teir — eitt nú tá ódnarveður hevur leik- að á. Við teim nýggju flóti- brúgvunum skuldi verið betri meguleiki hjá monn- um at hava bátarnar liggj- andi trygt. Tað verður helst soleiðis, at hver bátaeigari fær sín fasta bás í »nyggju« bátahavn- ini, sum hann síðani rindar leigu fyri. Arbeiðsbólkur Uppá fyrispurning hvussu nógvar brúgvar skulu keypast fyri at nekta dagsins terv á báiaplássi sigur Ronald Poulsen, at ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við málinum og er hann m. a. komin til ta niðurstoðu, at tvær flóti- brúgvar skulu vera við Kongabrúnna og einar 4 til 5 við Skálatreð. Kostnaðurin fyri at fremja ætlaða projektið verður leystliga mettur til einar 3 mill. kr. Hetta er munandi minni, enn um kommunan skuldi nýtt gamlan byggihátt við at byggja dýrar bátahylar, sum eisini krevja nógv viðlíkahald. Flotibrugvarnar i Miðvági klárar Í Miðvági eru teir annars við at leggja seinastu hond á tær nýggju betong- flísarnar til allar teir mongu opnu bátarnar í bygdini. Sjålvir armarnar til brúgvarnar eru nú komnir og verða teir festir í brúgvarnar fyrsta dagin. Ætlanin er, at tað skulu liggja 64 bátar við brúgv- arnar í sjálvum bátahyl- inum. Hver bátur kemur at hava sítt fasta pláss, sum hann rindar leigu fyri. Higartil hava umleið 50 bátaeigarar bílagt sær pláss í bátahyl- inum. nýggja Cisini í Klaksvík Sjálv flótibrúgvin, sum talan er um, er av nakað sama slag sum tann í Klaksvík, men hon er kort- ini sett hátt. saman á øØØrvisi Hans Jørgensen, bygda- rådsformadur i Midvågi, sigur, at tær broyttu um- steðurnar hjá smábáta- eigarunum í kommununi, fara at gera tað munandi lættari hjá monnum at sleppa til útróður og at halda bátarnar. Higartil hava menn verið noyddir at lata bát- arnar liggja úti á vágni og fyri at sleppa til og frá, hava teir verið noyddir at hava annan bát. Hetta hevur verið ógvuliga óhegligt, og ikki hevur verið so lætt og skjótt at sleppa til útróður, tá lík- indini hava verið til tess. Eisini hugni fyri tey gomlu Nú verður hetta alt broytt. Ikki bert verður lætt at sleppa avstað til útróður, her verður eisini møguleiki at vaska bátar- nar, umvæla teir og rigga ymiskt til. Ætlanin er at seta upp elsteyrar í báta havnini, so menn kunnu arbeiða umborð á bátun um við ljósi frá bryggjuni Tað hevur eisini verið hugsað um sjálvan hugn an og tey gomlu, nú mið vingar hava bygt sær ein bátahyl. A landi innanfyri sjálvan hylin er ætlanin at seta upp benkur og hugna um á ymsan hátt, soleiðis, at gomul fólk kunnu koma oman til bátahylin at taka ímóti, tá menn hava verið til útróður 1,5 mill. kr. Nýggi bátahylurin hjá miðvingum kostar umleið eina mill. kr. Haraftrat koma flótibrýrnar, sum liggja um góðar 500.000 kr. Tær eru keyptar úr Sveríki. Figgingina til bátahylin hava landið og kommunan staðið fyri åvikavist 75% og 25 Skiparin á Giljanesi, Alberg Johannesen: Skuldu havt fiskað í 10 ár — Vit eru um at vera ov seinir á sjóvarfallinum at fiska svartkjaft undir Fer- oyum. Hetta skuldu vit havt funnið uppá fyri 10 árum síðani — vit minnast jú, hvussu bráddliga sild- in hvarv. Soleiðis sigur skiparin á nýggja flaggskipinum í 55 Myrki bletturin vísir gongdina hjá svartkjaftinum. Til hegru Giljanes á dokk á Skála foroyska fiskiflotanum, svartkjaftatrolaranum, Giljanesi. Alberg Johannesen, skipari sigur í samreðu við Sosialin, at tað er spell, at foroyingar ikki fyrr hava roynt henda meguleikan Sum steðan er nú, fara út- lendingar avstað við meg- inpartinum av svartkjaft- inum undan Feroyum 70 fjórðingar úr landi Peir vóru stæddir einar 70 fjórðingar í ein landssynn- ing suður úr Suðuroynni, tá vit vikuni høvdu berg Johannesen í tele- fonini Framhald á síðu 7 FEE Br 3