leygardagur 2. mai 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Fyri vanbyti
Í GJÁR VAR alheimsarbeiðaradag-
urin, har verkafólk, og teirra sam-
hugaði, savnast. Litið verður ein
tílíkan dag aftur um bak og mett
verður um útlitið fyri framman.
TAÐ ER IKKI smávegis, ið broytt er
arbeiðarastættini at bata hesi stívliga
níti árini, síðani Sosialistiski Interna-
tionali avgjørdi at halda hendan
dagin sum dag arbeiðaranna
burturav.
MONG AV HESUM framstígum eru
eisini nádd higar til landið. Serliga
hesi seinastu árini. Eitt stórt framstig
var dagpeningaskipanin, soleiðis, at
eisini tey timaløntu vóru tryggjað løn
undir sjúku. Arbeiðsvikan er stytt, og
frítíðin longd úr trimum til fýra viku,
og frá í gjár náttu vit tað framstigið,
at kvinnur fingu eins løn fyri sama
arbeiði, sum menn.
HÓAST HESI framstig, mugu vit
ásanna, at enn er ein stættur, sum
ikki hevur vunnið javnbjóðis kor og
rættindi javnmett vid aðrar
samfelagsbólkar. Lønarliga eru
verkamenn og verkakvinnur fyri stór-
um vanbýti. Skal ein arbeiðarafamilja
kunna liva undir mannsømuligum
korum er neyðugt, at bæði maður og
kona fara av húsi at vinna dagligu
úrkomuna.
TAÐ ER TÍ at vóna, at tað serliga
verður hesin stættur, sum hesaferð
kann fara aftur til verka væl nøgdur,
eftir loknar lønarsamrådingar. Hesin
stættur, sum umframt at skula virka
undir teim ringastu arbeiðsum-
støðunum, skal vera hin lægst lenti.
Tað kann ikki vera beint.
VIT VILJA UNNA øllum øðrum
vinnugreinum allar góðar sømdir,
men vilja kortini minna á, at langt er
frá einari arbeiðsmanna- og arbeiðs-
kvinnuinntøku og upp til lægstlønta
handverkaran.
UM NAKAD rættvisi er eftir i hesum
landi, átti arbeiðsmaðurin og arbeiðs-
kvinnan at fingið væl í sín part
afturat, áðrenn nakar annar fekk eitt
einasta oyra.
SOSIALURIN
Seyður og ferðsla
Tað hevur verið nógv
skrivað um seyð, sum ligg-
ur yvirkoyrdur fram við
føroysku landsvegunum.
Og mikudagin 29. apríl
tók Dagblaðið hendan
tåttin uppaftur. Teir
høvdu á baksíðuni hina
við tíðini kendu myndina
av teimum báðum, sum
seinasta summar í fleiri
dagar lógu norðan fyri
Hundsarabotn. Jú, tað er
ein syrgilig mynd. Men
hví verður so nógvur
seyður yvirkoyrdur ?
Tað er neyvan nakar,
sum fer at halda, at tey,
sum koyra bil, hava nakra
fragd av at koyra á ein
seyð. Men ein kann altíð
vera óheppin, og koyra ein
seyð yvir. Tað hendir
tíverri eisini alt ov ofta at
fólk verður yvirkoyrt.
Men aftur til
fram við vegunum.
Tann,sum koyrir nakað
við bili, veit hver orsekin
til allan tann yvirkoyrda
seyðin er. Hon er rætt og
slætt tann, at seyðurin
verður aldur at vegnum av
teimum, sum eiga hann.
seyðin
Norðalaga í Kollafirði og
annars norður gjøgnum
Sundalagið er reint
galið. Menn fara við bili at
geva kraftfóður.
Krubburnar standa so
tætt við vegin, at teir
kunnu tveita fóðrið úr bil-
inum niður í tær. Slíkur er
tann hálovaði landbún-
aðurin í Feroyum anno
1981. Eg veit um mann,
sum var á veg norður í
eysturoynna við veru-
vogni av sama merki sum
ávísur bóndi í Kollafirði
hevði. Komin hagar, bónd-
in var vanur at geva, varð
hann umgyrdur av eini
heilari gongu av seyði. Tá
hann,fyri at sleppa víðari,
royndi at styggja tær við
floytuni, kom hann heilt í
neyð. Tá komu enn fleiri
rennandi og troðkaðu at
fóðringarstaðnum.
Serliga nógvur seyður
fer fyri einki í Líðini í
Kollafirði. Har er gjerdur
vegur oman fyri bygdina.
Hegnað er fram við vegn-
um, so bilferarar kenna
seg sum heild tryggar at
koyra har um summarið,
tá rikið er av bønum. Ella
rættari sagt: ÅTTu at
kent seg tryggar. Men har
hevur seyðurin eftir øllum
at døma rætt at liggja á
benum alt árið. Hetta er tí
ein áheitan á teg, sum
eigur hendan seyð: Gott í
teg royn og hav hann
oman fyri hegnið um
summarid, so hann ikki
altíð liggur á vegnum. Ta
tíðina tú ert til skips ella á
annan hátt burtur, royn so
og fá ein aktingarmann at
hjálpa tær. So missir tú
teir færri.
Til seinast ein áheitan á
allar bilførarar: Verið nú
so fittir og ansið væl eftir
seyðinum. Teir, sum eiga
hann, gera tað jú ikki.
Edvard í Skorðini Joensen
Tórshavn
Ryg hash og fut hjernen af
Den overskrift sá jeg í
tidsskriftet »Det ukendte«
og der stod endvidere.
»Man har længe disku-
teret, om hash-rygning er
farligere end almindelig
tobaks-rygning
det måske
eller om
endda er
mindre farligt. Det aktive
og euforiserende stof i
hash er en kemisk for-
bindelse ved navn ftetra-
hydrocannabinol (THC),
som man indtil for ganske
nylig regnede for at være
forholdsvis uskadeligt. I
tidsskriftet »Biological
Psychiatry« omtaler den
amerikanske forsker, dr.
Robert Heath, imidlertid
nogle foruroligende for-
søgsresultater, der nok
ber mane hash-rygere til
eftertanke.
Over perioder på seks til
otte måneder udsatte dr.
Heath et hold rhesus-aber
for hash-røg i doser, der
nogenlunde svarede til,
hvad en almindelig
mellemflittig hashryger
inhalerer. Det viste sig
herefter, at
hjernevæv var
abernes
blevet
ændret under rygningen.
Afstanden mellem nerve-
enderne (synapsen) var
blevet øget med helt op til
35 prosent !
Hjernecellerne holder
sig i kontakt med hinan-
den ved at udveksle kemi-
kalier over synapsen, der
normalt kun er 2 million-
tendedele af en millimeter
bred. Og det siger sig selv,
at enhver påvirkning af
dette følsomme kontakt-
led mellem cellerne kan
føre til drastiske ændring-
er af hjernens formåen.
Dr. Heath mener selv, at
man kan risikere en mærk-
bar svækkelse af hukom-
melsen og følelseslivet,
ligesom adfærden vil blive
påvirket i synlig grad.
Det er dog endnu uvist,
om hash-rygningen med-
fører varige ændringer i
hjernens struktur, eller
om den glider tilbage til
normal synapseafstand,
nár THC-pávirkningen op-
hører«.
Jan Ehlers
Likaløn — ein stórsigur
Hvat hugsar ein havna-
kona um |. mei. Ju fyrst
av øllum um Andreu
Arting. Eg kenni tad sum
skyldu mina at takka A.Å.
og ti nevnd sum hon var
formaður í, fyri tann sigur
tær vunnu feroysku ar-
beiðskvinnuni við likaløn.
Stríðið hevur verið hart
og drúgt, tí tað eru mong
ár síðan Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag setti sær sum
mál at vinna arbeiðs-
kvinnuni hendan sjålv-
sagda rættin.
Tað er at undrast yvir,
at Andrea ikki hevur givið
skarvin yvir á leiðini, tí
tað kann ikki sigast, at
føroyska arbeiðskvinnan
altíð hevur víst áhuga fyri
tí arbeiði, felegini hava
gjørt. Tað, at lenirnar eru
hækkaðar so við og við til
vit nú hava líkalen, eru
kvinnurnar ikki komnar
sovandi til, hóast mangar
hava hildið tað vera sjálv-
sagt, at lenin hækkaði 1.
mei. Tað liggur eitt stórt
arbeiði aftanfyri, og
manganátt man A. Á
hava sitiðog tingast til
frama fyri arbeiðskvinn-
urnar, eisini tær heldur
líkasælu.
Nevndin í Havnar Ar-
beidskvinnufelag, við A.á.
sum formanni, hevur
prógvað, at róp og esing
ikki gagnar nekrum, men
at hóvlig og fólkalig
framferð harafturímóti
gagnar øllum. Vit mugu
ikki gloyma, at samanhald
styrkir, og at hendan
styrkin kom okkum til
góðar, tí onnur arbeiðara-
felog stuðlaðu tá ið á stóð.
Rom var ikki bygt eftir
einum degi, og kom líka-
lønin heldur ikki í lag eftir
einum ári. Hettar hava
nakrar kvinnur funnist at,
men tað er so lætt at koma
við atfinningum. Vit ið
tokka hava til arbeiðara-
rersluna fegnast.
Tað gleðir meg, at A. Á.
sum nú er komin væl uppí
árini, fekk at síggja eitt av
aðalmálum sínum fert út í
lívið.
Havnakona
Sparing
Havn
frættist, at íalt 5 manns
eru farnir ein mánalangan
túr til Danmarkar fyri at
hyggja at, hvussu tey
ymisku datatól virka. Tað
ljédar, at býráðið skal
moderniserast alt sum tad
er, fyri fleiri mill. krónur
Tá verður bert at trýsta á
teir ymisku knapparnar,
so er tað heila fikst og
liðugt. Tað imponerar eis-
Ur Býráðnum i
og
ini okkum
skattaborgarar.
stakkals
Hesir 5 manns, sum nu i
løtuni = reika Danmark
runt, eru okkum heldur
ikki bíligir. Umframt teir
fáa alt frítt, reisir, kost og
hotel, fáa teir harumframt
dupultan dagpening.
So uttan iva loypir hetta
seg til 1.000,00 um dagin
Í staðin, teir sendu ein ella
tveir teknikkarar, sum
verundliga høvdu skil á
slíkum dýrum tólum, og
lótu hesar gera sær kann-
ingar um slíkt. Heimaftur-
komnir kundu hesir so
seta býráðslimirnar inn í
tingini.
Tá fyrst kundu hesir
menn tosa um sparing.
Men nei. Tá teir sjálvur
skulu hava part í pylsuni,
er ongin sparing.
At Peter F. er upphavs-
maður til alla hesa dýru
finessu, undrar ongan.
Men at hála heila fýra
menn við sær, halda vit
>
vera ovboðið.
Skattaborgari
E. S. Býráðsformaðurin
biður í bløðunum um upp-
skot til fond teirra brek-
aðu.
Her er eitt: í staðin fyri
fleiri ferðingar hjá býráðs-
limum í ár, lat peningin til
tey brekaðu.
|
pl
É