leygardagur 2. mai 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Bøurin å Hoyviksgardi å Vatnaskørdum er helst størsti samanhangandi bøurin i Før-
oyum. Hann kemur at geva 25 kúfóður. Við sunnara endan á bønum hóma vit gardin —
fjós, brunnar og sethús
vit eitt felags selu- og inn-
flutningslið, sum fyrst sel-
di okkara egnu verur, og
síðani innflutti tað, sum
vit ikki kláraðu, var nógv
vunnið.
— Viðvíkjandi mjólkini
hava vit eitt felags selulið.
Men okkum manglar, at
Mj6lkavirki Búnaðar-
manna fær innflutningin
av mjólkaverum í hendi.
Hetta skuldi sjálvandi
verið undir brúkara-eftir-
líti, soleiðis at brúkarin
fær fulla trygd fyri, at
monopol-steðan ikki
verður misbrúkt.
Mangla slåturvirki
— Fara vit í kjøtid, mangl-
ar okkum kjetvirki bún-
aðarmanna, sum kundi
tikið sær av slátri av
Síða 11
Venda vit okkum norðureftir, er víddin, sum kann uppdyrkast stór. Hanus Vang.
bóndi, metir, at bert rundan um garðin á Vatnaskørdum kunnu í alt uppdyrkast eini 85
kúfóður
okkara egnu framleiðslu
og innflutningi av tí neyð-
uga kjetinum og kjetúr-
dráttinum. Hetta virkið
skuldi ligið desentralt — á
bygd — og skuldi tikið
sær bæði av seyði og
neytum.
— Sum nú er selja vit
seyðin t. d. til einar 130
kundar. Neytakjetið skulu
vit sum frægast avseta til
vinir, frændir og handlar.
Hendan steðan hjá
bóndum her á leið er ann-
ars rættuliga nýggj, at
teir sjálvir taka sær av
ollum slakti og sølu. Bert
fyri fáum árum síðani
vóru heilar gongur sendar
til slaktarar í Havn, og
bóndin fekk eina skjóta
avrokning, men hetta er
dottið niðurfyri.
Moguleikin at fara frá familjubrúki
til felagsbrúk má umhugsast
— Tað er nátúrligt, at vit verja og stimbra tað landbrúk, sum er í
dag.
— Síðan kunnu vit koma fram til eitt veruligt virkandi søluli6.
— Kanska kunnu vit eisini koma fram til eina nýggja jarðarlóg-
gávu, tí núverandi er umleið 45 ára gomul.
— Og fáa vit eina nýggja jarðarlóggávu, má hon vera soleiðis
skipað, at almenn jørð ikki kann gerast ogn. Vit áttu heldur at
vent gongdini, so ognarjørð við eigaraskifti gerst almenn jørð
Vit hava í dag eina festi-
skipan. Á hverjum garði
situr ein bóndi. Vit hava
familjubrúk. Men Hanus
Vang setir spurnartekin
við, um vit ikki eisini
skuldi roynt at komið inn
á felagsbrúk.
— Ein komandi, nýggj
jarðarlóggáva má í hvussu
so er ikki forða fyri hesum,
sigur Hanus.
— Hvussu kann eitt fel-
agsbrúk skipast ?
— Tað kann gerast á
nógvum stigum. Taka vit
hendan garðin, og taka rót
í tí sum er, kundi hann
breyðfett tvær familjur,
um hann varð rikin sum
felagsbrúk.
— Og tað er ikki órealis-
tiskt, flennur Hanus. Tá
hesin garðurin kundi
breyðfeða 20—30 fólkum
fyri einum hundrað árum
síðan, kundi hann breyð-
fott tveimum familjum í
dag, sjálvt um tíðirnar
sjálvandi eru heilt
ødrvisi…
— Meguleikarnir eru
ótemandi. Bæði í hesum
garðinum og innan fer-
oyskt landbrúk sum heild.
Vit kundu fingið land-
brúkið upp, soleiðis at vit
kláraðu okkum sjálvar,
uttan at tikið ognarjerð-
ina við. Vit kundu klára
okkum við almennu jerð-
ini.
Dyrkaðu vit meira av
hesum haganum upp —
inn móti Sundsá — kundu
vit saktans klára 200
mjólkikýr. Ikki tí, eg eri
ikki sinnaður fyri so stór-
um ídnaðarlandbrúkum.
Brúkini = skuldu — ligid
spjadd kring landið. Men
meguleikin er har
Fólk mugu fáa hev-
ið at dyrka epli
— Hvat skulu vit gera, um
vit koma í ta steðu, at inn-
flutningurin av búnaðar-
verum steðgar ?
— Politiski endamåls-
setningurin við landbrúks-
politikkinum má vera, at
vit sum frægast mugu
klára eina
kreppu.
— Vit kunnu ikki dúva
upp á, at politikarin loysir
hendan spurningin av sær
sjálvum. Tí er klókast av
hverjum einstøkum at
tryggja seg og síni við at
velta epli, grenmeti og
retur til húsbrúk.
— Og fyri at læra fólk at
velta og kenna gleðina av
at síggja mat grógva, áttu
skúlarnir at fyriskipa velt-
ing við børnunum, eins og
kommunan kundi gjert
tað fyri teimum vaksnu.
— Nógv eki liggja, sum
eru egnað til velting. Í dag
er jarðarlóggávan kanska
ein kleppur fyri slíkum til-
tøkum. Men tá ein nýggj
jarðarlóggáva kemur, átti
at verðið hugsað um hend-
an spurningin.
innflutnings-
Almenna jerðin má
ikki fyrst fara
Um eina nýggja jarðarlóg-
gávu sigur Hanus, at hon
Ein fiskakassi við slógvi. Hanus gevur vanliga mjólkkýrnum niðursúrgað slógv sum
ískoyti fyri at spara kraftfóður. Hanus sigur, at kýrnar trívast væl, ja, betur um tær bert
fáa súrhoyggj og kraftfóður
má fyribyrgja, at almenn
jørd altíð fyrst verður
brúkt til bygging og
onnur endamál.
— Hetta sæst týðuliga á
teimum nýggju býarskip-
anunum, sum gjerdir eru,
sigur Hanus.
— Vit áttu heidur at
vent gongdini, soleiðis at
ognarjerðin undir eigara-
skifti verður almenn jerð.
Hetta kann gerast á
ymiskan hátt. Eisini so-
leiðis at ongin fær stór-
vegis tykni av hesum.
Varð hetta gjert, vistu vit,
at landbrúksvinna kundi
farið fram á allari jerð í
Feroyum um ikki so langt
áramál.
— Nevnast kann, at í
londum, sum ikki liggja so
fjart frá okkum — Íslandi
og Onglandi — eru skip-
anir, har grundekini ikki
eru ogn, men almenn jerð,
sigur Hanus at enda.
Í Feroyum er um helvt
av jerðini almenn og
ognarjerð. Men av innan-
garðsjerðini er bert umleið
ein fimtingur almenn jerð.
Tað er á hesum fimting-
inum, at nær um øll mjólk-
arframleiðslan finst
————"A —.„. BB ————————