Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 spsialurin telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Leygardagin hin 2. mai fór fram ein ógvuliga løgin sjónleikur á Føroya løgtingi — ein sjónleikur, ið meira enn nakað annað avdúkaði tað grótharða maktstríð, sum í løtuni fer fram í fólkaflokkinum millum Óla Breckmann og Jógvan Sundstein og sum á tingið leikar í millum løgmann og Sund- stein. Enn er ikki møguligt at siga nakað um, hver ið vinnur hetta stríð, men tó er ein taparin vísur í forhond: hesin tapari er Føroya løgting og virðing- in fyri ti demokrati, sum er grundarlagid undir hesum aldargamla stovni. Tað sum hendi var í stuttum hetta: Aftan á, at legtingsformaðurin Jógvan Sundstein hevur váttað fyri Føroya løgtingi og øllum Føroya fólki, at upplýsingarnar í »ålitinum« hjá tí sokallaða løg- tingsgrannskoðaranum Óla Breckmann um Strandferðsluna eru heilar 3 (tríggjar) milliónir skeivar og løgtingssins lógarnevnd hevur tikið hesa váttan Jógvans Sundstein til eftirtektar, royndi sami maður at fáa løgtingid at atkvoða fyri hesum rongu upplýsingum ! Hetta royndi hann at gera á tann hátt, at hann ætlaði at seta bæði nálitiða frá Ola Breckmann við teimum skeivu upplýsingunum og álitið hjá meiri- lutanum í lógarnevndini, har hesir upplýsingar verða avsannaðar, undir atkveðu undir einum. Sostatt noyddist tann tingmaður, sum vildi tryggja sær, at skeivu upplýsingar Óla Breck- manns ikki vórðu staðfestir í tingsins gerðabók, samstundis at atkvøda fyri hesum skeivu upp- lýsingum og fyri alt tað teimum ógvuliga kenslu- bornu og subjektivu metingum um Strandferðsl- una, sum funnust í »ålitinum« hjá Óla. Henda roynd Sundsteins varð til alla lukku fyri hann sjálvan og hansara grannskoðaravirki, ið jú grannskoðar Strandferðsluna, steðgað av and- støduni á tingi. Spurningurin er nú: hvat var tað sum hendi? Svarið var greitt fyri ollum tingmonnum, sum hava eygu at síggja við og oyru at hoyra við: eitt næstan ómenniskjansliga hart trýst var lagt á tingformann okkara frá løgmanni og frá Óla Breckmann. Tað sum her hendi má fáa onkran at hugsa seg eitt sindur um, og spyrja seg sjálvan, hvussu okk- ara parlamentariska stóða sær út, aftan á at henda borgarliga samgonga nú hevur ríkt í 4 mánaðir. Ein kann t. d. spyrja: hvat er tað fyri ein meiriluti, sum velur ein Óla Breckmann til løg- tingsgrannskoðara ? Hvat er tað fyri ein løgmaður, sum styðjar seg til ein tingmann, sum í sínum virksemi sum for- maður í grannskoðaranevndini gongur á mark- inum til tað ólógliga og sum í sínum politiska virk- semi fyrst og fremst sum blaðstjóri hevur sett alla politiska såmuligheit til viks ? Síðan må ein spyrja, hvat hetta er fyri ein tingformaður, sum iki hevur mót og manshjarta til at siga: »nu er nóg mikið, nú eru tit mínir samgongumenn farnir um alt mark fyri politiskum, juridiskum og moralskum sóma, eg vil ikki vera við meira l« Eftir stendur so tann størsti spurningurin: hvussu skulu vit krevja, at Foroya fólk skal kunna virða legtingið og tær avgerðir, ið har verða tiknar, tá ið politikarar, sum skulu eitast at hava ábyrgd bera seg soleiðis at? Var so einki gott við hesum fundi? kundi onkur spurt. Jú tvær ljósglæmur vóru í øllum afturhalds- myrkrinum: hetta at vit á tingi eiga eina andstøðu, sum ikki ætlar at sita hendur í favn, meðan løg- maður og Oli Breckmann skammfara okkara gamla demokrati. Hin lítla gjæman var, at Jógvan Sundstein sum tann einasti tinglimur úr samgonguni, var lýðin móti grein 7 í lógini um løgtingsgrannskodarar og sostatt atkvøddi fyri uppskotinum um, at gerast skal reglugerð fyri virksemið hjá legtingsgrann- skoðarunum í framtíðini. SOSIALURIN Nevnd menningargrunnsins So hevur hendan nevnd í seinastum alment fingið stórar ábreiðslur fyri líkt og ólíkt. Fyrst og fremst frá ídnaðarráðgevaranum/skriv- ara Ídnaðarfelagsins harra Tormóði Dahl við greinum í Sosialinum, Oyggjatíðindum, eins og 14. SEPTEMBER tekur tráðin upp. Eg hevði ikki ætlað mær at fara í blødini um alt hetta, av tí at ell hendan skriving er ikki annað enn grov illgiting og beinleiðis ósannindi. Men tá tú Tormóður heldur áfram — nú seinast á samkomu á Feroya Vikuni í SMS — við álopi á Nevnd Menningar- grunnsins og á legtingsmenn, so meti eg, sum bæði nevnd- arlimur grunnsins og leg- tingsmaður, at tú má átalast. Tíni orð um, at tey vútvaldu< ikki eru mjúk í hevdinum og líða av maktgirnd o. a. skal eg lata standa fyri tína rokn- ing. Fyrst hvat er Menningar- grunnurin ? Mn.gr. varð sett- ur á stovn 4/5—1973 av Fer- oya Legtingi við legtingslóg og reglugerð um grunnsins virki (viðm. skal, at tað Ídnaðarráðgevarin Tormóður Dahl, ið gjerdi uppskotið til hetta lógaruppskot — um Menningargrunn — sum Tjv. flokkurin legði á tingborð, og sum fekk góða undirteku á tingi). M. a. stendur í lógini: Nevnd grunnsins telur 3 limir, sum verða valdir av legtinginum fyri 3 ár. Ein nevndarlimur gongur út hvert ár, fyrstu 2 árini við lutakasti. Nevndarlimirnir skulu hava góðan kunnleika til ídnað. Hesa grein vil Tormóður nú hava broytta soleiðis: At nevndin skal verða 5 limir — í staðin fyri 3 — og at Ídnaðar- felagið velur 2 limir, og so legið tað ljóðar, vil hann hava strikað: At kunneliki til ídnað er neyðugur Hetta skilji eg onki av, men sjálvandi hevur ein og hver rætt til at seta fram ynski um lógarbroyting — av eini og hverjari lóg — ásannandi, at allar lógir áttu at verið endur- skoðaðar, sum nakað av tíð frálíður. Men eg meti tað verða skeivt og ódemo- kratiskt, um ídnaðarráð- gevarin skal avgera, hver skal sita í nevnd grunnsins ella ikki. Í nevnd grunnsins vóru í 1973 valdir: Dánjal Tausen, Servágur, Petur Reinert, Eiði og Jákup Hansen, Vest- manna, allir 3 ídnaðarmenn og limir av Ídnaðarfelag Feroya. Nevndin skipaði seg við Jákup Hansen sum for- manni. Í 1975 fór Petur Reinert í landsstýrið og varð eg — Ove Mikkelsen — vald- ur í hansara stað av Feroya Legtingi, eisini limur í Ídnað- arfelagnum og hevði havt eitt sindur við framleiðslu at gera. Í 1977 segði Jákup Hansen seg úr nevndini, og í staðin valdi Legtingið Niklas Fold- bo, Toftir, teknikum verk- freðingur, umleið somu út- búgving sum idnadarrådgev- arin hevur, nevniliga civil- ingeniørur — einans akadem- iska útbúgving, meðan Nikals eisini hevur 4 árs vinnu- og fakútbúgving, sum er neyðug fyri at sleppa inn á Teknikum. Nevndin skipaði seg ivð Dánial Tausen for- manni aftan á Jákup Hansen og í 1980 varð Niklas Foldbo valdur til formann. So Tórmóður, eg skilji ikki greitt: Hví tú metir nevndina ikki at hava havt ella hevur hylling á ídnað? Og hví tú vilt seta 2 av »tinum« aftur- at? Alt gott um lærdóm — eis- ini akademiskan — men Tor- móður, blýantur og pappír og bjert hugskot aleina, byggja ikki land — nú eins og áður. Tað skal eisini annað til, nevniliga m. a. tað avgerandi, at leggja rygg til. So er tað núverandi skriv- ari grunnsins, sum tú hevur fingið eitt ræðuliga illavorðið horn í síðuna á. Hví, viðkem- ur ikki mær, men avgerðandi fyri Menningargrunnin er, at nevnd grunnsins er sera sæl negd við henda skrivara, eins og nevndin var fyri fyrrver- andi skrivara. Tú hevur so ógvuliga ilt av, at grunnurin leigar heli í húsum skrivar- ans, métir tað at vera næstan ólógligt, og heitir á legting- sins grannskoðarar, eins og tú leitar eftir uttanlandsveldi og samanber: Hvussu hevði verið vorðið um: Ríkisum- boðið, dómarin ella fútin høvdu skrivstovu í egnum helum: Tormóður: Hava ríkisumboðið, dómarin og fútin ikki havt og hava skriv- stovu í sama húsi teir búgva í??? At tú sipar til at skjol grunnsins ikki eru væl fjald av hesi orsek er óreiðiligt. Men Tormóður, hvar hús- ast tú við Ídnaðarfelagnum og ráðgevaravirki tínum ? Er tað ikki í leigaðum helum í privatum húsum? Eg hevði havt hug at sagt: Hvat í víðu verð viðkemur tað tær Tor- móður Dahl, hvenn nevnd Mn.gr. setur sum skrivara, ella hvar grunnurin leigar seg inn o. a.??? Men lat fara Tá grunnurin varð stovnaður í 1973 setti nevnd- in Halgir Winther Poulsen, sum skrivara. Men av tí, at Landsstýrið ikki var fert fyri at útvega grunninum høli at húsast í, noyddist grunnurin at húsast í skrivstovu skriva- rans, líka fram til 1. august 1979, tá grunnurin bleiv hús- villur. Og sum sæst av gerða- bók grunnsins var aftur heitt fleiri ferðir á Landsstýrið um at veita grunninum innivist — men sum fyrr var Lands- stýrið ikki ført fyri hesum. Ti avgjerdi nevndin at leiga heli í húsum skrivarans, og er nevndin væl negd við helis- og onnur viðurskifti. Skrivarastarvið varð skriv- liga alment lýst leyst í fer- oyskum dagbleðum sum heil- dagsstarv, tí grunnsins virki nú kravdi rekt av heildags skrivarastarvi, um grunnsins virksemi ikki skuldi darvast av skrivligum 0. ø. arbeiði. At tú so illgitar um, at skrivari grunnsins hevur fingið møguligar »fulltruir« er einans illgitingar, men ar- beidi skrivarans, sum nevnd- in áleggur honum, er tó ikki einans at skriva, men m. a. at skaffa tær meguligu upplýs- ingar, og tær bundnu uppgávur nevndin áleggur skrivaranum at gera. At tú so hevur kagað í telefonbók- ina og funnið út av, at mað urin ber heitið „fulltrúi“ og nýtir tað í tíni ljótu skriving, tað er lúsigt. Lenarplaseringin er sam- bært Starvsmannafelagssátt- málanum er fulltrúar. Eg standi eisini í telefonbókini undir heitinum »skipari«, men eg eri ikki skipari á ella í Menningargrunninum. So Tormóður lat vera við at leggja á garðin har liðið er lægst. Legg á meg ella hinir nevndarlimirnar, sum eitt mannfólk átti at gjørt. So míni ráð til tín Tor- móð skulu vera hesum við- víkjandi: Passað tú tína skrivstovu, heli og skrivara- starv fyri Ídnaðarfelagið og sum ídnaðarráðgevi, og lat Menningargrunnin passa sítt. Tí væl er tú ráðgevari ídnaðarins, eitt starv sum tú hevur avgreitt burtur av gott, men tú er ikki bevilg- aður myndugleiki, sum jú er Feroya Legting yvir bæði tær og mær. Viðv. uppskoti til lógar- broyting grunnsins, so hevur nevndin — uttan at biðið um loyvi frá ídnaðarráðgevaran- um — heitt á Landsstýrið um at velja 3 tiltakslimir til nevndina, so nevndin altíð kann vera arbeiðsfer vegna forfall ella annað, og hetta hevur so legtingið gjørt. Eisini hevur nevndin heitt á landsstýrið at broyta lógina so at tann árliga veitan fyri fíggjarlógina til grunnin eins og lániheimildin ikki verður fastlæst í fleiri ár framyvir, men so at upphæddin kann broytast árliga útfrá mettum tervi hjá Menningargrunn- inum og sum nevndin ger. Hetta er so gjert í ár — uttan at lógin er broytt av legting- inum — at veitanin yvir fíggj- arlógina er hækkað til 8 mill. frá 5 mill. í fjer, eins og láni- heimildin er hækkað frá 2 mill. til 5 mill. í ár. Hesa metan ger nevnd grunnsins út frá figgjarstød- uni hjá teim virkjum grunn- urin hevur sett pening í, og út frá eini metan um væntandi umsóknir sum koma at verða — sjálvandi við einari ávísari eyka upphædd, og væntandi framvegis økjan av umsókn- um. Vísir hendan metan seg so at verða ov lítið, ger nevnd grunnsins játtandi myndug- leikum vart við hetta í góðari tíð. Annað mandat hevur grunnurin ikki, enn at sekja um neyðugan pening til at nekta tann terv, umsóknir frá ídnaðinum krevja til eina og hverja tíð.á At hesin figgjarligi tørvur er vaksin er gleðiligt, tí samanborið við bert 1976/77 — varð játtað í láni, stud- ningi og veðhaldi 4,981 mill. Í 1979/80 — varð játtað í láni, studningi í veðhaldi 13,216 mill. Í 1980/81 varð játtað í láni, studningi og veðhaldi 19,000 mill. Frá 1973 til 13/3-81 eru játtaðar íalt umleið 60 mill. í láni studningi/veðhald. Í hes- um tíðarskeiði er yvir fíggjar- lógina játtað til grunnin 33,5 mill., so her sæst, at tað er skeivt at pástanda, at láni- heimild grunnsins ikki hevur verið brúkt. I 1976/77 vóru 60 umsóknir innkomnar og harav 45 gingnar á meti, og í 1979/80 vóru 110 umsóknir og 82 gingnar á meti, í 1980/81 vóru 209 umsóknir innkomn- ar og 94 gingnar á meti. Av nevndarfundinum vóru i 1976/77 12 fundir. Í 1979/80 vóru 19 fundir og í 1980/81 37 fundir. Hvussu ídnaðurin í Feroy- um sum heild líður undir fíggjarligum stórum tørvi, eru vit Tormóður og eg púra samdir um, men upphædd av almennum stuðli til ídnaðin eru hverki tú ella eg harri yvir. Tað er meiriluti í fíggj- arnevndini og á Feroya leg- tingi sum avger hetta. Tær umsóknir, ið Mn.gr. fær, verða allar sera væl við- gjerdar. Men tá her er talan um almennan pening — skattaborgarans pening — má nevndin sjálvandi kanna um meguleiki er fyri um um- sóknin byggir á einum fíggj- arligum grundarlagi, sum kann bera seg, um tað er ídn- aður og um grunnurin hevur heimild at veita hjálp o. s. fr. Hetta verður sjálvandi gjert eisini um neyðugt at sekja sakkena hjálp, kanningar og annað. Tá so 14. SEPTEMBER skrivar at Faroe Dane var okkara ráðgevari við Kaffi- virkinum í Æðuvík, so er hetta ósatt. Tá her var talan um lutvisa handilsfyritøku, sum var ætlad at seta å stovn, vórðu Faroe Dane og allir aðrir kaffiinnflytarir spurdir um, hvussu nógv sleg av kaffi og hvussu stór negd verða seld her á landi — sam- laðu innflytanina hevdu vit jú frá hagtalsdeildiri. Ti sum kunnugt drekka feroyingar eins og onnur fólkasleg ikki allir sama merki av kaffi og kanst tú ikki noyða nakran til tað. Út frá hesum og eðrum upplýsingum metti nevndin seg ikki kunna ganga umsóknini á meti. Men bæði mítt og hinir nevndarlimanna ynski er, at tað eydnast teimum at fáa eitt kaffivirki á stovn, og at tað kemur at bera seg. Tá Mn.gr. játtar fíggjarlig- an stuðul til virkir ella ein- kult persónar so sum lán, studning, veðhald rakstrar- lán/veðhald, uppbyggingar- kreditt, so er tann tryggleiki fyri hesari játtan sum lóg grunnsins krevur aloftast síðsta veðhald — prioritet — og so statt ivasamur í mun til peningastovnar ella Ídnaðar- grunn, og eisini av hesi orsek ber ikki altíð til at ganga ellum umsóknum á meti, tå her er talan um almennan — skattaborganna pening. Onglandsferðin í vár til Brigthon til alheimsstevnuna fyri fiskaaling, sum Tór- móður Dahl og 14. SEPTEM- BER hava so ilt av, er at siga: at Menningargrunnurin hevur verið við at fíggja byrjan av allari síla- og laksa- aling her á landi, eins og veitt rakstrarlán til allar verðandi alistødir. Og vitandi at hesin ídnaður fer at vinda uppá seg framyvir, metti nevndin, at tað var rætt, at hon alment sum játtandi myndugleiki innan hetta eki, fekk sær kunnleika, eitt sindur av hyll- ing á, hvat tað er nevndin játtar til. Tí vóru umboð úr nevndini á hesi alheims- 8114, Rentan á bankabók