Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN HB—GÍ 0—1 (0—1): Ikki vakurt spæl, men tað royndist væl GÍ leikar ikki tann vakrasta fótbóltin, men neyvan finnist tað lið í Føroyum, ið hevur tann stríðsanda og gøtumenn Dysturin millum HB og GÍ byrjaði við rættuliga javnum leiki millum liðini. Bæði bardust fyri at fáa yvirvág á miðvellinum, men hvergum eydnaðist tó at vinna miðvellin. Men knappliga, áðrenn nakar veruliga varnaðist — í 17. min. — hevði GÍ bóltin í HB-netinum. Magnus Gregersen trekti einsa- mallur fram við allari HB- verjuni, ótarnaður, og setti hann trygt bóltin í netið, og skuldi hetta vísa seg at vera einasta málið, ið varð skotið í dystinum. Aftaná at GÍ var komið á odda, gekk leikurin framvegis javnt millum liðini, men GÍ pressaði tó meira — stríddust fyri hvenn bólt — og førdi hetta við sær, at teir fingu pressa HB longur aftur á vøllin. GÍ fekk nú trý — fýra hornasperk á rað, men einki av hesum gav tó veruliga vandamiklan málmeguleika. Seinastu 10 min. av fyrra hálvleiki vann HB sær yvirvág í leiki, áttu miðvellin, og gav hetta teimum nógv álop, ið hevdu fleiri hornasperk við sær, men heldur ikki teimum eydnaðist at fáa bóltin í netið. Í seinna hálvleiki hevði HB einstakar góðar meguleikar at javna, men skotini fóru aloftast við síðurnar av ella yvir málinum. Seinasta korterið av dystinum var at kalla eitt langt HB-álop, ið tó ikki gjørdist veruliga vanda- mikid — til tess er Gl- verjan ov stinn— uttan i einstøkum fåum førum, men skotini hjá HB vóru ov vánalig. Bert eitt min. undan leiklokið varð tó stór fjeld av áskoðarunum viss í, at HB nú hevði góðan megu- leika at javna. Okkurt óregluligt hendi inni í GÍ- brotsteiginum. HB- leikararnir, og stórur part- ur av áskoðarafjeldini í skýlinum, vildu hava brotsspark. Dómarin bríkslaði beinanvegin — ikki fyri brotssparkið til HB, men fyri frísparki til GÍ. Ein avgerð, ið vakti stóra misnegd millum HB-viðhaldsfólki. Tíverri sá blaðmaður Sosialins — ið stóð ov illa fyri — ikki nágreiniliga Fram—TB, 2. deild, 5—0 (2—0): Vend í holuna Í næsta landskappingardystinum venn Fram, ið tapti fyrsta dystin á heimavølli stórt, stór- sigur á TB Fram leikti næsta lands- kappingardyst sín leygar- dagin, aftur hesaferð á heimavelli. Dysturin leyg- ardagin var móti TB; meðan dysturin móti SÍ næstseinasta leygardag royndist Fram út av lagi vånaligur, var ver.lig vend komin í, móti TB. Fram vann dystin við fimm málum móti ongum og var hetta ikki eitt ein- asta mál ov nógv — ov fá mál vóru á muni, um ein hugsar um leikdygd og lut í leiki. Meðan als eingin stríðs- andi var í Fram móti SI, so vunnu Fram-leikarnir nærum hverja takling móti TB, og tá teir har- afturat vórðu »snyttir« fyri eitt brotsspark og oyddu málmeguleikararn- ar burtur, kunnu TB-leik- ararnir prísa seg lukku- ligar, at tapið ikki gjørdist sterri. Bert fimm min. vóru farnir av fyrra hálvleiki, tá Bjarne Vejsbæk nýtti ein meguleika, ið hann fekk frá eini sovandi TB-verju, til at leggja Fram á odda 1—0. Fyrru helvt av fyrra hálvleiki royndi TB, ið á pappírinum hevur eitt hampuliga sterkt lið, at koma við í leikin, men hetta eydnaðist ikki til fulnar. Hinvegin gekk heldur ikki ov væl hjá Fram, men bert eitt min. undan hálvleikssteðg- inum, kom tað mál, ið kanska — sálarliga — »drap« TB. Bjarne Vejsbæk trekti sjålvur fram eftur midjum vølli og skeyt hann stutt ådrenn hann kom å brots- teigin langskot eftir jerð, ið endaði í netinum. Var fyrri hálvleikur end- aður á truplan hátt fyri TB, so byrjaði seinni eins trupult. Bert tveir min. vóru farnir, tá Páll Poulsen kom at standa púra fríur framman fyri málinum, aftaná góða avlevering frá Bjarna Vejsbæk, og skeyt Páll trygt bóltin í netið til 3—0. Hetta mál >slóg full- komiliga beinini undan« TB. Fram átti nú at kalla alt spælið. Bardust um hvenn bólt og vunnu at kalla hverja takling — tær móti Kristini Michelsen og Sigmundi Nolsee, tó undantiknar — og tá hálv- ur tími var farin av seinna hálvleiki, setti Líggjas Huusgaard, ið var komin inn í seinna hálvleiki fyri Bjarna Vejsbæk, bóltin í netið, aftaná at liðleiðarin, Jógvan Gregersen, hevði lyft bóltin afturum seg inn fyri málið. Í 37. min. er Líggjas enn einaferð upp á spæl. Hann fær langa avlevering og rekur hann framvið Hallur Vestergaard í TB-mál- inum, og setur bóltin í netið til tryggan, uppi- bornan 5—0 sigur til Fram. hvat hendi, og skal tí ikki verða greitt frá her — ikki verða tiknir dagar ímillum — hver hevði rætt, dóm- arin ella HB-leikararnir. Hetta kann jú eisini vera líkamikið, tí í síðsta endanum hevur dómarin jú altíð rætt, og avgerðir hansara eru ikki til at broyta. Bert min. aftaná hesa hending bríkslaði dómarin dystin loknan, til stóra freði fyri nógva GÍ-við- haldsfólkið, ið var í Gundadali henda dagin, og sum, meðan dysturin leið, hevði stuðla leikarum teirra væl. Kanska leikar GÍ ikki tann vakrasta fótbóltin; langar avleveringar frá verju til framherjar eru sjáldan vakrar at síggja, tá alt spælið er bygt upp um tær. Men er fótbólt- urin ikki vakur, so er stríðsandin tað haraftur- ímóti. Tað er sjáldan at ein sær feroyskt lið, ið berjist um hvenn bólt, og tå konditiónin eisini loyvir at gera hetta allan dystin, verður trupult hjá hinum liðunum at vinna á GI. Teir loyva ikki hinum at hava bóltin ov leingi, loypa á beinanvegin og vinna hann mangan. Og uttan nakað himpr verður bólturin so sendur til framherjarnar, ið kenna beinu leiðina móti mál- inum. Hesin stríðsviljin upp- vegar, at fótbólturin GI leikar ikki er tann vakrasti fyri okkum áskoðarar, men hann kann uttan iva koma at roynast væl hjá GI, sum kanska verður millum fremstuliðini í ár. Flogbóltssamband Føroya havt aðalfund: Starvsnevndin varð oll afturvald Á aðalfundinum hjá FBF varð oll starvs- nevndin afturvald, meðan kappingarnevndin bar seg undan afturvali Leygardagin hevði Flog- bóltssamband Feroya, FBF, aðalfund í Tórshavn. Limirnir í starvsnevnd- ini, ið stóðu fyri vali, tóku allir við afturval, og er starvsnevndin sostatt óbroytt. Í henni sita Her- man Lindberg, formaður, Páll Sumberg Olsen, næst- formaður og Edvard Olsen, skrivari. Á aðalfundinum var eis- ini val av limum í kapp- ingarnevndina, og bófu allir limirnir seg undan afturvali, og er tað sostatt ein heilt nýggj kappingar- nevnd, ið nú tekur við starvið og skal leggja kappingarnar til komandi kappingarár til rættis. Limirnir í nýggju kapp- ingarnevndini eru Richard Martin Mortensen, ið er formaður, Jórun Hegne- sen, næstformaður og Heidi Gásadal, ið er vald skrivari. Á aðalfundinum vórðu broytingar í kappingar- reglunum eisini samtyktar, soleiðis at ald- urin fyri lutteku í yngru deildunum, nú er lækkað- ur við einum ári. NM í unglingahondbólti: Svøriki vann við fullum stigatalið Í farnu viku varð kappast um norðurlandameistara- heiti í hondbólti fyri mans- unglingalið, og vann Sve- ríki kappingina við fullum stigatali. Urslitini í teimum ein- støku dystunum vórðu hesi: Danmark—Svøriki 19—23, Finland—Ísland 18—12, Danmark — Ísland 24—20, Island —Noreg 13—12, Svøriki—Finland 32—14, Danmark—Fin- land 26—12, Svøriki—Noreg 22—12, Noreg—Finland 17—17, Danmark—Noreg 17—13 og Svøriki—Island somu- leidis 17—13. LA Hesi úrslit førdu við sær, at endaliga steðan varð henda: Sveríki 4 94—58 8 Danmark 4 86—68 6 Finlar i 4 61—87 3 Íslar í 4 58—71 2 Nc;eg 4 54—69 1