Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Teir settu allir stórar vonir til svartkjaftin — men løgdu samstundis dent á, at TAC eigur at verða sett fyri veiðuna — so hesin stovnur ikki fær somu lagnu sum sildin á sinni Ein av teimum spurning- unum, sum fekk nokk so nágreiniliga viðgerð á fundunum, sum, Feroya Fiskasela skipaði fyri her- fyri, var framleiðslan av svartkjafti til matna og meguleikin fyri at svart- kjafturin fer at gerast ein av hevuðsstuðlunum hjá føroysku fiskivinnuni i framtíðini. Hans Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, greiddi frá teimum royndum, sum hava verið gjørdar við svartkjafti hesi seinastu fýra árini. Tað er á Bakka- frost, at royndir hava verið gjerdar at flaka- skera svartkjaft til matna. Hóast menn ikki hava vunnið á ellum trupulleik- unum viðvíkjandi fram- leiðslu av svartkjafti á landi, so er hetta royndar- arbeiðið komið so mikið undir land, at vit kunnu vænta nakað veruligt burtur úr skjótt. Alt verður brúkt Umframt at framleiða svartkjaft til matna til bæði flak og fars, so hevur eisini verið arbeitt við at brúka slógvið, sum er umleið 75% av fiskinum, tá restin er brúkt til mat- veru. Her hava teir á Bakkafrost brúkt svart- kjaftaslógvið sum til skotsfóður hjá seyði, neyt- um og eisini sum fóður til fiskaaling — við góðum úrsliti. Hans Jacobsen metti, at slógvnegdin verður so stór, at vit kunnu sjálvir framleiða 2/3 av ellum tí fóðrinum vit innflyta. Vit innflyta umleið 4.000 tons av fóðuri árliga. Hann vísti eisini á, at teir hava gjert royndir at frysta svartkjaftin. Tað tykist bera til at flaka- skera svartkjaftin eisini aftaná at hann hevur verið frystur. Vanliga hava skipini annars siglt feskan svartkjaft til lands bein- anvegin, so hann ikki er meira enn 1,2 ella 3 dagar gamal, tá hann verður flakaskorin. Samskipan Hans Jacobsen nam her eisini við spurningin um tann týdning tað hevur fyri framtíðar svartkjafta- vinnuna í Feroyum, hvussu vit samskipa fram- leiðsluna uppi á landi og fiskiskapin. Tað er nevni- liga so, at svartkjafturin ferðast norður eftir um veturin og suðureftir aftur um heystið, soleiðis, at tá svartkjafturin er stæddur longst burtur frá Feroy- um, hava skipini longri at sigla heim við honum. Tá kemur inn í myndina at frysta hann umborð. Altid ov seinir — Vit standa yvirfyri eini broytingartíð, segði Hans SOSIALURIN Jåkup Mørkøre, Hans Jacobsen og Hilmar Kass aftanå fundin. Munnu Teir tosa um svartkjaft! . Jacobsen víðari. — Vit mugu ansa eftir ikki at vera so traditiónsbundnir og altíð at vera ov seinir á sjóvarfallinum. Tað má bera til at for- edla part av okkara fiska- vefum í sterri mun enn higartil. Vit eru sum er eftirbátar at finna fram til okkurt heilt nýtt. Altíð eftirapa vit tí, sum aðrir hava roynt í áravís. Eg trúgvi uppá at tað liggja nógvir óroyndir megu- leikar fyri framman, og tå hevur tí sera stóran týdn- ing, at vit hava eitt ágrýtið selulið. Norðurlendska samarbeiði Eisini Jákup Mørkøre, leiðari á Heilsufreðiligu starvsstovuni hevði eitt innlegg. Hann greiddi frá felags norðurlendska sam- arbeiðinum á svartkjafta- økinum, nevnt Nordforsk. Hetta samarbeidi hevur havt til endamål at gera royndir vid fiskiskapi, framleiðslu á landi burturúr svartkjafti o. ø. Norðmenn hava arbeitt serliga við farsroyndum, føroyingar við flaki, og ís- lendingar við at turka svartkjaft. Higartil hevur hetta arbeiði kostað nakrar 30 mill. kr. Sum so er arbeiðið liðugt, men í næstum verður helst legd ein nýggj ætlan fyri víðari royndir á økinum. Eisini Jákup Mørkøre, sum hevur staðið fyri for- oysku svartkjaftaroynd- unum í Nordforsk, hevði sera góðar vónir til svart- kjaftin sum framtíðar vinna í Feroyum. Giljanes Hann helt fyri, at royndin við svartkjaftatrolaranum Giljanesi er sera áhuga- verd og risikabul. Serstak- liga tí at seluliðið ikki hevur sett seg fert fyri at selja svartkjaftin fyri Giljanes. — Men, vísti Jákup Merkere á, at eydnast hetta projektið við Gilja- nesi, so fara at henda stór- ar broytingar í Feroyumí næstu framtíð — megu- liga longu í hesum árinum. Jákup Mørkøre vísti annars á, at vit eiga at arbeiða svartkjaftin á landi heldur enn umborð á verksmiðjutrolarum. Hann legði tó aftrat, at nú er kortini neyðugt at fáa gongd á hesa vinnu og her er Giljanes ein roynd, sum kann fáa gongd á svart- kjaftaveiðu- og fram- leiðsluna yvirhevur. TAC Hann metti, at fara roynd- irnar at vera positivar, so fara tað at stinga seg upp fleiri nýggj virki kring landið, sum skulu viðgera svartkjaftin. Í hesum sambandi nevndi hann, at tað verða skapt upp ímóti 1000 nýggjum arbeiðs- plássum bert til at viðgera svartkjaftin. Annars varð eisini frá hansara síðu dentur lagdur á, at TAC eigur at setast fyri svartkjafta- veiðu, so svartkjafturin ikki fer at fáa somu lagnu sum sildin á sinni. Orðaskiftið um fiskivinnuna og framtíðar møguleikar : Vit eiga ikki at fjala fiskin við rasp og pipari — men selja hann reinan — segði fiskasglustjórin m.a. uppá fyrispurning um góðsking Aftaná innleggini teir báðar fundardagarnar var megu- leiki at seta fram spurningar til panelluttakararnar. Spur- ningarnir snúðu seg m. a. um ovfisking av botnfiskastovn- unum undir Feroyum, sum selupolitikkin hjá Feroya Fiskaselu, um hennara fram- tíðar fiskaflutningspolitikk, um studningaskipanina osfr. Vit skulu her stutt tríva í nakrar av spurningum og svarunum. Uppá fyrispurning um tað ikki er skeivt at vit halda fram við at byggja flakavirki, nú vegasambandið er so væl útbygt og tað er lætt at ferð- ast millum teir ymsu part- arnar av landinum, segði Olaf Olsen, fiskimálaráðharri, at áhugin fyri at byggja flaka- virki er ikki so stórur, hóast nakrar ætlanir eru. Hann helt tór, at tað kanska er rætt, at vit ikki byggja fleiri flaka- virki og eiheldur útbyggja verandi virki ov nógv. Giljanes! Sidani var tad spurningurin til Birgir Danielsen, hví Fiskaselan ikki hevur sett seg fera fyri at selja tey góðu 4.000 tonsini av svartkjafti fyri Giljanes. Spyrjarin helt fyri, at so stór og sterk sum Fiskasølan er, so mátti hon kunna taka ta risiko tað er at selja svart- kjaftin og á tann hátt vera við til at gjegnum fera eina alternativa roynd innan fiski- vinnuna. Fiskaselustjórin vísti á, at Fiskasølån higartil hevur selt allan feroyska svartkjaftin, nekur hundrað tong. Hann segði, at tað stendur einum og hverjum frítt at selja fisk fyri Giljanes, og helt, at tað var legið at hoyra menn tosa um monopolsteðu hjá Fiska- seluni, og so samstundis krevja av henni, at hon skal selja allan fiskin. Birgir Danielsen vísti eisini til, at Fiskaselan hevur ábyrgd fyri sínum limum at selja og fíggja allan teirra fisk, og at hon hevur mett, at hon ikki hevur meguleika at upptaka Giljanes sum lim og tá samstundis binda seg til at skula selja ell tey 4000 tons- ini av svartkjafti til matna. Spurningurin var eisini settur til Hilmar Kass og Olaf Olsen. Hilmar Kass segði seg vera ónegdan við, at Fiskaselan her ikki kundi átaka sær at selja fiskin fyri Giljanes, tí tað er ein sann- roynd, at henda fyriteka er vorðin so fíggjarliga sterk, at ikki nógvar aðrar fyritøkur eru førar fyri at átaka sær eina so stóra uppgávu. Hann helt fyri, at tað eigur ikki at bera til, at Fiskaselan ístaðin fyri at taka hesa risi- koina fyri samfelagsins besta, heldur seinni, tá aðrir hava kunnað gjert eitt gott arbeiði tekur yvir og nústaðni tá torir at selja eina veru. Olaf Olsen meinti ikki, at tað er rætt at krevja nakað av Fiskaseluni, tí hon er ein privat fyritøka, sum sjálv avger, hvenn selupolitikk hon ferir. Chaldur Birgir Danielsen varð eisini spurdur um, hví Fiskasølan ikki flytur framleiðsluna hjá Chaldur í Onglandi til Fer- oyar, so hetta kann geva arbeiði í landinum. Hann svaraði, at Chaldur í Grims- by umsetti 6000 tons av fiski árliga, harav tey 2000 tons komu úr Feroyum. Orsakað av at tímalenin í Feroyum er so nógv hægri enn í Bretlandi, helt Birgir Danielsen ikki, at tað er gjør- ligt at kappast við aðrar, um framleiðslan lá í Feroyum. Hann helt tó fyri, at megu- leiki er at flyta ein part av framleiðsluni til Feroyar. Fiskaselustjórin varð eisini spurdur um, um Fiskaselan undirbjóðar prísin á laksi, sum er fiskaður undir Feroy- um. Hann segði til hetta, at tað er sera stórur gravgangur hjá laksabátunum at gerast limir í Fiskaseluni. Bert í 1981 høvdu 8 bátar gjørt seg til lim í Fiskaseluni. Fiska- selan hevði sjálv einki gjørt fyri at fáa hesar til lim. — Hetta skuldi verið tekin um, at vit gera arbeiði gott, og at teir eru vísir í at fáa pengarnar og at veran verður seld. Stýring Jákup Sverri Joensen varð spurdur um, um tað ikki er ov lítil stýring á fiskiskapinum undir Feroyum. Hann segði at so er, og hetta kemst m. a. av, at ongar fyriskipanir eru galdandi sum m. a. siga, at smáfiskurin má ikki fiskast ov nógv, eiheldur um, at vit ikki eiga at brúka ov smáar húkar. — Men heldur tú tá, at Framhald á síðu 16 F i