leygardagur 9. mai 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 7
Ofta býr fals undir frið-
um skinni
August Strindberg: Hemsoyingar.
Inng. Bjørn Hagstrøm.
Eyðun Winther feroyskaði. (Emil
Thomsen 1980, 159 s., kr. 90).
August Strindberg (1849—1912) vaks
upp í einum meðalklassa heimi í Stock-
holmi. Pápin hevði avgreiðsluna fyri ein
stóran part av teim ferjum, ið silgdu
millum oyggjarnar í Stockholmi og sker-
garði, og familjan var mangan á útferð við
hesum skipum. Tá ið natúrulýsingarnar
hjá Strindbergi altíð eru merktar av skjót-
um rerslum — hetta sæst millum annað í
Hemsoyingum — er orsøkin tann, at tað
var á eimskipaferðum, hann fyrstu ferð
eygleiddi og kannaði natúruna. Óteljandi
eru tær ferðir, hann lýsir vakurleikan í
skergarðinum sæð igjøgnum tað runda
kúgveyga í eini skipssalón.
Skergarðsfarvetnini við riðilinum av
eimskipum hava sama tydning fyri
Strindberg, sum Missisippi hevði fyri
Mark Twain. Tey endurgeva eina mynd
av barndómsins sakloysi, av enn ikki
hóttari natúr, av óendaligum bjartskygni.
Natúran er sálarlig víðkan; skergarðurin
er bert ein mynd, aftan fyri hverja ein
annar veruleiki hómast. Hesa gyltu eld
rer hann aftur á ferð eftir ferð.
Eftir eitt stutt skeið á universitetinum í
Uppsala royndi hann at gerast sjónleik-
ari, men hetta miseydnaðist. Eina tíð var
hann blaðmaður og síðan í fleiri ár ama-
nuensis á Kungliga Biblioteket í Stock-
holmi, inntil hann gjerdist rithevundur
burturav.
Verk
Tað fyrsta Strindberg legði úr hondum
var sjónleikurin »Måster Olof« (1872),
men hesin varð ikki spældur og prentaður
fyrrenn í 1881. Í staðin var tað skald-
segan >Røda rummet« (1879), ið gjørdi
Strindberg kendan á fyrsta sinni, men tað
eru fyrst og fremst sjónleikir sum
»Fadren« (1887), >Frøken Julie« (1881),
>Till Damaskus« (1898), >Spøksonaten<,
>Dødsdansen< (1901), „Eitt drømspel<
(1902), sum gjerdu hann heimskendan.
Sjónleikirnir frá teim seinnu árunum hava
havt ein ómetaligan týdning fyri europe-
iska ekspressionismu og ávirkan á so
ymiskar rithøvundar sum Eugene O'Neill,
Franz Kafka, Jean Paul Sartre, Henry
Miller og Edward Albee.
Liv og yrking
Hjå August Strindberg var liv og yrking
å sjåldsaman hått tvær siåur av somu
søk. Hann var fyrlitarleyst opinskåradur
sum fåir, og verk hansara bygdu i stéran
mun á egnar upplivingar og egið sålarliv.
Í miðjum 80'unum vardi hann ta áskoð-
an, at sjålvt ikki ein yrkjari var førur fyri
við sannleiksgildi at lýsa annað, enn tað ið
stavaði frá sjálvsuppliving. Hetta hevði
serstakt gildi fyri alt sum fyrifórst í
mannasálini. Av hesum fylgir m. a., at
fyri tann vanliga yrkjaran finst eingin
friðhalgan av egnum persóni ella egnum
sálarlívi. List hansara má vera uppoffran
á sannleikans altari.
Tann opinskáraði var harafturat ómett-
andi í sínum tervi eftir at fáa ávirkanir
uttanífrá. Andaliga endurnýggjaði hann
seg gjøgnum impulsir, sum hann fyrst og
fremst fekk frá lesnaði og hareftir brúkti í
sínum verkstaði. Fáar vóru nýhending-
arnar innan mentunarlívið, sum hann ikki
legið til merkis ella sum ikki settu sær
spor í hansara ótrúliga rúgvismiklu fram-
leiðslu. Men fáar vóru eisini tær manna-
lagnur, sum á ein ella annan pínufullan
hátt nortu við hansara, sum ikki fyrr ella
seinni komu at verða nýttar sum kelda
fyri hansara inspiratión ella sum objekt
fyri penni hansara. Við tí sama fyrilitar-
loysinum, sum hann skrivaði um egnar
upplivingar, segði frá sínum passiónum,
legði sítt sálarlív, ja vísti síni allarinnilig-
astu loyndarmál fram fyri almenning-
inum, brúkti hann eisini menniskju, hann
hitti, ja stundum sínar næstingar, sum
fyrimynd. Samstundis píndi hetta hann,
so hann ofta livdi rættiliga einsamallur,
so hann ikki hevði fyri neyðini at vísa fyri-
lit mótvegis teimum, hann særdi, tí sum
hann sjálvur segði, hann toldi ikki „at
síggja likini«.
Tilrættalegging av fatan
Men samtíðis má lesarin vera greiður
yvir, at Strindberg fyri hvert stig í lívi
sínum sjálvur hevur avgjert, hvussu hann
skal fatast, givið sær sjálvum navn og
karakter. Ein fittur partur av skaldskapi
hansara verður fataður sum sjálvbiograf-
iskur og mangan er hetta uttan heimild.
Gávur hansara at fáa okkum at halda, tað
hann vil hava okkum at halda eru óvan-
liga stórar.
Hemsoyingar
Tilfar til »Hems6borna«, sum upprunaliga
var ætlað at eita »På landet<, hevur Strind-
berg fingið frá øllum teim ferðum, hann
vitjaði í skergarðinum, serliga á oynni
Kymmendø, og so nærgingin hevur hann
verið, at fólk á oynni lovaðu at smyrja
hann av, um hann vísti seg har aftur.
Strindberg sum í tjúgu var javnur gestur
á Kymmendø, vitjaði aldrin aftur, eftir at
Hemsoyingar kom út í 1887.
Skaldsegan fortelur um tann snilda
vårmlendingin Carlsson, ið »kom sum eitt
ólegi eitt kveldið í apríl mánaði og hevði
eina Høganeskrukku í eini reim um
hålsin«. Carlsson skal stjórna fyri einum
garði, ið er niðurundirkomin, tí bóndin
Flod er deyður, og sonurin hugsar bert um
at veiða fugl og fisk og nertir ikki
landbúnaðin; tí hevur einkjan sent boð
eftir Carlssyni. Hesin sær ein meguleika
fyri umsíður at klatra upp eftir samfelags-
stiganum og gerast ognarmaður, og
skjótt verður tað maka soleiðis, at hann
giftist einkjuna. Men tráanin eftir at
koma sær upp og hansara grammleiki
eftir pengum verður saman við tí bann-
setta kynslívinum hansara bani. Í seguni
um Carlsson og hansara bardaga fyri at
koma sær fram í verðini speglast bardagin
millum yvirklassa og undirklassa, ánarar
og ognarleys, fiskarar og jarðarbrúkarar,
mann og kvinnu.
Segan um Carlssons framburð og fall er
tráðurin í skaldseguni, men fyrst og
fremst er hon um lívið á einum garði í
skergarðinum, yrka- og halgidagar. Lýs-
ingarnar eru so neyvar, málandi og upp-
lýsandi, at tær kunnu brúkast í verki um
fólkalívsfreði; men við eldinum hjá
Strindbergi á muni, og sum Strindberg
segði í einum brævi til fyrstu konuna Siri
von Essen: »min eldur er tann stersti í
Svøriki«.
Og so natúrlýsingarnar. Við orðum
málar hann impressionistiskar myndir av
natúrunnar yðjandi lívi, og lesarin kennir
seg í hugaheiminum vera mitt í henni.
Lesi t. d. brotið um slátturin á síðu 56 ff
og kanska serliga á síðu 58.
Hevuðsdámurin i skaldseguni er
skemtiligur, og hon ýður í barokkum hug-
skotum, tilburðum og fyribrigdum.
»Hems6borna« er so nógv tann stuttlig-
asta og lættast lisna av øllum bókum
Strindbergs, og hann royndi at endurtaka
»lyckokastet« — sum Bjørn Hagstrøm
nevnir >Hemsøborna< í innganginum — í
skaldseguni >I Hafsbandet< (1890), men
hesaferð eydnaðist tað honum ikki.
Strindberg kriplaður
Hóast tað eru nekur ár síðan, eg las
»Hems6borna« á fyrsta sinni, tá á upp-
runamálinum, hevði eg undir lesnaðinum
av tí foroyska tekstinum varhugan av, at
okkurt vantaði. Henda kensla vaks, jú
meira eg las av skaldseguni, inntil tað
knappliga rann fram fyri meg, at tað var
ein geldur Strindberg, eg sat og las. Allar
seksuellar ábendingar eru sensureraðar
burtur, og tær eru nógvar, heilar og
hálvar síður eru tíðum »blivnar burtur« í
umsetingini.
Lat meg taka nekur av umlopunum
fram: Í >Hemsøborna< stendur: >— Ja,
det ger jag hálen vem pojkarne borstar,
och inte ska de fá nágot háll pá mig, inte.
Før resten, der ár skillnad pá flickor og
flickor och alla ár inte lønnhoror som gá
pá skogen, láttade Carlsson sitt fulla
hjårta«. Hetta verður í »Heimsoyingum«
stytt til: >— Ja, líka tramin leggi eg í,
hverjum húskallarnir bursta« (s. 55).
Í „Hemsøborna< verður sagt soleiðis
um madam Flod, ið stendur og lúrir eftir
friggjarapørum: >Den gamla stod bakom
hasselbusken och ság par om par komma,
gá, komma igen, som i hennes ungdom,
och gammal eld slog upp, gømd under två
års aska och hon kånde »plågan« hårja i
kottet ånnu, stingande som åtrå utan
hopp, som saknad av det før alltid før-
lorade«. Tann føroyski teksturin nytir
hesa stytting: >Hin gamla stóð aftan fyri
heslirunnin og sá par eftir par koma og
fara og koma aftur eins og í hennara ung-
dómi, og gamal eldur tók at loga, hirdur
undir tveggja ára øsku« (s. 65—66).
Einastaðnis skrivar Carlsson bræv til
gentu, hann er vorðin hugtikin av og
endar brævið við at ávara hana ímóti
kynssjúkum. Alt hetta seinasta er lopið
um hjá Eyðuni Winther (sí s. 73). Á síðu
75 er aftur ein seksuel ábending strikað,
somuleiðis á síðu 80 og á síðu 82 manglar
eitt longri brot um prestin, sum vil í song
við arbeiðsgentuni. Eitt fitt brot, har
madam Flod og Carlsson leggja upp gifti-
råd saman, er slept (s. 90), samrødan
millum professaran og prestin á síðu 109
er ikki vid, heldur ikki teirra arging av
Carlssyni (s. 113), og samrøduna hjå
hesum báðu »lærdu« monnum á bukkuni
hevur umsetarin eisini latið fara. Umset-
arin má hava eina serliga virðing fyri
prestum, tí tær báðar ferðirnar prestur
spýr í brúdleypinum — tað skal sigast, á
ein rættiliga ófantaligan hátt — eru ikki
tiknar við í ti føroyska tekstinum.
Henda uppreksan av saknum í týðing-
ini er úrslit av eini til tað tilvildarligari
kanning og ikki av einum neyvum saman-
burði. Eg tori næstan ikki at hugsa um,
hvat ein tílíkur samanburður hevði fingið
fram í ljósmála! Tað letur til, at týðarin
hevur verið fullkomiliga líkasælur við
hvat Strindberg hevur ætlað við tekstin-
um, hann tekur tað við, sum hóvar
honum, og av tí sama er alt bersagni hjá
Strindbergi horvið og við tí meginpartur-
in av hansara hvassleika.
Eg havi aðrar viðmerkingar og atfinn-
ingar til tann feroyska tekstin, viðmerk-
ingar og atfinningar sum ikki hava við
umloypan at gera, men samanborið við
tað omanfyrinevnda verða tær týdningar-
leysar.
Falskt verumerki
Tað mangla so nógv brot, at skaldsegan á
føroyskum er ein heilt onnur enn tann
Strindberg skrivaði á svenskum. Kanska
er endamálið, at hetta skal vera ein serliga
útgáva fyri børn, og tí, sum tað plagar at
standa í summum donskum barnabókum,
»bearbejdet for ungdommen<? Hetta er
tó ongastaðnis viðmerkt, og er helst ikki
ætlanin. Strindberg skrivar eisini so fínt
og ofta undirskilt um hesar sakir, ið
duldar verða fyri skúlabernum í Fugla-
firði, at onki mansbarn kann taka sær
tykni av tí.
Samanumtikið má niðursteðan verða,
at Eyðun Winther við hesari týðing hevur
kriplað skaldseguna, og at nevna hesa
útgávu »Hemsoyingar« eftir August
Strindberg er falskt verumerki. Tað sum
er farið fram undir »tydingini« av
»Hems6borna« er akkurát tað Strindberg
alt sítt lív bardist ímóti: trongskygni og
hykl; og hann liggur helst og melur í grev-
ini og ynskir at hann hevði umsetaran
har, so hann kundi snarað heysin av
honum.
Á bakpermuni stendur m. a.: >Í anda
náttúrulismunnar lýsir Strindberg
menniskjurnar sum úrdrátt av ættar-
bregði og umhvervi og tilveruna sum ein
bardaga har driftir og sjálvsekni eru týd-
ningarmestu kreftirnar«. Júst driftspart-
urin — serstakliga skildur sum kynsdrift
— er ikki við í hesi týðing.
Bókin er, sum stórur partur av bók-
unum frá Bókagarði, vekur, og William
Heinesen hevur sum vant gjert permu-
klippið, sum fangar ein part av konflikt-
nini í teim trimum persónunum: Carlsson
og madam Floyd saman, hann við hond-
unum í lumma, avgjørdur um at fera sína
ætlan um at gerast harri á garðinum
igjøgnum, sonur hennara eitt sindur
burturfrá, við kroppinum treiskt bendum
afturá.
Men sum orðatakið sigur: Ofta býr fals
undir fríðuúm skinni, ella sum
danski mentamaðurin P. H. (Poul
Henningsen) ironiskt helt fyri: Um mora-
lur er nakað sum er gott, so má dupult-
moralur vera dupult so gott.
Jógvan Ísaksen